Almannaveitingar

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 Skjal 3

 MBF

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum
Faroe Islands' Union for the Handicapped

16-11-00

Almanna- og Heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn

 

Viðmerkingar til uppskot um broytingar í pensjónslógini og ásetingarlógini: j.nr. 0.21-2000696/1 og j.nr. 0.21-2001307

Megingfelag teirra brekaðu fegnast um, at grundarsjónarmiðið um at avlamispensjón/fyritíðarpensjón er samansett av partvís eini upphædd, ið er endurgjald fyri mista løn orsakað av skerdum arbeiðsføri og partvís av eini upphædd, ætlaða at minka um vansarnar, sum brekið førir við sær, soleiðis sum skotið verður upp í ætlaðu lógarbroytingunum, nevniliga við avlamisviðbótini. Vit fegnast somuleiðis um, at henda hugsanin er førd víðari til tey, sum hóast illa brekað, kunnu taka á seg arbeiði, men tó ikki sleppa frá teimum trupulleikum, sum brekið førir við sær, nevniliga við avlamisveitingini. Samlað verða avlamisviðbótin og avlamisveitingin aðrastaðir kallað "handikapkompenserende tillæg" og verður í hinum norðurlondum veitt eftir sama grundsjónarmiði sum hjálpartól, tvs. uttan mun til inntøku og ikki skattlagt. Tað, sum nú er eftir av viðbótini, er tað, sum svaraði til óarbeiðsførisviðbót. MBF tekur undir við, at henda viðbót verður skattað eins og grundupphædd, men vit halda ikki, at hon eigur at verða inntøkuregulerað.

Somuleiðis fegnast MBF um, at stig eru tikin til, at allir pensjónistar verða roknaðir sum einstakir persónar uttan mun til hjúnastøðu.

MBF fegnast um, at orðið avlamin er komið inn aftur sambært uppskoti til lógarbroytingarnar.
Tað er nógv ruddiligari, tí at vera avlamin er at vera avlamin, hvørki meir ella minni. Avlamnið verður ikki burtur, um man roynir at finna eitt betri orð. Tvørturímóti so er tað sum at renna undan tí, man feilar. Okkara fatan er, at vit í framtíðini høvdu fingið eina nógv greiðari mynd av, hvønn samfelagsbólk, talan er um, um orðið fyritíðarpensjón ikki var heft upp í avlamispensjónistar. Tað er ørkymlandi at eini 15% av meðal avlamispensjónistunum eru einkjur og einkumenn, og at hesi skulu hava avlamisviðbót, uttan at vera avlamin. Einkjur og einkjumenn fella ikki inn undir arbeiðsøkið hjá MBF, tí skulu vit ikki gera meira burtur úr tí evninum, men bæði fyri tey, fyri tey avlamnu og fyri poilitiska myndugleikan átti tað at verið hópin lættari at sæð, hvat tað snúi seg um, um heitið varð broytt.

Annað er, at tað tykist møtumikið at skula tvørtur um forðingar, sum at hava fyrilit við fólkapensjónistum, einkjum og einkjumonnum, fyrrverandi framskundaðum fólkapensjónistum og sosialt grundaðum pensjónum o.a., áðrenn til ber at tosa um tey avlamnu. Tað økir ikki um sjálvsvirðingina hjá teimum avlamnu, sum frammanundan eru marginaliseraði, at tey av politiska myndugleikanum og samfelagnum annars verða mettir sum óhóskandi fyritíðar(fólka)pensjónistar. Stórur partur av galdandi lóg um almannapensjónir er stýrd av, at hugsað verður um fólkapensjón/eftirløn. Til dømis fáa fólkapensjónistar grundupphæddina uttan mun til inntøku, meðan avlamin fáa grundupphæddina roknaða eftir einihvørjari inntøku. Upphæddin frá Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum verður heldur ikki roknað sum inntøka hjá fólkapensjónistum.

Er tað fløkjasligt, tá ið talan er um meðal avlamispensjónistar, so er alt ein ellibiti, tá ið talan er um lægstu avlamispensjónistar. MBF er av tí fatan, at talið av avlamispensjónistum í Føroyum feller eins og í hinum norðurlondum. Tað kunnu vera nógvar orsøkir til tað, t.d. betri viðgerð, betri umhvørvi og fyrst av øllum hugburðsbroyting. Eingin vil vera avlamispensjónistur, um hann ikki hevur tað fyri neyðini. Talið á lægstu avlamispensjónistum í Føroyum er tó vaksið við meira enn 100% í ár 2000. Talan er neyvan um limir í MBF ella eitt av feløgum tess. Vit kunnu bert gita, hví tað er so, t.d. at fólk, ið áður fingu framskundaða fólkapensjón, eru komin afturat.

Fyri tey avlamnu er lægsta pensjónin lítið virðilig, og MBF er av teirri fatan, at lægsta fyritíðarpensjón ikki eigur at nytast í sambandi við avlamni. Teir av limum felagsins, ið fáa lægstu avlamispensjón, fáa tvífalda staðfesting av fylgjunum av avlamni. Fyri tað fyrsta eina avgerð, ið ikki kann nýtast, um so er, at teir skuldu havt eina privata pensjónsuppsparing (hon kann bert úrloysast við í minsta lagi meðal pensjón), og fyri tað næsta, er tað ofta talan um slit- og gigtasjúkur, har møguleikin at útnytta hálva arbeiðsførið sjáldan er til staðar, tí júst arbeiðið kann hava ført til avlamnið. Av limum MBF's, ið fáa lægsta avlamispensjón, er í høvuðsheitinum bert talan um kvinnur. Frá politiskari síðu hevur verið sagt, at lægsta fyritíðarpensjón má fáast upp á fólkapensjónsstøði. Hetta mál veur ikki rokkið við fyriliggjandi uppskoti. Upplýsingar frá AHS vísa, at lægsti avlamispensjónistur, ið er giftur við ikki pensjónisti fær kr. 4493, meðan fólkapensjónistur, ið er giftur ikki pensjónisti, fær kr 5694. Sostatt fær hesin bólkur av fyritíðarpensjónistum kr. 1201 minni um mánaðin ella kr. 141412 minni um árð, áðrenn skatt, enn tilsvarandi bólkur av fólkapensjónistum. So um ikki lægsta fyritíðarpensjón verður avtikin, so vóna vit, at hon hesaferð kemur upp á fólkapensjónsstøði.

MBF ger vart við, at bæði faðir og móðir hava uppihaldsskyldu yvir fyri sínum børnum sambært galdandi grundlóg, sambært forsorgarlógini og sambært sivilrættarligum lógum. Sum fylgja av hesum, halda vit, at einhvør avlamispensjónistur hevur rætt til barnaviðbót. Talan er ikki um tey nógvu børnini, men har tað rakar, tekur tað meint. Um vit samanbera hesa upphædd við upphæddirnar av forskotsrindaða barnapeninginum frá Almannastovuni, so tosa vit her bert um nøkur fá oyru.

Vegna pensjónsbólkin og MBF
Doris Hansen