Fyrispurningur um telesamband

100-80 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi telesambandinum uttan fyri miðstaðarøkið


Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Henrikki Old, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

 

Fyrispurningur 

Nær kunnu vit vænta, at allir landsins borgarar fáa teletænastu á sama høga stigi, sum felagarnir í miðøkinum?

 

Viðmerkingar:

Meðan landsstýrismaðurin í samskiftismálum gongur ímillum stríðandi partarnar í miðeystri fyri at greiða TK-viðurskiftini har, so mugu vit ásanna, at í Føroyum er teletænastan als ikki nøktandi. Heilar bygdir - t.d. Dalur - hava ikki fastnetsambandið í lagi, men mugu í felag noyðast við eina telefonlinju. Samband fæst heldur ikki yvir GSM-netið.

Internetsambandið er vánaligt í stórum parti av landinum, og GSM-tænastan er als ikki nøktandi í økjunum uttan fyri miðøkið. Tað kann ikki vera rætt, at fólkið í t.d. Sandoy og Suðuroy skulu koyra langa leið fyri at fáa samband við umheimin.

Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 24. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismadur, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Lóg um fjarskifti
Fjarskiftislógin frá 1997 er í samsvari við lóggávuna innan EBS-skipanina og við ásetingarnar í WTO-sáttmálanum og hevur m.a. sum endamál, at fjarskiftistørvurin í Føroyum verður nøktaður, at tryggja skilagóða nýtslu av tilfeinginum og at javngóð fjarskiftistænasta verður veitt um alt landið til somu treytir, umframt at skapa fortreytir fyri frælsari kapping á fjarskiftisøkinum. Nýskipanin av fjarskiftisøkinum í Føroyum kom fleiri ár seinni enn í grannalondum okkara og arbeiðið við at útinna og brúka heimildirnar í lógini, er ikki byrjað fyrrenn í seinnu helvt av 1998 og hevur rættiliga tikið dik á seg síðani 1999 og fer væntandi at halda fram og økjast.

Teletænastur
Tøkniliga menningin innan fjarskifti og at kapping er íkomin innan fleiri teletænastur hevur havt við sær, at fjarskiftistænasturnar til brúkararnar eru fjøltáttaðar seinru árini. Teletænastur í dag eru ikki tær somu sum fyri 3 árum síðani. Í skrivandi løtu verða veittar hesar teletænastur í Føroyum:

Veitingarskyldan
Skiljast skal í millum veitingarskyldutænastur (Universal Services) og aðrar tænastur. Í konsessión til P/F Føroya Tele eru ásetingar um veitingarskyldutænastur.

Veitingarskyldutænasturnar eru :

  1. Vanlig føst telefon, treytað av, at hon er nærri høvuðskaðali enn 1000 m. (1000 m er at meta sum eitt rímiligheits mark. Er ivi, kann málið leggjast fyri Fjarskiftiseftirlitið). At kunna senda og taka í móti faxum og atgongd til lágorkuskjalaflutning (t.e. 2.400 kb/s) t.d uppringt internetsamband gjøgnum mótald
  2. Somuleiðis er ISDN veitingarskyldutænasta fra 31.12.01 treytað av, at minst 10 í bygdini biðja um tænastuna.

Stutt sagt: Veitingarskyldutænastur eru tænastur, sum eru fyri øll í Føroyum, tó kann veitingarskyldutænasta ikki krevjast, um kostnaðurin gerst órímiliga høgur. Sjálvt um internet ikki er nevnt sum veitingarskyldutænasta, so er hetta veruleikin, eftirsum uppringt internetsamband kann fáast ígjøgnum vanliga fasta telefon, ella við ISDN og hægri góðsku. Ferðin fyri internet á vanligari telefon er upp í 56 kb/sek við góðum modemi og fyri ISDN 144 kb/sek.

Fartelefon er ikki veitingarskyldutænasta í Føroyum og er tað heldur ikki úti í heimi. (tað hevur tó javnan verið kjakast úti í heimi, um fartelefon møguliga átti at verið veitingarskyldutænasta.) Tað er tí fyrst og fremst kostnaðurin fyri at "radiodekka" eitt ávíst øki og harnæst kappingin og marknaðarstøðan, sum gera av, um tað er skilagott hjá einum telefelagi at veita fartelefon á einum ávísum staði. Farfjarskiftistænastur, ið eru grundaðar á radiobylgjur eru soleiðis háttaðar, at við landafrøðiligu viðurskiftunum í Føroyum í huga, so vil ein 100% dekningur av Føroyum verða sera kostnaðarmikil.

Eftir verandi skipan er tað sostatt upp til fjarskiftisveitaran at meta, um tað er hóskandi at seta upp GSM basisstøð í Dali. Marknaðurin fyri farfjarskifti er í stórum vøkstri, og fer kapping væntandi at taka seg upp í næstum. Hetta fer at fremja áhugan fyri útbygging. P/F Føroya Tele upplýsir fyri landstýrismanninum, at ætlanir eru um at seta upp GSM-støðir ikki bara í Dali, men eisini í hesum støðum:

Sandgøtuni vestan fyri Kvívík Apríl
Tjørnuvík Apríl
Flogvøllinum / Vatnsoyrum Apríl/maj
Kunoy Apríl/maj
Mikladali (bygdini) Apríl/maj
Funningsbotni Maj
Tórshavn Maj
Funningi Maj/juni
Froðba Juni
Øravík Juni
Sandvík Juni
Famjin Juni/Juli
Húsavík Juni/juli
Árnafirði August
Gjógv August
Haldórsvík Sept
Hvítanesi Sept
Lamba Sept
Æðuvík Oktober
Dali Oktober
Haraldssundi Oktober
Svínoy Oktober

Tíðarfestingarnar eru bert vegleiðandi (í flestu førum væntar Føroya Tele eina skjótari uppsetan), umframt tað at talið av støðum óivað verður størri enn her skilað til.

Føroya Tele vísir eisini á, at í nógvum førum gongur sera drúgv tíð, áðrenn byggiloyvir eru fingin endaliga til vega.

Landsstýrismaðurin kann sbrt. lóg um fjarskifti, tá konsessión verður veitt, leggja aðrar treytir við, herundir eisini at veitarin tekur á seg serligar uppgávur, sum hava við sær, at vanligur vinningur ikki fæst burturúr, ella tap stendst av hesum.

Í veittu koncessiónunum til fjarskiftisveitararnar er áseting um, at gerst fjarskiftisveitarin ein týðandi veitari, kann landsstýrismaðurin áleggja eina nærri ásetta veitingarskyldu. Ein týðandi fjarskiftisveitari er, tá veitarin hevur 25% ella meiri av fjarskiftismarknaðinum innan ávíst fjarskiftistænastuøki.

Kærumøguleiki í.s.v. fjarskiftisveiting
Allir borgarar hava rætt til veitingarnar í veitingarskylduni uttan mun til, hvar teir eru búsettir í landinum.

Um veitarin, sum hevur veitingarskyldu ikki sær seg føran fyri at veita einum og hvørjum veitingarnar eitt nú orsakað av fjarstøðu, kostnaði ella øðrum forðingum, kann brúkarin leggja ósemju um slíka noktan fyri Fjarskiftiseftirlitið, sum síðani ger úrskurð. Stovnurin skal meta umsóknina við atliti til almannagagns og kann gera av at áleggja rakstrarloyvishavanum at ganga umsóknini á møti.

Í lóg um fjarskifti er hartil ásett, at Fjarskiftiseftirlitið kann geva boð um bøting av breki á fjarskiftiskervi, -tænastu ella -útgerð, og at viðurskifti annars, fáast í rættlag. Tann, ið fær slík boð, hevur skyldu til at akta tey, innan freistin, sum eftirlitið setir, er runnin.

Fjarskiftistænastur – dekningur og kapping

Í mun til gomlu einkarrættarskipanina hevur ein fjøltáttan av talinum av fjarskiftiveitarum higartil prógvað at vera frægasta amboði at tryggja bestu og bíligastu tænastu til borgaran í Føroyum. Staðfestast kann, at menningin í dag í Føroyum fer fram sera skjótt til fyrimuns fyri brúkaran bæði viðvíkjandi fjøltáttan av tænastum og lægri kostnaði. Tøknilig menning og kapping ger eisini, at teletænasturnar í stóran mun longu í dag koma øllum til góða. Vísandi til omanfyristandandi verða tær flestu teletænasturnar longu í dag veittar til allar borgarar í Føroyum.

Landsstýrismaðurin viðleggur til svar upp á fyrispurningin frágreiðing frá fjarskiftiseftirlitinum um virksemi stovnsins og gongdina á fjarskiftismarknaðinum til lansstýrismannin í samskiftismálum frá 15.mars 2001.