Almannaveitingar

 

30  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2000, 8. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2 verður orðað soleiðis:
  2. "§ 2. Almannaveitingar, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verða frá og við 1. januar á hvørjum ári javnaðar við 4% sambært §§ 5-6. Tó verða grundupphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjón ikki javnaðar."

  3. § 3 verður orðað soleiðis:
  4. "§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:

    Upphæddir pr. 1/1-2001
    Almannapensjónslógin

    2001
    Árliga kr.

    Grundupphædd - støk

    50.028

    Grundupphædd – gift hvør

    39.756

    Viðbót til fólkapensjón – støk

    22.524

    Viðbót til fólkapensjón – gift hvør

    16.380

    Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk

    49.728

    Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør

    44.904

    Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk

    16.140

    Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør

    14.004

    Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk

    15.240

    Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør

    12.240

    Hjálparviðbót

    24.960

    Røktarviðbót

    49.812

    Avlamisviðbót/avlamisveiting/einkjuviðbót

    23.340

    Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar

    21.400

    Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar

    42.800

     

    Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

    2001
    Árliga kr.

    Upphædd til persónligan tørv

    8. 424

    Gjald fyri umlætting

    94 (um samdøgrið)

     

    Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.

    2001
    Árliga kr.

    Upphædd

    3.528

    Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. 2001
    Árliga kr.

    Barnagjald smb. § 5

    9.000

    Gjald í samband við føðing eftir § 6

    514 (eingangsupphædd)

    Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6

    887 (eingangsupphædd)

    Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2

    9.000

    Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3

    (Tvær ferðir upphæddina
    sambært § 5 )

    "

  5. § 4 verður strikað.
  6. § 6 verður orðað soleiðis:
  7. "§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. januar 2002."

  8. Í § 7, stk. 2, verður sum nýtt 3. pkt. sett:
  9. "Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkujavnað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini um almannapensjónir."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.

Almennar viðmerkingar:

Á almannapensjónsøkinum eru tvær lógir:

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur hervið tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum føra við sær broytingar á almannapensjónsøkinum. Í Almannapensjónslógini verður heitið avlamisviðbót og avlamisveiting sett inn í lógina, og krøvini um, hvør fær barnaviðbót, verða broytt, og í løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum verða gjørdar tær broytingar, at sjúkrakassaviðbótin verður løgd inn í viðbótina, og harumframt hækkar vanliga viðbótin, serliga til teir hægstu og miðal fyritíðarpensjónistarnar, sum eru giftir, sí skjal 2. Grundgevingin fyri hesum er, at arbeitt verður fram ímóti, at fyritíðarpensjónistar, yvir eitt áramál, allir fáa pensjón, óheft av hjúnabandsstøðu. Í verandi almannapensjónlóg er nú ásett, at pensjónin hjá einum fyritíðarpensjónisti bert verður ávirkað av inntøkuni hjá pensjónistinum sjálvum. Um ein persónur fær fyritíðarpensjón, er tað sum oftast tí, at hann av eini ella aðrari orsøk er blivin avlamin og tí fær pensjón fyri mistan arbeiðsførleika. Sum oftast eru hesir persónar í bestu árum. Tí verður mett, at rættast er yvir eitt áramál at arbeiða fram ímóti at geva øllum fyritíðarpensjónistum pensjón, uttan mun til um ein er giftur ella ei. Sum eitt fyrsta stig á hesi leið eru upphæddirnar tí hækkaðar mest hjá giftum fyritíðarpensjónistum.

Somuleiðis er ásett eitt ávíst prosent í lógaruppskotið, ístaðin fyri prístalið, til at javna almannaveitingar við árliga.

Hjá fólkapensjónistum er sjúkrakassaviðbótin løgd inn í viðbótina, áðrenn viðbótin er hækkað við 4%. Tó fara ikki allir fólkapensjónistar at merkja so stóra hækking, tí sjúkrakassaviðbótin er í ár 2000 goldin út sum ein skattafrí veiting.

Grundgevingin fyri broytingunum

Avlamisviðbót
Sambært avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, vóru tað fleiri viðbøtur - ein pensjónsviðbót, ein avlamisviðbót og ein óarbeiðisførisviðbót. Avlamisviðbótin og óarbeiðsførisviðbótin vóru óheftar av aðrari inntøku. Sambært galdandi almannapensjónslóg eru allar hesar omanfyri nevndu viðbøtur lagdar saman til eina viðbót, og verður henda viðbót inntøkujavnað. Hetta merkir, at hevur penjónisturin eina ávísa inntøku umframt pensjónina, fellur henda viðbót burtur. Tað sama ger seg galdandi fyri grundupphæddina hjá fyritíðarpensjónistum

Við broytingaruppskotinum um almannapensjónir verður heitið avlamisviðbót sett inn aftur í lógina. Henda avlamisviðbót verður ikki inntøkujavnað og verður tí goldin út uttan mun til aðra inntøku. Sjálv upphæddin verður ásett í hesum uppskoti. Avlamisviðbótin er eitt endurgjald fyri tað brek, sum avlamni hevur, og skal fevna um tær meirútreiðslur, sum hin avlamni hevur, og sum tað ikki ber til at skilmarka. Í løtuni verður henda kompensatión veitt á tann hátt, at ein partur av viðbótini er skattafrí. Henda skipan er tung at umsita, og ikki allir fyritíðarpensjónistar fáa gagn av hesi skattafríu veiting.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, var tann lægsta avlamispensjónin sett saman av eini hálvari grundupphædd og eini hálvari avlamisviðbót. Umframt at heitið avlamispensjón bleiv broytt til fyritíðarpensjón, hækkaði tann lægsta fyritíðarpensjónin munandi 1. januar 2000. Umframt at grundupphæddin hækkaði til eina heila grundupphædd, varð ein full viðbót latin til hesa fyritíðarpensjón.

Við hesum báðum lógaruppskotum á almannapensjónsøkinum, verður avlamisviðbótin ikki givin teimum, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, men bert teimum, sum fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, tó ikki til einkjur og einkjumenn. Hetta merkir, at teir persónar, sum læknaliga mett lúka krøvini til at fáa hægstu ella miðal fyritíðarpensjón, antin kunnu fáa avlamisveiting sum ikki pensjónistar, ella avlamisviðbót sum pensjónistar. Lægsta fyritíðarpensjón verður í dag eisini veitt til onnur enn tey, sum eru avlamin.

Einkjur og einkjumenn við uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár, sum sambært almannapensjónslógini fáa miðal fyritíðarpensjón, fáa sambært hesum uppskoti ikki avlamisviðbót, men eina einkjuviðbót, sum svarar til avlamisviðbót. Grundgevingin er, at hesi fingu eisini fyrr tað, sum svaraði til eina avlamisviðbót, sum eina uppískoytisveting ístaðin fyri avlamisviðbót. Uppískoytisveitingin varð inntøkujavnað og skattað sambært skattalógini. Sambært hesum uppskoti verður einkjuviðbótin tí eisini inntøkujavnað og skattað sambært skattalógini.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, var avlamisviðbótin ymisk alt eftir hjúnastøðuni. Við hesum uppskoti fáa allir eins upphædd, óansæð hjúnastøðu. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at allir fyritíðarpensjónistar um nøkur ár skulu fáa pensjón óheft av hjúnabandsstøðu.

Avlamisveiting
Eftir at nýggja almannapensjónslógin kom í gildi, er politisk avgerð tikin um, at avlamisveitingin hjá ikki-pensjónistum skal varðveitast. Fyrst í árinum varð ein kunngerð gjørd við heimild í forsorgarlógini, har tey, sum fingu avlamisveiting, men sum mistu hana sum avleiðing av lógini um almannapensjónir, og eru millum 18 og 67 ár, skulu varðveita hana.

Sambært broytingaruppskotinum til almannapensjónslógina er ætlanin at fáa avlamisveitingina til ikki-pensjónistar inn aftur í lógina.

Tey sum fáa tillutað avlamisveiting eru persónar, sum lúka krøvini til at fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón; tó ikki tey sum fáa tillutað einkju- og einkjumannapensjón; men hava ov høga inntøku. Henda upphædd er ein føst upphædd, og verður hon ikki ávirkað av aðrari inntøku.

Eftir avlamispensjónslógini, sum fór úr gildi 1. januar 2000, var avlamisveitingin eisini ymisk, alt eftir hjúnastøðu. Við hesum lógaruppskoti verður avlamisveitingin eins fyri øll, sum fáa hesa tillutaða. Hetta verður eisini gjørt við tí fyri eyga, at allir fyritíðarpensjónistar skulu fáa pensjón sum stakir yvir eitt áramál. Tí verður mett, at rættast er, at teir persónar, sum fáa avlamisveiting, eisini fáa eins veiting óansæð hjúnastøðu.

Skattalógin
Um avlamisviðbótin og avlamisveitingin skulu inn í almannapensjónslógina á sama hátt sum áðrenn ár 2000, er eisini neyðugt at broyta skattalógina soleiðis, at heitið avlamisviðbót og avlamisveiting verður sett inn sum ein skattafrí veiting. Somuleiðis er neyðugt at taka av broytingina av skattalógini frá mars 2000 (lóg nr. 40), tí henda "kompenseraði" fyri avlamisviðbótina.

Barnaviðbót
Sambært verandi lóg og eftir avlamispensjónslógini, sum farin er úr gildi, er ásett, at bert í teimum førum, har ongin annar rindar barnapening ella uppiheldur barninum, verður veitt ein barnaviðbót til pensjónistin. Sambært hesum uppskoti er ásett, at allir pensjónistar, sum hava børn undir 18 ár, fáa eina barnaviðbót. Mett verður, at hetta er rættast, tí bæði foreldrini hava uppihaldsskyldu yvir barninum. Veitt verður ein barnaviðbót til hvønn pensjónist fyri hvørt barnið.

Sjúkrakassaviðbót og hækking av viðbótini
Sjúkrakassaviðbótin varð somuleiðis tikin burtur úr almannapensjónslógini, tí ætlanin var at broyta sjúkrakassalógina í ár 2000. Henda broyting er tó ikki gjørd enn, og verður heldur ikki gjørd í hesi tingsetu.

Sjúkrakassaviðbótin og hækkingin av vanligu viðbótini eru settar inn í hetta lógaruppskot við einari hækking av vanligu viðbótini. Somuleiðis er viðbótin, serliga hjá teimum giftu pensjónistunum, sum fáa hægstu og miðal fyritíðarpensjón, munandi hækkað. Hetta er gjørt fyri at minka um munin á støkum og giftum. Sí hjálagda skjal 2.

Skiftisupphæddin til grundupphæddina
Fyri ikki at fáa heitið gift við ikki - pensjónisti innaftur í lógina, eru tað bert tey sum vóru inni í skipanini áðrenn 2000, sum fáa skiftisviðbótina til grundupphæddina. Henda skiftisupphædd er í dag ásett í ásetingarlógini. Henda skiftisupphædd fer at missa týdning, tá allir fyritíðarpensjónistar fáa pensjón sum stakir, og ásetingarnar "støk" og "gift" eru burtur.

Javning
Sambært galdandi lóg um áseting og javning av almannaveitingum stendur, at viðbøturnar verða javnaðar eftir prístalinum 1. apríl á hvørjum ári. Mett verður, at prístalið ikki er eitt nóg gott grundarlag at javna almannaveitingar við. Tí er ásett í hesum broytingaruppskoti, at almannaveitingarnar sambært hesi lóg verða javnaðar á hvørjum ári við einum ásettum prosentsatsi, sum fyri 2001 verður sett til 4%.

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar:
Fíggjarligu avleiðingarnar av hesum lógaruppskoti og lógaruppskotinum um broyting av almannapensjónslógini verða umleið 9,4 mió. kr. í meirútreiðslum.

Veitingar

Útreiðslur

Inntøkur

Hækking av viðbót og avlamisviðbótin

5,4 mió

 

Avlamisveiting

2,0 mió

2,0 mió. (forsorg)

Barnaviðbót

2,0 mió.

 

Hækkingin, sum er sett av í fíggjarlógaruppskotinum 2001

 

2,0 mió

Samanlagt

5,4 mió

 

Hækkingin av viðbótini og at ein avlamisviðbót, sum ikki skuldi inntøkujavnað, skuldi gevast til teir hægstu og miðal fyritíðarpensjónistarnar, við ávísum undantaki, kostar 5,4 mió. kr.
Broytingin, at allir pensjonistar, sum hava børn undir 18 ár, fáa eina barnaviðbót, kostar umleið 2 mió. kr.
Tær 2 mió. kr., sum í ár verða útgoldnar til avlamisveitingar eftir § 18 í forsorgarlógini, skulu flytast frá forsorg til almannapensjónir.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2001 varð hædd tikin fyri eini prístalsjavning av øllum almannaveitingum upp á 3%, og avsettar blivu 2. mió. kr. til hettar endamál.

Samanlagt verður tí neyðugt við einari reellari hækking upp á umleið 5,4 mió. kr.

Harafturat hækka upphæddirnar til barnagjald til einsamallar uppihaldarar og viðbótin til ávísar pensjónistar við 4%. Hædd er tikin fyri hesum hækkingum í fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2001.

Útrokningarnar eru gjørdar á tann hátt, at upphæddirnar, sum ásettar eru fyri ár 2001, eru samanbornar við útgjaldingina av pensjón í september 2000. Hugt varð eftir, hvussu nógv hvør einstakur fyritíðarpensjónistur fekk í pensjón í september 2000, samanborið við, hvussu nógv hann hevði fingið í pensjón við teimum broyttu upphæddunum. Tær broyttu upphæddirnar eru tær, sum ásettar eru fyri ár 2001.

Hædd verður tikin fyri aðrari inntøku, tá pensjónin hjá hvørjum einstakur pensjónisti verður ásett, men inntøkan er mett inntøka fyri ár 2000. Hetta merkir, at tá mett verður um munin millum tað, sum verður útgoldið í ár 2000 og ár 2001, er tað inntøkan fyri ár 2000, sum er løgd til grund fyri útrokningunum fyri 2001. Hetta er tað best møguliga grundarlagið, tá framroknað verður. Men eisini aðrir faktorar kunnu spæla inn fyri upphæddirnar í 2001, sum t.d. hjúnastøðan.

Í sambandi við omanfyri nevndu útrokningar hevur Almanna- og heilsumálastýrið sjálvt gjørt egnar vegleiðandi skattaútrokningar. Hetta var neyðugt fyri at fáa eina nøkulunda ábending um, hvat hvør einstakur pensjónistur hevði eftir netto eftir skatt. Ætlanin var, at Toll- og Skattstova Føroya skuldi rokna skattin út fyri hvønn einstakan persón, áðrenn tølini kundu sigast at vera endalig. Fundir vóru millum Almanna- og heilsumálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya um hetta mál. Toll- og Skattstova Føroya upplýsti, at teir nýttu 1999 sum samanberingargrundarlag, tá teir mettu um skattin fyri 2001, tí hetta var tað seinasta fulla inntøkuárið. Semja var um, at við at nýta 1999 sum grundarlag, vóru so nógvir ókendir og broyttir faktorar, at úrslitið ikki kom at vísa eina rætta mynd av, hvussu nógv hvør einstakur pensjónistur kom at rinda í skatti við teimum broyttu upphæddunum. Umframt at pensjónslógin broyttist nógv í 2000, kann inntøkan, hjúnastøðan o.a eisini vera broytt. Umframt tað, so eru fleiri nýggir pensjónistar, sum ikki fingu pensjón í 1999. Tað vil siga, at onki reelt samanberingargrundarlag er.

Almanna- og heilsumálastýrið hevur tí gjørt eitt skattaprogram, har skattaskalin í skattalógini og ein kommunuskattur upp á 20% er ásettur. Somuleiðis er tann generelli skattafrádrátturin, sum allir pensjónistar fáa, tikin við. Skattur er roknaður av pensjónini og tí inntøku, sum ávirkar pensjónina. Hetta skuldi givið eina nøkulunda ábending um, hvussu nógv hvør einstakur pensjónistur hevur eftir netto.

Sambært almannapensjónslógini er tað næstan øll inntøka, sum ávirkar pensjónina. Um pensjónisturin hevur aðra inntøku, hevur Almanna- og heilsumálastýrið av góðum grundum ikki fingið hesa við, tí henda er ókend fyri stýrið.

Sambært teimum útrokningum, sum gjørdar eru, er tað ongin fyritíðarpensjónistur, sum fær minni netto, (pensjón ÷ skatt), enn hann fær í dag. Tað eru umleið

525 persónar, sum fáa millum 1 - 1.000 kr meir um árið,
997 persónar, sum fáa millum 1.000 - 5.000 kr. meir um árið,
204 persónar, sum fáa millum 5.000 - 10.000 kr. meir um árið,
123 persónar, sum fáa millum 10.000- 20.000 kr. meir um árið, og
25 persónar, sum fáa yvir 20.000 kr meir um árið.

Hesir seinastu 25 persónarnir hava allir eina inntøku yvir 200.000 kr. um árið, umframt pensjónina.

Í september 2000 vóru tað, sambært upplýsingunum frá Almannastovuni, 1.913 fyritíðarpensjónistar, sum fingu útgoldið fyritíðarpensjón. Við at øll fáa eina avlamisviðbót sambært uppskotinum, veksur talið av persónum, sum fáa pensjón útgoldnað.

Við hesi útrokning er tikin hædd fyri, at avlamisviðbótin verður gjørd skattafrí, og broytingin til skattalógina, lóg nr. 40 frá 24. mars 2000, verður tikin av. Somuleiðis er skiftisupphæddin til grundupphæddina, sum ásett er í lógini, skattafrí, tí henda verður útgoldin sum persónlig viðbót.

Avlamisveitingin var eisini ein skattafrí veiting eftir tí gomlu avlamispensjónslógini og er eisini skattafrí veiting í dag, har hon verður útgoldin sambært forsorgarlógini.

Mett verður, at hesi broytingaruppskot á almannapensjónsøkinum ikki hava stórvegis umsitingarligar avleiðingar við sær fyri Almannastovuna. Avlamisviðbótin og avlamisveitingin verða útgoldnar óansæð inntøku, og tí verða hesar lagdar inn í útgjaldsskipanina sum ein føst veiting, eftir at hesar eru játtaðar av Vanlukkutryggingarráðnum. Tað, at hækkingin av viðbótini og avlamisviðbótin ikki verða ávirkað av aðrari inntøku, skuldi helst havt við sær, at færri pensjónistar fáa tørv á at søkja um eina persónliga viðbót afturat tí vanligu pensjónini.

Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um, eftir tilráðing frá Almannastovuni, um ein persónur skal fáa tillutað avlamisveiting. Tað, at avlamisveitingin kemur inn aftur í almannapensjónslógina, førir við sær meirumsiting fyri Vanlukkutryggingaráðið. Talan er tó ikki um nógvar umsóknir um árið. Í ár 2000, tá ið henda veiting varð tikin av á almannapensjónsøkinum, vóru tað 80 persónar, sum fingu hesa veiting.

  Fyri
landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri
pláss/øki í landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

ja

Nei

nei

ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

ja

Nei

nei

nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

nei

Nei

nei

nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

Nei

nei

nei

Nei

Sosialar
avleiðingar
     

ja

 

Ummælir
Almanna- og heilsumálastýrið hevur havt fund við Almannastovuna um hesar lógarbroytingar. Almannastovan mælti til, at heitið "avlamisviðbót" til einkjur og einkjumenn ikki fekk heitið avlamisviðbót, tí talan var ikki um nakað brek. Hetta er tikið við í hesum uppskotunum. Somuleiðis mæltu tey til, at allir pensjónistar fingu eina barnaviðbót. Hetta er eisini tikið við í hesum uppskotunum. Harumframt upplýsti Almannastovan, at umsitingarligir trupulleikar ikki verða av uppskotunum. Sí skjal 4.

Frá Vanlukkutryggingarráðnum, Ráðnum fyri brekað og Eldraráðnum eru ongar viðmerkingar komnar.

Toll- og Skattstova Føroya fekk uppskotini, áðrenn tey vóru liðugt orðað, tí neyðugt var at gera broytingar til skattalógina soleiðis, at hon samsvaraði við hesi broytingaruppskot. Fíggjarmálastýrið hevur fingið uppskotini til hoyringar eftirfylgjandi.

Viðmerkingarnar frá MBF, Landsfelag Pensjónistanna og Almannastovuni eru hjálagdar.

Serligar viðmerkingar:

Ad § 1, nr. 1, 3 og 4. Broytingin hevur við sær, at ístaðin fyri at javna upphæddirnar sambært hesi lóg við miðalprístalinum 1. apríl á hvørjum ári, við ávísum undantøkum, verða veitingarnar javnaðar við 4% 1. januar á hvørjum ári. Tann 1. januar 2001 eru upphæddirnar ásettar við hesi lóg og verða javnaðar fyrstu ferð 1. januar 2002.

Ad § 1, nr. 2. Tann vanliga viðbótin er hækkað við sjúkrakassaviðbótini, sum áðrenn var ásett í kunngerð um persónliga viðbót. Heitini avlamisviðbót, einkjuviðbót og avlamisveiting eru sett inn aftur í almannapensjónslógina, og sjálvar upphæddirnar eru ásettar sambært hesi lóg. Tær ásettu upphæddirnar sambært hesi lóg eru hækkaðar við 4%, við ávísum undantøkum. Serliga viðbótin til giftar pensjónistar er hækkað meir enn tey 4%`ini.

Somuleiðis er upphæddin í lógini um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. eisini sett inn í hesa lóg.

Ad § 1, nr. 5. Sambært § 7, stk. 2, skal ein pensjónistur, sum er giftur við ikki-pensjónisti, sum áðrenn 1. januar 2000 fekk eina hægri grundupphædd, varðveita munin millum tað hægru og lægru grundupphæddina sum eina persónliga viðbót, so leingi sum hjúnafelagin ikki er pensjónistur. Av tí at grundupphæddin hjá fyritíðarpensjónistum verður inntøkujavnað, verður henda persónliga viðbótin eisini inntøkujavnað. Hetta hevur eisini verið gjørt í ár 2000, tí landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um persónliga viðbót við kunngerð.

Mett verður, at tað er greiðast, at henda áseting stendur í sjálvari lógini.

Ad § 2. Lógin hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001. Útgjaldingarnar fyri februar mánað eru síðst í januar mánaði. Grundgevingin fyri, hví lógin skal virka frá hesum tíðarskeiði og ikki frá 1. januar, sum vanligt er, er, at broytingar eisini verða í skattalógini. Broytingarnar í skattalógini verða frá 1. januar 2001, t.v.s. fyri tær útgjaldingar, sum verða eftir 1. januar. Hetta er gjørt, fyri at broytingarnar skulu koma at virka samstundis.

Yvirlit yvir fylgiskjøl

Skjal 1 Fíggjarligar avleiðingar.

Skjal 2 Samanberingar av upphæddum fyri ár 2000 og 2001.

Skjal 3 Hoyringssvar frá MBF.

Skjal 4 Hoyringssvar frá Landsfelag Pensjónistanna.

Skjal 5 Hoyringssvar frá Almannastovuni.

1. viðgerð 13. desember 2000. Tingmálini 29 og 30 viðgjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 19. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8 desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3., 5., 9., 16., 18. og 19. januar 2001. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við pensjónsbólkin hjá Meginfelag teirra brekaðu og landsstýrismannin í almannamálum. Nevndin hevur undir viðgerðini eisini fingið svar upp á skrivligar fyrispurningar frá Almanna- og heilsumálastýrinum og Fíggjarmálastýrinum. Somuleiðis hevur nevndin fingið skriv, dagfest 22. desember 2000, frá landsstýrismanninum í almannamálum, har hon heitir á nevndina um at seta fram broytingaruppskot soleiðis, at viðbótin til pensjónistar verður broytt frá teim uppskotnu kr. 3.528 til kr. 4.400. Eisini hevur nevndin 18. januar 2001 fingið broytingaruppskot frá landsstýrismanninum viðvíkjandi einkjum.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og í ein minniluta.

Ein meiriluti (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen og Jóanis Nielsen) ásannar, at pensjónslóggáva er sera samansett og samstundis viðbrekin, bæði fyri brúkaran og fyri samfelagið sum heild. Nærliggjandi er at hugsa sær, at allur hátturin at skipa eitt inntøkugrundarlag hjá pensjónistum okkara eigur at verða tikin uppaftur til viðgerðar í komandi tíðum. Vónandi verður arbeiðið hjá trivnaðar- og heilsuráðnum ein hjálpandi hond, tá um góðar og brúkaravinarligar, men einfaldar pensjónsskipanir ræður.

Trivnaðarnevndin er undir viðgerðini av málinum komin eftir, at kanska máttminsti bólkurin í samfelagnum, einkjur við børnum undir 18 ár, sum onga aðra inntøku hava, fáa áleið 6000 kr. minni árliga, um uppskotið verður samtykt í óbroyttum líki, og mælir nevndin tí sjálvsagt til eitt broytingaruppskot hesum viðvíkjandi. Kostnaðurin av hesum broytingaruppskoti er u.l. ½ mió.kr.

Hinvegin hevur arbeiði trivnaðarnevndarinnar staðfest, at aðrir bólkar, fevndir av lógaruppskotinum, fáa áleið somu upphædd, sum tey høvdu frammanundan, sum jú eisini var ætlanin við uppskotinum. Við innroknaða skattalættanum hjá landsstýrinum fáa allir bólkar meira at ráða yvir enn í ár 2000.

Ein av grundhugsanunum, meðan arbeitt var við at tilevna nýggju pensjónsskipanina, var, at tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensión, skuldu fáa somu upphædd, sum ein fólkapensjónistur uttan aðra inntøku fær. Hóast nýggja skipanin við hesum uppskotinum verður broytt munandi, so staðfestir meirilutin í trivnaðarnevndini, at tey, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, framvegis fáa minni enn fólkapensjónisturin uttan aðra inntøku. Hetta harmast meirilutin um og vónar, at landsstýrið fær hesi viðurskifti í rættlag.

Samsvarandi hesum setir meirilutin tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

a) Í § 1, nr. 2, verður í § 3 gjørd tann broyting, at orðið " einkjuviðbót" verður strikað.

b) Í § 1, nr. 2, verður í § 3 talið "3.528" broytt til "4.400"

Ein minniluti (Kristian Magnussen, Hans Pauli Strøm og Marjus Dam) tekur undir við uppskotinum, men heldur ikki, at uppskotið er nøktandi, um pensjónistar og serliga fyritíðarpensjónistar veruliga skulu merkja nakran bata. Í desember 1999, tá vit viðgjørdu veitingarnar, ið pensjónistar skuldu hava sum fylgja av stóru umleggingunum á pensjónsøkinum, vístu vit (minnilutin) á, at uppskot landsstýrisins fór at hava við sær beinleiðis niðurskurð í veitingum til ávísar pensjónistar.

Minnilutin átalar, at landsstýrið nústani, meira enn eitt ár aftaná at lógin fór at virka, kemur við uppskoti um at rætta upp á nakrar av teimum størstu feilunum í galdandi lóg. Minnilutin átalar eisini, at pensjónistar hava fingið veitingar eftir 2 ólógligum kunngerðum í eitt heilt ár, og minnilutin kann nú staðfesta, at landsstýrið við hesum uppskoti óbeinleiðis viðurkennir, at hesar kunngerðir eru ólógligar, tá landsstýrið nú skjýtur upp, at tær veitingar, ið hava verið veittar eftir kunngerðunum, nú verða settar inn í lógina. Argumentið hjá landsstýrinum hevur annars verið, at hesar veitingar bara skuldu veitast í eini skiftistíð soleiðis, at pensjónistar kundu venja seg til broytingarnar í pensjónslógini.

Uppskotið hjá landsstýrinum kann ikki metast sum nøktandi, tá grundupphæddin heldur ikki frameftir skal javnast soleiðis, at hon ikki missir realvirðið. Orsøkin til, at landsstýrið ikki ynskir, at grundupphæddin frameftir skal javnast, er, at landsstýrið ikki ynskir, at fólkapensjónistar, ið hava aðra pensjón, skulu hava nakra fólkapensjón yvirhøvur. Men í staðin fyri at spæla við opnum kortum og siga sum er, so undirgrevur landsstýrið pensjónslógina og prinsippini í lógini við at lata grundupphæddina, sum er roknað til mat, klæðir og ávísar fastar útreiðslur, minka niður, til hon einki virði hevur longur. Tað, sum landsstýrið ikki hevur hugsað um, er, at avlamis- og aðrir fyritíðarpensjónistar og fólk, ið fáa forsorgarveitingar, eisini verða rakt av hesum broytingum. Hesi hava í flestu førum onga aðra pensjón ella inntøku umframt pensjónina. Avlamispensjón verður veitt sum kompensasjón fyri mistan/skerdan arbeiðsførleika, og mong fáa hesa pensjón longu á ungum aldri. Tað, sum hesi koma at uppliva, er, at pensjónin frameftir verður undirgrivin, tá grundupphæddin ikki verður javnað. Minnilutin hevuir roknað seg fram til, at pensjónistarnir samlað missa okkurt um 14 milliónir krónur við at grundupphæddin ikki verður javnað. Tær 14 milliónir krónurnar verða ikki tilsvarandi latnar til hækking av viðbótunum. Grundgevingin hjá landsstýrinum um, at tað vildi brúka sparingina til at hækka viðbøturnar við, heldur ikki, tí at viðbøturnar hækka ikki við 14 milliónum krónum. Samanumtikið er tí úrslitið verri fyri pensjónistarnir.

Hóast minnilutin tekur undir við uppskotinum, tí uppskotið hóast alt er ein bati, so skjýtur minnilutin upp, at grundupphæddin hjá øllum pensjónistum frameftir verður javnað. Tí skjýtur minnilutin upp, at seinasta punktum í § 2 í lógaruppskotinum um áseting og javning av almannnaveitingum verður strikað.

Somuleiðis skjýtur minnilutin upp, at munurin millum giftar og stakar fyritíðarpensjónistar verður tikin burtur, og at teir pensjónistar, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, fáa somu viðbót sum stakir fólkapensjónistar, so sum lovað varð teimum, áðrenn nýggja lógin fór at virka.

Kostnaðurin av broytingaruppskoti minnilutans verður sbr. upplýsingum frá Almanna- og Heilsumálastýrinum mettur til umleið 26,4 mió krónur.

Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1, nr. 1, verður 2. pkt. í § 2 strikað.
  2. Í § 1, nr. 2, verður í § 3 orðini "Grundupphædd – støk" broytt til "Grundupphædd – støk – fólkapensjón"
  3. Í § 1, nr. 2, verður í § 3 orðini "Grundupphædd – gift hvør" broytt til "Grundupphædd – gift hvør – fólkapensjón"
  4. Í § 1, nr. 2, verður í § 3 sett inn nýtt rað eftir raðið, sum nú verður , Grundupphædd – gift hvør – fólkapensjón, sum verður soljóðandi: "Grundupphædd – fyritíðarpensjón kr. 50.028"
  5. Í § 1, nr. 2, verður í § 3 røðini:
  6. "Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk 49.728

    Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 44.904

    Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk 16.140

    Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør 14.004

    Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk 15.240

    Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør 12.240"

    broytt til

    "Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón 49.728

    Viðbót til miðal fyritíðarpensjón 16.140

    Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón 22.524"

  7. Í § 2 verður "februar" broytt til "januar"
  8. Sum nýtt nr. 4a í § 1 verður sett: Í § 7, stk. 2, verður "Pensjónistur" broytt til "Fólkapensjónistur".

2. viðgerð 23. januar 2001.   Atkvøðugreiðslan útsett til seinni á fundinum. Broytingaruppskot frá minnilutanum í trivnaðarnevndini, Kristian Magnusen, Hans Paula Strøm og Marjus Dam, til § 1 fall 12-0-14. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Páll á Reynatúgvu, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen og Rúnu Sivertsen, til § 1 samtykt 26-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 25. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Lm.j.nr. 520-0015/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2001307
Ll.nr. 4 frá 25. januar 2001