Vinnuligur fiskiskapur

Felagið Lemmatrolarir, Hvalba
________________________________________________________________

 

Fiskimálastýrið
Yviri við Strond
100 Tórshavn

 

 

  

 

Í framhaldi av fundum og samrøðum okkara um trupulleikarnar hjá lemmatrolarunum orsakað av mistum og skerdum veiðurættindum og møguleikum, seinast nú hjáveiðukvotan av toski og hýsu á innaru leiðum varð niðursett frá 100 t. til 50 t. skulu vit enn einaferð vísa á og seta fram uppskot um, hvussu tit kunnu lata lemmatrolarunum nakrar av skerdu veiðumøguleikunum aftur, uttan at taka nakað av týdningi frá øðrum bólkum.

Av tiltøkum, sum tit hava framt og sum avgerandi neyðugt er, at tey vera óbroytt er, at lemmatrolararnir hava frítt at fiska uttanfyri ringin.

Av tiltøkum, sum tit hava játtað verða framd er, at økið vestanfyri Mykines verður friðað fyri garnaveiðu.

Harumframt er avgerandi neyðugt við øðrum tiltøkum, tí sum vit fyrr hava víst á, hava trolararnir mist kongafiskaleiðirnar á kantinum norðan- og vestanfyri Føroya Banka og norðanfyri Bill Baily, umframt sunnanfyri Føroya Banka orsakað av gullaksabátunum.

Garnabátarnir á svartkalvaveiðu hava stongt allar leiðir runt um Føroyar djúpari enn 500 m., meðan garnabátarnir á havtaskuveiðu royna inn á 380 m.

Lemmatrolararnir vóru vanir at royna niður á 320 favnar uml. 600 m., serstakliga á leiðunum á vestara kanti á Munkagrunninum og á eystara kanti líka norð á Fugloyartunguna, umframt á leiðunum norðanfyri Føroyar.

Veiðumøguleikarnir eru skerdir so nógv av hesari orsøk, at nakað má koma ístaðin.

Okkara uppskot til at lata lemmatrolararnar nøkur rættindi/møguleikar aftur er, at

1. kanturin á Skeiva Banka verður opin aftur fyri lemmatrolarum

2. norðanfyri Føroyar verða gjørdir geirar uppá ½ grad millum gørnini

3. upsakvotan í Norðsjónum verður latin lemmatrolarunum

ad. 1) Við kunngerð nr. 129 frá 27/11-1996 var hetta øki eftir áheitan frá lemmatrolarunum opnað fyri trolveiðu, men varð longu stongd aftur við kunngerð nr. 23 frá 14/3-1997. Orsøkin til, at økið varð stongt aftur var eftir trýsti frá snellubátunum, sum tó ikki sjálvir fiska har.

Havtaskubátarnir, sum liggja inni á 380 m brúka nú meginpartin av økinum, men nú eru eingir trupulleikar av snellubátunum.

Hetta var økið, sum lemmatrolararnir, serstakliga teir smærru, vóru vanir at troyta og tað vil tí hava ógvuliga stóran týdning fyri teir um økið verður opið aftur við at strika litra p í grein 1, stk. 1 í kunngerð nr. 97. frá 10. juni 1996 við seinni broytingum.

Grundgevingin hjá fyrrv. fiskimálaráðharranum fyri at steingja økið aftur er ikki haldgóð, tí um allir bólkar skulu varveita tey rættindi, sum teir einaferð hava havt, skuldu lemmatrolararnir einsamallir átt alt dýpið út á 320 favnar, umframt nógv onnur rættindi.

Vit søkja tí um at nevnda økið verður opið aftur fyri lemmatrolarunum og ikki øðrum trolarum.

Um snellubátarnar kann annars sigast, at allar tíðaravmarkaðu friðingarnar eru altíð friðingar móti troli og næstan ongantíð móti snellu.

Ad. 2) Sum áður nevnt standa gørnini runt um alla Føroyar. Á leiðum norðanfyri har lemmatrolararnir royndu fyrr, hevur verið fiskiloysi síðani garnabátarnir komu, men í fjør fór ein teirra í aðra vinnu og tók tí gørnini upp norðanfyri og eftir bert 10 - 14 døgum aftaná var fiskur at fáa innanfyri.

 

Tí søkja vit um, at onnurhvør 0,50 grad verður frí fyri gørnum norðanfyri.

Ad. 3) Seinastu árini eru tað næstan bert lemmatrolararnir, sum hava fiskað av hesari kvotu og samstundis verður tað rúmsáttari hjá teimum, ið eru eftir.

 

 

Søkt verður tí um so stóran part av hesari kvotu til lemmatrolararnar sum gjørligt.

 

Vónandi verður umsókn okkara gingin á møti og vit eru altíð tilreiðar at tosa nærri um málið.

 

Sørvágur 07/3-2000

 

Jósup Henriksen (sign.)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Felagið Lemmatrolarir, Hvalba

________________________________________________________________

 

 

Skiparanevndin                                                                                                     9. juni 2000
Vinnuhúsið                                                                                                             PH/rj – 23/94
R. C. Effersøesgøta 30
100 Tórshavn
att.: Marita

 

 

 

 

Viðv. lemmatrolarunum

 

 

Til kunnleika viðlagt skriv felagsins til Fiskimálastýrið, dagf. 7/3-2000.

 

 

 

Virðiliga

Poul Hansen
advokatur
110 Tórshavn