Skattur (skattalógin)

 

40  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 12. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
(skattalógin)

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 2, stk. 1, verður sett sum litra l:
  2. "l) fáa inntøku fyri arbeiði innt umborð á flogfari, sum er rikið av persóni ella felagi fevndum av § 1.".

  3. Í § 29, nr. 13, verður áðrenn "barnaviðbót eftir § 10…", sett: "avlamisviðbót eftir § 2, avlamisveiting eftir § 8a,".
  4. Í § 29, verður sett sum litra a og b í nr. 24:
    1. Upphædd, sum "Garantifonden for indskydere og investorer" rindar stovni, nevndum í § 3 í lóg um „garantifond for indskydere og investorer", til heilt ella lutvíst at javna roknskaparligt hall í sambandi við avhendan av aktivum og passivum frá einum stovni til annan. Tann parturin av hallinum, sum stovnurin fær fulnað fyri við útgjaldinum ella ábyrgd frá "Garantifonden for indskydere og ivnestorer", kann tá ikki roknast sum partur av útveganarvirðinum fyri aktivini hjá stovninum, sum yvirtekur hesi aktiv.
    2. Um "Garantifonden for indskydere og investorer" hevur goldið út upphæddir, umrøddar her, ella stilla trygd, sum kann føra til útgjalding av slíkum upphæddum, og stovnurin, sum avhendir aktiv, byrjar nýtt virksemi, kann hall fyri eldri inntøkuár ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri avvarðandi ella fylgjandi ár. Somuleiðis kann hall fyri avvarðandi ár ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri seinni ár.".
  5. Í § 33 verður nr. 15 strikað.
  6. Í § 33 verður nr. 16 strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá og við inntøkuárinum 2001.

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 Kap. 1: Almennar viðmerkingar

Flogfør í altjóða ferðslu
Her verður gjørd ein broyting í skattalógini soleiðis, at heimild verður til at skatta útlendska manning í starvi umborð á føroyskum flogfari. Tað kann vera í teimum førum, tá ið eitt føroyskt flogfelag flýgur upp á eitt annað land ella røkir eina innanríkis leið í hesum landi, og manning úr hesum landi er í starvi umborð á føroyska flogfarinum. Talan verður tá um, at manningin verður avmarkað skattskyldug til Føroyar.

Er talan um manning við heimstaði í einum av norðurlondunum, sum eru við í norðurlendsku tvískattaavtaluni, er tað tó ásett í hesi avtalu, at manning umborð á flogførum í altjóða rutu eru skattskyldug í tí landinum, har ið manningin býr. Avmarkaða skattskyldan sambært innanhýsis føroysku skattareglunum skulu í hesum førinum víkja fyri tí, sum er avtalað í norðurlendsku skattaavtaluni.

Hinvegin er t.d. í tvískattaavtaluni, sum er í umbúna millum Føroyar og Grønland, ásett, at samsýning fyri arbeiði umborð á flogfari verður skattað í tí sáttmálabundna landinum, har ið felagið hoyrir heima. Men heimildin til at skatta á hendan hátt finst ikki í føroysku skattalógini í løtuni, og tí verður hendan broytingin gjørd.

"Garantifond for indskydere og investorer"
Í sambandi við, at lóg um Garantifond for indskydere og investorer verður sett í gildi í Føroyum, verður gjørd ein broyting í skattalógini.

Undantiknar frá skattskyldugari inntøku verða upphæddir, sum Garantifonden for indskydere og investorer rindar eitt nú einum peningastovni fyri hall í sambandi við, at stovnurin yvirtekur aktiv og passiv hjá øðrum stovni, sum er í fíggarligari trongstøðu.

Broyting í lóg um almannapensjónir
Í sambandi við, at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum leggur tvey lógaruppskot fyri Løgtingið, sum føra við sær broytingar á almannapensjónsøkinum, verður neyðugt at gera broytingar í skattalógini. Víst verður til viðmerkingarnar til hesi lógaruppskot.

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

Uppskotið verður ikki mett at hava við sær fyrisitingarligar avleiðingar fyri land, kommunurnar ella vinnuna.

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Sosialar avleiðingar verða heldur ikki fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir.

Mett verður heldur ikki, at uppskotið hevur við sær stórvegis fíggjarligar avleiðingar.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

 

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

Kap. 3: Serligar viðmerkingar

  1. Her verður ásett avmarkað skattskylda fyri persónar, sum hava inntøku fyri arbeiði innt umborð á flogfari, sum er rikið av einum persóni ella felagi, sum er heimahoyrandi í Føroyum.

    Eftir núverandi skattalóg er ikki heimild til at skatta hesar persónar, um ikki teir eru fult skattskyldugir til Føroyar. Hetta merkir, at Føroyar ikki kunnu skatta inntøkuna, um viðkomandi er heimahoyrandi í øðrum landi, men arbeiðir umborð á flogfari, sum er heimahoyrandi í Føroyum.

    Uttan avmarkaða skattskyldu í føroysku reglunum er ikki heimild at skatta, sjálvt um tvískattasáttmáli ásetur, at inntøkan eigur at verða skattað í Føroyum.

  2. Her verða avlamisviðbótin og avlamisveitingin settar inn sum ein skattafrí veiting. Hetta verður gjørt í sambandi við, at heitini avlamisveiting og avlamisviðbót verða sett inn aftur í lóg um almannapensjónir.

  3. Við hesum uppskoti verður upphædd, sum "Garantifonden for indskydere og investorer" rindar stovni í sambandi við, at ein stovnur yvirtekur aktiv ella passiv frá øðrum stovni, undantiknar frá skattskyldugu inntøkuni. Skattafrítøkan er galdandi bæði, um stuðul verður veittur tí stovni, sum letur aktiv ella passiv, ella um stuðul verður veittur tí stovni, sum móttekur aktiv ella passiv.

    Um "Garantifornden for indskydere og investorer" hevur veitt trygd, og trygdin kemur til gjaldingar, verður útgoldin peningur ikki roknaður til skattskyldugu inntøkuna hjá móttakaranum.

    Tá Garantifonden for indskydere og investorer rindar stovni upphædd, sum heilt ella lutvíst skal fara til roknskaparligt hall hjá tí stovni, sum tekur yvir, kann tann parturin av hallinum, sum fingin er fulnaður fyri við útgjaldinum ella trygdini frá "Garantifonden for indskydere og investorer", ikki roknast sum útveganarvirðið fyri aktivið, sum verður yvirtikið.

    § 29, nr. 24, litra b, er eitt mótstykki til litra a. Sambært litra b, kann ein stovnur, sum sambært § 29, nr. 24, litra a, frá "Garantifonden for indskydere og investorer" hevur fingið skattafría upphædd ella hevur fingið trygd, sum førir til útgjalding av eini skattafríari veiting til antin stovnin í trongstøðu ella stovnin, sum tekur yvir aktiv, og tann stovnurin, sum letur aktivini, síðan byrjar nýtt virksemi, kann hall frá undanfarnum inntøkuárum ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri avvarðandi ár ella fylgjandi ár. Somuleiðis kann hallið frá inntøkuárinum ikki dragast frá í skattskyldugu inntøkuni fyri seinni inntøkuár.

    Við hesum verður tryggjað, at hall hjá stovninum í trongstøðu, sum hevur ført til, at "Garantifonden for indskydere og investorer" hevur goldið út skattafríar upphæddir til antin trongstadda ella yvirtakandi stovnin, ikki kann lækka framtíðar skattskyldugu inntøku í tí trongstadda stovninum, sum ikki stavar frá sama virksemi.

  4. Frádrátturin fyri teir persónar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, verður her tikin av. Hetta verður gjørt í sambandi við, at Almanna- og heilsumálastýrið broytir lóg um almannapensjónir. Sí viðmerkingar til uppskot frá Almanna- og heilsumálastýrinum.

  5. Her verður frádrátturin fyri teir persónar, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, tikin av. Víst verður til viðmerkingarnar til broytingina í § 33, nr. 15.

1. viðgerð 14. desember 2000. Málini nr. 37, 38, 39 og 40 viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 18. desember 2000 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 12. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 14. desember 2000 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og tingmálini nr. 37/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (ásetingarlógin), nr. 38/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin) og nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) undir einum, og hava málini fingið somu viðgerð. Víst verður á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 39/2000.

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Minnilutin (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á viðmerkingarnar í tingsmáli nr. 39/2000: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin). Minnilutin setir einki uppskot fram.

2. viðgerð 20. desember 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 21. desember 2000. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr. 521-0016/2000
Ll.nr. 132 frá 22.12.2000