Sjúkratrygging

 

25  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í lóg fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring"

Hendan løgtingslóg verður givin út sambært § 1 í "lov nr. 316 af 17. maj 1995 om sundhedsvæsenet på Færøerne".

§ 1.

Í ríkislóg nr. 573 frá 1969 fyri Føroyar "om den offentlige sygeforsikring", sbr. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989 "om den offentlige sygeforsikring" við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 25, stk. 3, 1. pkt., verður "Føroya Gjaldsstovu" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".
  2. Í § 25, stk. 3, 3. pkt., verður "Føroya Gjaldsstova" broytt til: "Toll- og Skattstova Føroya".
  3. Í § 25, stk. 4 og stk. 5, verður "Oppebørselskontoret" broytt til: "Toll- og Skattstovu Føroya".

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Uppskotið hevur til endamáls at dagføra lógina samsvarandi gjøgnumførdum bygnaðarbroytingum í Fíggjarmálastýrinum.

Innkrevjing av almennari skuld
Í sambandi við skipan av Fíggjarmálastýrinum varð innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya. Uppskotið hevur við sær, at lógargrundarlagið fyri innheinting og panting av gjøldum, goldin sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verður broytt samsvarandi, soleiðis at Toll- og Skattstova Føroya fær heimild at innheinta og panta fyri gjøld, sum eru rindað forskotsvís til uppihald av einum barni.

Hoyring
Meginfelag Sjúkrakassa Føroya hevur havt uppskotið til hoyringar, men hevur ikki gjørt viðmerkingar til uppskotið.

Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið er ein avleiðing av, at innkrevjingarøkið, sum er fevnt av málsøkinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya. Broytingin er framd, og hevur hetta uppskotið ikki sjálvstøðugar fíggjarligar avleiðingar ella avleiðingar fyri umsitingina.

Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, vinnuligar ella sosialar avleiðingar ella avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir

Fyri
Vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Sí viðm. til kap. 2. Nei Nei Nei Nei
Umsitingarligar avleiðingar Sí viðm. til kap. 2. Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Nei Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Nei Nei Nei Nei Nei
Sosialar avleiðingar       Nei  

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

Inngangurin:
Við lóg nr. 316 frá 17. mai 1995 "om Sundhedsvæsenet på Færøerne" hevur føroyska heimastýrið fingið heimild at lóggeva um sjúkratrygging.

Til § 1.
Nr. 1 - 3
Hesar broytingar verða gjørdar í sambandi við, at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya.

Til § 2.
Gildiskomuregla.

1. viðgerð 13. desember 2000.  Tingmálini nr. 25 og 27 vórðu vigjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. januar legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3. og 5. januar 2001.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 18. januar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 23. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0012/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2000820/6, 9901682/6, 2001309/3
Ll.nr. 5 frá 25. januar 2001