Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Hans Paula Strøm)

Broytingaruppskot 
til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

§ 6 38.1.07 Nýggir landsvegir(løguætlan) Haldórsvík-Tjørnuvík, jarðfrøðiligar kanningar + kr. 500.000

Viðmerkingar:
Áhaldandi ábøtur á tann vandamikla vegin oman til Tjørnuvíkar er ikki nóg mikið til at tryggja farleiðina til bygdina. Tað slepst ikki undan fyrr ella seinni at fara undir at gera tunnil, men áðrenn støða verður tikin, er neyðugt at gera jarðfrøðiligar kanningar, so tað fæst at vita, hvat besta loysnin er, og hvussu nógv hon kostar.

Útvegan av serkunnleika og útgerð til hesar jarðfrøðiligu kanningar verða samskipaðar við líknandi kanningar av møguleikunum fyri at gera tunnil til Dals.