Fondsmæglerselskaber

 

14  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 14. november, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda, skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om fondsmæglerselskaber.

Samstundis fer úr gildi ríkislógartilmæli frá 10. mai 2000 um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om fondsmæglerselskaber". 

Viðmerkingar
Í vár samtykti Løgtingið, at donsku lógirnar um virðisbrævameklarafeløg og lóg um íløgufeløg skuldu setast í gildi í Føroyum. Í meðan eru í Danmark gjørdar broytingar í báðum lógunum, og í juli mánaði í 2000 vórðu lógirnar samanskrivaðar í "Lovbekendtgørelse nr. 704 af 17. juli 2000 om fondsmæglerselskaber" og "Lovbekendtgørelse nr. 703 af 17. juli 2000 om investeringsforeninger og specialforeninger".

Lógirnar hava ikki verið í gildi í Føroyum fyrr, og hildið verður rættast, at tær eru heilt dagførdar við tær donsku, nú tær verða settar í gildi í Føroyum, tí verða tær lagdar fyri Løgtingið av nýggjum, so tær nýggjastu broytingarnar koma við. Samstundis er í teimum einstøku greinunum gjørt greiðari, hvussu útlendsk feløg kunnu virka í Føroyum, um Føroyar hava avtalu við viðkomandi land.

Tær nýggjastu broytingarnar í lógini um virðisbrævameklarafeløg eru ein framhaldandi roynd at styrkja eftirlitið, og hesa ferð var tað serstakliga eftirlitið við koncernum, ásannandi at tað fer fram ein miðsavnan av fíggjarligum virksemi fyri at standa seg betur í kappingini.

Donsku lógirnar á fíggjarøkinum eru nógv broyttar, bæði grundað á reglur ásettar í ES og út frá tilráðingum frá donskum nevndum, sum seinastu árini eru settar at kanna ymisk øki innan fíggjarmarknaðin, og sum hava mælt til broytingar til tess at tryggja fíggjarmarknaðin best møguligt og laga hann til tær broyttu umstøðurnar bæði nationalt og internationalt.

Banka- og sparikassalógin, virðisbrævahandilslógin, lógin um virðisbrævameklarafeløg og lógin um íløgufeløg og serfeløg eru at kalla ein eind, og tær nógvu broytingarnar í hesum lógum hanga saman við børsreforminum, sum er við at verða framdur í Danmark.

Hesar lógir eru eisini ein fyritreyt fyri einum vælvirkandi føroyskum virðisbrævamarknaði.

Lógin um virðisbrævahandil er sett í gildi fyri Føroyar, og peningastovnar kunnu sambært hesi lóg virka sum virðisbrævahandlarar og bjóða fram tænastur í sambandi við virðisbrævahandil. Um aðrar fyritøkur eisini skulu hava møguleikan, er neyðugt, at lóg um virðisbrævameklaravirksemi somuleiðis verður sett í gildi fyri Føroyar.

Fyri at økja áhugan millum íleggjarar er neyðugt, at fleiri virðisbrævahandlarar bjóða fram tær tænastur, sum eru tengdar at virðisbrævahandli. Somuleiðis er neyðugt, at krøv, sum samsvara lóg um virðisbrævahandil og lóg um virðisbrævameklarafyritøkur, verða sett hesum fyritøkum soleiðis, at íleggjarar fáa álit á virðisbrævahandlarar.

Í virðisbrævahandilslógini verða virðisbrævameklarafeløg nevnd í § 4 sum fevnd av einarættinum til vinnuliga at venda sær til almenningin og bjóða seg fram sum keypara, seljara ella formidlara av virðisbrøvum.

Í hesum sambandi er hugsandi, at størstu peningastovnarnir í fyrstu atløgu bjóða hesar tænastur til peningaíleggjara. Hugsandi er harafturat, at onnur áhugað bjóða seg fram sum virðisbrævahandlarar við teimum krøvum, sum sett verða til hetta yrkið.

Lógin um virðisbrævameklarafeløg er sostatt eisini ein fyritreyt fyri at byggja upp ein føroyskan partabrævamarknað.

Tað er um at vera komið á mál við arbeiðinum at stovna ein virðisbrævamarknað í Føroyum. Og tað sýnist, sum áhugin er stórur, at okkurt skal henda á økinum.Tí ræður um so skjótt sum gjørligt at fáa hesar báðar lógirnar settar í gildi í Føroyum, og arbeitt verður við at fáa hinar báðar lógirnar á økinum dagførdar.

Broytingar: Í uppskotinum til "anordning" í skjali 1. er skrivað við kursiv og undirstrikað, har sum frávik eru frá galdandi lóg í Danmark, sum er hjáløgd í skjali 3.

Umsitingingin: Tað verður ikki stórvegis umsiting av lógini burtursæð frá at dagføra lógina.

Kostnaður: Landskassin hevur ikki útreiðslur av lógini burtursæð frá umsitingini.

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Landsbankanum, Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Kaupthng Føroyar. Svar er komið frá øllum uttan Norðoya Sparikassa. Eingin hevur viðmerkingar til uppskotið.

Skjalayvirlit:
Skjal 1. Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om fondsmæglerselskaber.
Skjal 2. Uppskot frá Fíggjareftirlitinum til" anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om fondsmæglerselskaber" og skriv frá "Finanstilsynet" dagfest 5. oktober 2000.
Skjal 3. Lovbekendtgørelse nr. 704 af 17. juli 2000.
Skjal 4. Ummælisskriv frá Føroya Banka.
Skjal 5. Ummælisskriv frá Føroya Sparikassa.
Skjal 6. Ummælisskriv frá Suðuroyar Sparikassa.
Skjal 7. Ummælisskriv frá Kaupthing Føroyar.
Skjal 8. Ummælisskriv frá Landsbanka Føroya.

Tingmálini 13 og 14 vórðu viðgjørd undir einum.
1. viðgerð 23. november 2000.  Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 30. november 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t  

Landsstýrið legði málið fram tann 14. november 2000 og varð málið eftir 1. viðgerð tann 23. november 2000 beint í fíggjarnevndina.

Málið er viðgjørt saman við løgtingsmálinum nr. 13/2000: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger", og hava bæði málini fingið somu viðgerð.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 13/2000.

2. viðgerð 5. desember 2000. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 7. desember 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-1-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0006/2000
Fms.j.nr. 5410-00002/2000