Fyrispurningur um almenna fyrisiting

100-74 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi almennu fyrisitingini

 

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja okkum eina vælvirkandi almenna fyrisiting?

Viðmerkingar

Í samgonguskjalinum stendur henda avtala millum samgonguflokkarnar:
Til tess at tryggja eina vælvirkandi almenna fyrisiting og almennar stovnar, má bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur í betri javnvág við vinnuliga sektorin.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 3. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis 

Svar

Løgmaður hevur fingið tveir fyrispurningar frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni. Spurningarnir verða svaraðir niðanfyri.

1. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at tryggja okkum eina vælvirkandi almenna fyrisiting ?
Svar:
Ein vælvirkandi almenn fyrisiting skal tryggja, at tann politikkur, sum Løgtingið og landsstýrið seta út í kortið, verður framdur á bestan hátt.

Landsstýrið arbeiðir støðugt við fyriskipanum, sum skulu tryggja okkum eina vælvirkandi almenna fyrisiting. Her verða nøkur dømi nevnd:

Landsstýrisfundir. Løgmaður hevur tikið stig til at skipa politiska arbeiðið m.a. við at skipa politisku landsstýrisfundirnar eftir fastari mannagongd m.a. við skráum og fundarfrásøgnum.

Landsstýrið. Skipað hevur verið fyri evnisdøgum, har landsstýrið og aðalstjórar hava viðgjørt evnini at samskipa og samstarva. Hetta við atliti at fremja politiska viljan, og eisini fyri at skapa felags fyrisitingarmentan og fyrisitingaretikk, og støðugt at gera fyrisitingina betur føra fyri at røkja sínar uppgávur.

Starvsfólkapolitikkur. Arbeitt hevur somuleiðis verið við at orða ein almennan starvsfólkapolitikk, og í dag hevur fyrisitingin vegleiðingar innan m.a. setanarviðurskifti, uppsagnarviðurskifti, útbúgving, rúsevnanýtslu, royking osfr. Hesar fyrisitingarreglur skulu virka fyri, at vit fáa eitt hægri fyrisitingarstøði og harvið eina vælvirkandi fyrisiting. Harumframt skipar Løgmansskrivstovan á hvørjum ári fyri viðkomandi skeiðum fyri starvsfólkum í landsfyrisitingini fyri at tryggja, at fakliga støði hjá alment settum starvsfólki er høgt og støðugt kann mennast.

Byggiumsiting. Løgmaður hevur tikið stig til at samskipa byggiumsiting landsins soleiðis, at øll bygging verður fyrisitin á sama stað. Hetta ber í sær, at fakliga vitanin og royndir verða samskipað bæði viðvíkjandi umsiting av stórum byggiverkætlanum, byggilist og aðrari serfrøði. Tað er ætlan løgmans eisini at flyta málsøkið leigumál hjá tí almenna til byggiumsitingina fyri á henda hátt at fáa alt fakøkið á eitt stað.

Kommunumál. Løgmaður hevur somuleiðis tikið stig til nýggja kommunuskipan. Kommunuskipanin skal tryggja eitt greitt ábyrgdar- og uppgávubýti millum land og kommunur, og arbeitt verður við hesi nýskipanini á komunala økinum.  

Harumframt arbeiðir landsstýrið við fleiri verkætlanum, sum skulu virka fyri, at vit fáa eina vælvirkandi almenna fyrisiting, og tryggja, at vit ikki hava dupultfunktiónir í fyrisitingini.

Sum dømi kunnu nevnast:

Løgmaður umhugsar at gera eina fyrisitingarfrágreiðing. Ein tílík frágreiðing átti at lýst tey yvirskipaðu málini hjá landsstýrinum eins og ítøkiligar verkætlanir, sum skulu loysast til tess at náa málunum. Frágreiðingin skal somuleiðis lýsa landsstýrisins áskoðan á leiklutin hjá fyrisitingini, og hvørjar uppgávur fyrisitingin skal hava.  

2. Hvat hevur løgmaður gjørt fyri at endurskoða fyrisitingarliga lógaverkið?
Svar:
Á hesum økinum eru m.a. tikin stig til at endurskoða vinnuframagrunnarnar, og á fiskivinnuøkinum eru ávísar stuðulslógir endurskoðaðar. Somuleiðis er rundskriv um lógasmíð við til at tryggja, at fyrisitingarparturin í lógaarbeiðinum verður framdur eftir sama leisti.

Undir viðmerkingunum vísir Hergeir Nielsen, løgtingsmaður, á samgonguskjalið, har fráboðað verður, at bygnaðurin má endurskoðast og rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur í betri javnvág við vinnuliga sektorin. Í 1996 vóru lønarútgjaldingarnar býttar helvt um helvt millum tann privata og tann almenna sektorin, meðan í dag kemur 1/3 av lønarútgjaldingunum frá almenna sektorinum og harvið 2/3 frá privata sektorinum.

Løgmaður hevur ikki sett nakra heildarkanning í verk, men løgmaður hevur hinvegin, sum víst á omanfyri, virkað fyri ábøtum og samskipan á ymsum økjum. Málið við hesum tiltøkum er støðugt at gera fyrisitingina betri og tryggja, at dupultfunktiónir ikki eru í fyrisitingini.

Málið avgreitt.