Løgtingsfíggjarlóg 2001

 

1-1  Uppskot til  løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2001

(Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen)

 

Broytingaruppskot

Til 2. viðgerð av løgtingsmáli nr. 1-1/2000: Løgtingsfíggjarlóg fyri 2001. 

§ 8: 20.3. 11: Klaksvíkar Sjúkrahús (Løgujáttan)

Til fyrireiking og projektering av útbygging kr. 1.000.000,00

Viðmerkingar:
Í 1980 var farið undir at útbyggja Klaksvíkar Sjúkrahús. Talan var um eina útbygging, sum fevndi um trý byggistig, har Norðoya Røkarheim var partur av 1. byggistigi.

Seini í áttatíárunum og fyrst í nítiárunum eru partar av 2. byggistigi gjørdir. 2. byggistig er tó ongantíð vorðið liðugt, og 3. byggistig er ikki endaliga projekterað. Í 3. byggistigi hevur talan m. a. verið um, at flyta deild M upp á somu hædd, sum deild A, og vildi hetta ført til ávísar sparingar í rakstrinum. Hølini, sum deild M nú húsast í, kundu tá verið umbygd til eitt ógvuliga hart tiltrongt Ambulatorium.

Skotið verður upp at játta 1 mió. kr. í 2001, soleiðis at farast kann undir fyrireikingar og projektering av 3. byggistigi, og somuleiðis at endurskoða 2. byggistig.