Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu)

B r o y t i n g a r u p p s k o t 
til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

§1. Løgtingið 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

-

-

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

- 11.200

- 11.200

-

 

Løgting

- 11.200

-

1.10.10. Nýggjur bygningur til Løgtingið (Løgujáttan)

- 11.200

-

B. Játtanir 

Útreiðslur

Inntøkur

1.10.1. Løgtingið
1.10.1.10. Nýggjur bygningur til Løgtingið (Løguj.)

U

22.400

-

(Lógarbundin játtan)

BU

-11.200

-

 Viðmerkingar

1.10.1.        Løgtingið
1.10.1.10    Nýggjur bygningur til Løgtingið (Løgujáttan)

Samlaðu leiguútreiðslurnar hjá Løgtinginum fyri hølini á "gomlu dimmu" er upp á uml. 250.000 kr. árliga. Eingin meining er í, at Løgtingið skal leiga sær innivist, samstundis sum Føroya Tele hevur ókeypis innivist í grannabygninginum hjá Løgtinginum,. Ein bygningur, sum er ogn Løgtingsins. Tískil er tað ein rættur tanki, at bygningurin hjá Føroya Tele yvir eitt áramál verður innrættaður til arbeiðshølir hjá tinglimum og umsiting teirra.

Hetta broytingaruppskotið leggur upp til, at upphæddin, sum í fíggjarlógaruppskotinum er markað til broytingar í ognum tingsins, verður skorin niður í helvt.
Grundgevingin er m.a., at ein íløga upp á 22,4 mió.kr. í miðstaðarøkinum fer at gera sítt til at skrúva prísirnar á bygging óneyðugt skeiva vegin. Landsbúskaparliga eru fáar, um ikki ongar grundgevingar fyri at seta ferð á almenna bygging, tá privata byggivirksemið er í hæddini, og aðrar stórar, almennar byggiætlanir, eitt nú Landssjúkrahúsið, standa fyri durum.

Samlaða gólvvíddin í endurinnrættaða telefonhúsinum kemur at verða um 1000 fermetrar. Við einum lutfalsliga høgum innrættingarprísi upp á 3000 kr. fermeturin kemur samlaði kostnaðartørvurin fyri at innrætta teir 1000 fermetrarnar at verða 3 mió. kr. Tískil er ilt hjá uppskotsstillaranum at ímynda sær tørvin á 22,4 mió. kr. Einki er, sum bendir á, at ein upphædd upp á 11,2 mió. kr. er nógmikið til at geva tingumboðum og fyrisiting tess nøktandi arbeiðsumstøður í bygninginum. Skuldi støðan víst seg at verðið út av lagi vánalig við teimum 11,2 mió. kr., so kundi formansskapurin kanska við hepni roynt seg aftur í fíggjarlógaruppskotinum 2002.

At brúka 22,4 mió. kr. í íløgum mitt í ovurhitaða miðstaðarøkinum eftir einum ári, kann ikki tulkast sum annað enn ein provokasjón av teimum stóru, serstakliga sæð í ljósinum av ikki ov væl skipaða økismenningarpolitikkinum hjá samgonguni.

Samstundis er tað ikki nøkur loyna, at uppskotsstillarin eru at teirri áskoðan, at aðrir bólkar í samfelagnum hava størri tørv á átrokandi íløgum enn tingið og umsiting tess.

Tískil verður helvtin av upphæddini til hesa konto í fíggjarlógaruppskotinum flutt á aðrar nýggjar konti í fíggjarlógaruppskotinum. Hesar snúgva seg báðar um at bøta um hjá teimum sálarliga veiku, sum antin eru varandi sjúk, ella hava tørv á bráðfeingis, sálarligari fyrstuhjálp og ráðgeving.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

PáR

Útreiðslujáttan

22.400

-11.200

11.200

10. Nýggjur bygningur til Løgtingið

     
       

Útreiðslur

22.400

-11.200

11.200

31. Bygging og løguframleiðsla

22.400

- 11.200

11.200

       

§8. Almanna- og heilsumál o.a. 

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

2.000

2.000

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

9.200

9.200

-

 

Almannnamál........................................................................................

11.200

-

8.21.6. Eldri og brekað.........................................................................

9.200

-

8.21.8. Sosialar skipanir..........................................................................

2.000

-

B. Játtanir

8.21.6. Eldri og brekað
Nýggj konto: Sambýli til sálarsjúk (Løgujáttan)

U

-

-

BU

9.200

-

8.21.7. Sosialar skipanir
Nýggj konto: Kreppuhjálp til einkjur og einkjumenn

U

-

-

BU

2.000

-

Viðmerkingar

8.21.6        Eldri og brekað
Nýggj konto Sambýli til sálarsjúk (Løgujáttan)

Allir partar í politisku skipanini í Føroyum eru vitandi um støðuna, sum flestu av okkara sálarliga sjúku liva undir. Umstøðurnar eru út av lagi vánaligar, og fá eru vit, sum høvdu tikið til takkar við slíkum viðurskiftum. Júst maktarloysi, ella lítla ávirkanin hjá hesum bólki á landsins politisku skipan, ger, at okkara sálarsjúku, tá um umstøður ræður, eru so langt aftan fyri allar aðrar samfelagsbólkar.

Vit í trivnaðarnevndini hava sæð og upplivað bústaðarviðurskiftini á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Fíggjarnevndin somuleiðis. Landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum sær bókstaviliga umstøðurnar fyri vindeyganum hvønn dag. Vit hava í tinginum havt aðalorðaskifti, har støðan hjá teimum sálarliga sjúku var ein partur av viðgerðini.
Niðurstøðan er tó sera einføld. Higartil er einki broytt tann betra vegin hjá teimum, sum eru parkeraði á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Støðan er tann sama sum fyri uml. 25 árum.

síðani. Munurin er bara tann, at tá vóru bygningarnir nýggir. Nú stendur á at hava vindeyguni í karmunum, og harvið eisini truplastu sjúklingarnar innandura.

Samstundis er tað ein sannroynd, at tað at hava fólk innløgd á sjúkrahúsi, sum ikki hava tørv á tí, er ein sera dýr og óvirðilig loysn, sum drenar psykiatrisku deild fyri viðgerðarorku.

Royndir vísa eisini, at sálarliga sjúk fólk hava tað betri í minni kliniskum umhvørvi. Møguleikin fyri at koma aftur í egna upprunaumhvørvið, ella so nær sum gjørligt, verður eisini mettur at hava sera stóran týdning fyri, hvussu væl tað eydnast at koma fyri seg aftur, og harvið fáa eitt sjálvbjargið gerandislív. Smásamfeløgini eru helst eisini fult so búgvin sum trygdarnet og býurin.

Hetta broytingaruppskot er tí ein roynd at fáa játtan til 4 sambýli fyri sálarliga sjúk fólk. Hvørt sambýli skal húsa 8 sjúklingum. Talið av sjúklingum er ikki tilvildarligt. Sæð út frá einum sálarheilsusjónarhorni, er ein bólkur upp á 8 fólk ein vælegnaður bólkur sum grundarlag fyri trivnaði í sambýlunum.

Av teimum 9,2 mió. kr., sum fara til tey 4 sambýlini, verða 100.000 kr. nýttar til projektering av sambýlunum. Tær 9,1 mió. kr. verða býttar til 4 sambýli, sum hvørt kemur at kosta 2.275 mió. kr. Upphæddin verður mett at røkka til hesi sambýli við teimum neyðugu almennu krøvum, sum eru til slíkt byggivirksemi.

Arbeiðini skulu bjóðast út alment hvørt sær. Hetta skuldi givið møguleika fyri lokalum byggivirksemi.

Sambýlini skulu byggjast á hesum plássum:

  1. í Hvalba
  2. í Skopun
  3. í Sandavági
  4. í Klaksvík

Við hesari byggiætlan hevur føroyska samfelagið loyst ein stóran part av bústaðartørvinum hjá okkara sálarligu sjúklingum. Ein ætlan, sum bøtir munandi um sáru samvitskuna hjá politisku skipanini, og sum bert kann takast sum eitt tekin um tann rætta vegin, nú ár 2001 er lýst at vera alheimsár teirra sálarliga sjúku.

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

PáR

Útreiðslujáttan

-

9.200

9.200

10. Røktarheim fyri sálarsjúk

     
       

Útreiðslur

-

9.200

9.200

31. Bygging og løguframleiðsla

-

9.200

9.200

       

8.21.7. Sosialar skipanir
Nýggj konto: Sálarlig ráðgevingarstova

Í grannalondum okkara antin hava tey, ella eru tey í holt við at byggja upp stovur, sum antin veita bólkum ella einstaklingum bráðfeingis sálarliga fyrstuhjálp. Sálarlig fyrstahjálp kann brúkast eitt nú

í sambandi við vanlukkur, sum kosta mannalív, ella álvarsligan skaða. Skip, sum ganga burtur, ferðsluvanlukkur og druknivanlukkur. Stutt sagt ein bráðfeingis sálarlig hjálp og ráðgeving til tey, sum gerast foreldraleys, missa mann ella konu, ella av aðrari orsøk koma í heilsuhóttandi sálarkreppu. Upplýsing og fyribyrging er somuleiðis ein partur av virkseminum hjá skrivstovuni.

Sálarliga ráðgevingarstovan skal mannast við tveimum sálarfrøðingum, einum sosialráðgeva og einum skrivara. Virkisøkið er alt Føroya land, og skulu hesir persónar tí ferðast kring landið í sínum arbeiði.

Ætlanin er eisini, at henda sálarliga ráðgevingarstova skal liggja uttan fyri miðstaðarøkið. Uppskotsstillarin skjýtur upp, at henda verður knýtt at royndarskipanini innan heilsurøkt í Sandoynni, men er ein sjálvstøðugur stovnur fyrisitingarliga.

Samanumtikið kann sigast, at uppskotið:

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

U

BU

PáR

Útreiðslujáttan

-

2.000

2.000

01. Stuðul

     
       

Útreiðslur

-

2.000

2.000

52. Tilskot til einstaklingar

-

2.000

2.000