Vinnuligur fiskiskapur

 

Skjal e) Uppskot til spurningar landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum eigur at seta ráðgevandi stovnunum.

Landstýrismaðurin eigur at biðja um:

  1. at ráðgevandi stovnarnir royna at savna upplýsingar og taltilfar, sum kann kannast hagfrøðiliga, sum kunnu lýsa um veiðievnini hjá ymiskum bólkunum broytast ella veiðimynstrið víkir munandi frá tí, sum varð galdandi 1985 til 1994.
  2. at ávirkanin á veiðievnini frá stongdu leiðunum (kassunum) verða hagfrøðiliga mett.
  3. at sagt verður Fiskirannsóknarstovuni og ICES frá, at ikki er neyðugt at rokna veiðikvotur (catch options) út fyri stovnar á føroysku landleiðini..
  4. at fyri teir 3 stovnarnar tosk, hýsu og upsa verða gjørdar hagfrøðiligar simuleringar (á sama hátt, sum gjørt fyri íslendska toskin, sum millumlanda stovnurin ICES hevur góðkent sum grundarlag undir burðardyggari veiðu).
  5. at Skipananarnevndin ger tilmælið um veiðieftirlitsreglur (catch control laws).