Almannaveitingar

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 Skjal 4

 Landsfelag Pensjonistanna
The Faroese Pensioners Union

660 Søldarfjørður 16. nov. 2000

Almanna- og Heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn

Vit hava móttikið skriv tykkara, dagfest 7/11-2000, viðvíkjandi broyting í løgtingslógi ni um almannapensjónir.

Tað er spell, at vit einans fingu hesar fáu dagar at gjøgnumganga hetta áhugaverda lógaruppskot.
Vit hava ikki fingið stundir at umhugsa nóg gjølla um hetta, so vit fáa ikki komið við nøkrum viðmerkingum sum so, men vit fara at fylgja væl við, hvussu lógin kemur at virka, og møguliga koma við broytingaruppskoti seinni.

Tann nýggja pensjónslógin gevur pensjonistum ein stóran bata, og tað er at gleðast um.
Men vit eiga at halda áfram at betra kor pensjonistanna, inntil vit eru komin ájavnt pensjónum í okkara grannalondum. Til dømis í Íslandi fáa pensjonistarnir kr. 4.600 um mánaðin. Í Danmark er pensjónin 4.130 + viðbót, -sm.viðlagda bræv.- Finland, Svøríki og Noreg liggja eisini væl hægri í pensjón enn vit.

Vinarliga heilsanir
Landsfelag Pesjonistanna
Tómas Tómasson

 

Landsfelag Pensjonistanna
The Faroese Pensioners Union

660 Søldarfjørður 16. nov. 2000

Almanna- og Heilsumálastýrið
Fyrisitingardeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn

FÓLKAPENSJONISTAR SUM EGNINGARMENN
Tað hevur mangan verið tosað um, at útróðrarmenn fáa illani róð út, tá ið veður er til tess, tí teimum vanta fólk til at egna. Ella við øðrum orðum sagt, at teir mugu fara avstað við ov stuttari línu. Harav sæst minni fiskanøgd.
Tað, sum skeivt er, er tað, at pensjonistar tíma ikki at egna, tí tá minkar tað um pensjónina.
Men tað, sum er uppaftur skeivari, er tað, at bæði kommunur og landið tapa pening av hesum.
Tí jú meira lína blívur sett, meira fiskur og meira arbeiði uppi á landi, harav meira inntøka og meira skattur.

Vit vilja tí mæla til, at pensjonistar kunnu arbeiða upp til kr. 40.000, inntil tað ávirkar pensjónina.
Ella at skatta eitt ávíst krónutal av hvørjum stampi, sum engdur verður, so at sjálv pensjónsútgjaldingin blívur óskerd.

Vinarliga
Landsfelag Pensjonistanna
Tómas Tmasson