Almannapensjónir

 

29  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2000, 8. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

§ 1

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2 verður orðað soleiðis:l
  2. "§ 2. Pensjónir eftir hesi lóg eru:
    1) fólkapensjón,
    2) hægsta fyritíðarpensjón,
    3) miðal fyritíðarpensjón,
    4) lægsta fyritíðarpensjón
    5) veitingar eftir kap. 11 og
    6)avlamisveiting.
    Stk. 2 Allar pensjónir sambært § 4 og §§ 6-8 eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót. Afturat pensjónunum sambært § 6 og § 7, nr. 1 og 2, verður veitt ein avlamisviðbót. Afturat pensjónunum sambært § 7, nr. 3, verður veitt ein einkjuviðbót.
    Stk. 3. Til pensjónir kunnu eftir reglunum í kapittul 4 verða veittar hesar viðbøtur:
    1) barnaviðbót,
    2) hjálparviðbót,
    3) røktarviðbót og
    4) persónlig viðbót.
    Stk. 4. Barnaviðbót og persónlig viðbót kunnu ikki tillutast teimum, sum fáa avlamisveiting sambært stk. 1, nr. 6."

  3. Aftaná § 8 verður sett:
  4. "§ 8a. Avlamisveiting kann tillutast persónum millum 18 og 67 ár, sum vegna inntøku ikki kunnu fáa pensjón eftir dømingini sambært § 9, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensjón sambært §§ 6 og 7, nr. 1 og 2, um teir ikki høvdu arbeiði.
    Stk. 2. Avlamisveiting kann eisini tillutast persónum, sum vegna álvarsamar hoyriskaðar hava stórar samskiftistrupulleikar."

  1. § 10, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Til hvønn pensjónist verður veitt ein barnaviðbót fyri hvørt barnið."

  3. § 10, stk. 4, verður orðað soleiðis:
  4. "Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt, um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni."

  5. Í § 11 verður aftaná stk. 3 sum nýtt stk.4 sett:
  6. "Stk. 4. Persónar, sum fáa avlamisveiting, hava eisini rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir reglunum í stk. 1-3."

  7. § 18, stk. 2, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón, viðbøturnar og einkjuviðbótin verða eftir reglunum í § 19 útroknaðar eftir inntøku."
  8. Í § 18 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. 3 sett:"Stk. 3. Avlamis-, barna-, hjálpar- og røktarviðbótin og avlamisveitingin verða ikki útroknaðar eftir inntøku."
  1. § 19, stk. 2, verður orðað soleiðis:
    "Stk.2. Einkjuviðbótin og viðbótin til fyritíðarpensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins eftir § 20. Viðbótin verður lækkað við framhaldi av einkjuviðbótini."
  2. Í § 24, stk. 1, verður aftaná "fyritíðarpensjón" sett: "ella avlamisveiting".
  1. § 24, stk. 2, verður orðað soleiðis:
  2. "Stk. 2. Pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, og § 8a kann hvørki takast aftur ella broytast til hægri ella lægri pensjón aftaná fylta 60. árið."

  3. Í § 25, stk. 3, nr. 2, verður aftaná "§ 8, nr. 1" sett: "§ 8a".
  4. Í § 26, stk. 1, verður aftaná "fyritíðarpensjón" sett: "ella avlamisveiting".
  5. Í § 26, stk. 2, verður aftaná "fyritíðarpensjón" sett: "ella avlamisveiting".
  6. § 30, stk. 5, verður orðað soleiðis:
  7. "Stk. 5. Almannastovan sendir umsóknina um pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a við tilráðing víðari til Vanlukkutryggingarráðið. Við umsóknini og tilráðingini frá Almannastovuni skulu fylgja neyðugar upplýsingar og skjalprógv."

  8. § 32, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  9. "Pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a verður útgoldin frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse."

  10. § 37, stk. 1, verður orðað soleiðis:
  11. "Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av pensjón eftir § 6, § 7, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1, og § 8a, og viðbótum eftir § 11, umframt nær treytirnar fyri tillutan, broyting og afturtøku eru loknar."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.
Stk. 2. Persónar millum 18 og 67 ár, sum fingu játtað avlamisveiting eftir lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om invalidpension m.v." sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988 við seinni broytingum, varðveita rættin til hesa eftir § 8a í hesi lóg.

Almennar viðmerkingar:

Á almannapensjónsøkinum eru tvær lógir:

Landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum leggur hervið tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum føra við sær broytingar á almannapensjónsøkinum. Í Almannapensjónslógini verður heitið avlamisviðbót og avlamisveiting sett inn í lógina, og krøvini um, hvør fær barnaviðbót, verða broytt, og í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum verða gjørdar tær broytingar, at sjúkrakassaviðbótin verður løgd inn í viðbótina, og harumframt hækkar vanliga viðbótin, serliga til teir hægstu og miðal fyritíðarpensjónistarnar, sum eru giftir, sí skjal 2. Grundgevingin fyri hesum er, at arbeitt verður fram ímóti, at fyritíðarpensjónistar, yvir eitt áramál, allir fáa pensjón, óheft av hjúnabandsstøðu. Í verandi almannapensjónlóg er nú ásett, at pensjónin hjá einum fyritíðarpensjónisti bert verður ávirkað av inntøkuni hjá pensjónistinum sjálvum. Um ein persónur fær fyritíðarpensjón, er tað sum oftast tí, at hann av eini ella aðrari orsøk er blivin avlamin og tí fær pensjón fyri mistan arbeiðsførleika. Sum oftast eru hesir persónar í bestu árum. Tí verður mett, at rættast er yvir eitt áramál at arbeiða fram ímóti at geva øllum fyritíðarpensjónistum pensjón, uttan mun til um ein er giftur ella ei. Sum eitt fyrsta stig á hesi leið eru upphæddirnar tí hækkaðar mest hjá giftum fyritíðarpensjónistum.

Somuleiðis er ásett eitt ávíst prosent í lógaruppskotið, ístaðin fyri prístalið, til at javna almannaveitingar við árliga.

Hjá fólkapensjónistum er sjúkrakassaviðbótin løgd inn í viðbótina, áðrenn viðbótin er hækkað við 4%. Tó fara ikki allir fólkapensjónistar at merkja so stóra hækking, tí sjúkrakassaviðbótin er í ár 2000 goldin út, sum ein skattafrí veiting.

Grundgevingin fyri broytingunum
Sambært avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, vóru tað fleiri viðbøtur - ein pensjónsviðbót, ein avlamisviðbót og ein óarbeiðførisviðbót. Avlamisviðbótin og óarbeiðførisviðbótin vóru óheftar av aðrari inntøku. Sambært galdandi almannapensjónslóg eru allar hesar omanfyri nevndu viðbøtur lagdar saman til eina viðbót, og verður henda viðbót inntøkujavnað. Hetta merkir, at hevur penjónisturin eina ávísa inntøku umframt pensjónina, fellur henda viðbót burtur. Tað sama ger seg galdandi fyri grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum.

Við hesum broytingaruppskoti verður heitið avlamisviðbót sett inn aftur í lógina. Henda avlamisviðbót verður ikki inntøkujavnað og verður tí útgoldin uttan mun til aðra inntøku.

Avlamisviðbótin er eitt endurgjald fyri tað brek, sum avlamni hevur, og skal fevna um tær meirútreiðslur, sum hin avlamni hevur, og sum tað ikki ber til at skilmarka. Í løtuni verður henda kompensatión veitt á tann hátt, at ein partur av viðbótini er skattafrí. Henda skipan er tung at umsita, og ikki allir fyritíðarpensjónistar fáa gagn av hesi skattafríu veiting.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, varð tann lægsta avlamispensjónin sett saman av eini hálvari grundupphædd og eini hálvari avlamisviðbót. Umframt at heitið avlamispensjón varð broytt til fyritíðarpensjón, hækkaði tann lægsta fyritíðarpensjónin munandi 1. januar 2000. Umframt at grundupphæddin hækkaði til eina heila grundupphædd, varð ein full viðbót latin til hesa fyritíðarpensjón.

Við hesum báðum lógaruppskotum á almannapensjónsøkinum, verður avlamisviðbótin ikki givin til tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, men bert til tey, sum fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, tó ikki til einkjur og einkjumenn. Hetta merkir, at teir persónar, sum læknaliga mett uppfylla krøvini til at fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, antin kunnu fáa avlamisveiting sum ikki pensjónistar, ella avlamisviðbót sum pensjónistar. Lægsta fyritíðarpensjón verður í dag eisini veitt til onnur enn tey, sum eru avlamin.

Einkjur og einkjumenn við uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár, sum sambært Almannapensjónslógini fáa miðal fyritíðarpensjón, fáa sambært hesum uppskoti ikki avlamisviðbót, men eina einkjuviðbót, sum svarar til avlamisviðbót. Grundgevingin er, at hesi fingu eisini fyrr tað, sum svaraði til eina avlamisviðbót, sum eina uppískoytisveiting ístaðin fyri avlamisviðbót. Uppískoytisveitingin varð inntøkujavnað og skattað sambært skattalógini. Sambært hesum uppskoti verður einkjuviðbótin tí eisini inntøkujavnað og skattað sambært skattalógini.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, var avlamisviðbótin ymisk alt eftir hjúnastøðuni. Við hesum uppskoti fáa allir eins upphædd, óansæð hjúnastøðu. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at allir fyritíðarpensjónistar um nøkur ár skulu fáa pensjón óheft av hjúnabandsstøðu.

Avlamisveiting
Eftir at tann nýggja almannapensjónslógin kom í gildi, er politisk avgerð tikin um, at avlamisveitingin hjá ikki-pensjónistum skal varðveitast. Fyrst í árinum bleiv ein kunngerð gjørd við heimild í forsorgarlógini, har tey, sum fingu avlamisveiting, men sum mistu hana sum avleiðing av lógini um almannapensjónir, og eru millum 18 og 67 ár, skulu varðveita hana.

Sambært hesum uppskoti er avlamisveitingin til ikki-pensjónistar sett inn aftur í lógina.

Tey, sum fáa tillutað avlamisveiting, eru persónar, sum lúka krøvini til at fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón; tó ikki tey sum fáa tillutað einkju- og einkjumannapensjón; men hava ov høga inntøku. Henda upphædd er ein føst upphædd, og verður hon ikki ávirkað av aðrari inntøku.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, var avlamisveitingin eisini ymisk, alt eftir hjúnastøðu. Við hesum lógaruppskoti verður avlamisveitingin eins fyri øll, sum fáa hesa tillutaða. Hetta verður eisini gjørt við tí fyri eyga, at allir fyritíðarpensjónistar skulu fáa pensjón sum stakir yvir eitt áramál. Tí verður mett, at rættast er, at teir persónar, sum fáa avlamisveiting, eisini fáa eins veiting óansæð hjúnastøðu.

Skattalógin
Um avlamisviðbótin og avlamisveitingin skulu inn í almannapensjónslógina á sama hátt, sum áðrenn ár 2000, er eisini neyðugt at broyta skattalógina soleiðis, at heitið avlamisviðbót og avlamisveiting verður sett inn sum ein skattafrí veiting. Somuleiðis er neyðugt at taka av broytingina av skattalógini frá mars 2000 (løgtingslóg nr. 40), tí henda "kompenseraði" fyri avlamisviðbótina.

Barnaviðbót
Sambært verandi lóg og eftir avlamispensjónslógini, sum farin er úr gildi, er ásett, at bert í teimum førum, har ongin annar rindar barnapening ella uppiheldur barninum, verður ein barnaviðbót veitt til pensjónistin. Sambært hesum uppskoti er ásett, at allir pensjónistar, sum hava børn undir 18 ár, fáa eina barnaviðbót. Mett verður, at hetta er rættast, tí bæði foreldrini hava uppihaldsskyldu yvir barninum. Veitt verður ein barnaviðbót til hvønn pensjónist fyri hvørt barnið.

Sjúkrakassaviðbót og hækking av viðbótini
Sjúkrakassaviðbótin varð somuleiðis tikin burtur úr almannapensjónslógini, tí ætlanin var at broyta sjúkrakassalógina í ár 2000. Henda broyting er tó ikki gjørd enn, og verður heldur ikki gjørd í hesi tingsetu.

Sjúkrakassaviðbótin og hækkingin av vanligu viðbótini eru settar inn í lógaruppskotið um áseting og javning av almannaveitingum við einari hækking av vanligu viðbótini. Somuleiðis er viðbótin, serliga hjá teimum giftu pensjónistunum, sum fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, munandi hækkað. Hetta er gjørt fyri at minka um munin á støkum og giftum.

Skiftisupphæddin til grundupphæddina
Fyri ikki at fáa heitið gift við ikki - pensjónisti innaftur í lógina, eru tað bert tey, sum vóru inni í skipanini áðrenn 2000, sum fáa skiftisviðbótina til grundupphæddina. Henda skiftisupphædd er í dag ásett í ásetingarlógini. Henda skiftisupphædd fer at missa týdning, tá allir fyritíðarpensjónistar fáa pensjón sum stakir, og ásetingarnar "støk" og "gift" eru burtur.

Javning
Sambært galdandi lóg um áseting og javning av almannaveitingum stendur, at viðbøturnar verða javnaðar eftir prístalinum 1. apríl á hvørjum ári. Mett verður, at prístalið ikki er eitt nóg gott grundarlag at javna almannaveitingar eftir. Tí er ásett í broytingaruppskoti um áseting og javning av almannaveitingum, at almannaveitingarnar sambært hesi løgtingslóg verða javnaðar á hvørjum ári við einum ásettum prosentsatsi, sum fyri 2001 og árini frameftir verður settur til 4%.

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar:
Til avleiðingarnar av hesum lógaruppskoti verður víst til fíggjarligu og umsitingarligu avleiðingarnar av uppskotinum til broyting av løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Lógin um áseting og javning av almannaveitingum ásetir upphæddirnar sambært almannapensjónslógini.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
Búskaparligar avleiðingar

Ja

nei

nei

ja

nei

Umsitingarligar avleiðingar

ja

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
     

ja

 

Ummælir
Almanna- og heilsumálastýrið hevur havt fund við Almannastovuna um hesar lógarbroytingar. Almannastovan mælti til, at heitið "avlamisviðbót" til einkjur og einkjumenn ikki fekk heitið avlamisviðbót, tí talan var ikki um nakað brek. Hetta er tikið við í hesum uppskotunum. Somuleiðis mæltu tey til, at allir pensjónistar fáa eina barnaviðbót. Hetta er eisini tikið við í hesum uppskotunum.

Frá Vanlukkutryggingarráðnum, Ráðnum fyri brekað og Eldraráðnum eru ongar viðmerkingar komnar.

Toll- og Skattstova Føroya fekk uppskotini, áðrenn tey vórðu liðugt orðað, tí neyðugt var at gera broytingar í skattalógini soleiðis, at hon samsvaraði við hesi broytingaruppskot. Fíggjarmálastýrið hevur fingið uppskotini til hoyringar eftirfylgjandi.

Viðmerkingarnar frá MBF, Landsfelag Pensjónistanna og Almannastovuni eru hjálagdar.

Serligar viðmerkingar:

Ad § 1, nr. 1. Heitið avlamisviðbót, einkjuviðbót og avlamisveiting verður sett inn aftur í lógina. Hægsta og miðal fyritíðarpensjón, tó ikki einkjupensjón, er sett saman við eini grundupphædd, eini viðbót og eini avlamisviðbót, meðan fólkapensjón og lægsta fyritíðarpensjón eru settat saman við eini grundupphædd og eini viðbót. Pensjónin til einkjur og einkjumenn er sett saman við eini grundupphædd, eini viðbót og eini einkjuviðbót.
Harumframt er ásett, at persónar, sum fáa tillutað avlamisveiting, ikki hava rætt til barnaviðbót og persónliga viðbót.

Ad § 1, nr. 2. Vanlukkutrygginarráðið kann tilluta persónum millum 18 og 67 ár avlamisveiting, um tey læknaliga lúka krøvini til at fáa tillutað hægstu og miðal fyritíðarpensjón, tó ikki einkjupensjón eftir § 7, nr. 3, men sum vegna inntøku ikki kunnu fáa pensjón eftir dømingini sambært § 9.
Avlamisveitingin til persónar, sum vegna álvarsamar hoyriskaðar hava stórar samskiftistrupulleikar, kann eisini tillutast, hóast persónurin ikki lúkar krøvini, sum ásett eru til at fáa pensjón, og hóast viðkomandi hevur aðra inntøku. Treytirnar fyri at fáa avlamisveiting eftir stk. 1 og 2 eru tí ymiskar. Samskiftistrupulleikarnir í gerandisdegnum skulu vera so álvarsligir, at teir viðføra ymiskar meirútreiðslur, sum tað tó kann vera trupult at skilmarka. Avlamisveitingin kann ikki tillutast saman við eini fyritíðarpensjón. Fær ein persónur fyritíðarpensjón, fellur avlamisveitingin burtur.

Upphæddin er ásett í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum.

Upphæddin verður ikki inntøkujavnað og er ein skattafrí veiting sambært skattalógini.

Ad § 1, nr. 3 og 4. Her verður ásett, at ein barnaviðbót verður veitt fyri hvørt barnið undir 18 ár, sum pensjónisturin antin hevur uppihalds- ella gjaldskyldu mótvegis. Eru bæði foreldrini at sama barni pensjónistar, verður veitt ein barnaviðbót til hvønn.

Ad § 1, nr. 5. Persónar, sum fáa avlamisveiting, kunnu eisini fáa tillutað hjálpar- og røktarviðbót eftir somu reglum, sum aðrir pensjónistar. Tað er Vanlukkutryggingarráðið sum tekur avgerð um, um ein persónur, sum fær avlamisveiting, skal fáa tillutað hjálpar- og røktarviðbót.

Ad § 1, nr. 6. Hjá einum persóni, sum fær einkjupensjón, verður einkjuviðbótin eisini útroknað eftir inntøku eins og viðbótin og grundupphæddin.

Ad § 1, nr. 7. Her verður positivt ásett, at avlamis-, barna-, hjálpar- og røktarviðbótin og avlamisveitingin ikki verða ávirkaðar av aðrari inntøku hjá tí, sum fær hesa veiting.

Ad § 1, nr. 8. Broytingin er ein avleiðing av, at til einkjupenjónina verður veitt ein einkjuviðbót. Einkjuviðbótin fellur fyrst burtur og hareftir viðbótin og grundupphæddin.

Ad § 1, nr. 9 -16. Broytingarnar eru ein avleiðing av, at avlamisveitingin verður sett inn aftur í lógina. Landsstýrismaðurin ætlar at áleggja Almannastovuni og Vanlukkutryggingarráðnum at endurskoða pensjónirnar og avlamisveitingarnar til tey, sum í dag fáa hesar veitingar, fyri at meta um broytingar eru hendar síðan tillutan av pensjón.

Ad § 2. Lógin hevur fyrst virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001. Útgjaldingarnar fyri februar mánað eru síðst í januar mánaði. Grundgevingin fyri, hví lógin skal virka frá hesum tíðarskeiði og ikki frá 1. januar, sum vanligt er, er, at broytingar eisini verða í skattalógini. Broytingarnar í skattalógini verða frá 1. januar 2001, t.v.s. fyri tær útgjaldingar, sum verða eftir 1. januar. Hetta er gjørt, fyri at broytingarnar skulu koma at virka samstundis.

Allir teir persónar, sum fingu játtað avlamisveiting eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, varðveita rættin til avlamisveiting uttan nýggja umsókn. Upphæddin til hesar persónar var ymisk, men sambært lógini um áseting og javning av almannaveitingum fáa allir persónar, sum fáa tillutað avlamisveiting, eins upphædd.

Innihaldsyvirlit
Skjal 1
Samanberingar av verandi lóg og broytingaruppskotinum.
Skjal 2
Hoyringssvar frá MBF.
Skjal 3
Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónistanna.
Skjal 4
Hoyringssvar frá Almannastovuni.

 

1. viðgerð 13. desember 2000. Tingmálini 29 og 30 viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann19. januar legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8 desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3., 5., 9., 16., 18 og 19. januar 2001. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við pensjónsbólkin hjá Meginfelag teirra brekaðu og landsstýrismannin í almannamálum. Nevndin hevur undir viðgerðini eisini fingið svar upp á skrivligar fyrispurningar frá Almanna- og heilsumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum. Eisini hevur nevndin 18. januar 2001 fingið broytingaruppskot frá landsstýrismanninum viðvíkjandi einkjum.

Nevndin tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja tað. Víst verður til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 30/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Upplýst er, at eftir at ætlaðu broytingarnar eru týddar av Almanna- og heilsumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum, er komið fram til, at tá talan er um einkjur, sum hava eina inntøku omanvert uml. 90.000 kr. árliga við síðuna av pensjónini, koma hesa ikki at missa nakað við ætlaðu broytingunum. Hinvegin koma einkjurnar við 0 - 25.000 kr. at missa uml. 6.000 kr. árliga í mun til ár 2000.

Talan er her um ein miss í disponiblari inntøku aftaná, at skattur er goldin. Hesum tekur nevndin ikki undir við og setir tí broytingaruppskot fram at bøta um hetta við at veita einkjum avlamisviðbót í staðin fyri einkjuviðbót sum nú er.

Samsvarandi hesum setir nevndin tí fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

a) § 1, nr. 1, verður orðað soleiðis:
"§ 2 verður orðað soleiðis:
"§ 2. Pensjónir eftir hesi lóg eru:
1) fólkapensjón,
2) hægsta fyritíðarpensjón,
3) miðal fyritíðarpensjón,
4) hægsta fyritíðarpensjón
5) veitingar eftir kap.11 og
6) avlamisveiting.

Stk. 2 Allar pensjónir sambært § 4 og §§ 6-8 eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót. Afturat pensjónunum sambært § 6 og § 7 verður veitt ein avlamisviðbót.

Stk. 3. Afturat pensjónini kunnu eftir reglunum í kapittul 4 verða veittar hesar viðbøtur:
1) barnaviðbót,
2) hjálparviðbót,
3) røktarviðbót, og
4) persónlig viðbót.

Stk. 4. Barnaviðbót og persónlig viðbót kunnu ikki tillutast teimum, sum fáa avlamisveiting sambært stk. 1, nr.6." "

b) § 1, nr. 6, verður orðað soleiðis:
§ 18, stk. 2 verður orðað soleiðis:
" Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón og viðbøturnar verða útroknaðar eftir inntøku sambært reglunum í § 19."

c) § 1, nr. 8, verður orðað soleiðis:
§ 19, stk. 2 1. pkt. og 3, verður orðað soleiðis:
" Stk.2. Viðbótin til fyritíðarpensjón verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagi pensjónistsins sambært § 20.

Stk. 3. Grundupphæddin til fyritíðarpensjón verður lækkað á sama hátt og í framhaldi av veitingunum eftir stk.2."

Ein partur av nevndini Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúna Sivertsen setur harafturat fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 1 verður sum nýtt nr. 9. sett: § 19, stk. 2 2. pkt., verður orðað soleiðis:

" Skiftisupphæddin til fyritíðarpensjónistar sambært § 7, stk. 2, í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum verður lækkað á sama hátt í framhaldi av viðbótini." Nr. 9 verður nr. 10 og eftirfylgjandi nr. og tilvísingar verða broytt samsvarandi.

 

Ein minniluti Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam viðmerkir, at hóast hann tekur undir við broytingaruppskotinum frá nevndini viðv. Einkjum, so vísir hann á, at ikki er rætt, tá ið einkjur og einkjumenn eftir broytingaruppskotinum verða roknað sum avlamin. Hetta er ein óheppin orðing bæði mótvegis einkjum og einkjumonnum og mótvegis teim avlamnu.

Minnilutin heldur at tað í grundregluni er skeivt at broytingarnar í lógini ikki eru galdandi frá 1. januar, tí at nógvir pensjónistar hava mist rættiliga fitt av pensjón, nú partar av kunngerðini um persónligar viðbøtur fóru úr gildi 1. januar. Tí verður skotið upp at seta gildiskomudagin fyri broytingunum afturvirkandi til 1. januar 2001. Samsvarandi hesum setir minnilutin tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

Í § 2 verður "februar" broytt til "januar"

2. viðgerð 23. januar 2001. Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnussen, Hans Paula Strøm og Marjus Dam, til § 1 fall 12-0-14.   Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúnu Sivertsen, til § 1 samtykt 26-0-0.  Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 25. januar 2001 løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Marjus Dam, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen og Hans Pauli Strøm fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

til

3. viðgerð

Í § 1 verður í nr. 1 undir § 2, stk. 1, í nr. 4 "hægsta" broytt til "lægsta".

3. viðgerð 25. januar 2001. Broytingaruppskot frá Páll á Reynatúgvu, Marjus Dam, Finni Helmsdal, Rúnu Sivertsen, Jóanis Nielsen, Kristian Magnussen og Hans Paula Strøm til § 1 samtykt 28-0-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 520-0016/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2000696/1
Ll.nr. 3 frá 25. januar 2001