Heimastýrislógin

 

19  Uppskot til  samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 5. desember, legði Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar um samráðingar um broytingar í heimastýrislógini

Heitt verður á landsstýrið um at taka upp samráðingar við donsku stjórnina við tí í hyggju at gera semju um, at lagt verður fyri Løgtingið og Fólkatingið uppskot til broyting í heimastýrislógini soleiðis, at § 11, stk. 1, fær hesa føroysku orðing: "Føroyskt er tjóðarmál í Føroyum" og hesa donsku orðing: "Færøsk er det nationale sprog på Færøerne."

Viðmerkingar:
Heimastýrislógin var úrslitið av samráðingum millum føroyskar og danskar myndugleikar.Tí er henda lóg at skilja sum ein avtala millum hesar báðar partar. Tí ber heldur ikki til, at vit einvegis skjóta upp broytingar í heimastýrislógini, men eiga vit at taka upp samráðingar við danskar myndugleikar um ætlaðu broytingina.

Tað er annars ikki á hvørjum degi, at uppskot verða løgd fram á ting við ynski um broytingar í heimastýrislógini, hóast hetta langt frá er fyrstu ferð síðan 1948.

Tað er eingin loyna, at flestu føroyingar í longri tíð hava tikið tað sum givið, at gamla heimastýrislógin sang sítt seinasta vers. Landsstýrið boðaði avgjørt frá á vári 1998, at í hesum valskeiðnum skuldu Føroyar skipast sum eitt fullveldi, og harvið fór heimastýrislógin í søguna.

Hóast ikki allir flokkar á tingi hava tikið undir við fullveldisætlan landsstýrisins, so hava flestu teirra boðað frá, at tíðin nú var farin frá heimastýrislógini.

Høvuðsboðskapur Javnaðarfloksins í sjálvstýrislógini er, at heimastýrislógin verður tikin av, og nýggj skipan gjørd ístaðin.

Men nú er eftir øllum at døma vent í holuni. Líkt er til, at landsstýrið við nýggju semjuni frá 2. november 2000 vil varðveita heimastýrislógina í mong ár aftrat. Hon skal nú ikki takast av, men teir møguleikar, sum henda lóg hevur givið okkum síðan 1948 til at økja um føroyskt sjálvstýri, skulu nú troytast til fulnar, ella hon skal tømast, sum tikið verður til. Takka verið sitandi samgongu er heimastýrislógin sostatt aftur komin til heiðurs og æru, og kann hon lættliga koma at verða ein politiskur veruleiki komandi 15 – 20 árini.

---------------------------------------------

Seinastu tíðina hevur verið rættiligt kjak um støðuna hjá okkara móðurmáli. Hetta komst av, at Danmark hevur góðkent og staðfest europeiska sáttmálan um økismál og minnilutamál, har føroyska málið hevur fingið ein sera ivasaman heiður.

Vísandi til orðingina í grein 11 í heimastýrislógini hevur danski uttanríkisráðharrin boðað frá, at føroyskt bara er okkara høvuðsmál, men at danskt skal lærast væl og virðiliga og kann brúkast í almennum samskifti.

Hóast føroyingar, umboðaðir av einum meiriluta í uttanlandsnevndini, kravdu, at føroyskt í hesum sáttmála varð viðurkent sum okkara tjóðarmál, so sigur danski uttanríkisráðharrin, at hann noyðist at brúka orðingarnar frá §11 í heimastýrislógini.

Hetta verður gjørt við einari yvirlýsing, har støðan hjá okkara máli er lýst. Men víðari stendur: "Danmarks ratifikation af pagten vil ikke på nogen måde præjudicere udfaldet af forhandlingerne om Færøernes fremtidige forfatnigsretlige status" V.ø.o. verða broytingar framdar í okkara ríkisrættarligu støðu, so verður yvirlýsingin broytt samsvarandi. Ella um heimastýrislógin í grein 11 fær nýggja orðing, so verður yvirlýsingin broytt.

So nakað er nú litið okkum upp í hendi at fáa avgreitt.

Eftir stendur tó framvegis, at Føroya Landsstýri ongantíð hevur spurt Løgtingið, hvat tað heldur um sáttmálan.

Heldur enn framhaldandi at illneitast um óhepnu gongdina í hesum máli, so vil Javnaðarflokkurin heldur mæla til, at menn fara til verka fyri at finna eina virðiliga loysn.

Tískil skjýtur Javnaðarflokkurin nú upp, at Løgtingið heitir á landsstýrið um at taka upp samráðingar við ríkisstjórnina til tess, at grein 11 kann fáa eina nýggja orðing soleiðis, at føroyskt verður lýst sum tjóðarmál føroyinga.

1. viðgerð 8. desember 2000. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 13. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 5. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 8. desember 2000 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 16., 23. og 30. januar, 6. og 8. februar 2001.

Ein meiriluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) tekur undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. Í heitinum, ganga orðini "samráðingar um" út.
  2. Uppskotið verður orðað soleiðis: "Heitt verður á landsstýrið um at arbeiða fyri, at § 11 í heimastýrislógini verður strikað."

Ein minniluti í nevndini (Edmund Joensen og Heðin Mortensen) tekur undir við málinum, men mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

Orðið "tjóðarmál" verður broytt til "høvuðsmál" og orðini "det nationale sprog" verða broytt til "hovedsproget".

Minnilutin viðmerkir, at skal ein einstøk broyting gerast í heimastýrislógini, sum klárt og greitt sigur, hvørja uppfatan føroyingar hava av føroyskum máli, so er tryggasti og mest einfaldi mátin einans at staðfesta, at føroyskt er høvuðsmálið í Føroyum.

Harvið verður ikki nomið við aðrar umstríddar partar í lógini í hesum umfari, men broytingin loysir tann viðkomandi spurningin, sum uppskotið til samtyktar leggur upp til at greiða.

2. viðgerð 15. februar 2001. Broytingaruppskot frá minnilutanum í uttanlandsnevndini, Edmund Joensen og Heðin Mortensen, fall 6-0-23. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Hergeir Nielsen, Jógvan við Keldu, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverra Kass og Jenis av Rana, samtykt 23-0-6. Uppskot til samtyktar soleiðis broytt samtykt 23-0-6. Málið avgreitt.