Fyrispurningur um prísbygnaða SL

100-81 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi prísbygnaði hjá Strandfaraskipum Landsins

Orðaskifti

Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeiri Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

Fer landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm, at leggja nýggja prísbygnaðin hjá Strandfaraskipum Landsins til Løgtingsins viðgerð?

 

Viðmerkingar:

Í løgtingsmáli nr. 51/2000 upplýsir meirilutin í vinnunevndini, at Strandfaraskip Landsins arbeiðir við nýggjum prísbygnaði.

Samstundis hevur Strandfaraskip Landsins hækkað koyggjuprísin umborð á Smyrli úr kr. 70 upp í kr. 300.

Væntandi er, at hetta verður leisturin fyri nýggju prísskipanini, og landsstýrismaðurin veit, at henda prísøking, ið hann varðir av, ikki eigur undirtøku á tingi


Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 26. apríl 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Strandfaraskip Landsins arbeiðir við at gera ein nýggjan prís- og ferðaseðlabygnað fyri ferjur, skip og bussar. Talan er um at gera lýsingar av verandi skipan, vísa á nýggjar skipanir og gera tilmæli um nýggjan prís- og ferðaseðlabygnað. Talan er um eitt umfatandi arbeiði við innheintan og uppseting av tilfari, sum ikki er gjørt fyrr. Hetta arbeiðið verður grundarlagið undir frágreiðing, sum Strandfaraskip Landsins fara at lata Vinnumálastýrinum.

Ætlanin er ikki at leggja hesa frágreiðing fyri Løgtingið til formliga viðgerð, av tí at talan er um eitt fyrisitingarligt mál. Landsstýrismaðurin hevur tó tikið til eftirtektar tær viðmerkingar, sum løgtingsmenn og løgtingsnevndir hava gjørt, tá tað hevur verið upp á tal at broyta ferðaseðlaprísirnar. Harumframt verður frágreiðingin løgd á heimasíðuna hjá Vinnumálastýrinum og hjá Strandfaraskipum Landsins, so allir tingmenn og borgarar við atgongd til alnótina fáa høvi at lesa frágreiðingina og gera viðmerkingar, um teir ynskja tað.

Tað, sum Hergeir Nielsen vísir til sum dømi um hægri prísir, eru prísir fyri at leiga eitt kamar umborð á Smyrli. Hesir prísir hava einki við sjálvan takstpolitikkin hjá SL at gera, men eru grundaðir á handilslig sjónarmið, sum eitt nú søla úr sølubúðum umborð á skipunum.

Møguleikarnir fyri yvirnátting umborð eru beinleiðis í kapping við gistingarmøguleikar annars í Suðuroy, og tí fevndir av ásetingunum í kappingarlógini. Prísirnir fyri gisting mugu tí taka støði í teimum veruligu útreiðslunum, sum Strandfaraskip Landsins hava av at veita hesa tænastu, m.a. reingerð og vask av seingjarklæðum. Við atliti at økismenningini í Suðuroy er tað eisini ein spurningur, um tað yvirhøvur er rætt, at tað almenna kappast við tey privatu gistingarhúsini í oynni, og undir øllum umstøðum má tað almenna ikki reka hesa tænastu við halli.

Annars hava fólk umborð nógvar aðrar møguleikar at hvíla seg, eitt nú hava Strandfaraskip Landsins brúkt nógvan pening til at taka kømur til sitipláss, har fólk kunnu leggja seg í friði at sova. 

Málið avgreitt.