Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm, Katrin Dahl Jakobsen, Jóannes Eidesgaard og Lisbeth L. Petersen)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 8.20.3.08. Landssjúkrahúsið, útbygging (løgujáttan) + kr. 23.000.000.

Viðmerkingar:
Løgtingið eigur ikki at góðtaka, at landsstýrið bert setir 35 mió av til íløgur á Landsssjúkrahúsinum í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001, tá íløgutørvurin sambært bygginevndini er nógv størri, serliga 3 tey komandi árini, nevnliga 58 mió.kr. í 2001, 60 mió.kr. í 2002 og 57 mió.kr. í 2003.

Í frágreiðingini vísir bygginevndin á, at íløgutørvurin til útbygging, umbygging, umvæling og viðlíkahald av øllum bygningunum verður uml. 427,4 mió. kr. Harumframt koma brunateknisk krøv til verandi bygningar og útgerð í sambandi við útbyggingina, ið verða mett til uml. 75 mió kr.
Samanlagt verður kostnaðurin sostatt oman fyri 500 mió. kr.

Í frágreiðingini sigur bygginevndin, at neyðugt verður við eini upphædd upp á 43 mió. kr. í 2001 kr. til útbyggingina. Bygginevndin mælir staðiliga frá at leingja byggitíðina út yvir ár 2003, tá hetta helst kemur at fáa álvarsligar fylgjur fyri samlaða byggikostnaðin, aktualitetin í innrættingina og funktiónsloysnir.

Harumframt metir bygginevndin, at neyðugt er við uml. 16 mió. kr. til renovering annars og viðlíkahald av verandi bygningum í 2001.

Tað tykist løgið, at Landsstýrið ikki tekur støðu til frágreiðingina og metingina um íløgutørvin á Landssjúkrahúsinum, og heldur ikki tekur støðu til tann tíðarkarm, ið bygginevndin hevur fyrisligið.
Í frágreiðingini vísir bygginevndin á, at summir bygningar eru í so ringum standi, at um okkurt munagott ikki verður gjørt skjótt, so fara teir fyri skeyti.

Hóast hesar ávaringar frá bygginevndini, so letst Landsstýrið ikki um vón, men setur upphædd á í 2001, ið hvørki er nøktandi tá talan er um nýbygging, umvæling ella viðlíkahald á Landssjúkrahúsinum komandi ár.
Vónandi livir Løgtingið upp til sína ábyrgd og tekur bygginevndina og Landssjúkrahúsið í álvara og setur 58 mió. kr. av á fíggjarlógini fyri ár 2001.