Sjóumveldi - marknaseting

 

22  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum


Viðgerðin av lógini á fólkatingi

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti  ið 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. desember, legði Anfinn Kallsberg, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um marknaseting av sjóumveldinum  

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda, skjal 1, "Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om afgrænsning af søterritoriet".

Viðmerkingar:
Í dag er galdandi umveldismark á sjónum kring Føroyar ásett at vera tríggjar fjórðingar (5.556 m) úr grundlinjunum. Nú er ætlanin at víðka sjóumveldið soleiðis, at nýggja umveldismarkið fer at verða ásett til tólv fjórðingar (22.224 m) úr grundlinjunum. Um ikki avmarkingar eru í lóggávuni, er allur vanligur føroyskur rættur galdandi innan fyri umveldismarkið. Ein týdningarmikil fylgja av at flyta umveldismarkið longur úr landi er tískil, at øll vanlig føroysk lóggáva tá fer at hava gildi í einum munandi størri umveldi enn í dag, um ikki aðrar landafrøðiligar avmarkingar eru í lóggávuni.

Viðvíkjandi eftirliti við umveldinum er Landsstýrið um Ríkisumboðið kunnað um, at danska stjórnin metir ikki, at henda víðkan av sjóumveldinum hevur við sær tørv á øktari eftirlitsorku frá danskari síðu.

Fíggjarmálastýrið hevur gjørt vart við, at meirvirðisgjaldslógin og tolllógin báðar beinleiðis nevna, at ávikavist avgjaldsøkið og tolløkið fevna um føroyska landøkið, firðir og havleiðir við Føroyar út á tríggjar fjórðingar úr grundlinjunum og loftrúmið yvir nevnda øki. Tað merkir, at nevnda víðkan av sjóumveldinum út á tólv fjórðingar ikki av sær sjálvum hevur við sær, at avgjaldsøkið og tolløkið verða víðkaði samsvarandi. Avgjaldsøkið og tolløkið verða óbroytt, til annað er ásett í ávikavist meirvirðisgjaldslógini og tolllógini. Verða avgjaldsøkið og tolløkið, ella bert annað teirra, eisini víðkað, kann tað hava við sær ávísar umsitingarligar og fíggjarligar avleiðingar, ið mega verða nærri kannaðar, um ynski verður at fremja slíka lógarbroyting um víðkan.

Ein avleiðing av at áseta sjóumveldismarkið til tólv fjórðingar verður, at tørvur verður á at gera ávísar tillagingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap viðvíkjandi koordinatum til grundlinjurnar, so at løgtingslógin fer at verða í samsvar við nýggja sjóumveldismarkið.

Hjálagt:

"Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om afgrænsning af søterritoriet." 

Skjal 1.

 

Udkast

til

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om afgrænsning af søterritoriet

I medfør af § 6 i lov nr. 200 af 7. april 1999 om afgrænsning af søterritoriet, der fastsætter at loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men at den ved kongelig anordning kan sættes i kraft for disse rigsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger, bestemmes, at loven skal gælde for Færøerne i følgende affattelse:

§ 1. Danmarks søterritorium udgøres af ydre og indre territorialt farvand.

§ 2. Det ydre territoriale farvand omfatter de områder af havet, som indadtil er begrænset af de i stk. 3 nævnte til enhver tid gældende basislinjer og udadtil er begrænset af linjer trukket således, at afstanden fra ethvert punkt på disse linjer til det nærmeste punkt på basislinjen er 12 sømil (22.224 m).
Stk. 2. Ydergrænsen for det ydre territoriale farvand kan i mangel af anden aftale i forhold til fremmede stater, hvis kyster ligger over for det danske riges kyster i en afstand, der er mindre end 24 sømil, eller som grænser op til Danmark, ikke overskride den midtlinje, som i ethvert punkt ligger lige langt fra de nærmeste punkter på de basislinjer, hvorfra bredden af de to landes søterritorier måles, medmindre særlige omstændigheder nødvendiggør en anden linjeføring.
Stk. 3. Udenrigsministeren fastlægger og bekendtgør det ydre territorialfarvands ydergrænser samt de basislinjer, som i henhold til stk. 1 lægges til grund ved beregningen heraf.
Stk. 4. I farvande, hvor særlige forhold gør sig gældende, kan udenrigsministeren bestemme, at ydergrænsen for det ydre territoriale farvand fastlægges i en kortere afstand fra basislinjerne end 12 sømil.

§ 3. Det indre territoriale farvand omfatter de vandområder såsom havne, havneindløb, rede, bugter, fjorde, sunde og bælter, som er beliggende inden for de i § 2, stk. 3, nævnte basislinjer.

§ 4. Loven træder i kraft den 1. juli 2001. 

1. viðgerð 13. desember 2000. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 16. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2000 er tað beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 16. januar 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin sett landsstýrinum ávísar spurningar.

Nevndin hevur í hesum sambandi fingið upplýst, at:

Orsøkin til, at tað í viðmerkingunum til lógaruppskotið verður sagt, at tørvur verður á at gera ávísar tillagingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, er, at tað møguliga kann gerast neyðugt við nøkrum heilt smáum justeringum til tey krosstølini, ið grundlinjurnar til fiskimarkið verða roknaðar út frá, men at talan bert er um sentimetrar, og at tað í ongum førum verður talan um meira enn 1 metur. Neyvari ásetingar eru gjørdar fyri krosstølini til grundlinjurnar fyri sjóumveldið, og ynski er, at hesar neyvaru ásetingar av krosstølunum fyri grundlinjurnar eisini skulu vera galdandi fyri fiskimarkið.

Orsøkin til, at meirvirðisgjaldslógin og tolllógin ikki verða broyttar beinanvegin, er, at politisk støða ikki er tikin til, um hetta skal gerast, og verður spurningurin ikki tikin upp, fyrr enn fyriliggjandi uppskot er samtykt.

Viðvíkjandi spurninginum um møguligar praktiskar avleiðingar av broytingini fyri einstøk lógarøki, so hevur løgmansskrivstovan havt uppskotið til ummælis í Vinnumálastýrinum, Oljumálastýrinum, Fíggjarmálastýrinum og í Fiskimálastýrinum, men umframt hetta hevur man ikki kannað møguligar praktiskar avleiðingar av uppskotinum. Upplýst varð tó, at danska verjan og Vaktar- og Bjargingartænastan upp á fyrispurning hava upplýst, at teir ikki meta, at uppskotið fer at hava við sær eyka kostnað fyri teir.

Fyri at fáa innlit í grundgevingarnar aftan fyri sjálva fyriskipanina og tær einstøku ásetingarnar í fyriskipanini, hevur nevndin útvegað sær uppskotið til "Lov om afgrænsning af søterritoriet", ið varð endaliga samtykt í Fólkatinginum tann 23. mars 1999.

Viðmerkingarnar til uppskotið til "Lov om afgrænsning af søterritoriet" innihalda eina gjøgnumgongd av teimum mest týðandi praktisku avleiðingunum, ið, danir hava mett, standast av broytingini.

Nevndin hevur harumframt vent sær til málstovuna á Fróðskaparsetri Føroya fyri at fáa teirra áskoðan, um tað er rættari at nýta orðið sjóumveldi ella orðið sjómark. Á málstovuni varð greitt frá, at sjómark og sjóumveldi eru tvey ymisk hugtøk. Sjómarkið eru tær linjur í sjónum, ið seta mark fyri, hvussu langt sjóumveldið røkkur. Sjóumveldið er sostatt økið innan fyri sjómarkið ella tað sama sum sjóøki, og merkir hetta, at eingin broyting verður viðvíkjani nýtsluni av orðinum sjómark.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum.

Viðvíkjandi spurninginum um møguligar broytingar í toll- og meirvirðisgjaldslógunum, so gongur nevndin út frá, at landsstýrið tekur hetta til viðgerðar so skjótt, sum fyriliggjandi uppskot er samtykt.

Ein meiriluti í nevndini (Heðin Mortensen, Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverri Kass og Jenis av Rana) heldur tó, at tað er í betri samsvari við vanligt føroyskt málbrúk, at nýta orðið "sjóøki" heldur enn "sjóumveldi", tá talan er um økið innan fyri sjómarkið, og mælir tí Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

Í heitinum, verður orðið "sjóumveldinum" broytt til "sjóøkinum".

Ein minniluti í nevndini (Hergeir Nielsen og Jógvan við Keldu) mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 18. januar 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í uttanlandsnevndini, Heðin Mortensen, Edmund Joensen, Jóannes Eidesgaard, Jákup Sverra Kass og Jenis av Rana, fall 15-0-15. Ríkislógartilmælið samtykt 31-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 23. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 525-0003/2000
Uttanlandsdeildin j.nr. 430-10-0002/2000/7