Almannaveitingar

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

 Skjal 5

 Almannastovan
Jóna Broncksgøta 27 - Postrúm 3096
Tlf. 31 58 80 - Telefax 31 88 50
FO-110 Tórshavn

Dagur 24-11-00

Almanna- og Heilsumálastýrið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Att: Aibritt á Plógv, fyrisitingarstjóri

Víst verður til skriv tykkara J.nr. 0.21-2001307/17, dagfest 14. nov. 2000, har biðið verður um skrivligar viðmerkingar til, hvørjar møguligar avleiðingar ein nýggj pensjónslóg kemur at hava:
-    umsitingarliga
-    um systemið á Almannastovuni klárar broytingarnar
-    um tað hevur nakran týdning, at gildissetanin fyrst verður fyri koyringarnar í februar.

  1. Umsitingarligar avleiðingar:
    Tað verða umsitingarligar avleiðingar. Almannastovan kann ikki í løtuni geva nakað boð uppá, hvussu nógv mál, ið skulu viðgerast manuelt orsakað av lógarbroytingini. Upplýsast kann, at í minsta lagi allar fyritíðarpensiónir, t.v.s. sløk 2.000 mál skulu greinast manuelt út í bólkar til hægstu-, miðal- og lægstu-.

    Viðv. barnaviðbótini:
    Í og við, at vit onki uppskot hava fingið fyrilagt um møguligar broytingar í samband við barnaviðbót, ber ikki til at siga nakað um avleiðingar í løtuni.

  2. Systemið á Almannastovuni
    Verður sent seinni.

  3. Týdningurin av gildiskomunardegnum:
    Kunngerðin um barnaviðbót og skiftisupphæddir er bert í gildi til 31/12-2000. Hetta merkir, at hesar viðbøtur ikki skulu sendast í desember koyringini, sum er pensiónin fyri januar. Mælt verður til at longja hesa kunngerð at galda fyri januar við. Um so verður, at kunngerðin ikki verður  longd, heitir Almannastovan á Almanna- & Heilsumálastýrið, um at kunna hetta út til Almenningin.

    Kunngerð nr. 101 frá 20. des. 1999 um stuðul til Hjálparráð
    Alt eftir nær ætlaðu broytingarnar koma í gildi, skulu vit gera vart við, at støða skal takast til avtakan av nevndu kunngerð.

    Generelt:
    Almannastovan metir, at tað er umsitingarligur fyrimunur fyri stovnin, at broytingarnar í almannapensiónslógini ikki fáa gildi fyrr enn 1. febr. 2001.

    Almannastovan vil, í og við at avlamishugtakið fór úr lógini 1. jan. 2000, mæla frá at taka hugtakið inn aftur í aðrari merking.

    Vinarliga
    Petra J. Joensen, stjóri