Brennioljuavgjald

 

4  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2000, 19. september, legši Vilhelm Johannesen, lųgtingsmašur, vegna Javnašarflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ  lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju

§ 1.

Ķ lųgtingslóg nr. 179 frį 18.desember 1992 um serligt avgjald į brenniolju, sum sein-ast broytt viš lųgtingslóg nr. 50 frį 4. aprķl 2000, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. Ķ § 1, stk. 1, veršur "0,80" broytt til "0,50"
  2. Sum nżggj § 2 A veršur sett: "§ 2 A. Inntųkur sbr. hesi lųgtingslóg fara frį 1. januar 2001 ķ arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin sbr. lųgtingslógini um arbeišsmarknašareftirlųnargrunn."

§ 2.

Lųgtingslógin fęr gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar:
Viš lųgtingsmįli nr. 73/1999, legši landsstżriš tann 4. mars 2000 fram uppskot um at broyta lųgtingslóg nr. 179 frį 18. desember 1992 um serligt avgjald į brenniolju. Hųvušsbroytingin var, at oljuavgjaldiš, sum frammanundan varš reguleraš upp og nišur, alt eftir um marknašarprķsurin į olju var hųgur ella lįgur, skuldi lęsast fast, og skotiš varš upp at seta avgjaldiš til 80 oyru fyri liturin. Hetta varš samtykt.

Ķ fķggjarnevndini hevši umboš Javnašarfloksins serstųšu ķ mįlinum. Ķ įlitinum frį fķggjarnevndini segši Javnašarflokkurin: "Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir viš, at serliga avgjaldiš į brenniolju veršur lęst fast, men minnilutin kann ikki taka undir viš, at avgjaldiš veršur sett til 80 oyru fyri liturin. Vķst veršur į, at ķ lųtuni (tann 23. mars 2000), er avgjaldiš 68 oyru, og at henda upphędd varš įsett 13. mars. Uppskot landsstżrisins merkir sostatt eina hękking ķ avgjaldinum upp į 12 oyru fyri liturin.

Hesum kann minnilutin als ikki taka undir viš, men męlir ķstašin til, at serliga avgjaldiš į brenniolju veršur sett til 70 oyru fyri liturin, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum. Minnilutin hevur kannaš og fingiš stašfest, at tann 21. februar varš oljuavgjaldiš sett til 73 oyru fyri liturin, tann 6. mars til 70,3 oyru fyri liturin og tann 13. mars til 68 oyru. Sostatt hevur avgjaldiš ligiš um 70 oyru fyri liturin hendan seinasta mįnašin." Hetta segši minnilutin millum annaš ķ įlitinum frį fķggjarnevndini ķ lųgtingsmįli nr. 73/1999: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju.

Viš 2. višgerš 28. mars 2000 varš broytingaruppskotiš frį minnilutanum felt, viš taš at 13 atkvųšur vóru fyri, eingin var blonk, og 17 atkvųddu ķmóti. Til 3. višgerš 30. mars lųgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Hans Pauli Strųm, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Jenis av Rana fram soljóšandi broytingaruppskot: "Ķ § 1, nr. 1, veršur "0,80" broytt til "0,60". Men heldur ikki hetta broytingaruppskotiš vann frama. Taš varš felt viš 13-0-17 atkvųšum.

Seinastu tķšina er marknašarprķsurin į olju stųšugt hękkašur. Ķ farnu viku bar śtvarpiš tey tķšindi, at um gamla skipanin višvķkjandi avgjaldi į brenniolju, hareftir avgjaldiš varš reguleraš upp og nišur, alt eftir um marknašarprķsurin į olju var hųgur ella lįgur, framvegis hevši veriš ķ gildi, so hevši oljuprķsurin veriš 22 oyru lęgri, enn hann ķ veruleikanum er. Javnašarflokkurin heldur tķ, at avgjaldiš į brenniolju er heilt órķmiliga hųgt, og męlir viš hesum uppskotinum til, at fasta avgjaldiš veršur lękkaš śr 80 oyrum fyri liturin nišur ķ 50 oyru fyri liturin.

Tann 31. august 2000 hevši landskassin fingiš kr. 45.545.165 inn, sum stava beinleišis frį avgjaldi į brenniolju sambęrt galdandi lóg. Um hetta tal veršur framroknaš til įrsskiftiš, veršur samlaša inntųkan sambęrt lógini góšar 70 mió krónur. Harav fara śtaftur góšar 10 mió. krónur til afturrindan sambęrt reglunum um afturrindan av avgjaldinum til fiskiskip og ašra vinnu. Ķ fķggjarlógaruppskotinum fyri įr 2000 veršur sagt, at roknaš veršur viš 70 mió. krónum ķ inntųku ķ 1999 og tķ sama ķ įr 2000.

Um uppskot Javnašarfloksins veršur samtykt, kemur hendan inntųkumetingin sjįlvandi ikki at halda, men hinvegin veršur roknaš viš risastórum avlopi į fķggjarlógini fyri 2000 – einum avlopi, sum eftir ųllum at dųma fer at verša munandi hęgri, enn roknaš varš viš, tį fķggjarlógin fyri verandi fķggjarįr varš samtykt. Avleišingin av, at hetta uppskotiš veršur samtykt, veršur tķ, at risastóra avlopiš hjį landskassanum ķ hesum fķggjarįrinum veršur nakaš minni. Lutfalsliga er talan bara um eina sera lķtla upphędd.

Ķ įlitinum ķ lųgtingmįli nr. 73/1999 męlti Javnašarflokkurin til, at avgjaldiš ķ framtķšini skuldi fara ķ Samhaldsfasta. Ķ įlitinum segši flokkurin: "Undir 1. višgerš av mįlinum bošaši framsųgumašur Javnašarfloksins frį, at hann ķ fķggjarnevndini fór at męla til, at ųll inntųkan, sum landsstżriš fęr av serliga avgjaldinum į brenniolju, skal fara ķ Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin (Samhaldsfasta)."

Vķšari varš sagt ķ įlitinum: "Minnilutin hevur kannaš mųguleikan fyri at seta slķkt broytingaruppskot fram, men er komin til ta nišurstųšu, at hetta ikki letur seg gera ķ hesum mįlinum. Tį nżtt lųgtingsįr byrjar į ólavsųku 2000, fer Javnašarflokkurin at leggja hetta fram, sum eitt sjįlvstųšugt lųgtingmįl." Og taš veršur herviš gjųrt.

Javnašarflokkurin hevur roknaš śt, at veršur oljuavgjaldiš sett til 50 oyru fyri liturin, gevur hetta 50 mió. kr. um įriš. Um vit so ganga śt frį, at Samhaldsfasti rindar tey 90 prosentini av hesi inntųkuni śt aftur til pensjónistarnar, so svarar śtgaldiš av hesum til 45 mió. kr. Tališ av móttakarum er 5.500. Įrliga vildi hetta giviš tķ einstaka fólkapensjónistinum góšar 8.000 kr. afturat.

Mįnašarliga śtgjaldiš, sum ķ lųtuni er kr. 594,00, veršur viš hesum ųkt viš kr. 666,00 soleišis, at taš kemur upp į kr. 1.260,00 um mįnašin. Samstundis lękkar oljuprķsurin hjį pensjónistum - og ųllum ųšrum - viš 30 oyrum fyri liturin, taš merkir, at 1000 litrar av olju gerast heilar 300 krónur bķligari.

Mįliš veršur viš hesum lagt fyri Lųgtingiš ķ vón um, at taš fęr eina góša og sakliga višgerš, og at taš vinnur frama į tingi.

1. višgerš 22. september 2000. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 29. september 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Javnašarflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 19. september 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. september 2000 er mįliš beint fķggjarnevndini.

Į fundum tann 25., 27. og 28 september 2000 hevur nevndin višgjųrt mįliš, iš snżr seg um at lękka avgjaldiš į brennuolju, og at inntųkurnar frį 1. januar 2001 fara ķ arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin. Nevndin hevur havt fund viš landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum, umboš fyri Fķggjarmįlastżriš og Toll- og Skattstovu Fųroya. Frį Fųroya Shell hevur nevndin fingiš upplżst, at prķsurin į brenniolju tann 28. september 2000 er kr. 4,76, og at prķsurin į diesel sama dag er 5,66 kr.

Nevndin hevur undir višgeršini bżtt seg ķ ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sįmal Petur ķ Grund) hevur hesar višmerkingar: Įsannandi, at skattatrżstiš er ķ hęgra lagi, fegnast meirilutin um, at Javnašarflokkurin tekur stig til at lękka skattatrżstiš, ķ hesum fųri viš at minka um oljuavgjaldiš.

Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum ķ lųtuni arbeišir viš skattaspurningum ķ breišari hųpi, t.v.s. bęši viš beinleišis- og óbeinleišis skatti. Meirilutin tekur ikki undir viš uppskotinum hjį Javnašarflokkinum, av tķ at bķšaš veršur eftir uppskotunum frį landsstżrinum, og setir tķ einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vķsir į lųgtingsmįl nr. 3/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ og avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju, har Sambandsflokkurin męlir til, at avgjaldiš veršur sett til 48 oyru fyri liturin taš, iš eftir er av 2000. Ķ 2001 veršur męlt til, at avgjaldiš veršur 24 oyru fyri liturin, og at avgjaldiš endaliga veršur tikiš av 1. januar 2002. Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur tķ ikki undir viš uppskotinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir viš uppskotinum og męlir tinginum til at samtykkja uppskot Javnašarfloksins. Minnilutin (Vilhelm Johannesen) vķsir į višmerkingarnar ķ mįlinum, og annars į sķnar višmerkingar ķ lųgtingsmįli nr. 3/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ og avtųku av lųgtingslóg um serligt avgjald į brenniolju.

2. višgerš 3. oktober 2000. Uppskotiš fall 12-0-14. Uppskotiš sostat falliš. Mįliš avgreitt.