Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur

 

36  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

§ 1

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. juni 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 9. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 1, 2. pkt., verður strikað.
  2. § 2, stk. 2, 3. pkt., verður orðað soleiðis:
  3. "Arbeiðsgevarar rinda ikki gjald fyri løn hjá útlendingum undir FAS skipanini, ella fyri løn hjá útlendingum umborð á skipium, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt., í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá."

  4. Í § 2, stk. 4, verður skoytt upp í sum 2. pkt.:
  5. "Rindar arbeiðstakarin ikki rættstundis, verður gjaldið kravt inn sum írestandi skattur, sambært § 78 og § 135 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Bareboat-skip uttan fyri FAS:
Við hesi broytingini (sum eisini verður gjørd í lóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir) er ætlanin at frítaka føroysk feløg, ið reka bareboat-leigaði skip uttan fyri føroysku altjóða skipaskránna (FAS) - sum arbeiðsgevarar - at rinda í nevndu grunnar.

Lógirnar um grunnarnar vórðu broyttar í 1995 soleiðis, at arbeiðsgevarar ikki skuldu rinda gjald fyri løn hjá útlendingum við skipum í FAS-skipanini. Av eini ella aðrari orsøk vórðu bareboat-skipini uttan fyri FAS-skipanina ikki fevnd av broytingunum, hóast hesi skipini annars í allar (aðrar) mátar eru at líkna við bareboat-skipini í FAS-skipanini og fáa somu afturbering (28% av hýrunum) sambært reglunum um skip skrásett í FAS.

Broytingin í skattalógini, sum førdi við sær, at bareboat-skip uttan fyri FAS skuldu líknast við bareboat-skip í FAS, varð gjørd áðrenn broytingarnar í grunnunum, og tað talar fyri, at talan má hava verið um eitt mistak, at bareboat-skipini uttan fyri FAS ikki vórðu tikin við, tá ið reglurnar um grunnarnar vórðu broyttar.

Nevnast kann eisini, at útlendingar, ið sigla við nevndu skipum, sjálvir eru frítiknir fyri at gjalda til TG og AMG. Tvs., at tað bara er arbeiðsgevarin sjálvur, ið eftir núverandi reglum – vegna manningina - skal gjalda til TG og AMG. Men við tað, at manningarnar ikki gjalda til grunnarnar, fáa teir heldur ongan rætt til gjald úr grunnunum.

Innkrevjing av almennari skuld:
Av tí, at innkrevjingin av almennari skuld í 1999 varð flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya, er neyðugt við konsekvensbroytingum í hesi lóg.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Mett verður, at uppskotið ikki hevur nakrar fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunur ella vinnuna.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Heldur ikki verða sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Væntandi verða uml. góðar 140 tkr. minni goldnar inn í arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

  1. Henda broyting er ein konsekvensbroyting av tí, at § 2, stk. 1, 2. pkt., vísir til § 2, stk. 7., ið varð strikað við løgtingslóg nr. 43 frá 9. mai 1997. Ásetingin er tískil ikki neyðug longur.

  2. Her verður gjørd tann broytingin, at arbeiðsgevarar fyri ta løn, teir rinda útlendingum umborð á bareboat-leigaðum skipum, verða undantiknir gjaldinum til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Eftir núverandi lóg skulu arbeiðsgevarar, ið rinda løn til útlendingar, sum sigla við skipum skrásettum undir FAS, ikki rinda gjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.
    Bare-boat leigaði skip vórðu í sambandi við afturbering eftir skattalógini javnsett við FAS- skip við gildi frá 1. januar 1993.
    Við hesum lógaruppskotinum verða baerboat-leigaði skip eisini eftir lóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn javnsett við FAS skip.

  3. Arbeiðstakari í hesi lóg er tað sama sum lønmóttakari. Av tí, at arbeiðsmarknaðargjaldið hjá lønmóttakarum verður kravt inn saman við skattinum og eftir somu reglum sum innkrevjing av A-skatti, verður hetta punktið sett inn í lógina fyri at gera tað meira greitt fyri lønmóttakaran, hvussu arbeiðsmarknaðargjald, sum ikki er goldið rættstundis, verður kravt inn.

1. viðgerð 16. januar 2001. Tingmálini nr. 35 og 36 vórður viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 16. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum. Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 13. februar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0020/2000
Ll. nr. 14 frá 16.02.2001