Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Henrik Old, Flemming Mikkelsen og Jóannes Eidesgaard)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 6 38.1.07 Nýggir landsvegir - Bakkaverja í Sumba +kr. 300.000

Viðmerkingar:
Brimið etur seg longur og longur niðan í móti niðastu húsunum og høvuðsbygdarvegnum í Sumba. Ætlanin er við hesi játtan at gera verjugarð fram við bakkanum at verja móti nátturukrefunum, sum hótta bygdina.