Fyrispurningur um skattaumsiting - oljuvinna

100-72 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, um skattaumsiting í sambandi við oljuvinnu

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

Fer landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at leggja umsitingina av skattligu viðurskiftunum av oljuvinnuni í Suðuroynni.

Viðmerkingar

Umsitingin av skattligu viðurskiftunum í oljuvinnuni fer at taka dik á seg og økjast av álvara.

Toll- og skattstova Føroya hevur deild í Suðuroy, og avtalað er at hava virksemi av oljuvinnuni í útjaðaranum.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurningum soleðis:

Svar

Spurt verður, um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja umsitingina av skattligu viðurskiftunum av oljuvinnuni í Suðuroynni.

Toll- og Skattstova Føroya er farin í holt við at byggja upp eina kolvetnisskattafyrisiting. Samband er millum Toll- og Skattstovu Føroya og norska kolvetnisskattavaldið, sum liggur í Sandness nærhendis Stavanger. Í Danmark liggur kolvetnisskattaumsitingin í Esbjerg.

Umboð fyri norska kolvetnisskattavaldið hava vitjað Toll- og Skattstovu Føroya, og har umrøddu teir m.a. teirra umsiting. Serliga gjørdu teir vart við byrjanartrupulleikarnar og tað, ið eftir teirra meting manglaði hjá teimum frá byrjan av. Men teir mettu ikki, at tað varð nakar vansi, at umsitingin var løgd lutfalsliga langt frá Oslo. Umboð fyri Toll- Skattstovu Føroya hava eisini vitjað Sandness fyri at seta seg inn í umsitingina av norsku kolvetnisskattalógini.

Trý fólk eru burturav sett at arbeiða við kolvetnisskattaumsitingini. Í løtuni arbeiða tey við at framleiða neyðug skjøl, so vit verða før fyri at taka móti tí aktiviteti, sum royndarboringarnar, ið verða gjørdar í hesum árinum, hava við sær.

Hesi trý fólkini, sum burturav arbeiða við kovetnisskattaumsitingini skulu í seinasta lagi í oktober koma við eini innstilling til Toll- og Skattstovu Føroya/Fíggjarmálastýrið um, hvussu ein komandi kolvetnisskattaumsiting skal uppbyggjast.Tey skulu ikki taka støðu til, hvar í landinum slík umsiting skal liggja.

Sjálvur meti eg ikki, at slík umsiting hevur fyri neyðini at liggja í miðstaðarøkinum. Mín ætlan gongur tí út uppá at finna eitt stað uttan fyri miðstaðarøkið til hesa umsiting.

Tað verður neyvan nakar trupulleiki at útvega neyðug hølir úti um landið til hesa umsiting. Uppgávan verður at finna starvsfólk við neyðugum førleika at loysa uppgávurnar.

Tey, ið taka hægri útbúgvingar í dag, koma frá øllum plássum í landinum, so roknast má við, at fleiri hava áhuga í at koma aftur til heimstaðin, um har verður boðið teimum størv, sum útbúgving teirra gevur teimum førleika til.

Eg havi, sum sagt, tikið ta støðu, at arbeiðast skal málrættað við at leggja umsitingina uttan fyri miðstaðarøkið. Støða er tó ikki tikin til, á hvørjum staði uttan fyri miðstaðarøkið umsitingin skal liggja.

Málið avgreitt.