Brennioljuavgjald

 

3  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 19. september, legði Marjus Dam, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18.desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum sein-ast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Dagin eftir kunngerð av hesi løgtingslóg verður í § 1, stk. 1, "0,80" broytt til "0,48"
  2. Frá 1. januar 2001 verður í § 1, stk. 1, "0,48" broytt til "0,24"

§ 2.

Løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, við seinni broytingum verður tikin av frá 1. januar 2002 at rokna.

Viðmerkingar:
Sambandsflokkurin legði í seinastu tingsetu fram uppskot um at taka av brennioljuavgjaldið í einum. Uppskotið varð tá felt. Oljuprísirnir eru síðan nógv hækkaðir og eru nú so høgir sum ongantíð áður.

Ásetingin av tí fasta oljuavgjaldinum fyrr í ár hevur givið landskassanum eina meirinntøku í mun til, um gamla lógin var galdandi. Samsvarandi hevur brúkarin fingið eina samsvarandi meirútreiðslu, ið útholar realinntøkuna.

Sambandsflokkurin metir brennioljuna vera neyðsynjarvøru hjá einstaka húskinum, borgaranum og virkinum, og eiga hesar ikki at vera álagdar risahøg avgjøld.

Uppskotið, ið nú verður lagt fram, vil taka av oljuavgjaldið í stigum, byrjandi í ár, har avgjaldið lækkar við 40 %. Síðan verður tað aftur lækkað við 30 % í ár 2001. Síðstu 30 % fella burtur pr. 1 januar ár 2002, og verður lógin um brennioljuavgjaldið tá tikin av.

Sambandsfloksins hugsan er, at tað er ein neyðugur og uppiborin lætti, hvørt einasta húski, borgari og arbeiðspláss fær við samtykt av hesum uppskoti. Um miðalnýtslan hjá húskinum av olju er 4000 litrar um árið, verður lættin hjá miðalhúskinum 480 kr. seinastu 3 mánaðirnar í ár. Ár 2001 fellur gjaldið frá 3.200 kr ídag til 960 kr um árið. Í ár 2002 fellur oljuavgjaldið burtur eftir hesum uppskotið.

Umhvørvið hevur verið nevnt í sambandi við oljuavgjaldið.Tað er rætt, at dentur verður lagdur á at verja umhvørvið. Tað eru vit í Sambandsflokkinum samd í. Men vit vilja staðiliga vísa á, at oljuprísurin nú er so mikið høgur, at øll fólk spara nógv um oljuna, sjálvt um oljuavgjaldið fellur burtur. Tí oljan er sanniliga ríkiliga dýr uttan oljuavgjaldið.

Oljuprísurin er nú so mikið høgur, at hann má lækkast.

Prísin á heimsmarknaðinum hava vit onga ávirkan á. Men oljuprísurin kann lækkast við at minka um tey alt ov høgu avgjøld, ið borgarin skal gjalda í landskassan. Og tað kunnu løgtingsmenn gera nakað við nú.

OPEC londini hava júst mælt til, at londini lækka um avgjøldini á olju.

Sum støðan er hjá landskassanum, er møguleiki at lætta um hjá føroyinginum við at taka av oljuavgjaldið. Tað fer at bøta um trivnaðin í einstaka heiminum, eins og tað fer at lætta um hjá mongum arbeiðsplássi, ið ikki fær oljuavgjaldið endurrindað.

Sambært hesi lóg eru tað nærum bara privat og smávirkir, ið gjalda oljuavgjald. Allur annar ídnaður og virkir fáa oljuavgjaldið endurgoldið. Eftir okkara tykki vil hetta uppskotið beina burtur hendan skeivleikan, ið væl skiljandi kann skunda undir spekulasjón á økinum.

Hóast lógin verður sett í gildi beinanvegin, verður ikki mett, at landskassin fer at missa nakran pening í ár, av tí at nógv hækkaði oljuprísurin longu nú hevur givið landskassanum eina meirinntøku av MVG, eins og lógarbroytingin í hesi lóg fyrr í ár, har oljuavgjaldið varð læst fast, hevur givið landskassanum eina meirinntøku, ið allarhelst í ár vigar upp minkingina upp á 40 % av oljuavgjaldinum, tríggjar teir síðstu mánaðirnar í ár.

T&S hevur upplýst, at nettoinntøkan av oljuavgjaldinum er 60 milliónir um árið, ella 5 milliónir pr. mánað.

Tað hevur sera stóran týdning fyri Sambandsflokkin, at borgarin sleppur lættari, við at oljuavgjaldið fellur burtur. Vit í Sambandsflokkinum vóna, at løgtingsmenn arbeiða saman í hesum máli, so tað gerst meira liviligt hjá vanliga føroyinginum. Vit vóna tí, at uppskotið verður samtykt.

1. viðgerð 22. september 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 29. september 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Sambandsflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. september 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. september 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Á fundum tann 25., 27. og 28 september 2000 hevur nevndin viðgjørt málið, ið snýr seg um at lækka avgjaldið á brennuolju í tveimum stigum, og at taka lógina endaliga av 1. januar 2002. Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya.

Frá Føroya Shell hevur nevndin fingið upplýst, at prísurin á brenniolju tann 28. september 2000 er kr. 4,76, og at prísurin á diesel sama dag er 5,66 kr.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at Sambandsflokkurin tekur stig til at lækka skattatrýstið, í hesum føri við at minka um oljuavgjaldið.

Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti.

Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Sambandsfloksins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur ikki undir við uppskoti Sambandsfloksins í hesum máli, men vísir á uppskot Javnaðarfloksins í løgtingsmáli nr. 4/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, har Javnaðarflokkurin mælir til, at avgjaldið verður lækkað úr 80 oyrum niður í 50 oyru fyri liturin, og at øll inntøkan (46 mió. kr. um árið), sum stavar frá serliga avgjaldinum á brenniolju, fer í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta). Minnilutin tekur sostatt ikki undir við málinum og setur einki uppskot fram.

2. viðgerð 3. oktober 2000. Uppskotið fall 12-1-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.