Almannapensjónir

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

 

Skjal 1

Verandi lóg Broytingaruppskotið

§ 2. Pensiónir eftir hesi lóg eru:

  1. fólkapensión,
  2. hægsta fyritíðarpensión,
  3. miðal fyritíðarpensión,
  4. lægsta fyritíðarpensión og
  5. veitingar eftir kap. 11.

Stk. 2. Allar pensiónirnar sambært stk. 1, nr.1-4 eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót.
Stk. 3. Til pensiónir, kunna eftir reglunum í kapittul 4, verða veittar hesar viðbøtur:

  1. barnaviðbót
  2. hjálparviðbót,
  3. røktarviðbót, og
  4. persónlig viðbót.

§ 2. Pensjónir eftir hesi lóg eru:

  1. fólkapensjón,
  2. hægsta fyritíðarpensjón,
  3. miðal fyritíðarpensjón,
  4. lægsta fyritíðarpensjón
  5. veitingar eftir kap.11 og
  6. avlamisveiting.

Stk. 2 Allar pensjónirnar sambært stk. 1, nr. 1- 4, eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót. Afturat pensjónunum sambært § 6 og § 7, nr. 1 og 2, verður veitt ein avlamisviðbót. Afturat pensjónunum sambært § 7, nr. 3, verður veitt ein einkjuviðbót.
Stk. 3. Til pensjónir, kunnu eftir reglunum í kapittul 4, verða veittar hesar viðbøtur:

  1. barnaviðbót,
  2. hjálparviðbót,
  3. røktarviðbót og
  4. persónlig viðbót.

Stk. 4. Barnaviðbót og persónlig viðbót kunnu ikki tillutast teimum, sum fáa avlamisveiting sambært stk. 1, nr. 6.

 

 

 

Onki áðrenn

§ 8a. Avlamisveiting kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum vegna inntøku ikki kunnu fáa pensjón eftir dømingini sambært § 9, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensjón sambært §§ 6 og 7, nr. 1 og 2, um teir ikki høvdu arbeiði.
Stk. 2. Avlamisveiting kann eisini tillutast persónum, sum vegna álvarsamar hoyriskaðar hava stórar samskiftistrupulleikar.
§ 10. Barnaviðbót verður veitt einum pensionisti, sum hevur uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár.
Stk. 2. Hava fleiri pensionistar uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis sama barni, verður barnaviðbót útgoldin til tann, sum er álagdur at rinda gjald til barnið, ella um gjald ikki er ásett, til tann sum einsamallur ella í størstan mun uppiheldur ella hevur uppihildið barninum.
Stk. 3. Barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd fyri hvørt barnið sum vanliga gjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt í førum, sum nevnd eru niðanfyri:
  1. um pensionisturin býr saman við einum persóni, ið ikki er pensionistur, og hesin hevur uppihaldsskyldu mótvegis sama barni,
  2. um pensionisturin fær ella hevur rætt til gjald eftir 1. ella 2. parti í lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. ella beinleiðis móttekur gjald frá tí uppihaldsskylduga,
  3. um barnið er uppihildið uttanfyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.

Stk. 5. Barnaviðbótin verður útgoldin eina ferð um mánaðin saman við pensiónini.
Stk. 6. Broyting av barnatali undir 18 ár hjá einum pensionisti fær gildi frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina.

§ 10. Barnaviðbót verður veitt einum pensjónisti, sum hevur uppihalds- ella gjaldskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár.
Stk. 2. Til hvønn pensjónist verður veitt ein barnaviðbót fyri hvørt barnið.
Stk. 3. Barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd fyri hvørt barnið sum vanliga gjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt, um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.
Stk. 5. Barnaviðbótin verður útgoldin eina ferð um mánaðin saman við pensjónini.
Stk. 6. Broyting av barnatali undir 18 ár hjá einum pensjónisti fær gildi frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina.

 

 

§ 11.

Onki stk. 4 áðrenn

§ 11.

Stk. 4. Persónar, sum fáa avlamisveiting hava eisini rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir reglunum í stk. 1-3.

§ 18. Grundupphæddin til fólkapensión verður útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensión.
Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensión og viðbøturnar verða eftir reglunum í § 19 útroknaðar eftir inntøku.
§ 18. Grundupphæddin til fólkapensjón verður útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensjón.
Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón, viðbøturnar og einkjuviðbótin verða eftir reglunum í § 19 útroknaðar eftir inntøku.
Stk. 3. Avlamis-, barna-, hjálpar- og røktarviðbótin og avlamisveitingin verða ikki útroknaðar eftir inntøku.
§ 19. Viðbótin til fólkapensión verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum eftir § 20. Viðbótin til giftan pensiónist verður, uttan mun til um tann eini ella báðir hjúnafelagarnir fáa pensión, lækkað við grundarlag í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.
Stk. 2. Viðbótin til fyritíðarpensión verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum pensionistsins eftir § 20.
Stk. 3. Grundupphæddin til fyritíðarpensión verður lækkað við 60% í framhaldi av og eftir somu reglum sum lækkingin av viðbótini eftir stk. 2.
Stk. 4. Pensiónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.

§ 19. Viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum eftir § 20. Viðbótin til giftan pensjónist verður, uttan mun til um tann eini ella báðir hjúnafelagarnir fáa pensjón, lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.
Stk. 2. Einkjuviðbótin og viðbótin til fyritíðarpensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins eftir § 20. Viðbótin verður lækkað við framhaldi av einkjuviðbótini.
Stk. 3. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður lækkað við 60% í framhaldi av og eftir somu reglum sum lækkingin av viðbótini eftir stk. 2.
Stk. 4. Pensjónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.

§ 24. Eru munandi broytingar hendar í viðurskiftum, sum hava týdning fyri rættin til fyritíðarpensión, skal málið takast upp til nýggja døming.
Stk. 2. Pensjón eftir § 6 og § 7, stk.. 1, nr. 1 og 2 kann hvørki afturtakast ella broytast til hægri ella lægri pensjón aftaná fylta 60. árið.
Stk. 3.
Rætturin til pensión eftir § 7, stk. 1, nr. 3 heldur uppat, um pensionisturin giftist uppaftur. Hetta við endan av tí mánaði, ið kemur aftaná mánaðin, ið viðkomandi verður giftur.

§ 24. Eru munandi broytingar hendar í viðurskiftum, sum hava týdning fyri rættin til fyritíðarpensjón ella avlamisveiting, skal málið takast upp til nýggja døming.
Stk. 2. Pensjón eftir § 6 og § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, og § 8 a kann hvørki takast aftur ella broytast til hægri ella lægri pensjón aftaná fylta 60. árið.
Stk. 3. Rætturin til pensjón eftir § 7, stk. 1, nr. 3, heldur uppat, um pensjónisturin giftist uppaftur. Hetta við endan av tí mánaði, ið kemur aftaná mánaðin, ið viðkomandi verður giftur.

§ 25

Stk. 3. Almannastovan skal reisa málið fyri Vanlukkutryggingarráðnum um afturtøku ella yvirflyting til aðra pensión,

  1. um ein fyritíðarpensionistur hevur persónligar inntøkur, sum fara uppum eina upphædd svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk,
  2. um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað hjá einum pensionisti, smb. § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1,
  3. um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá einum persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting.
§ 25.

Stk. 3. Almannastovan skal reisa málið fyri Vanlukkutryggingarráðnum um afturtøku ella yvirflyting til aðra pensjón,

  1. um ein fyritíðarpensjónistur hevur persónligar inntøkur, sum fara upp um eina upphædd, svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk,
  2. um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað hjá einum pensjónisti, smb. § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a
  3. um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá einum persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting.
§ 26. Til pensionistar, sum skifta frá fyritíðarpensión til fólkapensión, og sum við umskiftið fingu hjálparviðbót ella røktarviðbót, verða hesar viðbøtur framhaldandi veittar.
Stk. 2. Persónar, sum fáa fyritíðarpensión skifta uttan umsókn til fólkapensión frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið.
§ 26. Til pensjónistar, sum skifta frá fyritíðarpensjón ella avlamisveiting til fólkapensjón, og sum við umskiftið fingu hjálparviðbót ella røktarviðbót, verða hesar viðbøtur framhaldandi veittar.
Stk. 2. Persónar, sum fáa fyritíðarpensjón ella avlamisveiting skiftað uttan umsókn til fólkapensjón frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið.
§ 30.

Stk. 5. Almannastovan sendir umsóknina um pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1 við tilráðing víðari til Vanlukkutryggingar-ráðið. Við umsóknini og tilráðingini frá Almannastovuni skulu fylgja neyðugar upplýsingar og skjalprógv.

§ 30.

Stk. 5. Almannastovan sendir umsóknina um pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a við tilráðing víðari til Vanlukkutryggingarráðið. Við umsóknini og tilráðingini frá Almannastovuni skulu fylgja neyðugar upplýsingar og skjalprógv.

§ 32. Pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1 verður útgoldin frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingar-ráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse. § 32. Pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a verður útgoldin frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingar-ráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse.
§ 37. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1, og viðbótum eftir § 11, umframt nær treytirnar fyri tillutan, broyting og afturtøku eru loknar.

§ 37. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av pensjón eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a, og viðbótum eftir § 11, umframt nær treytirnar fyri tillutan, broyting og afturtøku eru loknar.