Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Henrik Old og Jóannes Eidesgaard)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 6 38.1.07 Nýggir landsvegir (løguætlan) Húsavík-Dal, jarðfrøðiligar kanningar + kr. 500.000

Viðmerkingar:
Farleiðin millum Húsavík og Dal er sera hættislig, tí vegurin er smalur, liggur í brattlendi og grót rýður støðugt oman á vegin.

Tað slepst ikki undan at fara undir at gera tunnil, men áðrenn støða verður tikin, er neyðugt at gera jarðfrøðiligar kanningar, fyri at vita, hvør besta loysnin er, og hvussu nógv, hon kostar.

Útvegan av serkunnleika og útgerð til hesar jarðfrøðiligu kanningar verða samskipaðar við líknandi kanningar av møguleikunum fyri at gera tunnil til Tjørnuvíkar.