Skattur

 

15  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 16. november, løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Flemming Mikkelsen og Lisbeth L. Petersen, vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti til landskassan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 4. apríl 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 2, verða "10.500 kr." broyttar til "12.000 kr.".
  2. Í § 3, stk. 3, verða "16.200 kr. " broyttar til "18.200 kr."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001. 

Viðmerkingar:

Við løgtingsmáli nr. 12/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan, hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skotið upp, at skattastigin verður lækkaður, serliga hjá lág- og miðalinntøkunum, og at barnafrádrátturin í landskattinum verður hækkaður úr 4.000 kr. upp í 6.000 kr. Fyrra broytingin verður mett at kosta landskassanum 58 mió. kr. Tann seinni verður mett at kosta 26 mió. kr. Ella samanlagt 84 mió. kr.

Í viðmerkingunum í løgtingsmáli nr. 12/2000, søgdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin m.a.: "Í næstum fara Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin at leggja onnur uppskot fram, sum hava til endamáls at lætta um hjá teimum, sum ringast eru fyri. M.a. er talan um at hækka serliga pensjónistafrádráttin í skattinum og at lækka serliga avgjaldið á brenniolju." Við hjálagda uppskoti kemur næsti partur av tí, sum lyfti varð givið um, tá løgtingsmál nr. 12 varð framlagt.

Við hesum uppskotinum mæla Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin til, at serliga pensjónista-frádrátturin, sum er ásettur í § 3, 2. og 3. stk., í løgtingslógini um áseting av skatti, verður hækkaður soleiðis, at frádrátturin hjá støkum pensjónistum, sum nú er 16.200 kr., verður hækkaður við 2.000 kr. upp í 18.200 kr., og at frádrátturin hjá hjúnum, ið nú er 10.500 kr. hjá hvørjum, verður hækkaður við 1.500 kr. upp í 12.000 kr. Samanlagt verður broytingin mett at kosta landskassanum 12 mió. kr.

Vit skulu her taka nøkur dømir, ið sýna, hvussu skattliga støðan hjá pensjónistum er í dag. Dømini verða tikin í eini kommunu, sum hevur eitt kommunuskattaprosent upp á 20. Vit taka fyrst ein stakan pensjónist. Viðkomandi fær ein grundupphædd, ið er 50.028 kr., eina pensjónsviðbót, sum er 19.732 kr., og arbeiðsmarknaðareftirløn, ið er 7.440 kr., ella samanlagt 77.200 kr. Hesin pensjó-nisturin fær 3.150 kr. í skatti. Tá skatturin er goldin hevur hann sostatt 74.050 kr. eftir at liva av.

Taka vit so eini hjún, sum eisini búgva í eini kommunu, har kommunuskattaprosentið er 20, sær støðan soleiðis út: Grundupphædd kr. 39.756. Pensiónsviðbót kr. 13.832. Arbeiðsmarknaðareftirløn kr. 7.440. Samanlagt fær hesin gifti pensjónisturin kr. 61.028. T.v.s. at hjúnini samanlagt fáa kr. 122.056,00. Hvør av teimum fær, sum er, ein skatt upp á kr. 2.370. Tað merkir, at tey hava kr. 58.658 eftir í part at liva av.

Um hjálagda uppskotið frá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum verður samtykt, merkir hettaa, at somu pensjónistar verða heilt skattafríir, treytað av, at teir bara fáa grundupphædd, pensjónsviðbót og arbeiðsmarknaðareftirløn. Hetta er eisini treytað av, at kommunan, tey búgva í, hevur eitt skattaprosent, sum er 20 ella lægri.

Taka vit ein stakan pensjónist, sum býr í eini kommunu, ið hevur eitt kommunuskattaprosent upp á 23, sum er tað hægsta í landinum, so er hansara skattur í løtuni kr. 4.956,00. Eftir uppskotinum verður skatturin hjá hesum pensjónistunum lækkaður við kr. 3.204,00 niður í kr. 1.752,00.

Taka vit eini hjún, sum búgva í eini kommunu, ið hevur eitt kommunuskattaprosent upp á 23, so fáa tey í løtuni kr. 3.690,00 í skatti í part. Eftir uppskotinum verður skatturin hjá hvørjum av teimum lækkaður við kr. 2.380,00 niður í kr. 1.310,00.

Allar útrokningarnar eru treytaðar av, at uppskot Javnaðarfloksins og Sambandsfloksins í løgtings-máli nr. 12/2000 um at broyta skattastigan eisini verður samtykt.

Hetta mál verður við hesum framlagt við vón um tingsins stóru vælvild soleiðis, at uppskotið vinnur frama og verður samtykt á Løgtingi.

1. viðgerð 24. november 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin løgdu málið fram tann 16. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 24. november 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin taka stig til at lækka skattatrýstið. Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. desember 2000. §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.