Vinnuligur fiskiskapur

 

Fiskirannsóknarstovan

Fisheries Laboratory of the Faroes
Postbox 3051, Nóatśn
110 Tórshavn, Faroe Islands 04-08-00

 

 

Fųroya Landsstżri, Fiskimįlastżriš
att.: Jųrgen Niclassen
Yviri viš Strond 17, Postsmoga 87
110 Tórshavn

 

 

Tilmęli

 

Viš stųši ķ §22 Stk. 1 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap hevur Fiskirannsóknarstovan hesa tilrįšing, iš er grundaš viš stųši ķ teimum skjųlum, iš eru nevnd aftast ķ hesi frįgreišing og eisini hjįlųgd.

 

 

Samandrįttur. Fiskirannsóknarstovan męlir til, at ķ įsetanini av fiskidųgum veršur mišaš ķmóti einum veišutrżsti upp į 27%, 20% og 22% fyri įvikavist tosk, hżsu og upsa móti 33% nś. Hetta merkir, at dagatališ fyri hżsu kann vera nakaš hęgri, mešan dagatališ fyri tosk og upsa er 30-35% ov hųgt. Fortreytin fyri hesi nišurstųšu er, at veišumynstriš ikki broytist.

Fyri upsa veršur haraftrat męlt til, at verandi frišingar av gżtingarleišunum ķ gżtingartķšini verša varšveittar, og at onnur tiltųk at minka um veišutrżstiš verša sett ķ verk; m.a. eigur skipanin viš ringinum at verša tikin av fyri allan fiskiskap eftir upsa, til gżtingarstovnurin er komin fyri seg aftur.

Best hevši veriš, um hesar skerjingar ķ veišutrżstinum kundu veršiš settar ķ verk longu ķ komandi fiskiįri. Įsannandi, at skerjingarnar eru sera umfatandi og tķ truplar at gjųgnum-fųra beinanvegin, at toskur, hżsa og upsi ķ ein vissan mun verša fiskaš saman ķ einum blandašum fiskiskapi, og at stovnarnir av toski og hżsu ķ lųtuni eru mettir at vera oman fyri lķvfrųšiliga minstamarkiš, męlir Fiskirannsóknarstovan til, at nevndu skerjingar ķ tali į fiskidųgum verša framdar so lķšandi nęstu 2-3 įrini, men at hinar skerjingarnar av upsafiskiskapinum verša settar ķ verk fyri fiskiįriš 2000-2001.

Fyri tosk į Fųroyabanka veršur męlt til, at royndin ikki fer upp um įrliga stųšiš ķ 1996-99, fyri stóra kongafisk veršur męlt til, at royndin ikki veršur ųkt ķ mun til hana ķ 1999, og fyri trantkongafisk eigur royndin at minkast 25% ķ mun til ķ 1999.

 

 

Inngangur

 

1. juni 1996 varš verandi skipan viš fiskidųgum sett ķ gildi grundaš į tilmęli frį Skipanarnevndini. Tal į fiskidųgum fyri hvųnn skipabólk varš roknaš viš stųši ķ:

 

    1. mišal veišutrżsti hjį teimum ymsu skipa- og bįtabólkunum į stovnarnar av toski į Landgrunninum, hżsu og upsa ķ tķšarskeišnum 1985-1994
    2. stovnsmetingini hjį J.J. Maguire og Fiskirannsóknarstovuni ķ oktober 1995
    3. tilmęlunum frį ICES um mest loyvdu veišu
    4. įsetingunum ķ lógini um vinnuligan fiskiskap um lutfallsliga bżtiš av fiskaslųgum millum skipabólkarnar

 

Ķ įlitinum frį Skipanarnevndini varš sagt, at stovnsrųktarendamįliš viš skipanini er rokkiš, um gżtingarstovnurin er oman fyri eina įvķsa minstustųdd, og veišutrżstiš sķšani er so, at umleiš ein trišingur av stovninum veršur veiddur į hvųrjum įri. Seinni ķ įlitinum veršur sagt, at lķvfrųšiliga minstamarkiš fyri tosk er 52 tśs. tons, fyri hżsu 40 tśs. tons og fyri upsa 85 tśs. tons; hesi virši stava upprunaliga frį ICES ķ 1993. ICES hevur ķ 1999, grundaš į fyrivarnismeginregluna, skotiš upp, at gżtingarstovnarnir eiga at vera oman fyri hesi minstavirši: Toskur į Landgrunninum 40 tśs. tons, hżsa 55 tśs. tons og upsi 85 tśs. tons.

 

Ķ tilmęlinum frį Fiskirannsóknarstovuni ķ fjųr varš sagt, at Fiskirannsóknarstovan metir, at ķ einum blandašum fiskskapi sum botnfiskiskapurin undir Fųroyum eru fleiri fyrimunir viš eini dagaskipan ķ mun til eina kvotuskipan sum ta, iš roynt varš at seta ķ verk undir Fųroyum ķ 1994. Roknast kann viš, at veišutųlini ķ eini dagaskipan alt annaš lķka eru meira įlķtandi enn undir eini kvotaskipan, og at minni av tilfeinginum fer fyri skeyti av śtblaking ķ mun til eina kvotaskipan. Mųguliga er eisini ein styrkin ķ eini dagaskipan, at viš einum hóskandi dagatali, vil veišutrżstiš į teir einstųku stovnarnar ķ mišal yvir nųkur įr stilla seg sjįlvt į einum hóskandi stųši; hetta orsakaš av, at skipini vilja leggja seg į tann ella teir stovnar, iš geva mest av sęr. Eisini slepst ķ eini vęlvirkandi dagaskipan undan eini neyvari stżring av veišu ella veišutrżsti į hvųrjum įri; tķskil skuldu višurskiftini hjį flotanum veršiš meira stųšug.

Ķ eini dagaskipan mį tó hędd takast fyri eini stųšugari stremban eftir at fįa sum mest burtur śr hvųrjum degi viš tķ avleišing, at veišutrżstiš alsamt veksur, um dagatališ er taš sama (2-5% um įriš, sķ t.d. Pope 1999). Fiskirannsóknarstovan skipaši ķ 1999 fyri eini spurnarkanning av tķ fųroyska fiskiskapinum, m.a. fyri at kanna hesi višurskifti. Ein av spurningunum ljóšaši: "Veršur fiskiskapurin skipašur ųšrvķsi, sķšan fiskidagaskipanin kom. Tśrarnir lagdir ųšrvķsi til ręttis, meira lķna sett, meiri hędd tikin fyri vešurlķkindunum osfr.". Ķalt svarašu 168 fiskimenn (skiparar og formenn) spurninginum; av teimum sųgdu 148, at mannagongdin var broytt, sķšan dagaskipanin var komin, og 20 sųgdu, at eingin broyting var hend. Aftrat spurninginum var eisini hųvi at gera višmerkingar, og benda hesar tżšiliga į, at endamįliš viš broytingunum hevur veriš at fįa meira burtur śr hvųrjum degi (sķ skjal e).

Taš er tķ trupult at meta um framtķšar veišutrżstiš śt frį sųguligum tųlum. Neyšugt er tó so ella so at leggja upp fyri hesum, og serliga tį fiskidagarnir eru avmarkandi.

 

 

 

Meting av fiskidagaskipanini

 

Fiskirannsóknarstovan metir viš stųši ķ stovnsmetingunum undir Fųroyum sķšani 1961, at veišutrżstini, iš mišaš veršur eftir, eru ov stór. Av tķ, at lķvfrųšin hjį teimum trimum fiskastovnunum er ymisk, og at teir tķ ikki tola lķka stóra roynd, so ber ikki til at įseta sama veišutrżst į hvųnn. Hetta er ķ trįš viš bęši rįšgevandi nevndina hjį ICES og frįgreišingina hjį John Pope. Frį stovnsmetingum sķšan 1961 ber m.a. til at rokna, hvat veišutrżstiš skal vera, fyri at tilgongdin kann klįra at halda gżtingarstovninum oman fyri eitt rķmiligt minstamark; hetta veišutrżstiš veršur nevnt Fmed, og taš er grundaš į m.a. hetta viršiš, at Fiskirannsóknarstovan og ICES undir vanligum umstųšum męla til hesi veišutrżst:

 

 

Toskur į Landgrunninum eini 27%, hżsa eini 20% og upsi eini 22% av tķ fiskibara stovninum.

 

Veršur ein gżtingarstovnur mettur at vera undir lķvfrųšiliga minstamarkinum, er neyšugt, at ein ętlan veršur gjųrd fyri at loyva gżtingarstovninum at vaksa; hetta gerst viš at minka um veišutrżstiš.

Sum greitt er frį nišanfyri, so er upsastovnurin ķ lųtuni vęl minni enn lķvfrųšiliga rįšiligt.

 

Ein fortreyt fyri, at dagaskipanin skal virka ķ einum blandašum fiskiskapi, er, at veišutrżstiš ķ eitt įvķst įramįl ķ mišal ikki veršur hęgri, enn mišaš veršur eftir, og at einstųku gżtingarstovnarnir tey įrini, tį veišutrżstiš er hųgt, ikki verša fiskašir undir taš, sum er lķvfrųšiliga rįšiligt. Hetta krevur, at stovnarnir ķ ein vissan mun eru komplimenterir viš atliti til avreišingarvirši og veišuflota. Seinnu įrini hava vit sęš t.d., at avreišingarprķsurin į upsa hevur veriš vįnaligur, mešan prķsurin į toski hevur veriš met hųgur. Hetta merkir, at taš hevur loyst seg betri at royna eftir toski enn eftir upsa longur, enn um prķsurin į upsa var betri. Śrslitini eru, at sveiggiš ķ veišutrżstinum kann verša stųrri, enn skipanin tolir. Sum dųmi kann nevnast, at um veišutrżstiš ķ tvey įr er dupult so stórt, sum mišaš veršur eftir, so mį veišutrżstiš komandi fżra įrini verša helvtina minni, enn mišaš veršur eftir, um rakast skal rętt yvir eitt seks-įra skeiš. Skipabólkarnir eru heldur ikki komplimenterir ķ mun til, hvųrji fiskaslųg roynt veršur eftir. Partrolararnir kunnu royna frķtt eftir upsa, men hava samb. lógini ikki loyvi til at fiska meiri enn 25% av įvikavist toski og hżsu, mešan hśkaflotin mest fiskar tosk og hżsu. Eitt nżtt ókent element ķ dagaskipanini er veišan eftir toski hjį djśpvatnstrolararnum.

Dagaskipanin hevur veriš roynd ķ eitt so stutt įramįl, at taš ber illa til enn at meta um, hvussu hon fer at roynast ķ longdini. Men serliga stóru sveiggini ķ veišutrżstinum fęr Fiskirannsóknarstovuna til at męla til stųrri fyrivarni ķ įsetanini av dagatalinum enn higartil.

Fiskirannsóknarstovan hevur ikki havt mųguleika til at talfesta, ķ hvųnn mun ein effektivitetsvųkstur er farin fram, sķšan dagaskipanin kom (sķ tó śrslitini av spurnarkanningini omanfyri).

 

 

 

Stutt um teir einstųku stovnarnar

 

 

Toskastovnurin į Landgrunninum (Mynd 1). Hóast gżtingarstovnurin hevur veriš ķ minking seinastu įrini, er hann enn oman fyri lķvfrųšiliga minsta markiš (heil strika į Mynd 1). Taš, sum fekk gżtingarstovnin at vaksa so skjótt aftur frį tķ minsta, vit hava sęš, var ķ hųvušsheitinum teir góšu įrgangirnir frį 1992 og 1993, men samstundis ųktist veišutrżstiš sera nógv, og hetta saman viš lķtlari tilgongd įrini 1994-96 hevur fingiš stovnin at minka nógv aftur. Sera avgerandi veršur, hvussu įrgangirnir frį 1997-1998 fara at roynast. Veišutrżstiš er enn ov hųgt, men ķ verandi stovnsmeting er 1997-įrgangurin mettur yvir mišal, og um so er, vil hann klįra at halda gżtingarstovninum oman fyri lķvfrųšiliga minstamarkiš nęstu fįu įrini. Av heilt serligum orsųkum hevur yvirlitstrolingin frį vįrinum ķ 2000 ikki veriš nżtt ķ stovnsmetingini ķ įr, og metingin av stųddini į 1997 įrganginum er tķ óviss. Veišan ķ 1999 var einans 20 tśs. tons, iš er minni enn ķ 1989 – taš seinasta įriš, įšrenn veišan minkaši nišur ķ taš minsta, vit hava sęš ķ allari hesari ųldini.

 

Um gongdin veršur tann sama restina av 2000, sum teir fyrstu 4 mįnaširnar, verša ķ mesta lagi fiskaši 17-18 tśs. tons ķ įr, og veršur hildiš fram viš sama veišutrżsti, fer veišan enn longur nišur ķ 2001. Orsųkin er tann minkandi stovnurin. Fyri at stešga hesi gongd er tķ sera tżdningarmikiš at fįa veišutrżstiš nišur į eitt hóskandi stųši. Į myndini er viš heilari striku vķst, hvat eitt hóskandi veišutrżst er, og viš brotnari linju er tilętlaša veišutrżstiš ķ fiskidagaskipanini vķst.

 

Hżsa (Mynd 2). Hóast gżtingarstovnurin er ķ minking, er hann mettur at verša vęl fyri og vęl oman fyri lķvfrųšiliga minstamarkiš (heil strika į mynd 2). Taš vóru teir sera góšu įrgangirnir frį 1993 og 1994, iš fingu gżtingarstovnin at vaksa til taš hęgsta, vit hava sęš hesi seinastu fjųruti įrini. Tķverri eru eingir góšir nżggir įrgangir at hóma, og stovnurin kemur at minka lķšandi komandi įrini, eisini sjįlvt um veišutrżstiš ikki er ov stórt (heil linja į Mynd 2).

 

 

Upsi (Mynd 3). Gżtingarstovnurin er sera lķtil og vęl undir lķvfrųšiliga minstamarkiš (heil linja į Mynd 3). Įrgangirnir frį 1992 og 1994 vóru yvir mišal, men teir megnašu bert at ųkja eitt sindur um gżtingarstovnin, iš aftur er minkašur vegna vįnaliga tilgongd og ov hųgt veišutrżst (heil linja į Mynd 3). Įbendingar eru frį fiskiskapinum um, at onkur góšur įrgangur er į veg, men um veišutrżstiš įhaldandi veršur so stórt sum nś, vil hann eftir ųllum at dųma ikki kunna ųkja um gżtingarstovnin ķ nakran serligan mun. Tķ vil gżtingarstovnurin komandi įrini helst fara at minka enn meira.

 

 

Toskur į Fųroyabanka. Hóast stovnurin hevur veriš ķ minking seinastu tvey įrini, so er hann mettur at vera hampuliga vęl fyri. Royndirnar hava vķst, at stovnurin er višbrekin ķmóti einum hųgum veišutrżsti, og tķ eigur at fiskast viš varsemi.

 

 

Kongafiskur. Veišan av kongafiski undan Fųroyum er stųšugt minkaš sķšan 1985 (21500 t) og var ķ 1998 og 1999 einans 6700 t. Taš ber ikki til viš vissu at rokna stųddina av stovnunum av kongafiski, iš verša fiskašir viš Fųroyar, t.e. stóri kongafiskur (Sebastes marinus) og trantkongafiskur (Sebastes mentella). Eingin ivi er tó um, at stovnarnir hava veriš ovveiddir ķ fleiri įr og mett veršur, at gżtingarstovnarnir, serliga av trantkongafiski, eru minni, enn lķvfrųšiliga rįšiligt. Taš eru tó tekin um, at nżggir įrgangir eru į veg inn ķ bįšar stovnarnar.

 

 

 

 

 

 

Višmerkingar

 

Ein skilagóš regulering av fiskiskapinum krevur forsagnir, iš millum annaš byggja į góša og holla vitan um sųguligu gongdina ķ fiskiskapinum og vķsindaliga grundašar stovnsmetingar.

 

Stovnsmetingarnar hava ķ fleiri įr veriš darvašar av, at bert partur av neyšuga taltilfarinum hevur veriš tųkt. Trupult var aftur ķ įr at meta, um tillutaša tališ į fiskidųgum er hóskandi, tķ eingi neyv tųl eru tųk fyri tal į fiskidųgum, serliga ķ 1995-97. Skrįsetingin av dųgum sķšan 1998 er ręttuliga neyv, men neyšugt er at hava įlķtandi tųl fyri alt tķšarskeišiš, iš dagaskipanin hevur virkaš ķ, fyri at meta um sambandiš millum dagatal og veišutrżst.

Neyšugt er, at hagtalsskipanin virkar eftir ętlan og at fįa betri tųl fyri nżttar fiskidagar seinastu įrini.

 

Tųrvur er eisini į at seta orku av til at gera neyvar lżsingar av fiskifųrunum (m.a. stųdd, maskinorku, spųl, śtgerš) og virksemi teirra, og at fylgja nįgreiniliga viš mųguligum broytingum, iš kunnu įvirka veišuorkuna.

 

 

 

 

Vegna Fiskirannsóknarstovuna

 

 

 

Hjalti ķ Jįkupsstovu, stjóri

 

 

 

 

C.C. Skipanarnevndin v. Kjartan Hoydal

 

 

 

 

 

Skjųl

 

  1. Report of the North-Western Working Group 2000. Draft.
  2. ACFM summary sheet: North-Western Working Group.
  3. Reinert, J. 2000. Fundur ķ rįšgevandi nevndini (ACFM) hjį Altjóša Havrannsóknar-rįšnum (ICES) ķ mai/juni 2000.
  4. Pope, J. 1999. Report on Aspects of Effort Management used for the Demersal Fish Stocks of the Faroes (hesa hevur Fiskimįlastżriš fingiš įšur).
  5. Fiskirannsóknarstovan 2000. Fyribils śrslit frį spurnarkanning av fiskiskapinum undir Fųroyum.