Tyrlutænasta

 

9  Uppskot til  løgtingslóg um tyrlutænastu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. Álit II
I. Framhaldandi 2. viðgerð
J. Orðaskifti við framh. 2. viðgerð
K. 3. viðgerð

Ár 2000, 2. november, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um tyrlutænastu 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera ein 10 ára sáttmála við P/F Atlantic Airways um veitan av tyrlutænastu. Játtanin verður at veita yvir árligu fíggjarløgtingslógirnar.

Stk. 2. Tyrlutænastan fevnir um:

  1. leiting og bjarging (LOB) á sjónum;
  2. eftirlitsflúgving fyri Fiskiveiðieftirlitið;
  3. leiting og bjarging (LOB) á landi;
  4. sjúkraflutning og
  5. bráðfeingis tyrluflúgving, har tørvur er á skjótari hjálp.

§ 2. Treytin fyri sáttmálanum er, at P/F Atlantic Airways átekur sær at útvega eina miðalstóra serútgjørda tyrlu. Eisini átekur P/F Atlantic Airways sær at hava tyrlu við manning tøka til tær í § 1 nevndu uppgávur fyri eitt í sáttmálanum avtalað árligt flygvitímatal.
Stk. 2. Avvarðandi landsstýrismenn kunnu gera avtalu um, at verandi tyrla eisini kann verða nýtt til tænastuna.

§ 3. P/F Atlantic Airways letur Fiskimálastýrinum á hvørjum ári grannskoðaðan greinaðan ársroknskap í sambandi við tyrlutænastuna. Ársroknskapurin verður latin Fiskimálastýrinum í seinasta lagi 1 viku aftaná, at hesin er samtyktur á aðalfundi felagsins.

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Í sambandi við viðgerðina av fíggjarløgtingslógini fyri 2000 varð politisk avgerð tikin um, at Fiskimálastýrið skal gera ein sáttmála við P/F Atlantic Airways um veitan av tyrlutænastu næstu 10 árini. Í inniverandi ári eru settar 10 mió. kr. av, men er ætlanin, at settar verða 14 mió. kr. av árliga á fíggjarlógini tey næstu 10 árini. Henda upphædd skal tó kunna javnast, alt eftir, hvussu útreiðslurnar og inntøkurnar av tyrlutænastuni verða.

Ætlanin er at skipa avtaluna við P/F Atlantic Airways soleiðis, at hon fevnir um bjarging, leiting og eftirlit. Tyrlutilbúgvingin skal skipast soleiðis:

Harumframt skal tyrlutænastan røkja sambandið við smáplássini og í hesum sambandi flyta ferðafólk og farm. Ein sáttmáli millum Vinnumálastýrið og P/F Atlantic Airways er um hesa tænastu.

Eisini eigur at verða nevnt, at hin parturin av grundarlagnum undir tyrluflúgvingini er leigutúrar. Í løtuni er munadyggasti parturin í hesum høpi slingflúgving fyri entreprenørar, herundir serliga SEV og Føroya Tele. Frameftir kann ein frálandavinna gerast ein av inntøkukeldunum hjá tyrlutænastuni. Onnur leiguflúgving er flutningur av ferðafólki millum oyggjarnar.

P/F Atlantic Airways hevur boðið seg fram til formelt at skipa eina tyrlutænastu í Føroyum. Í løtuni røkir Atlantsflog eina Bell 212 tyrlu, sum Føroya Landsstýri eigur.

Til tess at tryggja eina fullgóða tyrlutænastu og sum liður í eini komandi tilbúgvingarætlan, og sum tað eisini er staðfest av politiska myndugleikanum, verður neyðugt við eini tyrlu afturat. Út frá hesum hevur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Fiskimálastýrið, Vinnumálastýrið, Sjúkrahúsverkið og løgregluna mett um, hvørjir møguleikar eru.

Umboðini fyri Fiskimálastýrið hava lagt herðslu á, at ein LOB tyrla skal taka sær av føroyska havøkinum innan fyri 200 fjórðingar ella miðlinju millum lond.

Tyrlan, sum landsstýrið eigur og P/F Atlantic Airways rekur, er av slagnum Bell 212.

Vanligi aktiónsradius fyri hesa tyrlu er 100 fj. Arbeiðsbólkurin mælir til, at eyka tangar verða settir í soleiðis, at henda tyrlan eisini kann røkka út á 200 fj. og arbeiða harúti í umleið 20 min.

Bell 212 er avmarkað soleiðis:

Arbeiðsbólkurin hevur kannað ymisk sløg av tyrlum. Tað er greitt, at allar tyrlurnar, sum arbeiðsbólkurin hevur kannað, hava sínar fyrimunir og vansar alt eftir, hvør uppgávan er. Er talan um stórar bjargingaruppgávur úti á havinum, hevur ein stór tyrla fyrimun, meðan hon ikki er líka væl egnað til bjargingar inni við land ella á landi og øvugt. Við tað at uppgávurnar seinnu nógvu árini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni og Færøernes Kommando hava verið smærri bjargingaruppgávur, metir arbeiðsbólkurin tí samanumtikið, at tann frægasta loysnin er ein serútgjørd miðalstór tyrla. Út frá hesum verður mælt til, at keypt verður ein "4 axes auto pilot" tyrla við m.a. hesum eginleikum:

Tyrlan kann sjálvvirkandi halda somu frástøðu frá sjógvi, landi ella einum skipi. Tyrlan eigur at kunna nýtast í myrkri og vánaligum sýni, og um illa vil til, eigur tyrlan at klára seg við einum motori.

Harumframt kann nevnast:

Tað er ein sannroynd, at bjargingarstøðir leggja um til tyrlur, sum eru útgjørdar sum "4 axes".
Sum dømi kann nevnast, at ein BELL 412 EP lýkur hesi krøv.

 

 


Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar
myndugleikar
Fyri pláss/
økir í
landinum
 

Fyri ávísar
Samfelags-bólkar/Felags-skapir

 

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

JA

NEI

NEI

NEI

NEI

Umsitingarligar
avleiðingar

JA/NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Umhvørvisligar
avleiðingar

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

NEI

NEI

NEI

NEI

NEI

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

NEI

 

Fíggjarligar avleiðingar
Tá tær fyrstu kanningarnar vórðu gjørdar av miðalstórum tyrlum, varð mett, at kostnaðurin av tyrlutænastuni fór at verða umleið 10 mió. kr. um árið, og varð henda upphædd tí eisini sett av á fíggjarlógini fyri 2000. Síðani er komið eftir, at ein tyrla útgjørd við "4 axes" er betur egnað, umframt at neyðugt er við fleiri tólum. Og við tað at dollarakursurin er hækkaður munandi, verður mett neyðugt at seta 14 mió. kr. av um árið í 10 ár.

Fyrisitingarligar avleiðingar
Tyrlutænastan verður ein liður í samlaðu tilbúgvingini fyri Føroyar. P/F Atlantic Airways hevur fyrisitingina av rakstri v.m. um hendi, tí verður ikki mett, at talan er um nakrar beinleiðis fyrisitingarligar útreiðslur útyvir tær, sum eru innroknaðar í samsýningini til P/F Atlantic Airways.

Serligar viðmerkingar

Til § 1.

Sum tað framgongur, er ætlanin, at Fiskimálastýrið ger ein 10-ára sáttmála við P/F Atlantic Airways um tyrlutænastu, sum í § 1 er nærri ásett, hvat tænastan fevnir um. Sum kunnugt hevur Fiskimálastýrið fingið tilbúgving sum málsøki litið upp í hendi, men fevna tænasturnar um økir, sum onnur stýri annars hava málsræði á.

Tað er ætlanin, at tað í sáttmálanum ella í fylgiskjølum verður nærri ásett, hvussu tyrlutænastan verður skipað. Í hesum sambandi skal nevnast, at tað í sáttmálanum millum P/F Atlanic Airway og Fiskimálastýrið fer at verða sett sum treyt, at hóast P/F Atlantic Airways fær rætt til at nýta tyrluna til aðrar uppgávur, skal tyrluflúgving sambært § 1 altíð hava fyrstu raðfesting.

Eftir at hava viðgjørt fleiri møguleikar er komið eftir, at út frá einum trygdarsjónarmiði er betur hóskandi at keypa eina miðalstóra serútgjørda tyrlu. Orsakað av hesum, og at dollarakursurin er hækkaður munandi, verður kostnaðurin av eini tyrlutænastu mettur til 14 mió. kr. árliga. Til hetta skal tó viðmerkjast, at ætlanin hjá Fiskimálastýrinum er at hava eina áseting í sáttmálanum við P/F Atlantic Airways um, at allar inntøkur av flúgving, sum P/F Atlantic Airways hevur útyvir árligu veitingina frá Fiskimálastýrinum, skulu dragast frá eftir einum í sáttmálanum avtalaðum býtislykli soleiðis, at árliga veitingin frá Fiskimálastýrinum minkar samsvarandi tí partinum av inntøkunum, sum fellur til Fiskimálastýrið.

Eisini verður neyðugt at hava eina áseting um, at sáttmálin ella fylgiskjøl kunnu endurskoðast, um so er, at fíggjarligu fyritreytirnar ikki vísa seg at halda, og hetta hevur við sær ein prógvaðan og grundaðan vøkstur í útreiðslunum.

Til § 2.

Í almennu viðmerkingunum er nærri tilskilað, hvørjar eginleikar og tól tyrlan eigur at hava. Í sambandi við verandi Bell 212 tyrlu kann nevnast, at Vinnumálastýrið og P/F Atlantic Airways hava ein sáttmála, sum tryggjar bygdaflúgvingina sambært ferðaætlan, umframt at hon eisini er tøk til LOB-uppgávur. Tá nýggja tyrlan er útvegað, verður neyðugt við einum ávísum arbeiðsbýti millum báðar tyrlurnar soleiðis, at ein tyrla altíð er tøk til LOB-uppgávur.

Til § 3.

Hóast P/F Atlantic Airways letur roknskapin av tyrlutænastuni ganga inn í samlaða roknskapin hjá P/F Atlantic Airways, so skal Fiskimálastýrið fáa ein seperatan greinaðan ársroknskap á hvørjum ári.

Til § 4.

Áseting um ígildiskomu.

1. viðgerð 10. november 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 12. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16. og 23. november og tann 7. desember 2000.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Atlantic Airways, umboð fyri Scotia/Flogfelag Føroya, landsstýrismannin í orku- og umhvørvismálum og landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Nevndin hevur útvegað sær avrit av frágreiðing frá 26. apríl 1996, ið landsverkfrøðingurin og Statens Luftfartsvæsen hava gjørt, um tyrluflutning til Føroyska landgrunnin. Frá Atlantic Airways hevur nevndin fingið skriv, dagfest 29. november 2000, við tilfari um BELL 412EP og kort, ið vísir virkisøki hjá ymiskum tyrlum, íroknað Super Puma. Eisini hevur nevndin frá Flogfelag Føroya fingið skriv, dagfest 1. desember 2000, har tað verður upplýst, at tað er møguligt hjá teimum at koma við einum tilboði upp á tænastuna.

Tað, sum serliga upptók tingmenn undir fyrstu viðgerð í tinginum av hesum málinum, var, hvat fyri tyrla talan skuldi verða um. Sjálvt um hesin spurningur kanska ikki hevur so nógv við heimildina og lógarásetingarnar at gera, so hevur nevndin roynt at kanna hesi viðurskifti nærri.

Nevndin hevur frá Atlantic Airways fingið upplýst, at eitt av høvuðsmálunum, ið man hevur sett sær í sambandi við tyrlutænastuna, er, at man vil hava eina tyrlu, sum kann vera tilbúgving at fara avstað eftir stuttari tíð. Víst varð í hesum sambandi á, at sjóverjutyrlan ikki altíð er tøk. Upplýst varð, at tað sostatt hevur verið kannað, hvussu man kann gera hetta nøktandi fyri ein bíligan penga, ásannandi at kostnaðurin kann vera óavmarkaður, og at spurningurin sostatt er, hvussu stór tyrlan skal vera, og hvussu nógvar tyrlur skulu vera.

Í sambandi við spurningin um val av tyrlu upplýsti chefpiloturin hjá Atlantic Airways, at hugsast skal um, at pilotarnir skulu hava tað neyðugu útbúgvingina. Tá tú skalt flúgva við einum øðrum slagi av tyrlu, enn tú ert vanur við, skalt tú brúka eina tíð at venja teg fyri at fáa neyðugu royndirnar. Hann upplýsti eisini, at tað ikki er serligur munur á, hvussu langt ein Super-puma t.d. kann flygva í mun til tyrluna, ið ætlanin er at keypa. Viðvíkjandi veðri, so er Super-pumain t.d. avmarka til 60 knob, meðan tann tyrlan, ið ætlanin er at keypa, onga avmarking hevur enn. Payload - nyttulastin hjá eini Super-puma - er 18 ferðafólk og 2 pilotar, meðan tann, ið ætlanin er at keypa, kann taka 13 ferðafólk og 2 pilotar.

Viðvíkjandi uppskotinum hjá landsstýrinum setti umboðið fyri Scotia/Flogfelag Føroya m.a. spurning við, hví man ikki heldur t.d. leigar eina tyrlu fyri fyrst fyri ikki at binda seg ov fastan, serliga beint nú tá tað henda so nógvar broytingar á økinum. Hann helt, at spurningur eisini kann setast við, hví man ikki roynir at fáa eitt samstarv í lag soleiðis, at ein heildarætlan verður gjørd, ið eisini fevnir um ta flúgving, sum skal verða í sambandi við oljuvinnuna.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fyri nevndini upplýst, at tænastan ikki varð bjóðað út. Teir høvdu hugt at, hvørjir aðrir møguleikar vóru, men valt at tikið samráðingar upp við Atlantic Airways fyri at hava tænastuna á føroyskum hondum. Arbeiðsbólkurin hevur kannað, hvussu hetta kann gerast so bíligt sum møguligt, og samráðingarúrslitið higartil vísir, at man kann fáa eina føroyska loysn so bíligt, sum tað yvirhøvur ber til og har dentur eisini skal verða lagdur á møguligar inntøkur. Landsstýrismaðurin førdi fram, at bara eitt føroyskt felag er, sum hevur tyrlur, og tað eigur landskassin. Annars eru tað feløg úttanlands, eitt nú Briscow og Scotia, ið hava roynt at funnið sær umboð í Føroyum, men um man valdi eitt útlendskt felag, so varð man bundin at hesum, og hetta fór væntandi ikki at verða bíligari.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Jákup Sverri Kass) vísir á, at løgtingið longu fyri einum ári síðani hevur samtykt at gera ein 10 ára sáttmála við atlantsflog, og heldur tað eisini vera rætt at varðveita tyrlutænastuna á føroyskum hondum.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) viðmerkir, at tað hevur týdning, at tyrlutænastan er á føroyskum hondum. Tað, sum hesin minnilutin tó harmast um, er, at avgerðin um, hvør skal røkja tyrlutænastuna, er tikin, áðrenn uppskotið kemur í Løgtingið, og at man harafturat hevur bundið seg til eina ávísa tyrlu. Tá man longu frammanundan veit, at tyrla ikki kann lenda á nýggja vaktarskipinum, so er minnilutin serliga ivingasamur um, at tyrlan í sambandi við bjarging bara kann taka 9 fólk. Hetta tí, at á føroysku landleiðunum eru tað meira enn 30 fiskiskip, har manningartalið liggur millum 12 og 14 mans. Av tí at gjørdur verður ein 10 ára sáttmáli, so verður trupult at koma afturumaftur tey fyrstu nógvu árini. Tá einki annað alternativ fyriliggur, og minnilutin er samdur í, at tyrlutænastan skal vera føroyskum hondum, tekur minnilutin undir við uppskotinum.

Ein annar minniluti í nevndini (Alfred Olsen) viðmerkir, at hóast hann tekur undir við uppskotinum, so er hann tó sera ónøgdur við tað fyrireikandi arbeiðið, ið er lagt í hetta lógaruppskotið, og vísir í hesum sambandi t.d. á, at landsstýrismaðurin ikki hevur kannað allar møguleikar, og soleiðis ikki hevur fingið lýst fyri Løgtinginum, um hetta er tann besta og bíligasta loysnin, at tað framhaldandi eftir nevndarviðgerðina eru viðurskifti, ið eru ógreið, og vísir sum dømi á ognarviðurskiftini til ta útgerð, ið peningur er játtaður til á fíggjarlógini fyri 2000, spurningin um góðkenning av tyrluni til Serch and Rescue (SAR), viðurskifti viðvíkjandi bjargingarmanningini og trygdini fyri eini stabilari tænastu. Minnilutin viðmerkir harumframt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum yvir fyri nevndini hevur upplýst, at tað er loyvt Atlantic Airways at lata uppgávuna til t.d. eitt dótturfelag. Minnilutin vísir á, at hetta ikki er í samsvari við orðingarnar í lógaruppskotinum § 1, ið gevur landsstýrismanninum heimild til at gera sáttmála við Atlantic Airways - og bara Atlantic Airways.

2. viðgerð 14. desember 2000. Uppskot um at beina málið aftur í nevnd samtykt 15-5-8. Málið beint aftur í vinnunevndina, sum tann 18. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t II

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 10. november 2000 er tað beint vinnunevndini. Ein samd vinnunevnd legði tann 12. desember fram álit í málinum og mælti við ymiskum viðmerkingum Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum, men eftir 2. viðgerð 14. desember varð málið aftur beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið av nýggjum á fundi tann 18. desember 2000.

Við løgtingsfíggjarlógini fyri fíggjarárið 2000, á konto nr. 5.34.2.05, samtykti Løgtingið at seta 10 mió. kr. av í rakstrarjáttan til fiskiveiðieftirlitið. Í viðmerkingunum til hesa játtan verður sagt, at "sáttmáli verður gjørdur við Atlantic Airways um veitan av tyrlutænastum næstu 10 árini". Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001, sum enn ikki er samtykt, er á somu konto skotið upp at seta av 14 mió. kr. Viðmerkingarnar til játtanina eru tær somu sum tær fyri fíggjarárið 2000.

Endamálið við fyriliggjandi uppskoti er, umframt omanfyrinevndu fíggjarheimild, at geva landsstýrismanninum eina materiella heimild, ið er neyðug, um hann skal gera tann sáttmála við Atlantic Airways, ið lagt verður upp til í viðmerkingunum til fíggjarlógina.

Undir orðaskiftinum í Løgtinginum við 2. viðgerð varð komið inn á, at tað helst ikki er rætt, at navngivið felag stendur í lógartekstinum. Vinnunevndin heldur, at tað er rættast ikki at binda landsstýrismannin til einans at kunna gera sáttmála við eitt felag, og nevndin er samd um at taka navnið "Atlantic Airways" út úr lógartekstinum, soleiðis at hann sjálvur tekur ábyrgdina fyri, hvønn sáttmálin verður gjørdur við.

Við hesum viðmerkingum mælir ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Ingi Olsen og Jákup Sverri Kass) til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. Í § 1, stk. 1, verða orðini "við P/F Atlantic Airways" strikaði.
  2. Í § 2, stk. 1, og í § 3 verða orðini "P/F Atlantic Airways" broytt til "tænastuveitarin".

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen) viðmerkir einaferð enn, at hóast hann tekur undir við eini komandi tilbúgving í Føroyum, so er hann tó sera ónøgdur við tað fyrireikandi arbeiðið, ið er lagt í hetta lógaruppskotið, og vísir í hesum sambandi t.d. aftur á, at landsstýrismaðurin ikki hevur kannað allar møguleikar, og soleiðis ikki hevur fingið lýst fyri Løgtinginum, um hetta er tann besta og bíligasta loysnin, at tað framhaldandi eftir 2. nevndarviðgerðina eru viðurskifti, ið eru ógreið, og vísir sum dømi aftur á ognarviðurskiftini til ta útgerð, ið peningur er játtaður til á fíggjarlógini fyri 2000, spurningin um góðkenning av tyrluni til Serch and Rescue (SAR), viðurskifti viðvíkjandi bjargingarmanningini og trygdini fyri eini stabilari tænastu. Minnilutin viðmerkir harumframt, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum yvir fyri nevndini hevur upplýst, at tað er loyvt Atlantic Airways at lata uppgávuna til t.d. eitt dótturfelag. Minnilutin vísir á, at hetta ikki er í samsvari við orðingarnar í lógaruppskotinum § 1, ið gevur landsstýrismanninum heimild til at gera sáttmála við Atlantic Airways - og bara Atlantic Airways. Á fundi í Vinnunevndini í dag, eru nevndin tó blivin samd um at broyta uppskotið soleiðis at skotið verður upp ikki at lóggeva fyri einum ávísum felag, men umframt omanfyrinevndu spurningar, hevur minnilutin heldur ikki fingið at vita um eitt 10. áramál er tað rætta og um fíggjarligu viðurskiftini annars og kann tí ikki atkvøða fyri uppskotinum.

Ein partur av minnilutanum (Henrik Old) ger harumframt vart við, at eitt av argumentunum fyri, at ikki var neyðugt við størri tyrlu til bjarging, enn ætlanin er at útvega, var, at í størri bjargingaruppgávum langt úr landi, kundi tyrlan bunkra frá nýggja vaktarskipinum "Brimli".

Hetta er ikki so, tí í endanum av viðgerðini í vinnunevndini kom fram, at hetta ikki kann lata seg gera, tí "Brimil" ikki hevur tílíka útgerð um borð, og ongar ætlanir eru um at útvega hesa. Skal hendan útgerð útvegast til "Brimil", krevur hon eisini eina munandi árliga játtan.

Framhaldandi 2. viðgerð 19. desember 2000. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini (Heina O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Inga Olsen og Jákup Sverra Kass) til §§ 1 og 2 samtykt 17-13-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-13-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. desember 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-11-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 522-0021/2000
Fms.j.nr. 20001574-/110
Ll.nr. 127 frá 22.12.2000