Viðbót - pensjónistar

 

23  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl., sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, verður gjørd henda broyting:
Í § 1, stk. 2, verður „ kr. 3.387" broytt til „kr. 6.000".

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001.

Viðmerkingar:
Javnaðarflokkurin heldur, at neyðugt er at gera ymsar broytingar í lógini um viðbót til ávísar pensjónistar.

Lógin var upprunaliga ætlað sum ein viðbót til teir pensjónistar, ið lítið og einki annað hava enn pensjónina at liva av. Hetta er enn endamálið. Lógin ásetir, at ávís upphædd, ið verður ásett í kunngerð, verður útgoldin 3 ferðir um árið. Upprunaliga var upphæddin ætlað sum stuðul til útreiðslur av brenniolju og seinni eisini til útreiðslur til útvarps- og sjónvarpsgjald.

Javnaðarflokkurin skjýtur tí upp, at upphæddin verður hækkað soleiðis, at hon samanlagt verður kr. 6.000,- fyri komandi ár. Hetta er ein hækking upp á kr. 2.613,- til hvønn av teimum umleið 3.900 pensjónistunum, ið væntandi verða fevndir av lógini í ár.

Kostnaðurin av hækkingini verður mettur til umleið 10 mió.kr. í 2001. Henda upphædd verður at seta á fíggjarløgtingslógina fyri 2001. Hetta kann hóskandi verða gjørt sum broyting til uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri 2001.

Í mars í ár varð tílíkt uppskot sum hetta sett fram av undirritaða vegna Javnaðarflokkin. Men samgongan tók ikki undir við uppskotinum tá.

Nú hevur so landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tann 5. desember 2000 boðað frá í svari upp á skrivligan fyrispurning á Løgtingi, at hann hevur broytt hugsan og nú tekur undir við, at júst henda viðbót til ávísar pensjónistar verður hækkað.

Til tess at tryggja pensjónistum, at teir veruliga kunnu fáa hesa hækking í viðbótini, sum nú bæði andstøða og samgonga taka undir við, verður uppskotið lagt fram.

1. viðgerð 21. desember 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. januar legði fram soljóðandi

Á l i t

Javnaðarflokkurin hevur lagt málið fram tann 12 desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3., 5., 9. og 16. januar 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og í ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) tekur ikki undir við uppskotinum. Víst verður á, at meirilutin í løgtingsmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum mælir til, at viðbótin til ávísar pensjónistar v. fl. verður ásett til kr. 4.400.

Meirilutin mælir sostatt Løgtinginum til at fella uppskotið.

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað vísandi til viðmerkingarnar.

2. viðgerð 18. januar 2001. §§ 1 og 2 fullu 14-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.