Stuðul til rentuútreiðslur

 

33  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur

A. Upprunauppskot
B. 1 viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, løgdu tingmenninir Hans Pauli Strøm og Marjus Dam vegna Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broytingar í løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 148 frá 30. desember 1996 um stuðul til rentuútreiðslur av lánum, sum broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 21. apríl 1999 verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 2, verður "60.000 kr." broytt til "120.000 kr."
  2. § 3 stk. 3 verður strikað.
  3. § 5 verður orðað soleiðis:
    "§ 5. Tann árliga prosentupphæddin verður 48%."
  4. § 6, stk. 3, verður orðað soleiðis:
    "Stk. 3. Stuðul, nevndur í stk. 1, verður, sum niðanfyri tilskilað, samanborið við § 5, býttur millum kommunu og land við ávikavist 15% og 33%."

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar januar 2001. 

Viðmerkingar:
Seinasta árið hava føroysku húsarhaldini verið fyri sera stórum útreiðsluhækkingum. Oljuútreiðslurnar eru hækkaðar ógvisliga, og tað er stórur prísvøkstur á vørum og tænastum, sum húsarhaldini hava dagligan tørv á. Eisini eru sethúsaútreiðslurnar øktar nógv, og størri eru í væntu. Tá tað snýr seg um viðurskiftini hjá familjum, sum sita í egnum sethúsum, eru serliga fýra viðurskifti at nevna:

Hesi viðurskifti fara at hækka mánaðarligu útreiðslurnar hjá føroysku húsarhaldunum við fleiri hundraðtals krónum, hjá summum 500 kr. og øðrum yvir 1000 kr meir um mánaðin. Serstakliga fer tað at svíða hjá ungum barnafamiljum, sum júst eru tey, sum bæði sita við teim størstu húsarhaldskostnaðunum og teimum størstu lánunum.

Tað hevur vanliga verið politikkur hjá øllum flokkum á tingi, at stuðla familjuni eins og tí einstaka at seta føtur undir egið borð. Her hevur rentufrádráttur og seinni rentustuðul verið nýttur til óbeinleiðis at stuðla familjunum til at útvega sær egnan bústað. Somuleiðis hava fólk, ið eftir lokna útbúgving standa við lestrarskuld, verið undir skipanini.

Upprunaliga var eingin avmarking í rentufrádráttinum, hann varð nýttur til ymisk endamál, so sum til alskyns nýtslulán, til bilkeyp og mangt annað. Og í 80-unum varð rentufrádrátturin eisini ein av fyritreytunum fyri ótálmaðari spekulasjón í muninum millum føroyska og útlendska innláns- og útlánsrentu.

Síðst í 80-unum gjørdist greitt fyri øllum, at ikki varð rætt at stuðla hesi gongdini, og endiliga í 1990 varð semja um fremja lógarbroytingar í rentufrádráttinum, so hann hereftir bara kom at fevna um:

Rentufrádrátturin varð tá lækkaður frá 42 til 40 %.

Í samband við sethúsaloysnina í 1996 varð rentustuðulin fyribils hækkaður upp aftur í 48 % og skuldi eftir nærri ásettum reglum ( § 5 í hesi lóg) lækka aftur niður í 40 % ár 2003, fyrstu ferð 1. januar 2001, tá hann skal lækkast niður í 44 %.

Í 1996 varð rentufrádrátturin samstundis í smbandi við bruttoskattaskipanina broyttur til eina útgjaldsskipan, rentustuðulsskipanina, ið var áleið fíggjarliga neutral fyri brúkaran.

Verandi uppskot leggur upp til, at ætlaða minkingin í rentustuðlinum ikki verður sett í verk, ásannandi, at ein slík skerjing í rentustuðlinum fer at tyngja uppaftur meir um hjá teimum, ið longu í dag hava tað sera tungt, orsakað av tí stóra taki, tað er at sita í egnum húsum. Tað er hartil serliga óheppið at skerja rentustuðulin, samstundis sum rentustigið er hækkað og møguliga fer longur upp, og annars stórur prísvøkstur er á vørum og tænastum, sum húsarhaldini hava dagligan tørv á.

Somuleiðis verður skotið upp, at upphæddin, sum tann prosentvísi rentustuðulin verður roknaður av, verður sett til 120.000 kr. Sum nú er, verður rentustuðul í fyrsta lagi veittur av eini rentuupphædd upp til kr. 60.000 árliga. Men er rentuútreiðslan oman fyri kr. 60.000, kann rentustuðul játtast eftir umsókn av eini upphædd til í mesta lagi kr. 120.000 árliga. Sum skilst standast óneyðugir trupulleikar, bæði fyri sethúsaeigararnar og fyri umsitingina, tá komið verður upp um loftið upp á kr. 60.000, serliga tá umsókn um hækkan av loftinum upp um 60.000 bara er ein avgreiðsluspurningur. Tí er tað ein umsitingarlig einfaldgering at broyta lógina so, at tað verður sett eitt hægstamark, og at hetta verður núverandi hægstamark upp á kr. 120.000.

1. viðgerð 21. desember 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin løgdu málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 21. desember 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen, Eyðun Viderø og Sámal Petur í Grund) tekur ikki undir við málinum og setir einki uppskot fram.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) vísir á viðmerkingarnar í málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum.

2. viðgerð 6. februar 2001. §§ 1 og 2 fullu 12-0-14. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.