Fyrispurningur um Strandfaraskip Landsins

100-73 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstżrismann, um upplżsingarskipan og kundatęnastu į Strandfaraskipum Landsins

 

Įr 2001, frķggjadagin 6. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Jógvan viš Keldu, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur    

  1. Hvussu ber taš til, at upplżsingar um samferšslutrupulleikar hjį SL į sjógvi ikki eru ein partur av tķšindasendingum ķ Śtvarpi Fųroya ella Rįs2 ?
  2. Ętlar landsstżrismašurin ķ feršslumįlum at taka henda tįtt upp viš antin Śtvarp Fųroya ella Rįs2, so kundatęnastan hjį SL gerst betri ķ framtķšini ?

Višmerkingar:

Fųroyska samferšslan į sjógvi veršur tķšum illa órógvaš av eitt nś vįnaligum vešri, av breki av gomlu ferjum okkara o.ų. Tķ er feršslan sera óįlķtandi millum įr og dag. Hetta er ein sera umfatandi trupulleiki ķ einum oyggjasamfelag viš fleiri ferjusambondum.

Ķ grannalondum okkara er vanligt, at upplżsingar verša givnar um feršslutrupulleikar hvųnn tķma, bęši ķ śtvarpi og sjónvarpi. Eisini veršur brotiš inn ķ sendingar, um hildiš veršur neyšugt, tķ ein og annar trupulleiki brįdliga hevur stungiš seg upp.

Sammeta vit Fųroyar ķ stųdd viš londini uttan um okkum, hava Fųroyar helst tann mest vįnaliga regularitet, og einki er yvir at dylja, at vit helst hava vįnaligastu upplżsingartęnastu innan samferšslu į sjógvi. Hetta įvirkar eisini ķ stóran mun buss- og bilferšsluna.

SL eigur tķ at fįa įlagt, saman viš einum tķšindastovni, Śtvarp Fųroya ella Rįs2, at henda įtrokandi kundatęnasta kemur at virka. Hetta kemur sera vęl viš hjį vinnuni, skślanęmingum og feršafólki annars.

Her er ikki talan um nakran vitskap, men ein spurningur um at fįa sett hesa skipan ķ verk.

Į tingfundi 6. aprķl 2001 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 2. mai 2001 svaraši Bjarni Djurholm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar:

Til spurning 1.
SL hevur, sum er, eina feršaętlan, sum veršur nżtt til at stżra dagligu feršsluni. Ķ hesum sambandi er taš ein ašal mįlsetningur at halda hesa lųgdu feršaętlan soleišis, at uppnįast kann 100% reglusemi, og at kundin kann lķta į feršaętlanina. Brot į reglusemiš kunnu verša orsakaš av vįnaligum vešri og tekniskum brekum. Spurningurin er, hvussu ofta vešriš og teknisk brek tarna feršsluni, og hvat veršur gjųrt ķ slķkum fųrum viš frįbošanum.

Tį vešriš og tųknin ikki eru til vildar, verša vanliga hesir upplżsingarmišlarnar nżttir:

Śtvarpiš er tann mišilin, sum vanliga veršur nżttur fyrst, tį frįvik eru. Ķ hesum sambandi kann višmerkjast, at Strandfaraskip Landsins įrliga brśkar 300 tśs. kr. til lżsingar. Strandfaraskip Landsins hevur bišiš śtvarpiš um at fįa eina lagaligari skipan soleišis, at stovnurin meira ótarnaš kann brśka śtvarpiš allan dagin, og er hetta jįttaš stovninum.

Taš eru 3 fólk ķ rutuupplżsingini į Farstųšini. Ein persónur ķ rutuupplżsingini avgreišir umleiš 40-50 tśs. uppringingar um įriš. Harumframt sita fólk į kunningarstovunum kring landiš og hyggja į heimasķšuna, tį frįvik eru. Eisini upplżsa starvsfólkini hjį SL kring landiš um frįvik til nęrmastu kundarnar.

Harafturat hevur Strandfaraskip Landsins seinastu tvey įrini sum nakaš nżtt tikiš eina heimasķšu ķ nżtslu, sum bęši vinnan og onnur hava stóra gleši av. Hagtųlini um nżtsluna av heimasķšuni vķsa 400-600 uppslųg dagliga, tį frįvik eru ķ feršaętlanini, og vanligar dagar um 200 uppslųg. Višmerkjast kann, at tķšindafólk bęši ķ śtvarpinum, į fųroysku blųšunum o.o. dagliga brśka heimasķšuna, og verša tķšindini so borin vķšari til višskiftafólkini.

Strandfaraskip Landsins arbeišir leypandi viš at betra innanhżsis mannagongdir soleišis, at tį frįvik taka seg upp, skal skjótt verša boriš at viš at kunna umvegis śtvarp og heimasķšuna. Eisini veršur dentur lagdur į at frįboša mųguligar broytingar ķ góšari tķš, um stovnurin veit av frįvikunum frammanundan. Strandfaraskip Landsins arbeišir viš at veita eina serliga boštęnastu umvegis fartelefon, eitt nś sum SMS-boš. Viš sonevndu WAP-tųknini veršur helst skjótt mųguligt at fara inn į heimasķšuna hjį Strandfaraskipum Landsins viš fartelefonini.

Samanumtikiš ger Strandfaraskip Landsins nógv fyri at kunna um mųgulig frįvik frį feršaętlanini, eisini viš lżsingum ķ śtvarpinum. Landsstżrismašurin er ikki kunnugur um, hvķ Śtvarp Fųroya og Rįs 2 hava valt ikki at nżta hesa kunning sum verulig tķšindi ķ tķšindasendingum.

Til spurning 2.
Sum greitt varš frį ķ svarinum til spurning 1, veršur nógv gjųrt fyri at kunna um mųguligar broytingar ķ feršaętlanini gjųgnum ymsar mišlar, og arbeitt veršur viš ķtųkiligari menning av hesi tęnastu. Landsstżrismašurin hevur tķ, sum er, ikki ķtųkiligar ętlanir um at seta seg ķ samband viš Śtvarp Fųroya ella Rįs 2 um hetta mįl.

Mįliš avgreitt.