Trivnaðar- og heilsuráð

 

24  Uppskot til  løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð  

§ 1. Trivnaðar- og heilsuráðið er ráð undir landsstýrismanninum, hvørs setningur er at útgreina føroyska almanna- og heilsuverkið og gera uppskot til eina langtíðarætlan fyri føroysku vælferðartænastuna.
Stk. 2. Limirnir í Trivnaðar- og heilsuráðnum útgreina arbeiðssetningin saman við landsstýrismanninum.

§ 2. Í Trivnaðar- og heilsuráðnum sita 5 limir, valdir av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Ein limur umboðar heilsuøkið, tríggir limir umboða almannaøkið. Fimti limurin, skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin velur formann og næstformann millum limirnar í ráðnum.

§ 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir limir í arbeiðsnevndir eftir tilmæli frá Trivnaðar- og heilsuráðnum í sambandi við arbeiði ráðsins.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formenninar í arbeiðsnevndunum í millum ráðslimirnar.

§ 4. Landskassin rindar kostnaðin av arbeiði Trivnaðar- og heilsuráðsins.

§ 5. Trivnaðar- og heilsuráðið letur landsstýrismanninum álit við tilráðing í seinasta lagi 31. desember 2001.

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar
"Uppskot til samtyktar um setan av einum Trivnaðar- og heilsuráði" varð samtykt av Løgtinginum 12. apríl 2000. Sambært hesum verður heitt á landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum, um í seinasta lagi í ólavsøkutingsetuni 2000 at leggja lógaruppskot fyri Løgtingið um setan av einum Trivnaðar- og heilsuráði.

Ráðið skal sambært samtyktini "gera eina útgreining av føroyska almanna- og heilsuverkinum og gera uppskot til eina langtíðarætlan við tí endamáli at tryggja eitt høgt og nøktandi støði á føroysku vælferðartænastuni. Endamálið skal vera at hava einfaldar, gjøgnumskygdar skipanir, ið kunnu umsitast rættartrygt so nær borgaranum sum gjørligt."

Í viðmerkingunum til uppskotið verður greitt frá, at nú, tá arbeitt verður við at finna grundarlagið fyri einum sjálvstøðugum føroyskum vælferðarsamfelagi, er neyðugt, at vit eisini innan fyri almanna- og heilsuøkið finna grundarlag fyri, hvussu hetta skal skipast.

Hervið verður lagt fram uppskot til løgtingslóg um Trivnaðar- og heilsuráð.

Fíggjarlig ábyrgd av málsøkinum
Almanna- og heilsumál er danskt málsøki. Men eftir § 9 í heimastýrislógini varð umsitingin av almannaverkinum yvirtikin í 1975 og umsitingin av heilsuverkinum í 1977. Umsitingin av serforsorgini, sjúkrakassunum og tí primeru heilsutænastuni varð tó fyrst yvirtikin í 1988. Apoteksverkið og Vanlukkutryggingin eru einastu øki, sum fult og heilt eru yvirtikin. Hetta var ávikavist í 1948 og í 1980.

Sum danskt øki hava danir fíggjarliga ábyrgd av økinum. Stuðulin úr Danmark til føroyska almanna- og heilsuverkið varð til og við 1987 goldin landskassanum sum endurgjald. Tann 9. mars 1987 gjørdu danska stjórnin og Føroya Landsstýri sínamillum avtalu um at taka endurgjaldsskipanina av, og stuðulin til almanna- og heilsuverkið varð í staðin goldin sum blokkstuðul.

Við lóggávu frá 1987 fekk heimastýrið 118 mió. kr. í blokki til almannaøkið og 177 mió. kr. til heilsuøkið. Á almannaøkinum vóru tó ikki umfataðar útreiðslur eftir fólkapensiónslógini, invalidpensiónslógini, dagpeningalógini, forsorgarlógini og barnaforsorgarlógini. Hesar útreiðslur vórðu framhaldandi veittar Føroya Landsstýri sum endurgjald.

Tær ógvusligu sparingarnar, sum vórðu gjørdar innan hetta økið í Føroyum fyrst í 90’unum elvdu til, at stórur munur varð í millum tað, sum danir lótu, og tað, sum føroyingar brúktu til ávikavist almannaverk og heilsuverk.

Veitingarnar frá donsku stjórnini eru í dag partur av samlaðu heildarveitingini, og soleiðis ikki longur eyðmerktar til hvørt økið sær. Samstundis er endurgjaldsskipanin fyri ta oman fyri nevndu almannalóggávuna nú gjørd um til blokk. Tær viðmerkingar, sum grannskoðarin hevði til umsitingina av almannaøkinum, gjørdu, at danski ráðharrin fyri sosialmálum strongdi á, at føroyingar tóku størri ábyrgd av hesum økinum.

Blokkstuðulin er upp á seg vaksin munandi meira, enn føroyska samfelagið hevur sett av til hetta økið. Samlaðu útreiðslurnar á løgtingsfíggjarlógini í 2000 fyri almanna- og heilsumál er kr. 1.399.723, meðan heildarveitingin er sett á eina grein fyri seg og raðfest soleiðis, at knappar 300 milliónir av henni verða brúktar til rakstur sambært fíggjarlógini.

Lóggávuheimild á økinum
Fólkatingið samtykti í 1995 tvær rammulógir, sum áleggja og heimila heimastýrinum at lóggeva innan fyri almanna- og heilsuøkið, tó at ávísar avmarkingar eru. Endamálið við rammulógunum er á almannaøkinum at gjøgnumføra fyriskipanir fyri í rímiligan mun at fyribyrgja og bøta um sosialar trupulleikar, og á heilsuøkinum at betra samskipanina av veitingum frá heilsuverkinum og umsiting tess, og at laga heilsuverkið eftir teimum serligu føroysku viðurskiftunum.

Fólkatingslóg um almannaveitingar í Føroyum áleggur heimastýrinum at reika fyri:
(Lov nr. 315 af 17. maj 1995 om sosiale ydelser på Færøerne)

Fólktingslóg um heilsuverkið í Føroyum áleggur heimastýrinum at reika fyri:
(Lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne)

Rammulógirnar hava við sær, at so hvørt sum heimastýrið útfyllir rammulógirnar, hevur landsstýrið eisini ta ábyrgd, sum áður lá hjá ávíkavist Heilsumálaráðnum og Sosialmálaráðnum. Hetta er at hava eftirlit við teimum reglum, sum Løgtingið ásetir, bæði innihaldsliga og viðvíkjandi umsitingini av teimum.

Lógir, sum higartil eru gjørdar við heimild í rammulógunum, eru á heilsuøkinum, lógirnar um Sjúkrahúsverk Føroya, Heilsusystratænastuna, Heimasjúkrasystratænastuna, Barna- og ungdómstannrøkt og Kommunulæknaskipanina. Á almannaøkinum er talan um lógirnar um Almannapensjónir o.a. og Barnagjald til einsamallar uppihaldarar. Ætlandi verður nýggj lóg um barnaforsorg løgd fyri Løgtingið í hesi tingsetuni, og eftir hetta verður farið undir arbeiði at fyriskipa nýggja forsorgarlóg. Arbeitt verður í løtuni eisini við at tilevna nýggja dagpeningalóg.

Til nýggjar løgtingslógir eru settar í gildi, verða tær donsku fólkatingslógirnar verandi í gildi.

Býti og skipan av arbeiðinum hjá Trivnaðar- og heilsuráðnum
Tá økið er sera umfatandi, verður neyðugt at býta arbeiði ráðsins upp. Tað er alneyðugt ikki at gera býtið eftir verandi bygnaði innan almanna- og heilsuøkið, men í staðin at skipa býtið eftir, hvønn tørv og/ella brek móttakararnir av verandi almanna- og heilsuveitingum hava, sum t.d. eftir borgarum, sum hava hesi eyðkenni og/ella brek

Settar verða arbeiðsnevndir til hvørt øki. Ráðið fyriskipar endaliga býtið av uppgávunum soleiðis, at neyðugar tillagingar kunnu gerast, um hetta er neyðugt fyri at loysa uppgávuna á besta hátt, og serliga um so er, at uppgávurnar hjá nevndunum umskarast.

Av tí at arbeiðið verður skipað í nevndir undir sjálvum ráðnum, verður tað uppgávan hjá hvørjari nevnd sær at fyriskipa skrivliga partin av arbeiðinum. Hetta verður gjørt við at velja ein av nevndarlimunum til skrivara.

Aðrar tænastur og tiltøk
Ráðið og nevndirnar taka í felag støðu til, hvør nevnd skal lýsa og viðgera aðrar tænastur, sum í dag verða veittar innan almanna- og heilsuøkið, men sum ikki nattúrliga eru fevndar av økinum hjá nakrari av nevndunum, ella sum verða veittar til fleiri bólkar av borgarum. Sum dømi kunnu nevnast viðgerð av trupulleikanum at veita heimleysum bústað, tænastan við serflutningi av pensjónistum v.m.

Hagtøl
Tað, sum sermerkir almanna- og heilsuøkið, er, at hóast nógvir pengar verða brúktir, tørvar okkum vitan um, hvat pengarnir fara til, og hvør nytta er í teimum veitingum, sum økið gevur. Sum ein partur av arbeiðnum hjá ráðnum verður tað tí neyðugt at skipa fyri, hvussu neyðug og álítandi hagtøl verða fingin til vega. Tað er alneyðugt, at krøvini til hesi føroysku hagtølini lúka tær ásetingar, sum settar vera í altjóða høpi.

Tilráðingin
Hóast lítið hevur verið skrivað um almanna- og heilsuverkið við støði í einum framtíðar fullveldissamfelag, so eru fleiri kanningar gjørdar, serliga innan heilsuøkið. Nevnast kunnu m.a.:

Tað er sermerkt fyri øll hesi álit, at einki av tí, sum skrivað hevur verið, er sett í verk. Í álitinum frá 1988 varð gjørd ein eftirmeting av álitinum frá 1980, har tað varð ásannað, at gongdin innan sjúkrahúsverkið var beinleiðis í stríð við allar tær tilráðingar, sum leiðandi starvsfólk innan heilsuverkið og politikarar settu.

Álitini frá 1987 og 1993 vórðu ongantíð politiskt viðgjørd. Harafturímóti tók eitt samlað landsstýrið undir við álitinum frá 1996. Hóast hetta, varð álitið ikki sett í verk.

Hetta vísir, at neyðugt verður, at eitt komandi almanna- og heilsuráð ikki bert ger enn eina tilráðing, men eisini ger eina neyva ætlan um, hvussu tilráðingin møguliga skal fremjast í verki. Annars má metast, at tilráðingin verður betri ógjørd.

Samskipan við Almanna- og heilsumálastýrið v.fl.
Í samtyktini er ásett, at ráðið skal koma við eini tilráðing í seinasta lagi við ársenda 2001. Tað er greitt, at arbeiðið í Almanna- og heilsumálastýrinum við framhaldandi at menna almanna- og heilsuøkið ikki kann liggja stilt til ársenda 2001. Tað verður tí neyðugt, at trivnaðar- og heilsuráðið og Almanna- og heilsumálastýrið arbeiða neyvt saman.

Til tess at nýta arbeiðsorkuna á økinum á skynsaman hátt, er umráðandi, at arbeiði ráðsins eisini fer fram í tøttum samstarvi við feløg og áhugabólkar innan økið, umframt við tey ráð, sum í dag sita sum ráðgevandi fyri landsstýrismannin, t.d. Eldraráðið, Ráðið fyri brekað, Sjúkrahúsráðini, Fyribyrgingarráðið, Rúsdrekka- og narkotikaráðið v.fl.

Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum hevur harumframt havt ætlanir at seta ein arbeiðsbólk at lýsa eldraøkið sum heild, og hvussu tað kann skipast frameftir. Miðað hevur verið eftir, at tilmælið frá arbeiðsbólkinum skuldi handast landsstýrismanninum áðrenn 1. februar 2001. Arbeiðsbólkurin er ikki farin til verka enn, og tískil er ikki greitt, um hendan tíðarætlan fer at halda.

Tíðarætlan
Samsvarandi løgtingssamtyktini er skotið upp, at Trivnaðar- og heilsuráðið skal lata frágreiðing sína úr hendi 31. desember 2001. Hálvt ár er longu liðið síðan samtyktina, og fyrivarni eigur tí at verða tikið fyri, at tíðarfreistin kann gerast ov knøpp.

Hoyring
Uppskotið er ikki sent til hoyringar, tí hetta hevur ikki verið mett neyðugt.

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Ikki ber til at siga við vissu, hvussu stórur kostnaðurin av virkinum hjá Trivnaðar- og heilsuráðnum verður, fyrrenn ráðið er valt, arbeiðsætlan er gjørd, og avgerð er tikin um, hvussu nógvir limir skulu manna nevndirnar.

Við støði í frágreiðingum, sum áður eru gjørdur á hesum økinum, og royndum av øðrum útgreiningararbeiðum verður kostnaðurin av arbeiðinum hjá Trivnaðar- og heilsuráðnum mettur til uml. 2 mió. kr. Her er íroknað samsýning til ráðs- og nevndarlimir, serkøna hjálp, umframt kunning úr øðrum londum og prenting av álitinum.

Umsitingarligar avleiðingar
Samstarv við Almanna- og heilsumálstýrið hevur við sær, at arbeiðsorka hjá fyrisitingini í ein ávísan mun verður nýtt í sambandi við arbeiðið hjá Trivnaðar- og heilsuráðnum. Í hvønn mun, ber tó ikki til at siga við vissu. Harumframt er eisini møguleiki fyri, at starvsfólk úr fyrisitingini eru við til at manna ráð og/ella nevndir.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, sosialar ella vinnuligar avleiðingar ella avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

  Fyri
Landið/lands
-myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Ja
Landskassin ber kostnaðin av arbeiði ráðsins.
Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Ja
Neyvt sam-starv millum ráðið og AHS
Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Ráðið verður sett undir landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum. Setningur ráðsins er at útgreina føroyska almanna- og heilsuverkið. Hetta er ein nágreinilig lýsing av, hvørjar veitingar og tænastur verða veittar, alt eftir hvønn tørv móttakararnir hava.

Við útgreiningini skal greiða fáast á, hvørt hesar veitingar og tænastur hava ta ávirkan og veita borgaranum ta hjálp, sum endamálið við veitingunum upprunaliga var. Hetta fevnir um eina lýsing av, í hvønn mun tørvurin hjá teimum einstøku bólkunum verður nøktaður við verandi veitingum. Út frá hesum verður gjørd ein meting av, um úrslitini kundu fingist betri við broyttum veitingum/tiltøkum/skipanum.

Í stk. 2 er ásett, at Trivnaðar- og heilsuráði saman við landsstýrismanninum nærri útgreinar setning ráðsins.

Uppgávan at gera eina langtíðarætlan fyri føroysku vælferðartænastuna fevnir umframt um at koma við eini tilráðing til landsstýrismannin, at eisini verður gjørd ein neyv ætlan fyri, hvussu tilráðingin kann setast í verk.

Til § 2.
Ráðið verður valt av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, og er umboðað sum nevnt í greinini. Umboðini í ráðnum skulu hava innlit í almanna- og heilsuviðurskifti, og er hetta m.a. grundað á, at Trivnaðar- og heilsuráðið í síni tilráðing til landsstýrismannin hevur neyðuga førleikan at meta um, hvørt tørvur er á broytingum í verandi skipanum innan almanna- og heilsuøkið, og hvussu hesar broytingar møguliga skulu setast í verk. Ráðið má tískil verða mannað við persónum, sum hava eitt serligt innlit á økinum.

Til § 3.
Arbeiðið hjá ráðnum verður skipað í nevndir. Landsstýrismaðurin velur formenninar millum ráðslimirnar. Ráðslimirnir gera av í felag hóskandi tal av nevndarlimum.

Nevndirnar skulu mannast við persónum, sum umboða sakkunnleikan á økinum. Hesi kunnu hugsast at vera t.d. sálarfrøðingur, sosialráðgevi, lækni, sjúkrasystir v.fl. Arbeiðið at gera tilráðingina krevur eisini serkunnleika, og tískil verða eisini eftir tørvi settir limir við útbúgving innan t.d. samfelagsfrøði, hagfrøði, løgfrøði v.fl.

Til § 4.
Sí viðmerkingar til kap. 2., Fíggjarligar avleiðingar.

Til § 5.
Freist er sett fyri, nær arbeiði ráðsins skal vera liðugt. Ráðið reikar soleiðis fyri, at neyv arbeiðsætlan verður gjørd, og neyðuga orkan verður sett av til arbeiðið.

Til § 6.
Gildiskomuregla.

1. viðgerð 19. desember 2000. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 19. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3., 5. og 9. januar 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og í ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) vísir á, at í viðmerkingunum til lógaruppskotið um Trivnaðar- & heilsuráðið stendur soleiðis:

"Tað er alneyðugt ikki at gera býtið eftir verandi bygnaði innan almanna- og heilsuøkið, men í staðin at skipa býtið eftir, hvønn tørv og/ella brek móttakararnir av verandi almanna- og heilsuveitingum hava, sum t.d. eftir borgarum, sum hava hesi eyðkenni og/ella brek:


Meirilutin heldur ikki hetta uppbýtið vera haldgott, tí tað ber alt ov nógv bráð av, at einans verður hugsað um løgfrøðina á økinum. Arbeiðið hjá Trivnaðar- & heilsuráðnum, skal í staðin fyriskipast soleiðis, at greiði kann fáast á hesum spurningum:

Meirilutin metir, at kommunurnar og brúkarin eisini skulu mynda arbeiðið í Trivnaðar- og heilsuráðnum, og skulu tey tí eisini hava umboð í ráðnum.

Ásannað verður, at uppgávan hjá Trivnaðar- & heilsuráðnum er sera víðfevnd. Tí er tað skilabest at seta ein skrivara, ið lokið hevur hægri útbúgving, at arbeiða fulla tíð fyri ráðið. Fyridømi fyri slíkari starvssetan eru skrivarin hjá grundlógarnevndini og skrivarin hjá nevndini, ið endurskoðaði kommunuskipanina.

Mett verður, at tað er skilabest, um Trivnaðar- & heilsuráðið arbeiðir so óheft av landsstýrismanninum sum møguligt, eins og nevndin, ið endurskoðaði kommunalu skipanina, gjørdi. Tí má initiativrætturin, um serkønar nevndir skulu setast, liggja hjá ráðnum sjálvum, og ikki hjá landsstýrismanninum. Sjálv avgerðin um at seta arbeiðisnevndirnar, verður tikin av Trivnaðar- & heilsuráðnum og landsstýrismanninum í felag.

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 2, stk. 1 verður "5" broytt til "6".
  2. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Ein limur umboðar heilsuøkið, tveir limir umboða almannaøkið, ein limur umboðar kommunurnar, og ein limur umboðar brúkaran. Sætti limurin skal hava serligt innlit í almanna- og heilsuviðurskifti."
  3. Sum nýggj § 2, stk. 4, verður sett: "Stk. 4 Landsstýrismaðurin setir ein skrivara at arbeiða fulla tíð fyri Trivnaðar- og heilsuráðið. Skrivarin skal hava lokið hægri útbúgving."
  4. § 3 verður orðað soleiðis:
    "§ 3. Í samráð við landsstýrismannin kann Trivnaðar- & heilsuráðið tilnevna serkønar nevndir í sambandi við arbeiði ráðsins.
    Stk. 2. Landsstýrismaðurin velur formenninar í nevndunum í millum ráðslimirnar."

Ein minniluti ( (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið sigur landsstýrismaðurin m.a., at "Tær ógvusligu sparingarnar, sum vórðu gjørdar innan hetta økið í Føroyum fyrst í 90`unum, elvdu til, at stórur munur varð ímillum tað, sum danir lótu, og tað, sum føroyingar brúktu til ávikavist almannaverk og heilsuverk" Við øðrum orðum, so er ein av høvuðstrupulleikunum innan almanna- og heilsuverkið í dag, at føroyska samfelagið ikki hevur latið nóg mikið av síni fíggjarligu orku til hesi øki.

Blokkstuðulin er vaksin munandi meir enn tað, ið vit sjálvi seta av á fíggjarlógini. Síðan blokkurin kom í 1988, hava føroyingar nýtt meira enn 1 mia. kr. av honum til annað enn tað, hann var roknaður til, og er hetta høvuðsorsøkin til, at okkara vælferðarskipanir og vælferðartænastur ikki eru dagførdar.

Tí er púra burturvið at ímynda sær, at hetta ráð, leyst av politiska viljanum, fer at koma við nøkrum uppskoti um sparingar innan hesi øki. Hetta var annars ætlanin hjá uppskotsstillarunum, tá hesir í mars 2000 løgdu fram uppskot til samtyktar um setan av einum trivnaðar og heilsuráði. Tað er týðiligt, at uppskotsstillararnir og teir løgtingslimir, ið samtyktu uppskotið um hetta ráð, ikki hava eina realistiska fatan av, hvussu almanna- og heilsuverkið er fyriskipað, og hvørji krøv, ið verða sett hesum verkum dagliga.

Vildu teir verkunum væl, so tóku teir stig til at betra um umstøðurnar hjá brúkarum og starvsfólki, heldur enn at seta eitt ráð av uttanfyri standandi "serfrøðingum", ið ætlandi skulu kosta skattgjaldaranum í ár 2 mió. kr, ið høvdu verið betur nýttar til veruligar neyðugar játtanir

Minnilutin vísir á, at landsstýrið hevur í trý ár hildið uppá, at tað skuldi koma við einum sonevndum "idé-katalogi" við tí endamáli at gera alla landsumsitingina - ikki bara almanna- og heilsuverkið, men øll aðalstýrini við tilhoyrandi stovnum – einfaldari, ódýrari, effektivari og í øllum viðurskiftum skipað eftir einum føroyskum leisti. Men enn hevur eingin "idé" hesum viðvíkjandi sæð dagsins ljós, tvørturímóti hevur gongdin verið tann øvugta.

Tá ið politiski myndugleikin sjálvur sostatt ikki megnar hesa uppgávu, verður hvaðna verri hjá einum ráði uttan nakað politiskt mandat og uttan, at nakar arbeiðssetningur yvirhøvur er við í lógaruppskotinum, sum hetta ráð skal arbeiða eftir.

Minnilutin vísir eisini á, at tað er veruleikafjart at hugsa sær, at hetta ráðið kann avrika nakað yvirhøvur í hesum árinum, so sum lógaruppskotið krevur, tá hugsað verður um, at landsstýrismaðurin enn ikki hevur valt tað Fyribyrgingarráðið, sum Løgtingið eftir uppskoti frá landsstýrismanninum samtykti síðsta vár. Fyribyrgingarráðið er annars komið í staðin fyri Tubbaksráðið, AIDS-ráðið og fer eisini at koma ístaðin fyri Rúsdrekka- og Narkotikaráðið. Hevði Løgtingið ikki broytt lógaruppskotið soleiðis, at Rúsdrekka- og Narkotikaráðið ikki var fevnt av lógini í fyrstu syftu, hevði veruleikin verið tann, at vit í dag heilt høvdu staðið uttan nakað fyribyrgjandi ráð.

 

2. viðgerð 18. januar 2001. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen og Jóanis Nielsen, til §§ 2 og 3 samtykt 17-0-11. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-11. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 23. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-12. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0011/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2000820/6, 9901682/6, 2001309/3
Ll. nr. 9 frá 05.02.2001