Brennioljuavgjald

 

4  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 2000, 19. september, legði Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í  løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 179 frá 18.desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum sein-ast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1, verður "0,80" broytt til "0,50"
  2. Sum nýggj § 2 A verður sett: "§ 2 A. Inntøkur sbr. hesi løgtingslóg fara frá 1. januar 2001 í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin sbr. løgtingslógini um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn."

§ 2.

Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar:
Við løgtingsmáli nr. 73/1999, legði landsstýrið tann 4. mars 2000 fram uppskot um at broyta løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju. Høvuðsbroytingin var, at oljuavgjaldið, sum frammanundan varð regulerað upp og niður, alt eftir um marknaðarprísurin á olju var høgur ella lágur, skuldi læsast fast, og skotið varð upp at seta avgjaldið til 80 oyru fyri liturin. Hetta varð samtykt.

Í fíggjarnevndini hevði umboð Javnaðarfloksins serstøðu í málinum. Í álitinum frá fíggjarnevndini segði Javnaðarflokkurin: "Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við, at serliga avgjaldið á brenniolju verður læst fast, men minnilutin kann ikki taka undir við, at avgjaldið verður sett til 80 oyru fyri liturin. Víst verður á, at í løtuni (tann 23. mars 2000), er avgjaldið 68 oyru, og at henda upphædd varð ásett 13. mars. Uppskot landsstýrisins merkir sostatt eina hækking í avgjaldinum upp á 12 oyru fyri liturin.

Hesum kann minnilutin als ikki taka undir við, men mælir ístaðin til, at serliga avgjaldið á brenniolju verður sett til 70 oyru fyri liturin, og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum. Minnilutin hevur kannað og fingið staðfest, at tann 21. februar varð oljuavgjaldið sett til 73 oyru fyri liturin, tann 6. mars til 70,3 oyru fyri liturin og tann 13. mars til 68 oyru. Sostatt hevur avgjaldið ligið um 70 oyru fyri liturin hendan seinasta mánaðin." Hetta segði minnilutin millum annað í álitinum frá fíggjarnevndini í løgtingsmáli nr. 73/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

Við 2. viðgerð 28. mars 2000 varð broytingaruppskotið frá minnilutanum felt, við tað at 13 atkvøður vóru fyri, eingin var blonk, og 17 atkvøddu ímóti. Til 3. viðgerð 30. mars løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Hans Pauli Strøm, Katrin Dahl Jakobsen, Kristian Magnussen, Henrik Old, Dan Reinert Petersen og Jenis av Rana fram soljóðandi broytingaruppskot: "Í § 1, nr. 1, verður "0,80" broytt til "0,60". Men heldur ikki hetta broytingaruppskotið vann frama. Tað varð felt við 13-0-17 atkvøðum.

Seinastu tíðina er marknaðarprísurin á olju støðugt hækkaður. Í farnu viku bar útvarpið tey tíðindi, at um gamla skipanin viðvíkjandi avgjaldi á brenniolju, hareftir avgjaldið varð regulerað upp og niður, alt eftir um marknaðarprísurin á olju var høgur ella lágur, framvegis hevði verið í gildi, so hevði oljuprísurin verið 22 oyru lægri, enn hann í veruleikanum er. Javnaðarflokkurin heldur tí, at avgjaldið á brenniolju er heilt órímiliga høgt, og mælir við hesum uppskotinum til, at fasta avgjaldið verður lækkað úr 80 oyrum fyri liturin niður í 50 oyru fyri liturin.

Tann 31. august 2000 hevði landskassin fingið kr. 45.545.165 inn, sum stava beinleiðis frá avgjaldi á brenniolju sambært galdandi lóg. Um hetta tal verður framroknað til ársskiftið, verður samlaða inntøkan sambært lógini góðar 70 mió krónur. Harav fara útaftur góðar 10 mió. krónur til afturrindan sambært reglunum um afturrindan av avgjaldinum til fiskiskip og aðra vinnu. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000 verður sagt, at roknað verður við 70 mió. krónum í inntøku í 1999 og tí sama í ár 2000.

Um uppskot Javnaðarfloksins verður samtykt, kemur hendan inntøkumetingin sjálvandi ikki at halda, men hinvegin verður roknað við risastórum avlopi á fíggjarlógini fyri 2000 – einum avlopi, sum eftir øllum at døma fer at verða munandi hægri, enn roknað varð við, tá fíggjarlógin fyri verandi fíggjarár varð samtykt. Avleiðingin av, at hetta uppskotið verður samtykt, verður tí, at risastóra avlopið hjá landskassanum í hesum fíggjarárinum verður nakað minni. Lutfalsliga er talan bara um eina sera lítla upphædd.

Í álitinum í løgtingmáli nr. 73/1999 mælti Javnaðarflokkurin til, at avgjaldið í framtíðini skuldi fara í Samhaldsfasta. Í álitinum segði flokkurin: "Undir 1. viðgerð av málinum boðaði framsøgumaður Javnaðarfloksins frá, at hann í fíggjarnevndini fór at mæla til, at øll inntøkan, sum landsstýrið fær av serliga avgjaldinum á brenniolju, skal fara í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (Samhaldsfasta)."

Víðari varð sagt í álitinum: "Minnilutin hevur kannað møguleikan fyri at seta slíkt broytingaruppskot fram, men er komin til ta niðurstøðu, at hetta ikki letur seg gera í hesum málinum. Tá nýtt løgtingsár byrjar á ólavsøku 2000, fer Javnaðarflokkurin at leggja hetta fram, sum eitt sjálvstøðugt løgtingmál." Og tað verður hervið gjørt.

Javnaðarflokkurin hevur roknað út, at verður oljuavgjaldið sett til 50 oyru fyri liturin, gevur hetta 50 mió. kr. um árið. Um vit so ganga út frá, at Samhaldsfasti rindar tey 90 prosentini av hesi inntøkuni út aftur til pensjónistarnar, so svarar útgaldið av hesum til 45 mió. kr. Talið av móttakarum er 5.500. Árliga vildi hetta givið tí einstaka fólkapensjónistinum góðar 8.000 kr. afturat.

Mánaðarliga útgjaldið, sum í løtuni er kr. 594,00, verður við hesum økt við kr. 666,00 soleiðis, at tað kemur upp á kr. 1.260,00 um mánaðin. Samstundis lækkar oljuprísurin hjá pensjónistum - og øllum øðrum - við 30 oyrum fyri liturin, tað merkir, at 1000 litrar av olju gerast heilar 300 krónur bíligari.

Málið verður við hesum lagt fyri Løgtingið í vón um, at tað fær eina góða og sakliga viðgerð, og at tað vinnur frama á tingi.

1. viðgerð 22. september 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 29. september 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 19. september 2000, og eftir 1. viðgerð tann 22. september 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Á fundum tann 25., 27. og 28 september 2000 hevur nevndin viðgjørt málið, ið snýr seg um at lækka avgjaldið á brennuolju, og at inntøkurnar frá 1. januar 2001 fara í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Frá Føroya Shell hevur nevndin fingið upplýst, at prísurin á brenniolju tann 28. september 2000 er kr. 4,76, og at prísurin á diesel sama dag er 5,66 kr.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at Javnaðarflokkurin tekur stig til at lækka skattatrýstið, í hesum føri við at minka um oljuavgjaldið.

Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á løgtingsmál nr. 3/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju, har Sambandsflokkurin mælir til, at avgjaldið verður sett til 48 oyru fyri liturin tað, ið eftir er av 2000. Í 2001 verður mælt til, at avgjaldið verður 24 oyru fyri liturin, og at avgjaldið endaliga verður tikið av 1. januar 2002. Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) tekur tí ikki undir við uppskotinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við uppskotinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins. Minnilutin (Vilhelm Johannesen) vísir á viðmerkingarnar í málinum, og annars á sínar viðmerkingar í løgtingsmáli nr. 3/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í og avtøku av løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju.

2. viðgerð 3. oktober 2000. Uppskotið fall 12-0-14. Uppskotið sostat fallið. Málið avgreitt.