Fyrispurningur um loftvegis samband til Suðuroyar


100-76 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi  loftvegis sambandi til Suðuroyar


Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeiri Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

 

Fyrispurningur 

Hvat hevur landsstýrismaðurin gjørt fyri at kanna loftvegis sambandi við Suðuroynna, og nær fer hann at leggja úrslitið fyri Løgtingið?

 

Viðmerkingar:

Soljóðandi avtalað er í samgonguskjalinum: Eisini verður loftvegis sambandið við flogfari kannað. Og verður landstýrismaðurin tí spurdur, hvussu langt hann er komin við hesum máli.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Í samgonguskjalinum frá 9. mai 1998 stendur: "Landsstýrið hevur skyldu at tryggja hóskandi ferða- og flutningssamband millum tey ymsu plássini í Føroyum.….Samferðslan við Suðuroynna verður dagførd beinanvegin. Eisini verður loftvegis sambandið við flogfari kannað."

Í 1997 fekk Vinnumálastýrið eina verkætlan sendandi frá einum felagi, sum ynskti at fáa stuðul til at reka eina flogleið millum m.a. Tórshavn og Suðuroy. Vinnumálastýrið sendi í 1998 eina broytta verkætlan til ummælis hjá Menningarstovuni og Strandfaraskipum Landsins. Stovnarnir vístu á, at verkætlanin í nógvar mátar var ófullfíggjað, og at møguligt var at gera broytingar í verandi flutningsmøguleikum, so hesir verða betur samskipaðir, og/ella tænastustøðið kann hækkast.

Í 1999 varð bóklingurin "Samferðsluætlanin" útgivin, har ymsir møguleikar fyri skipan av samferðsluni millum Suðuroynna og miðstaðarøkið vórðu viðgjørdir. Ein av møguleikunum, ið varð kannaður, var at seta eitt vatnflogfar í flúgving millum Tvøroyri og Tórshavn, umframt at siglt verður millum Suðuroynna og Tórshavn. Metingarnar av flogleiðini vórðu gjørdar við støði í tí endurskoðaðu verkætlan, sum varð send Vinnumálastýrinum í 1998, av tí at hetta var einasta ítøkiliga verkætlan, ið viðgjørdi møguleikarnar fyri flúgving til Suðuroyar. Niðurstøðan var, at tað við rættiligari stórari vissu kundi staðfestast, at flúgving við vatnflogfari til Suðuroyar ikki loysir seg sum alternativ ella ískoyti til sigling. Flogleiðin vildi bert geva avmarkaðar ágóðar, m.a. tí at talið á ferðafólki, ið væntandi fóru at nýta nýggju flogleiðina, er avmarkað. Dentur varð tó samstundis lagdur á, at tað ikki bar til at gera nakra almenna niðurstøðu um møguleikarnar fyri flúgving til Suðuroyar, av tí at tøka tilfarið var so mikið óvist. Um t.d. eitt størri flogfar verður nýtt, sum kann taka so mikið nógv av ferðafólki og farmi, at Smyril kann minka túratalið, er støðan knappliga ein heilt onnur, og nýggjar kanningar mugu gerast.

Viðmerkjast kann, at Vinnumálastýrið á fundi við Tvøroyrar- og Tórshavnar Býráð í september 1999 hevur móttikið uppskot um flogvallir í báðum kommunum, sum ætlandi kunnu nýtast til innanlands flúgving. Tvøroyrar Býráð vísir á tvinnar møguleikar í Froðba, har annar vøllurin ætlandi verður 600 m. og hin 900 m. langur. Tórshavnar Býráð vísir á verkætlan á Glyvursnesi við 800 m. longum og 150 m. breiðum vølli, sum kann leingjast til 1800 m.

Tað má ásannast, at ferða- og flutningssambandið millum meginøkið og Suðuroynna hevur stóran týdning fyri menning av vinnu og trivnaði í oynni. Landsstýrismaðurin hevur tó raðfest uppgávuna at betra um sjóvegis sambandið við Suðuroynna hægri enn at kanna tørvin fyri loftvegis sambandi við einum størri flogfari. Suðuroyingar kunnu nú innan fá ár vænta at fáa eitt nógv betrað sjóvegis samband, og verður íløgan í nýtt suðuroyarskip helst tann størsta íløgan, ið tað almenna nakrantíð hevur framt.

Landsstýrismaðurin hevur tó eisini sett ein embætismannabólk at gera eina ætlan fyri undirstøðikervið í Føroyum, ið skal betra um grundarlagið fyri langtíðar íløguætlanini innan § 6 vinnumál. Partur av hesum arbeiði er at viðgera ymiskar møguleikar fyri sambandi millum ymisku økini í Føroyum, herundir eisini millum Suðuroynna og miðstaðarøkið.

Sum er, røkir Atlantsflog loftvegis sambandið til Suðuroyar tvær ferðir um vikuna. Um ynski er um broyting í loftvegis sambandinum til og frá Suðuroynni, eigur fyrst at verða kannað, um verandi ferðamøguleikar kunnu nøkta tørvin, t.d. við betri samskipan, broyttari ferðaætlan ella við at økja um túratalið við tyrluni, um játtan fæst til hetta.

Málið avgreitt.