Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Alfred Olsen, Dan R. Petersen og Edmund Joensen)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 6 Vinnumál

6.38.1. Vegir og havnir     
6.38.1.07. Nýggir landsvegir
(Løgujáttan) verður hækkað við kr.   5.000.000.
6.38.1.07  Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til   
verður hækkað við kr. 600.000.

Viðmerking:

Vegurin Oyri-Norðskála: kr. 5.000.000
Hetta vegastrekkið megnar als ikki at taka tað øktu tungu ferðsluna, sum m.a. er til og frá einum av okkara størstu virkjum, sum stendur fyri umleið 5 % av útflutningi okkara. Eisini er rætta løtan at gera hetta vegastrekkið nú, tí tað fellur saman við teimum kommunalu ætlanunum. 

Trygdartiltøk, størri ábøtur og at taka til: kr. 600.000,00
Á fíggjarætlanini standa 3,2 mió. kr. til hetta endamálið, og vit eru vitandi um, at fíggjarnevndin hevur hækkað játtanina við 200.000,00, henda hækking er bundin til gøtuna oman á lendingina í Mykinesi og hetta hevur við sær, at einki er at taka til, um omanlop eru á landsvegin ella líknandi óhapp, sum vit mugu rokna við, tí lendi, har landsvegurin liggur, er soleiðis skikkað. Tá verður tann samlaða upphæddin á hesi konto 4 mió. kr.