Brennioljuavgjald

 

3  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ og avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2000, 19. september, legši Marjus Dam, lųgtingsmašur, vegna Sambandsflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ og avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 179 frį 18.desember 1992 um serligt avgjald į brenniolju, sum sein-ast broytt viš lųgtingslóg nr. 50 frį 4. aprķl 2000, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. Dagin eftir kunngerš av hesi lųgtingslóg veršur ķ § 1, stk. 1, "0,80" broytt til "0,48"
  2. Frį 1. januar 2001 veršur ķ § 1, stk. 1, "0,48" broytt til "0,24"

§ 2.

Lųgtingslóg nr. 179 frį 18. desember 1992 um serligt avgjald į brenniolju, viš seinni broytingum veršur tikin av frį 1. januar 2002 at rokna.

Višmerkingar:
Sambandsflokkurin legši ķ seinastu tingsetu fram uppskot um at taka av brennioljuavgjaldiš ķ einum. Uppskotiš varš tį felt. Oljuprķsirnir eru sķšan nógv hękkašir og eru nś so hųgir sum ongantķš įšur.

Įsetingin av tķ fasta oljuavgjaldinum fyrr ķ įr hevur giviš landskassanum eina meirinntųku ķ mun til, um gamla lógin var galdandi. Samsvarandi hevur brśkarin fingiš eina samsvarandi meirśtreišslu, iš śtholar realinntųkuna.

Sambandsflokkurin metir brennioljuna vera neyšsynjarvųru hjį einstaka hśskinum, borgaranum og virkinum, og eiga hesar ikki at vera įlagdar risahųg avgjųld.

Uppskotiš, iš nś veršur lagt fram, vil taka av oljuavgjaldiš ķ stigum, byrjandi ķ įr, har avgjaldiš lękkar viš 40 %. Sķšan veršur taš aftur lękkaš viš 30 % ķ įr 2001. Sķšstu 30 % fella burtur pr. 1 januar įr 2002, og veršur lógin um brennioljuavgjaldiš tį tikin av.

Sambandsfloksins hugsan er, at taš er ein neyšugur og uppiborin lętti, hvųrt einasta hśski, borgari og arbeišsplįss fęr viš samtykt av hesum uppskoti. Um mišalnżtslan hjį hśskinum av olju er 4000 litrar um įriš, veršur lęttin hjį mišalhśskinum 480 kr. seinastu 3 mįnaširnar ķ įr. Įr 2001 fellur gjaldiš frį 3.200 kr ķdag til 960 kr um įriš. Ķ įr 2002 fellur oljuavgjaldiš burtur eftir hesum uppskotiš.

Umhvųrviš hevur veriš nevnt ķ sambandi viš oljuavgjaldiš.Taš er rętt, at dentur veršur lagdur į at verja umhvųrviš. Taš eru vit ķ Sambandsflokkinum samd ķ. Men vit vilja stašiliga vķsa į, at oljuprķsurin nś er so mikiš hųgur, at ųll fólk spara nógv um oljuna, sjįlvt um oljuavgjaldiš fellur burtur. Tķ oljan er sanniliga rķkiliga dżr uttan oljuavgjaldiš.

Oljuprķsurin er nś so mikiš hųgur, at hann mį lękkast.

Prķsin į heimsmarknašinum hava vit onga įvirkan į. Men oljuprķsurin kann lękkast viš at minka um tey alt ov hųgu avgjųld, iš borgarin skal gjalda ķ landskassan. Og taš kunnu lųgtingsmenn gera nakaš viš nś.

OPEC londini hava jśst męlt til, at londini lękka um avgjųldini į olju.

Sum stųšan er hjį landskassanum, er mųguleiki at lętta um hjį fųroyinginum viš at taka av oljuavgjaldiš. Taš fer at bųta um trivnašin ķ einstaka heiminum, eins og taš fer at lętta um hjį mongum arbeišsplįssi, iš ikki fęr oljuavgjaldiš endurrindaš.

Sambęrt hesi lóg eru taš nęrum bara privat og smįvirkir, iš gjalda oljuavgjald. Allur annar ķdnašur og virkir fįa oljuavgjaldiš endurgoldiš. Eftir okkara tykki vil hetta uppskotiš beina burtur hendan skeivleikan, iš vęl skiljandi kann skunda undir spekulasjón į ųkinum.

Hóast lógin veršur sett ķ gildi beinanvegin, veršur ikki mett, at landskassin fer at missa nakran pening ķ įr, av tķ at nógv hękkaši oljuprķsurin longu nś hevur giviš landskassanum eina meirinntųku av MVG, eins og lógarbroytingin ķ hesi lóg fyrr ķ įr, har oljuavgjaldiš varš lęst fast, hevur giviš landskassanum eina meirinntųku, iš allarhelst ķ įr vigar upp minkingina upp į 40 % av oljuavgjaldinum, trķggjar teir sķšstu mįnaširnar ķ įr.

T&S hevur upplżst, at nettoinntųkan av oljuavgjaldinum er 60 milliónir um įriš, ella 5 milliónir pr. mįnaš.

Taš hevur sera stóran tżdning fyri Sambandsflokkin, at borgarin sleppur lęttari, viš at oljuavgjaldiš fellur burtur. Vit ķ Sambandsflokkinum vóna, at lųgtingsmenn arbeiša saman ķ hesum mįli, so taš gerst meira liviligt hjį vanliga fųroyinginum. Vit vóna tķ, at uppskotiš veršur samtykt.

1. višgerš 22. september 2000. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 29. september 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Sambandsflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 19. september 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. september 2000 er mįliš beint fķggjarnevndini.

Į fundum tann 25., 27. og 28 september 2000 hevur nevndin višgjųrt mįliš, iš snżr seg um at lękka avgjaldiš į brennuolju ķ tveimum stigum, og at taka lógina endaliga av 1. januar 2002. Nevndin hevur havt fund viš landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum, umboš fyri Fķggjarmįlastżriš og Toll- og Skattstovu Fųroya.

Frį Fųroya Shell hevur nevndin fingiš upplżst, at prķsurin į brenniolju tann 28. september 2000 er kr. 4,76, og at prķsurin į diesel sama dag er 5,66 kr.

Nevndin hevur undir višgeršini bżtt seg ķ ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sįmal Petur ķ Grund) hevur hesar višmerkingar: Įsannandi, at skattatrżstiš er ķ hęgra lagi, fegnast meirilutin um, at Sambandsflokkurin tekur stig til at lękka skattatrżstiš, ķ hesum fųri viš at minka um oljuavgjaldiš.

Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum ķ lųtuni arbeišir viš skattaspurningum ķ breišari hųpi, t.v.s. bęši viš beinleišis- og óbeinleišis skatti.

Meirilutin tekur ikki undir viš uppskotinum hjį Sambandsflokkinum, av tķ at bķšaš veršur eftir uppskotunum frį landsstżrinum, og setir tķ einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir viš uppskotinum og męlir tinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir viš uppskoti Sambandsfloksins ķ hesum mįli, men vķsir į uppskot Javnašarfloksins ķ lųgtingsmįli nr. 4/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju, har Javnašarflokkurin męlir til, at avgjaldiš veršur lękkaš śr 80 oyrum nišur ķ 50 oyru fyri liturin, og at ųll inntųkan (46 mió. kr. um įriš), sum stavar frį serliga avgjaldinum į brenniolju, fer ķ Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin (Samhaldsfasta). Minnilutin tekur sostatt ikki undir viš mįlinum og setur einki uppskot fram.

2. višgerš 3. oktober 2000. Uppskotiš fall 12-1-14. Uppskotiš sostatt falliš. Mįliš avgreitt.