Løgtingsins umboðsmaður - samsýning v.m.

 

7  Uppskot til  løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
D.a. Orðaskifti við 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 2000, 18. oktober, legði Finnbogi Ísakson, løgtingsformaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann 

Henda lóg um lønarviðurskifti umboðsmansins er givin út sambært § 14, stk. 1, í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann.

§ 1. Løgtingsins umboðsmaður verður samsýntur samvarandi 40. lønarflokki í tænastumannalógini, íroknað vanliga viðbót. Formansskapur Løgtingsins kann harumframt eftir umstøðunum veita umboðsmanninum eitt persónligt ískoyti.
Stk. 2. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapeningur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

§ 2. Løgtingsins umboðsmaður og eftirsitandi hjúnafelagi og børn eftir umboðsmann hava rætt til bíðipening og eftirløn, eftir reglunum fyri ávikavist tingmenn og eftirsitandi hjúnafelagar og børn eftir tingmenn í løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna. Tó verður eftirlønin roknað eftir tí lønarflokki, sum umboðsmaðurin er løntur í, og bíðipeningur verður eisini veittur, um umboðsmaðurin verður loystur úr starvi, tí at Løgtingið ikki longur hevur álit á honum.

§ 3. Tey rættindi, sum tingmaður hevur eftir løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna í sambandi við farloyvi vegna sjúku, barnsburð og ættleiðing, eru eisini galdandi fyri Løgtingsins umboðsmann.

§ 4. Setir formansskapur Løgtingsins fólk at røkja starvið sum umboðsmaður fyribils, við heimild í Ll. nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann § 1, stk. 2, fær viðkomandi samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur eftir hesi lóg frá tí degi, hann tekur við starvinum, til hann fer frá.

§ 5. Formansskapur Løgtingsins tekur støðu til samsýningina, tá annar, við heimild í Ll. nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann § 14, stk. 3, verður útnevndur at viðgera ávíst mál, ið umboðsmaður Løgtingsins er ógegnigur at viðgera.

§ 6. Umboðsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum.

§ 7. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2001.

Almennar viðmerkingar
Við Ll. nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann § 14, stk. 1, er ásett, at lønarviðurskifti umboðsmansins, herundir eisini spurningurin um eftirløn og bíðipening, verða ásett við løgtingslóg.

Ásetingarnar í hesum uppskotinum til løgtingslóg um samsýning og eftirløn til Løgtingsins umboðsmann eru í stóran mun tær somu sum ella tilvísingar til løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning og eftirløn løgtingsmanna. Neyðugar tillagingar og serásetingar eru tó gjørdar.

Kostnaðurin av lógaruppskotinum, grundað á árligu lønina í 40. lønarflokki í tænastumannalógini, sum er umleið 526.000,- kr., 15% í avsetingum til eftirløn og møguligt persónligt ískoyti, verður mettur at liggja millum 600 og 650.000,- kr. Harafturat koma so ávísar óregluligar útreiðslur.  

Viðmerkingar til einstøku greinarnar
Ad § 1.
Í stk. 1 verður ásett, hvat lønin hjá Løgtingsins umboðsmanni er. Lønin verður sambært tænastumannalógini í 40. lønarflokki. Møguleiki verður eisini fyri at veita umboðsmanninum eitt persónligt ískoyti. Avgerð um at veita persónligt ískoyti verður tikin av formansskapi Løgtingsins. Í stk. 2 verður ásett, at fer umboðsmaður uttanlands í sambandi við starvið, so fær hann dag- og tímapening og ferðaendurgjald eftir somu reglum sum tænastumenn landsins.

Ad § 2 og 3. Við tveimum undantøkum eru rættindini til eftirløn, bíðipening og til farloyvi vegna sjúku, barnsburð og ættleiðing tey somu sum sambært løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna. Av tí at umboðsmaðurin skal verða løntur í lønarflokki 40, meðan tingmenn eru løntir í lønarflokki 34, er undantak tó gjørt viðvíkjandi útrokningini av eftirlønini soleiðis, at hon verður roknað eftir tí lønarflokki, sum umboðsmaðurin er løntur í. Eisini er serlig áseting, sum gevur umboðsmanninum rætt til bíðipening, um hann verður loystur úr starvi orsakað av, at Løgtingið ikki longur hevur álit á honum, og verða rættindini hjá umboðsmanninum sostatt í hesum føri í ávísan mun javnsett við rættindini hjá tænastumonnum.

Ad. § 4. Her er ásett, hvussu fyribils settur umboðsmaður verður samsýntur og forvinnur sær eftirlønaraldur. Reglan er lík teirri í løgtingslóg nr. 12 frá 18. februar 1999 um samsýning løgtingsmanna, og er nágreiniliga ásett, at fyribilssettur umboðsmaður bæði hevur rætt til samsýning og aðrar viðbøtur, sum valdur umboðsmaður fær, eins og hann forvinnur sær eftirlønaraldur.

Ad. § 5. Tað hevur ikki borið til at funnið ein ráðiligan hátt at gera ítøkiligar lógarreglur fyri ta samsýning, ið skal verða veitt til tann, ið settur verður, tá umboðsmaður gerst ógegnigur. Mannagongdin í okkara grannalondum er tann, at slíkt arbeiði verður gjørt upp á rokning, og hevur hetta í flestu førum ikki havt trupulleikar við sær. Ásetingin heimilar tí formansskapi Løgtingsins at taka støðu til samsýningina.

Ad § 6. Her verður ásett, at umboðsmaður hevur krav um farloyvi úr borgarliga starvi sínum, meðan hann er umboðsmaður og í starvi hjá tí almenna. Slíkt farloyvi eigur at verða viðgjørt eins og onnur farloyvi t.e., at umboðsmaðurin hevur rætt at koma aftur í starv, men hevur hann ikki krav um at fáa júst tað sama starvið aftur, sum hann hevði frammanundan.

Ad § 7. Ígildisregla.

1. viðgerð 20. oktober 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 31. oktober 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Løgtingsformaðurin legði málið fram tann 18. oktober 2000, og eftir 1. viðgerð tann 20. oktober 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið, ið snýr seg um lønarviðurskifti umboðsmansins. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgtingsformannin og skrivstovustjóra Løgtingsins. Í almennu viðmerkingunum verður um kostnaðin av lógaruppskotinum m. a. sagt "Harafturat koma so ávísar óregluligar útreiðslur." Hetta skal skiljast sum útreiðslur, sum ikki koma fyri regluliga.

Í innganginum (præamblinum) til lógaruppskotið stendur "Henda lóg um lønarviðurskifti umboðsmansins er givin út sambært § 14, stk. 1, í løgtingslóg nr. 60 frá 10. mai 2000 um Løgtingsins umboðsmann." Nevndin mælir til, at orðini "givin út" verða strikað, og setir fram broytingaruppskot samsvandi hesum.

Samsvarandi hesum mælir ein samd nevnd tinginum til at samtykkja uppskot løgtingsformansins við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í innganginum (præamblinum) verða orðini "givin út" strikað.

2. viðgerð 2. november 2000. Broytingaruppskot frá fíggjarnevndini samtykt 31-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 10. november 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 113 frá 20.11.2000