Eykajáttanarløgtingslóg fyri august 2000

 

1-2  Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg august 2000

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, tann 17. august, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi
 

Uppskot
til
eykajáttanarløgtingslóg
august 2000

 

Almennar viðmerkingar

Á fíggjarlógini fyri ár 2000 eru 0,5 mió. kr. avsettar til bjálvingarstuðul. Í viðmerkingunum til fíggjarlógina sigur landsstýrið, at "játtanin er lækkað við 1½ mió við tí grundgeving, at tørvurin at fáa stuðul til bjálving ikki er tann sami, sum tá skipanin varð sett í gongd".

Hetta hevur tó víst seg ikki at vera rætt, og liggur Húsalánsgrunnurin tí í løtuni inni við uml. 110 umsóknum, ið hann ikki fær viðgjørt orsakað av tørvandi játtan. Harumframt metir Húsalánsgrunnurin, at tað fara at koma uml. 40 – 50 umsóknir afturat í ár.

Miðaljáttanirnar til bjálvingarstuðulslán liggja um 60 – 80 túsund kr., og skulu sostatt einar 10 mió. til, fyri at Húsalánsgrunnurin hevur slætt borð.

Nú Løgtingið verður bjálvað av nýggjum, tykist tað løgið, at samgongan ikki raðfestir bjálvingina av húsum hjá pensjónistum. Ein eykajáttan hevði gjørt trivnaðin og møguleikarnar hjá pensjónistum at búð í egnum húsum betri, og samstundis hevði játtanin verið eitt íkast til handverksvinnuna runt um í landinum.

Sostatt verður mælt til, at 9,5 mió. kr. verða veittar í eykajáttan til bjálvingarstuðul.

§ 8. Almanna- og heilsumál 

A. Yvirlit

    Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    9.500

    9.500

    -

    Inntøkuætlan

    -

    -

    -

    Løguætlan

    -

    -

    -

     

    Almannamál……….................……………………………………….

    -

    -

    8.21.6 Eldri og brekað.

    9.500

    -

B. Játtanir

 

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.21.6 Eldri og brekað
8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum

J

2.500

-

EYJ

9.500

-

Viðmerkingar

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum

Húsalánsgrunnurin hevur fingið fleiri umsóknir um stuðul, enn játtanin røkkur til, og verður játtanin tí hækkað, so allar umsóknir um bjálving kunnu avgreiðast.

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

2.500

9.500

12.000

Útreiðslur

2.500

9.500

12.000

Inntøkur

-

-

-

01. Bjálvingarstuðul      
       
Útreiðslur

500

9.500

10.000

52. Tilskot til einstaklingar

500

9.500

10.000

1. viðgerð 22. august 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 25. august legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 17. august 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. august 2000 er tað beint fíggjarnevndini.

Á fundi tann 23. august 2000 hevur nevndin viðgjørt málið, ið snýr seg um at veita eina eykajáttan uppá 9,5 mió. kr til bjálvingarstuðul til hús hjá pensjónistum. Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, umboð fyri Almanna- og heilsumálastýrið og Húsalánsgrunnin, ið umsitur Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at tá fíggjarlógin fyri 2000 varð gjørd, varð mett, at tað ikki var neyðugt við hægri játtan til bjálvingarstuðul, enn avsett var. Nýggjar reglur fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin skuldu koma í gildi í 2000, men hetta arbeiðið er ikki liðugt enn, og koma nýggju reglurnar tí ikki í gildi fyrr enn 1. januar 2001. Eisini upplýsti landsstýrismaðurin, at grunnurin í 1998 fekk eina eykajáttan upp á 7,45 mió. kr. soleiðis, at samlaða játtanin fyri 1998 var 11,45 mió. kr. Eykajáttanin varð givin til at avgreiða umsóknir frá 1995 til 1998. Húsalánsgrunnurin hevur lán úr landskassanum, og í 1998 vórðu goldnar 7,45 mió. kr. av hesum láni, og var eykajáttan til bjálvingarstuðul tí útreiðsluneutral fyri landskassan. Skuldin hjá Húsalánsgrunninum til landskassan er nú góðar 29 mió. kr.

Um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin er upplýst, at

Grunnurin hevur harumframt eina skuld til Húsalánsgrunnin upp á kr. 1.685.808.  

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í tríggjar minnilutar.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) tekur í fyrstu syftu undir við uppskoti Javnaðarfloksins og hevur annars hesar viðmerkingar:

Minnilutin heldur, at pensjónistar eiga at hava fleiri valmøguleikar, tá tað snýr seg um bústað á ellisárum. Tí er tað rætt, at vit hava eitt nøktandi tal av bústaðarplássum á ellis- og røktarheimum, á vistarheimum, í eldrasambýlum, og møguleikin fyri at fáa serligar eldraíbúðir eigur sjálvandi eisini at vera til staðar.

Men minnilutin heldur eisini, at í tann mun pensjónistarnir sjálvir ynskja tað, er besta loysnin fyri hin einstaka og ódýrasta loysnin fyri samfelagið, at pensjónistar sum longst búgva í egnum húsum. Henda loysnin er tó meir ella minni treytað av, at pensjónistar, sum ofta búgva í eldri húsum, hava møguleika fyri at bjálva húsini og at fremja orkusparandi tiltøk.

Her hevur skipanin við bjálvingarstuðli og stuðli til orkusparandi tiltøk verið ein sera góð loysn. Longu tá fyrsta uppskotið til lóg um stuðul til bjálving av húsum hjá pensjónistum varð framlagt í 1981, varð mett, at tørvur fór at verða á at veita stuðul til bjálving av umleið 100 húsum árliga. Tørvurin tykist at vera hin sami enn í dag, sum hann varð mettur at vera fyri skjótt 20 árum síðani.

Lógin um bjálvingarstuðul og stuðul til orkusparandi tiltøk er ein góð skipan, sum minnilutin av øllum alvi vil stríðast fyri at varðveita. Landsstýrismaðurin og hinir minnilutarnir tosa um eina broytta lóggávu. Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) skal ikki í forhond seta seg ímóti, at broytingar verða gjørdar í onkrum ásetingum í lógini, men vil sum heild varðveita skipanina. Uppskot um broytingar fer minnilutin sjálvandi at taka støðu til, tá hesi eru framløgd, og verða viðgjørd.

Eftir fyrstu lógini um stuðul til bjálving av húsum hjá pensjónistum var hægsti stuðulin settur til 20.000 kr., og tá varð mælt til at seta 3 mió. kr. á fíggjarlógina um árið tey komandi fýra árini. Síðani er stuðulin hækkaður fyrst upp í 40.000 kr., síðani upp í 80.000 kr., og nú er hann so komin upp á 110.000 kr. Í einum av seinastu broytingunum er so eisini ásett, at ein partur av hesum kann verða játtaður til orkusparandi tiltøk (80.000 kr. til bjálving og 30.000 kr. til orkusparandi tiltøk).

Sambært viðmerkingunum hjá Javnaðarflokkinum í løgtingsmáli nr. 1-2/2000: "Uppskot til eykajáttanarlóg august 2000.", er tørvur framvegis á at játta bjálvingarstuðul til umleið 100 hús um árið. Tá vit hava miðal stuðulin upp á 60 - til 80.000 kr. í huga, so eigur árliga játtanin á fíggjarlógini í framtíðini at verða einar 6 til 8 mió. kr., í staðin fyri 500.000 kr., sum samtykt varð eftir uppskotinum frá landsstýrinum til fíggjarlóg fyri 2000.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið grein 8 (8.21.6.07.): Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum, sigur landsstýrið millum annað: "Játtanin er lækkað við 1½ mió. kr. við tí grundgeving, at tørvurin at fáa stuðul til bjálving ikki er tann sami, sum tá skipanin varð sett í gongd." Á fundi við fíggjarnevndina váttaði landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, at hetta var grundgevingin fyri at lækka uppskotnu játtanina.

Nú hava vit so staðfest, at grundgevingin var skeiv, og at bæði landsstýrið og landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hava givið Løgtinginum skeivar upplýsingar. Minnilutin átalar harðliga hesa framferð og ávarar ímóti, at slíkt endurtekur seg í sambandi við komandi fíggjarlógaruppskot og somuleiðis í sambandi við onnur løgtingsmál.

Út frá hesum viðmerkingum mælir minnilutin í fyrstu syftu til at samtykkja uppskot Javnaðarfloskins, um at veita eina eykajáttan upp á 9,5 mió. kr. til Bjálvingarstuðulsgrunnin í fíggjarárinum 2000. Í aðru syftu tekur minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) undir við uppskotinum frá minnilutanum, Jógvan Durhuus og Heina O. Heinesen, sum gevur eina eykajáttan uppá 6,375 mió. kr.

Minnilutin (Jógvan Durhuus og Heini O. Heinesen) vísir á, at arbeitt hevur verið við at gera nýggjar reglur fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, men tá hesar í fyrsta lagi ikki koma í gildi 1. januar 2001, mælir minnilutin til at veita Bjálvingarstuðulslánsgrunninum eina eykajáttan upp á 6,375 mió. kr. soleiðis, at allar innkomnar og væntaðar umsóknir í 2000 verða viðgjørdar og avgreiddar. Minnilutin vísir á, at tá ið grunnurin í 1998 fekk eina eykajáttan upp á 7,45 mió. kr. (løgtingsmál nr. 1-6/1998: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri desember 1998) læt Húsalánsgrunnurin landskassanum eitt lánsafturgjald upp á 7,45 mió. kr. av einum láni, sum grunnurin hevði fingið úr landskassanum soleiðis, at eykajáttanin til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin var útreiðsluneutral fyri landskassan. Minnilutin vísir á, at upplýst er, at lánið hjá Húsalánsgrunninum nú er umleið 29 mió. kr., og mælir minnilutin tí landsstýrismanninum til at taka upp samráðingar við Húsalánsgrunnin um at gjalda landskassanum eitt eyka lánsafturgjald upp á 6, 375 mió. kr. soleiðis, at eykajáttanin til Bjálvingarstuðulslánsgrunnin ikki hækkar útreiðslurnar á fíggjarløgtingslógini fyri 2000.

Samsvarandi hesum setir minnilutin (Jógvan Durhuus og Heini O. Heinesen) fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

§ 8. Almanna- og heilsumál

A. Yvirlit

    Játtanaryvirlit

    Túsund kr.

    Nettotal

    Útreiðslur

    Inntøkur

    Útreiðsluætlan

    6.375

    6.375

    -

    Inntøkuætlan

    -

    -

    -

    Løguætlan

    -

    -

    -

    Almannamál……….................……………………………………….

    -

    -

    8.21.6 Eldri og brekað.

    6.375

    -

B. Játtanir

Útreiðslur

Inntøkur

tús. kr.

8.21.6 Eldri og brekað
8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum

J

2.500

-

EYJ

6.375

-

Viðmerkingar

8.21.6. Eldri og brekað

8.21.6.07. Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum

Sundurgreinað ætlan

tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

       
Nettoútreiðslujáttan

2.500

6.375

8.875

Útreiðslur

2.500

6.375

8.875

Inntøkur

-

-

-

01. Bjálvingarstuðul      
       
Útreiðslur

500

6.375

6.875

52. Tilskot til einstaklingar

500

6.375

6.875

Minnilutin (Bjarni Djurholm og Sámal Petur í Grund) vísir á, at arbeitt verður við at gera nýggjar reglur fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, og mælir minnilutin til, at grunnurin játtar tær umsóknir, ið tøki peningurin fyri 2000 (kr. 5.779.146) røkkur til, og tekur minnilutin (Bjarni Djurholm og Sámal Petur í Grund) tí ikki undir við fyriliggjandi uppskoti. Minnilutin er annars av teirri fatan, at skal Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin nøkta allan fíggingartørvin fyri 2000, so eigur hetta at verða gjørt við teirri treyt, at hetta ikki ávirkar avlopið á fíggjarlógini, men at Húsalánsgrunnurin veitir Bjálvingarstuðulslánsgrunninum tær 6,375 mió. kr, sum minnilutin, Jógvan Durhuus og Heini O. Heinesen, skjýtur upp.

Minnilutin ásannar annars, at samtykkir Løgtingið at veita Bjálvingarstuðulslánsgrunninum pening úr Húsalánsgrunninum, so áliggur tað ikki Løgtinginum, men harafturímóti landsstýrinum at skipa fyri, at Húsalánsgrunnurin veitir Bjálvingarstuðulslánsgrunninum fíggingartørvin fyri 2000. Minnilutin ger annars vart við, at verður fíggingartørvurin nøktaður sambært broytingaruppskotinum, kann hetta hava tær avleiðingar, at trýstið á grunnin verður størri. Verða ikki nýggjar reglur at galda fyri Bjálvingarstuðulslánsgrunnin samstundis, er vandi fyri, at tørvur verður á nýggjari eykajáttan til grunnin, áðrenn fíggjarárið er runnið. Sostatt fæst ikki loysn á teimum fíggjarligu trupulleikunum, grunnurin hevur at dragast við, sum er.

Á tingfundi 25. august 2000 varð atkvøtt um at víkja frá tíðarfreistini frá framløgu av áliti til 2. viðgerð og freistini millum 2. og 3. viðgerð. Samtykt 28-0-0.

2. viðgerð 25. august 2000. Broytingaruppskot frá Jógvan Durhuus og Heina O. Heinesen samtykt 19-2-7. Uppskot Javnaðarfloksins soleiðis broytt samtykt 19-3-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. august 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 21-1-5. Málið avgreitt.

Ll.nr. 107/2000 frá 01.09.2000