Starvsfólk - uppsøgn

 

20  Uppskot til  samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 5. desember, legði Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

samtyktar um at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku

Heitt verður á landsstýrið um í hesi tingsetuni at leggja fyri Løgtingið uppskot til broytingar í galdandi lóggávu, ið hevur til endamáls at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku.

Viðmerkingar
Skotið verður upp at seta úr gildi ta sonevndu 120-daga regluna um stytta uppsagnarfreist í sambandi við sjúku við at strika verandi § 5, stk 2, í starvsfólkalógini. Í staðin verður skotið upp at seta nýggja § 5, stk 2, sum áleggur arbeiðsgevara/starvsstaði og Almannastovuni í felag at royna at skipa soleiðis fyri, at sleppast kann undan uppsøgn í sambandi við sjúku.

Vanliga uppsagnarfreistin er tilskilað í § 2, stk.2, í starvsfólkalógini. Eftir fyrstu 6 mánaða starvstíð er hon í minsta lagi 3 mánaðir og verður hereftir longd við 1 mánaði fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir.

Men verður starvsmaður orsakað av sjúku ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, kann hann eftir § 5, stk 2, sigast upp við styttari uppsagnarfreist. Henda sonevnda 120-daga reglan ljóðar soleiðis í § 5, stk 2, 1. punktum:

"Tó kann vera fyrisett í skrivligum sáttmála í einstøkum tænastuviðurskiftum, at starvsmaður kann sigast upp við 1 mánaða freist til uppathald, tá ein mánaður er úti, tá ið starvsmaður innan fyri eitt tíðarskeið av 12 fylgjandi mánaðum hevur tikið móti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans."

Sostatt verður heitt á landsstýrið um at koma í Løgtingið við uppskoti til broyting í starvsfólkalógini, so at verandi § 5, stk. 2, verður strikað, og nýggj § 5, stk. 2, verður sett inn ístaðin.

Nýggja greinin kann t.d. fáa hetta orðaljóðið:

§ 5, stk. 2: "Verður starvsmaður orskað av sjúku ella skaða ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, hava starvsstaðið og Almannastovan skyldu til at royna at skipa soleiðis fyri, at sleppast kann undan uppsøgn orskað av sjúkuni ella skaðanum.

Verður starvsmaður sagdur upp orsakað av sjúku ella skaða, er uppsagnarfreistin sambært § 2, stk. 2.

Tó kann hann ikki sigast upp við styttri freist enn 4 mánaðir til uppathald seinast í einum mánaði."

Henda nýggja § 5, stk. 2, er tí at skilja sum ein nýggj grein um sosiala ábyrgd á arbeiðsplássinum, og kunnu almennu arbeiðsgevarar ganga á odda, við at skipa sjúkraráð á almennu arbeiðsplássunum soleiðis, at í mest møguligan mun kann sleppast undan uppsøgn orskað av sjúku.

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann við rundskrivi áleggja øllum almennum arbeiðsplássum at stovna sjúkraráð við heimild í nýggju § 5, stk. 2, í starvsfólkalógini. Hvørt sjúkraráð kann hava 3 limir, sum eru umboð fyri arbeiðsgevara, fakfelag ella álitisumboð og ein sosialráðgevi frá Almannastovuni.

Sjúkraráðið hevur til uppgávu í seinasta lagi 8 vikur eftir, at starvsfólk er vorðið sjúkraskrivað, í samráð við tí sjúka starvsfólkinum at royna at skipa soleiðis fyri, at arbeiðsuppgávur og/ella arbeiðstíð verður lagað til heilsubrekið hjá viðkomandi.

Í tann mun tað er gjørligt, kann sjúka starvsfólkið soleiðis fáa møguleika at halda áfram at arbeiða í einum sonevndum "vardum starvi", sum viðkomandi hevur førleika til at røkja.

Starvsfólk, ið koma undir hesa grein, skulu ikki verða fyri lønarmissi orsakað av broyting í arbeiðsuppgávum og/ella niðursettari arbeiðstíð. Almannastovan skal sambært grein 18 a í forsorgarlógini rinda arbeiðsplássinum lønarkostnaðarendurgjald, ið samsvarar mistum arbeiðsavriki.

Fólk, ið gerast sjúk ella skadd og harvið missa ein part av teirra vinnuførleika, eiga ikki at verða uppsøgd, men í staðin fáa møguleika at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Tað er ógvuliga álvarsamt at missa tilknýtið til arbeiðsplássið og til arbeiðsmarknaðin sum heild, ikki minst tá ein verður sjúkur. Arbeiðið hevur ómetaliga stóran týdning fyri tilveruna hjá hvørjum einstakum, fyrst og fremst sum hátturin at vinna pening til lívsins uppihald, men eisini er arbeiðið, tilknýtið til eitt arbeiðspláss, av størsta týdningi fyri trivnaðin og sosialu tilveruna hjá fólki.

Tað er tí ein ógvuslig hending hjá fólki, sum hava havt fast tilknýti til eitt arbeiðspláss í drúgva tíð, og í hesum tíðarskeiði eisini hava bygt upp eina uppsagnarfreist, bara at verða uppsøgd við 1 mánaða freist, um tey verða sjúk fyri eitt longri tíðarskeið. Fyri tað fyrsta verður tann uppsagnarfreistin, tey annars hava vunnið sær rætt til, tikin frá teimum smb. hesi 120-daga regluni í starvsfólkalógini, fyri tað næsta verða tey koyrd til hús uttan fyrilit fyri broyttu støðu teirra, og fyri tað triðja missa tey ikki bara tilknýtið til arbeiðsplássið, men til arbeiðsmarknaðin yvirhøvur.

Á henda hátt at taka vunna uppsagnarfreist frá starvsfólki, verða tey sjúk ella skadd, so at tey missa ein part av sínum arbeiðsførleika fyri eina longri tíð, og harnæst siga tey upp uttan fyrilit, halda arbeiðsgevarar seg kunna gera eftir hesi sonevndu 120-daga regluni, tvs. § 5, stk. 2, í starvsfólkalógini.

Og at arbeiðsgevarar leggja stóran dent á henda rætt sín at koyra fólk til hús við styttari uppsagnarfreist, missa tey ein part av sínum arbeiðsførleika vegna sjúku ella skaða, sæst týðiliga av setanarbrøvunum hjá almennu arbeiðsgevarunum. Her hevur Lønardeildin í Fíggjarmálastýrinum einvíst - uttan samráðing við fakfeløgini - snikkað ein broyttan setanarsáttmála til, sum starvsfólk ið verða sett í starv, skulu undirskrivað. Í hesum skerpaða setanarsáttmála hevur Fíggjarmálastýrið sett inn eitt ískoyti til § 12 um uppsøgn, sum undir yvirskriftini "Stytt uppsagnarfreist í sambandi við sjúku" er ein endurtøka av 120-daga regluni í starvsfólkalógini.

Fíggjarmálastýrið tvíheldur um, at hetta setanarbrævið, har 120-daga reglan beinleiðis er tilskilað, skulu allir almennu arbeiðsgevararnir, øll stýrini undir landsstýrinum, brúka. Tvs. starvsfólk skulu skriva undir upp á 120-daga regluna, tá tey verða sett í starv.

Hesum hava fakfeløgini sjálvandi mótmælt harðliga, men til fánýtis.

Fakfeløgini hava eisini víst á - og við røttum - at 120-daga reglan ikki samsvarar við nýggju § 18 a í forsorgarlógini, sum Løgtingið setti í verk við broyting í løgtingslóg um forsorg. Henda broyting kom í gildið 01.01.1998 og hevur m.a. til endamáls at veita fólki við avmarkaðum vinnuførleika sonevnt "vart starv", tvs. eitt virkið lív á arbeiðsmarknaðin í staðin fyri uppsøgn og eina fasta peningaliga veiting frá Almannastovuni. Henda § 18 a heimilar lønarískoyti til slík vard størv, so arbeiðsgevarin fær endurgjald fyri avmarkingina í arbeiðsavrikinum hjá honum, ið setturí verður í vart starv.

Vísast kann eisini á, at Almanna- og Heilsumálastýrið hevur longu 04.05.1998 í skrivi til "Allar almennar stovnar" kunnað um skipanina við vardum størvum. Men tað kann so eisini tykjast løgið, at sama Almanna- og Heilsumálastýrið nýtir setanarbrævið frá Fíggjarmálastýrinum, har nýggj starvsfólk beinleiðis skulu undirskriva, at tey geva seg undir 120-daga regluna at kunna verða koyrd til hús við styttari uppsagnarfreist.

Almennu arbeiðsgevararnir eiga at ganga á odda við at skipa so fyri, at okkara arbeiðsmarknaður ikki útihýsir fólk, sum av sjúku, skaða ella av øðrum ávum hava skerdan arbeiðsførleika, men heldur roynir at laga viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum so, at vit kunnu fáa ein meira rúmligan arbeiðsmarknað, har pláss er fyri øllum. Bæði arbeiðsgevarar og arbeiðspláss eiga tí at vísa sosiala ábyrgd og syrgja fyri, at pláss eisini er fyri starvsfeløgum við heilsubreki.

Tí er neyðugt at taka verandi § 5, stk. 2, tað sonevndu 120-daga regluna, burtur úr starvsfólkalógini, og ístaðin seta inn nýggja grein um sosiala ábyrgd, sum heimilar, at á øllum almennum arbeiðsplássum verða skipað sjúkraráð, ið finna útvegir fyri, at eisini fólk við skerdum arbeiðsførleika kunnu hava eitt virkið arbeiðslív.

Í øðrum londum er farið inn á hesa leið, og við góðum úrslitum fyri allar partar, bæði fyri arbeiðsgevarar og starvsfólk. T.d. hava donsku kommunurnar havt stórt gagn av, at 120-daga reglan varð sett úr gildið. Serliga kommunur, sum longu fyri 4-5 árum síðan tóku 120-daga regluna av og settu sjúkraráð inn ístaðin, hava havt stórar fyrimunir av, at sjúkrafráveran er minkað munandi. So leingi 120-daga reglan var galdandi, hevði arbeiðsplássið eina passiva støðu til sjúkrafráveruna og læt standa til, og tá teir 120 dagarnir so vóru farnir, vórðu fólk koyrd til hús. Og tey nógvu teirra komu aldrin inn aftur á arbeiðsmarknaðin. Nú tá 120-daga reglan er burtur, og sjúkraráð er skipað á arbeiðsplássinum, verða longu tíðliga í eini sjúkrafráveru tikin aktiv stig til at broyta tey viðurskifti, sum elva til sjúkrafráveruna, og tað kunnu vera viðurskifti bæði hjá tí sjúka og á arbeiðsplássinum. Tað eru dømir um kommunur, sum við slíkum aktivum sjúkrapolitikki á teirra arbeiðsplássum hava minkað um sjúkrafráveruna við meira enn triðingi eftir fáum árum.

Tað má jú verða høvuðstátturin í einum virknum starvsfólkapolitikki - og harí eisini uppsagnar- og sjúkrapolitikki - at skapa fortreytirnar á arbeiðsplássunum fyri einum góðum arbeiðsumhvørvi við tryggleika og ábyrgd fyri hvørjum øðrum.

Tað er tað, sum hettar uppskotið miðar eftir.

1. viðgerð 19. desember 2000. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 19. januar2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 5. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 19. desember 2000 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 11. og 18. januar 2001.

Nevndin hevur fingið skriv við viðmerkingum til málið frá Føroya Arbeiðsgevarafelag, dagfest 22. desember 2000, Fakfelagssamskipanini, dagfest 15. januar 2001, og landsstýrismanninum í fíggjarmálum, dagfest 18. januar 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Fakfelagssamskipanina, umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og við landsstýrismannin í vinnumálum.

Nevndin er samd um, at verandi skipan kann hava sera óhepnar avleiðingar fyri einstøk starvsfólk, alt eftir hvussu hon verður umsitin. Hinvegin hevur verið víst á, at verður 120-daga reglan tikin av, so kann hetta hava við sær sera stórar trupulleikar fyri tey minstu arbeiðsplássini, og um heilt illa vil til, kann tað hava við sær, at smáir handilsmenn og aðrar fyritøkur, ið serliga eru at finna úti á smáplássunum, noyðast at gevast.

Víst hevur verið á, at fleiri møguleikar eru fyri at betra um støðuna og minka um ella loysa trupulleikarnar, ið starvsfólk og arbeiðsgevarar koma í, tá starvsfólk gerast sjúk, og fyri at finna loysnir soleiðis, at fólk, ið hava ella fáa kropslig brek, kunnu røkja eitt starv. Serliga heldur nevndin, at tað kundi verið áhugavert at kannað møguleikarnar fyri eini sjúkutryggingarskipan, svarandi til uppskotnu barsilstryggingarskipanina og til verandi arbeiðsloysistryggingarskipan.

Nevndin heldur tí, at tað er rætt at heita á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at gera broytingar í galdandi lóggávu fyri at fyribyrgja, at starvsfólk verða uppsøgd við styttari freist orsakað av sjúku. Nevndin leggur tó dent á, at nógvir aðrir møguleikar eiga at verða kannaðir enn teir, ið viðmerkingarnar til uppskotið leggja upp til, og at trygd má fáast fyri, at ein loysn ikki kemur at hava við sær órímiligar ella ótilætlaðar fylgjur fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Helst er eisini rættast, at Løgtingslógin um starvsmenn, ið er frá 1958, verður tikin upp til endurskoðan í síni heild.

Ein samd nevnd tekur við hesum viðmerkingum undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. januar 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.