Fyrispurningur um brennievni - dįlking


100-77 Fyrispurningur til Eyšun Elltųr, landsstżrismann, višvķkjandi  avgjaldi į brennievni - dįlking


Oršaskifti

Įr 2001, frķggjadagin 6. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Hergeiri Nielsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

Nęr fer landsstżrismašurin at koma viš upskoti um at javna avgjaldiš į brennievni viš atlitit til skašiligu įrinini hesi hava?


Višmerkingar

Ķ samgonguskjalinum hava vit avtalaš, at brennievni, sum hava minsta skašiliga įriniš į umhvųrviš, fįa framķhjįrętt viš lęgri avgjaldi.

Hevur landsstżrismašurin gjųrt kanningar į ųkinum, og kunnu vit rokna viš einum avgjaldspolitikki į hesum ųki, sum samvarar viš setningin ķ samgonguskjalinum.

Į tingfundi 6. aprķl 2001 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Į tingfundi 26. aprķl 2001 svaraši Eyšun Elttųr, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

Svar

Skatta- og avgjaldspolitikkur er ķ fyrstu atlųgu partur av mįlsųkinum hjį landstżrismanninum ķ fķggjarmįlum, og mį eitthvųrt stig į hesum ųki fremjast ķ samstarvi viš hann.

Tķ havi eg fyri stuttum tosaš viš landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum um, at vit skulu gera nęrri kanningar av, hvussu avgjaldiš į brennievni betur tekur hędd fyri umhvųrvinum og nįttśruni, umframt fyri einstaka borgaranum og vinnuni.

Nęr eitt uppskot veršur lišugt, er ikki greitt enn, men eg vil gera vart viš, at spurningurin um umhvųrvisvinarligt brennievni fevnir um nógv meira enn bara vališ millum diesel og bensin.

So einfalt er mįliš tķverri ikki.

Fyri taš fyrsta dįlka bęši bensin og diesel. Hetta į hvųnn sķn hįtt og viš hvųr sķnari mongd.

Harumframt finnast ymiskir bensinśrdrįttir og ymiskir dieselśrdrįttir, sum innanhżsis dįlka į ymiskan hįtt og ķ ymiskari mongd.

At enda hevur motorstųddin, višlķkahald av bilinum, tųkniliga menningin og feršslumynstriš ķ samfelagnum tżdning.

Av hesari orsųk tekur taš tķš at smķšja eitt skilagott uppskot, men eg meti tó, at mįliš kann avgreišast į nęstu tingsetu, um arbeitt veršur mišvķst viš hesum komandi mįnaširnar.

Mįliš avgreitt.