Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Jóannes Eidesgaard)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 7. 23.5.10. Musikkskúlar (Rakstrarjáttan) + kr. 3.600.000

Viðmerkingar:
Í løtuni ganga 1100 næmingar í musikkskúlaskipanini, og aðrir 1200 standa á bíðilista.
At nøkta tørvin, krevur eina landsjáttan á 3,6 mió. kr.
Verandi játtan er hin sama sum í 1984, tá ið lógin varð samtykt. Hetta hóast skúlin hevur ment seg, og eftirspurningurin er nógv øktur.

Musikkskúlaskipanin er lóggivið grundarlag undir kvalifiseraðari undirvísing í Føroyum, og lærararnir eru grundarlag undir Føroya Symfoniorkestri og øllum hornorkestrunum.

Rútmiski tónleikurin er nógv mentur, men sum er, fær útjaðarin lítlan ágóða av hesi menning, sum í løtuni bert fer fram í Havn.
Tað er umráðandi, at bera so í bandi, at tilboð um tónleikaundirvísing og menning er so eins um alt landið, sum til ber. Somuleiðis, at børn og ung setast ikki aftur av fíggjarligum ávum.

Dyggasti stuðul vit kunnu veita okkara ungdómi er at lata tey royna seg.