Investerings- og specialforeninger

 

13  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 14. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger"

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda, skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".

Samstundis fer úr gildi ríkislógartilmæli frá 10. mai 2000 um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger".

Viðmerkingar

Í vár samtykti Løgtingið, at donsku lógirnar um virðisbrævameklarafeløg og um íløgufeløg skuldu setast í gildi í Føroyum. Í meðan eru í Danmark gjørdar broytingar í báðum lógunum, og í juli mánaði í 2000 vórðu lógirnar samanskrivaðar í "Lovbekendtgørelse nr. 704 af 17. juli 2000 om fondsmæglerselskaber" og "Lovbekendtgørelse nr. 703 af 17. juli 2000 om investeringsforeninger og specialforeninger".

Lógirnar hava ikki verið í gildi í Føroyum fyrr og hildið verður rættast, at tær eru heilt dagførdar við tær donsku, nú tær verða settar í gildi í Føroyum, tí verða tær lagdar fyri Løgtingið av nýggjum, so tær nýggjastu broytingarnar koma við. Samstundis er í teimum einstøku greinunum gjørt greiðari, hvussu útlendsk feløg kunnu virka í Føroyum, um Føroyar hava avtalu við viðkomandi land.

Banka- og sparikassalógin, virðisbrævahandilslógin, lógin um virðisbrævameklarafeløg og lógin um íløgufeløg og serfeløg eru at kalla ein eind, og tær nógvu broytingarnar í hesum lógum hanga saman við børsreforminum, sum er við at verða framdur í Danmark.

Hesar lógir eru eisini ein fyritreyt fyri einum vælvirkandi føroyskum virðisbrævamarknaði.

Lógin um íløgufeløg og serfeløg er av sera stórum týdningi fyri ein føroyskan virðisbrævamarknað.

Íløgufeløg finnast, sum er, ikki í Føroyum, men um "lov om investeringsforeninger og specialforeninger" verður sett í gildi fyri Føroyar, kundu peningastovnar og aðrir stovnsett slík íløgufeløg. Íløgufeløg hava ein avgerandi leiklut í uppbyggingini av einum føroyskum partabrævamarknaði við at økja um útboðið av partabrøvum og við at økja um handilsmongdina.

Íløgufeløg kunnu allýsast sum feløg, ið frá einum størri skara av privatpersónum, fyritøkum og øðrum taka ímóti peningi til at gera íløgur í virðisbrøv, mest børsnoterað, við eini grundreglu um váðaspjaðing. Felagsformurin tryggjar, at íleggjast kann í vandamerkt pappír, uttan at váðin hjá tí einstaka liminum í felagnum økist.

Íløgufelagið gevur út íløguprógv til limirnar fyri innskotna peningin, á sama hátt sum partafelag gevur út partabrøv. Tann, sum eigur ein part av ogn felagsins, er limur. Íløgufelagið skal, tá ein limur krevur tað, loysa út hansara part av ogn felagsins við peningi av fíggjarognini.

Limur í íløgufelagnum er sum sagt ein og hvør, sum eigur ein part av ogn felagsins, og allir partar hava somu rættindi. Tó kann tað í viðtøkunum ásetast, at eingin má hava fleiri enn so og so nógvar atkvøður á aðalfundi.

Sum so hava limirnir ikki annað til felags enn áhugan fyri í felag at spjaða váða, og við givnum váða í sambandi við íløgurnar hjá felagnum at fáa størst møguligan vinning.

Limirnir í donsku íløgufeløgunum eru ofta smáspararar, men seinnu árini hava stórir íleggjarar í størri og størri mun eisini víst áhuga. Hesir eru t.d. tryggingarfyritøkur og eftirlønargrunnar, sum við ávísum deildum hjá íløgufeløgunum kunna fara inn á íløguøkið, har teir ikki sjálvir hava neyðuga servitan.

Hugsjónin aftan fyri íløgufeløg er, at fleiri smáir íleggjarar saman virka sum ein stórur íleggjari. Á tann hátt fæst váðaspjaðing, sum kemur einstaka liminum til góðar. Eisini fæst ein professionell røkt av uppsparingini, tí í felagnum hópast upp vitan og førleiki til tess, ikki minst tá um útlendsk partabrøv og onnur útlendsk virðisbrøv ræður, og tann einstaki sparir kostnað til bæði kurtagu og goymslugjald (depotgebyr). Harumframt er lætt og skjótt at koma inn og fara út sum limur, tí felagið hevur skyldu til beinanvegin at loysa út prógvið, tá ein limur biður um tað.

Hesi viðurskifti hava týdning fyri smáspararan, tí einsamallur kann hann langt frá fáa somu váðaspjaðing. Eisini er tað dýrari hjá honum í gjøldum sjálvur at fremja íløgurnar, og tað kann lættliga koma at taka langa tíð at selja partabrøvini, um hann hevur tey sjálvur.


Uppsparing í Føroyum kann greinast út á ymsar búskaparsektorar. Hesir sektorar eru t.d. einstaklingar, fyritøkur, tryggingarfeløg og almennir stovnar. Størsti parturin av hesum peninginum var tó uppsparing hjá einstaklingum og hjá fyritøkum. Hetta merkir, at uppsparing í stóran mun er ogn hjá lutfallsliga smáum búskapareindum, sum hvør sær kunnu hugsast at hava stórar trupulleikar sum íleggjarar á partabrævamarknaðinum.

Trupulleikarnir hjá hesum smáu íleggjarum snúgva seg serliga um trupulleikar við

Í ávísan mun kann hugsast, at privatpersónar og fyritøkur hvør sær kunnu gera seg galdandi á einum skipaðum partabrævamarknaði í Føroyum, men ynskiligt hevði verið, um hesir íleggjarar eisini kundu framt íløgur í partabrøv hjá fyritøkum við at keypa lutabrøv í íløgufeløgum og partabrøv í framtaksfeløgum.

Íløgufeløg eru vanliga passivir eigarar í fyritøkum, samstundis sum framtaksfeløg oftast ynskja beinleiðis ávirkan á fyritøkuna, sum íløga er gjørd í. Her er talan um slag av íleggjarum, sum kunna hava stóran týdning fyri at fáa ein partabrævamarknað í Føroyum at virka.

Tað er um at vera komið á mál við arbeiðinum við at stovna ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Og tað sýnist, sum áhugin er stórur, at okkurt skal henda á økinum.Tí ræður um so skjótt sum gjørligt at fáa hesar báðar lógirnar settar í gildi í Føroyum, og arbeitt verður við at fáa hinar báðar lógirnar á økinum dagførdar.

Broytingar: Í uppskotinum til "anordning" í skjali 1. er skrivað við kursiv og undirstrikað, har um frávik eru frá galdandi lóg í Danmark, sum er hjáløgd í skjali 3.

Umsitingingin: Tað verður ikki stórvegis umsiting av lógini burtursæð frá at dagføra hana.

Kostnaður: Landskassin hevur ikki útreiðslur av lógini burtursæð frá umsitingini.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa, Norðoya Sparikassa, Kaupthing Føroyar og Landsbankanum. Svar er komið frá øllum uttan Norðoya Sparikassa. Eingin hevur viðmerkingar til uppskotið.

Skjalayvirlit:
Skjal 1. Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger.
Skjal 2. Uppskot frá Fíggjareftirlitinum til "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger" + skriv frá "Finanstilsynet" dagfest 5. oktober 2000.
Skjal 3. Lovbekendtgørelse nr. 703 af 17. juli 2000 om investeringsforeninger og specialforeninger
Skjal 4. Ummælisskriv frá Føroya Banka.
Skjal 5. Ummælisskriv frá Føroya Sparikassa.
Skjal 6. Ummælisskriv frá Suðuroyar Sparikassa.
Skjal 7. Ummælisskriv frá Kaupthing Føroyar.
Skjal 8. Ummælisskriv frá Landsbanka Føroya.

Tingmálini 13 og 14. vórðu viðgjørd undir einum.
1. viðgerð 23. november 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. november 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 14. november 2000 og varð málið eftir 1. viðgerð tann 23. november 2000 beint í fíggjarnevndina.

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmálinum nr. 14/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber", og hava øll bæði málini fingið somu viðgerð.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) vísir á viðmerkingarnar í løgtingsmálunum nr. 91/1999, 92/1999 og 93/1999, har minnilutin m.a. førdi fram: "Minnilutin visir á, at sambært heimastýrislógini eru tað donsk málsøki, sum hesi ríkislógartilmælini snúgva seg um. Talan er um lóggávu á sera fløktum øki, sum krevur sera nógv og gott innlit í málsøkið, um talan skal verða um neyva og skilagóða viðgerð. Tað tykist minnilutanum løgið, at uppskotini til kgl. fyriskipan ikki eru gjørd av ábyrgdarhavandi danska myndugleikanum ella í minsta lagi hava verið til ummælis hjá teimum.

Hesum bera uppskotini eisini brá av. Viðmerkingarnar til tær einstøku greinarnar eru ikki hjálagdar uppskotunum til kgl. fyriskipan, men hinvegin er ein rúgva av avritum av ymiskum donskum tilfari hjálagt málunum í slíkum formi, at sera trupult er at fáa greiðu á, hvat alt hetta snýr seg um. Minnilutin roknar við, at tá málini eru avgreidd frá løgtinginum, fara embætisfólk á viðkomandi donsku ráðharrastovu at greiða málini upp og at fyrireika ríkislógirnar, áðrenn hesar verða kunngjørdar. Soleiðis fær løgtingið ongantíð vissu fyri, hvat endaliga kemur at standa í kunngjørdu lógunum.

Sambært viðmerkingum og útsagnum frá landsstýrinum er orsøkin til, at uppskotini til kgl. fyriskipan ikki eru gjørd av ábyrgdarhavandi myndugleika tann, at málini hava so nógvan skund, at ikki kann bíðast eftir hesum. Minnilutin heldur ikki, at hendan grundgevingin er nóg góð og endurtekur, at hetta bert førir við sær, at danskir myndugleikar skulu gjøgnumganga uppskotini, eftir at tey eru samtykt á løgtingi, og síðani gera rættingar í teimum.

Hetta, at hesi trý ríkislógarmálini verða skundað í gjøgnum løgtingið nú, gevur onga trygd fyri, at ríkislógirnar koma í gildi beinanvegin. Síðani stýrisskipanarlógin fekk gildi 29. juli 1995, hevur løgtingið samtykt 33 ríkislógartilmæli. Av hesum eru átta ríkislógir enn ikki settar í gildi. Tvær av teimum eru frá juni 1996, tríggjar eru frá juni 1997 og hinar tríggjar eru frá ávikavist februar, apríl og november í 1999. Hetta kemst av, at ríkislógirnar framvegis liggja og bíða eftir gjøgnumgongd á viðkomandi donsku ráðharrastovu, og ongin ivi kann vera um annað enn tað, at hesar tríggjar ríkislógirnar fáa somu lagnu.

Tað hevði verið rættari, at danska gjøgnumgongdin fór fram áðrenn framløguna í løgtinginum, soleiðis at tað ikki gerst neyðugt at rætta í teim lógum, sum løgtingið hevur samtykt. Minnilutin mælir staðiliga til, at hetta verður gjørt nú beinanvegin, og at málini verða løgd fyri løgtingið av nýggjum, tá nýtt løgtingsár byrjar á ólavsøku 2000.

Út frá hesum viðmerkingum kann minnilutin (Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen) ikki taka undir við málunum og mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotini hjá landsstýrinum í løgtingsmálunum nr. 91, 92 og 93."

Minnilutin hevur ongar aðrar viðmerkingar.

2. viðgerð 5. desember 2000. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 7. desember 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0004/2000
Fms.j.nr. 5440-00001/2000