Skattur - įsetingarlógin

 

38  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti (įsetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Oršaskifti viš 1. višgerš
D. Įlit
E. 2. višgerš

F. 3. višgerš

Įr 2000, 12. desember, legši Karsten Hansen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti
(įsetingarlógin)

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 87 frį 1. september 1983 um įseting av skatti, viš seinni broytingum, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 2, stk. 2, 4. pkt., veršur strikaš.
  2. § 5, stk. 2, veršur oršaš soleišis:
  3. "Stk. 2. Hjį partafelųgum, smįpartafelųgum, kommanditfelųgum, sparikassum og lutafelųgum, sum nevnd eru ķ stk. 1, og sum hava partapening, inngoldnan innskotspening, įbyrgdarpening ella lutapening, sum er 80.000 kr. ella meira, veršur skatturin įsettur til 20 % av inntųkunum til landskassa og kommunur."

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og er galdandi frį og viš inntųkuįrinum 2001.

Višmerkingar til lógaruppskotiš

Kap. 1: Almennar višmerkingar

Barnafrįdrįttur - fyribilsskattaskrį:
Sambęrt galdandi lóg veršur kravt, at barnafrįdrįtturin ķ endaligu įlķkningini skal vera hjį sama persóni, sum hevši hann ķ fyribilsįlķkningini. Męlt veršur til, at hetta kraviš veršur strikaš soleišis, at t.d. hjśn, har iš annar persónurin veršur lękkašur eftir 50% markinum – og ķ fyribilsskrįnni er skrįsettur viš frįdrįttinum – kunnu flyta frįdrįttin til hin hjśnafelagan.

Kommanditfelųg:
Endamįliš viš hesi broytingini er skattliga at javnstilla kommanditfelųg viš partafelųg.

Ķ 1972 varš gjųrd ein broyting ķ skattalógini, sum var ętlaš at javnmeta kommanditfelųg viš partafelųg. Men av eini ella ašrari orsųk eru kommanditfelųg ikki tikin viš ķ greinina, iš įsetur skattaprosentiš fyri felųg. Tķskil er stųšan ķ dag, at kommanditfelųg viš innskotspeningi hęgri enn 80.000 kr. framvegis verša skattaš viš 49%, mešan partafelųg verša skattaš viš 20%. Viš at seta oršiš "kommanditfelųgum" inn ķ omanfyri nevndu grein, verša kommanditfelųgini skattaš sum ętlaš viš lógarbroytingini ķ 1972.

Ein viškomandi spurningur ķ hesum sambandinum, er, hvussu man ger upp įvikavist innskotspening (at lķkna viš partapening ķ partafelagi) og eginognina hjį einum kommanditfelagi. Ķ einum kommanditfelag, sum vanliga hevur minst ein komplementar og minst ein kommanditista, heftir komplementarurin solidariskt, mešan kommanditisturin heftir viš tķ, hann hevur teknaš seg fyri, t.e. anpartinum. Innskotspeningurin veršur gjųrdur upp sum taš, iš er inngoldiš, ķroknaš mųguligt restheftilsi, sum kommanditfelagiš hevur kravt įvikavist komplementar og kommanditist eftir.

Hóast taš ongar serstakar reglur eru ķ lóg ella kunngerš um eginogn ella innskotspening hjį kommanditfelųgum, so veršur viš ķ hesum uppskotinum til lógarbroyting skotiš upp, at ķ minsta lagi kr. 80.000 av teknaša innskotspeninginum skulu verša inngoldnar kontant ella ķ ųšrum viršum – av bęši komplementari og kommanditisti samanlagt – fyri at kommanditfelagiš kann verša skattaš viš 20%.

Felagiš skal upplżsa į sjįlvuppgįvuni, hvussu nógv er inngoldiš kontant.

Kap. 2: Avleišingar av uppskotinum

Uppskotiš veršur ikki mett at hava viš sęr fyrisitingarligar avleišingar. Mett veršur heldur ikki, at uppskotiš hevur viš sęr stórvegis fķggjarligar avleišingar.

 

 

Fyri landiš/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
plįss/ųki ķ
landinum
Fyri įvķsar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fķggjarligar/
bśskaparligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvųrvisligar
avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleišingar
   

 

 

Nei

 

Kap. 3: Serligar višmerkingar

  1. Sambęrt § 2 ķ įsetingarlógini kunnu sambśgvandi hjśn sjįlvi gera av, hvųr teirra skal hava barnafrįdrįttin. Taš er tó ķ 4. punktum įsett, at frįrįtturin skal vera hjį sama persóni ķ endaligu įlķkningini sum ķ fyribilsįlķkningini.
  2. Sambśgvandi hjśn kunnu tķ avtala, hvųr skal hava barnafrįdrįttin, men bert um tey boša skattamyndugleikunum frį hesum, soleišis at tann valdi hjśnafelagin hevur frįdrįttin į fyribilsįlķkningini. Um tey ikki fįa bošaš frį, įšrenn fyribilsįlķkningin veršur gjųrd, so ber ķ veruleikanum ikki til at gera hetta vališ.

    Męlt veršur til, at kraviš um, at frįdrįtturin skal vera hjį sama persóni ķ fyribilsįlķkningini sum ķ endaligu įlķkningini, veršur strikaš.

    Taš eru nųkur, sum ikki fįa brśkt barnafrįdrįttin viš taš, at tey t.d. verša lękkaš eftir 50 % markinum. Hesir persónar kundu fingiš nyttu av frįdrįttinum viš at avtala, at hjśnafelagin ķ stašin skal hava frįdrįttin. Frįdrįtturin kann enntį verša śtgoldin avvaršandi skattgjaldara, um barnafrįdrįtturin er hęgri enn skatturin uttan barnafrįdrįtt.

    Viš hesi broyting kunnu ųll hjśn fįa įgóšan av frįdrįttinum, og frįdrįtturin veršur ikki avskorin av tķ, at hjśnini ikki boša frį, hvųr skal hava frįdrįttin, įšrenn fyribilsįlķkningin veršur gjųrd.

  3. Viš hesum uppskoti verša kommanditfelųg skattaš viš 20 %, eins og partafelųg v.m. verša taš, um tey hava inngoldnan innskotspening, iš er 80.000 kr. ella meir.

    Eftir nśverandi lóg eru kommanditfelųg ikki fevnd av stk. 2 og verša tķ eftir hųvušsregluni ķ stk. 1 skattaš viš 49 %.

    Eitt kommandifelag er skipaš viš minst einum komplemantari og minst einum kommanditisti. Komplementarurin heftir solidariskt, mešan kommanditisturin bert heftir viš tķ, hann hevur teknaš seg fyri, t.e. anparti. Taš vanliga er tó, at komplementarurin og kommanditisturin ķ fyrstu syftu bert gjalda ein minni part av sķnum anparti.

    Taš, sum komplementararnir og kommanditistarnir gjalda inn + evt. restheftilsi, sum K/S hevur kravt hesar eftir, veršur ķ roknskapinum hjį K/S nevnt innskotspeningur, jbr. taš, iš er nevnt nišanfyri. Hetta kann samanberast viš partapeningin ķ einum partafelagi.

    Taš eru ongar serstakar reglar ķ lóg ella kunngerš ella ųšrum um eginognina hjį kommandifelųgum. Hesi eru tó fevnd av bókhaldslógini og minstukrųvunum.

    Taš eru heldur ongar reglar um minsta innskotspening, ella at teknaši innskotspeningurin skal vera inngoldin.

    Ķ hesum uppskoti veršur skotiš upp, at ķ minsta lagi kr. 80.000 av teknaša innskotspeninginum skal vera inngoldin kontant ella ķ ųšrum viršum, tilsamans av komplementari og kommanditisti, fyri at K/S kann verša skattaš viš 20%.

    Ikki goldiš restheftilsi og framfųrd yvirskot og hall skulu ikki roknast viš, tį inngoldni innskotspeningurin veršur uppgjųrdur. Taš hevur tķ ongan tżdning, um yvirskotiš veršur hevaš ella ikki. Veršur yvirskotiš bókaš frį framfųrdum yvirskoti og til rindan av restheftilsi, skal hetta tó roknast sum inngjald. Hetta hevur viš sęr, at eitt K/S, sum av fyrstan tķš ikki lżkur treytirnar um, at innskotspeningurin ikki er kr. 80.000, seinni kann lśka treytirnar viš, at framflutt hall verša flutt į inngoldnan innskotspening.

    Av oman fyri nevndu uppseting sęst, at taš ikki framgongur, hvussu nógv er inngoldiš. Felagiš skal upplżsa hetta į sjįlvuppgįvuni.

1. višgerš 14. desember 2000. Mįlini nr. 37, 38, 39 og 40 višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ fķggjarnevndina, sum tann 18. desember 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš legši mįliš fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. višgerš tann 14. desember 2000 er mįliš beint fķggjarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš og tingmįlini nr. 37/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um įseting av skatti til landskassan (įsetingarlógin), nr. 39/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) og nr. 40/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) undir einum, og hava mįlini fingiš somu višgerš. Vķst veršur į višmerkingarnar ķ tingmįli nr. 39/2000.

Nevndin hevur bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sįmal Petur ķ Grund) tekur undir viš mįlinum og męlir tinginum til at samtykkja uppskot landsstżrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vķsir į višmerkingarnar ķ tingsmįli nr. 39/2000: Uppskot til lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin). Minnilutin setir einki uppskot fram.

2. višgerš 20. desember 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 21. desember 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 23-8-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0017/2000
Ll.nr. 130 frį 22.12.2000