Garantifond for indskydere og investorer

 

43  Uppskot til  ríkislógartilmæli at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð

Ár 2000, 20. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om en garantifond for indskydere og investorer".

Samstundis fer úr gildi ríkislógartilmæli frá 10. mai 2000 um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer".

Viðmerkingar
Løgtingið samtykti í vár, at lógin um ein trygdargrunn fyri innsetara og peningaíleggjara skuldi setast í gildi í Føroyum. Um sama mundi varð lógin broytt í Danmark, og fyrispurningur kom frá Fíggjareftirlitinum, um ikki best var, at lógin varð dagførd, nú hon fyrstu ferð verður sett í gildi í Føroyum og skal avloysa galdandi lóg í Føroyum um innsetaratrygdargrunn, sum er farin úr gildi í Danmark.

Fíggjarmálastýrið arbeiðir í løtuni uppá at fáa allar tær donsku lógirnar á fíggjarøkinum dagførdar, so út frá hesum kann Fíggjarmálastýrið taka undir við, at best er, at lógin er dagførd, nú hon verður sett í gildi.

Tí verður lógin aftur løgd fyri tingið nú við teim seinastu broytingunum.

Búskaparmálaráðið hevur gjørt uppskot til "anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om en garantifond for indskydere og investorer" skjal 1, har lógirnar eru samanskrivaðar soleiðis, sum tær skulu síggja út galdandi í Føroyum. Hetta heldur Fíggjarmálastýrið vera tann greiðasta mátan.

Lógin um ein innsetaratrygdargrunn "Lov nr 367 af 14. juni 1995 om en indskydergarantifond", sum nú er galdandi í Føroyum, er sett í gildi í við "anordning nr. 754 af 15 september 1995". Men í Danmark er hon nú avloyst av "Lov nr 415 af 26 juni 1998 om en garantifond for indskydere og investorer ", sum so er broytt við "Lov nr.347 af 17. maj 2000 om ændring af lov om en garantifond for indskydere og investorer".

Orsøkin til broytingina er EF direktiv 97/9EF frá 3. mars 1997 um peningaíleggjaratrygdarskipanir, sum áleggur limalondunum umframt at hava trygdarskipanir fyri innsetara í peningastovnar eisini at seta í gildi trygdarskipanir fyri peningaísetara upp á 20.000 ECU.(ca. 150.000 kr.)

Endamálið við lógini er at fáa eina samlaða trygdarskipan í somu lóg fyri innsetara og peningaíleggjara í kredittstovnum, herundir peningastovnum, realkredittstovnum, Finansieringsinstituttet for Industri og Håndværk og Fondsmeklarafeløgum soleiðis, at eisini kontantir pengar og virðisbrøv kunnu verða tryggjað í førum við fíggjartrupulleikum¨.

Kredittstovnar, herundir peningastovnar, realkredittstovnar, Finansieringsinstituttet for Industri og Håndværk og Fondsmeklarafeløg verða í lógini undir einum kallað "investeringsselskab" sambært definitiónini í íløgutrygdardirektivinum.

Talan er ikki um at broyta støðuna hjá teimum, sum vóru fevnd av lógini um innsetaratrygdargrunn, men at víðka trygdina til eisini at fevna um peningaíleggjara við nýggju lógini.

Roynt verður at javnseta ein peningaíleggjara – og eina innsetaratrygdarskipan og verða tí ásetingarnar í verandi lóg um innsetaratrygdargrunn víðkaðar til at umfata ein størri bólk av stovnum og peningaíleggjarum.

Hildið verður, at brúkararnir soleiðis fáa eina frammanundan kenda og gjøgnumskygda skipan at halda seg til.

Nýggja lógin hevur við sær, at innskot, herundir pengar, vera tryggjað á sama hátt sum higartil eftir galdandi lóg um ein innsetaratrygdargrunn, men herafturat verða virðisbrøv undir gjøllari treytum, og um tey eru ogn hjá einum peningaíleggjara, tryggjað við mótvirði av 20.000 ECU, um tey ikki kunnu afturhandast peningaíleggjrum.

I realkredittstovnum og fondsmeklarafeløgum vil peningaíleggjari sum nakað nýtt sambært reglunum í lógini verða tryggjaður við upp til 300.000 kr. á sama hátt sum í peningastovnum, um ikki íløgufeløg kunnu afturgjalda peningin hjá peningaíleggjaranum og mótvirði av 20.000 ECU, um ikki virðisbrøvini kunnu afturhandast peningaíleggjarum til somu treytir, sum galda fyri peningastovnar.

Endamálið við íløgutrygdardirektivinum er at tryggja, at tann innari marknaðurin í ES kann fremjast fult út og virka nøktandi á fíggjarøkinum.

Íløgutrygdardirektivið er eitt í røðini av ES-direktivum, sum hevur til endamáls at gera fíggjarmarknaðin tryggari, og verður lóggivið sambært direktivunum í øllum limalondunum og í flestu førum í teim londum, sum hava avtalur við ES.

Talan er sostatt um londini kring okkum, og sum vit vanliga samanbera okkum við.

Í Føroyum hevur tað alstóran týdning, at føroyski fíggjarmarknaðurin, t.v.s. at innsetari og peningaíleggjari eru eins væl tryggjaðir og í londumun kring okkum, og er hesin spurningur serstakliga aktuellur í løtuni, nú arbeitt verður við at seta á stovn ein virðisbrævamarknað í Føroyum.

Umsiting: Umsitingin av nýggju lógini skuldi ikki verið stórvegis ørvísi enn av gomlu lógini.

Kostnaður: Landskassin rindar einki til innsetaratrygdargrunnin.

Tað er ásett í lógini, at grunnurin skal hava eina samlaða ogn upp á 3,2 mia. kr.

Peningastovnarnir rinda eftir stødd, tað er eftir, hvussu stórt tryggjaða nettoinnskotið er.

Tað er leiðslan í grunninum, sum ásetir, hvussu skyldan mótvegis trygdargrunninum kann býtast upp í kontantgjald og veðhald. Føroysku peningastovnarnir tilsamans hava goldið íalt umleið 5 milliónir krónir gjøgnum árini, síðan lógin kom í gildi í 1988.

Upphæddin verður ásett í mun til, um grunnurin hevur nóg mikið av peningi ella ikki.

Inngjøldini vóru fyrstu árini.

Nú í nógv ár eru eingir peningastovnar farnir á húsagang, og gjaldið er lítið ella einki í løtuni. Onkuntíð seinastu árini hava peningastovnarnir fingið pening aftur.

Veðhaldini mótvegis grunninum eru tilsamans umleið 15 milliónir krónur.

Verri er t.d. at meta um virðisbrævameklarafeløgini. Her hava vit ongar royndir og vita ikki, hvussu føroyski marknaðurin kemur at síggja út. Men eisini í hesum føri verður goldið eftir stødd.

Uppskotið er sent Landsbankanum, Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa, Suðuroyar Sparikassa og Kaupthing Føroyar til ummælis.

Skjalayvirlit:
Skjal 1. Udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om en garantifond for indskydere og investorer.
Skjal 2. Bekendtgørelse nr. 216 af 9. april 1999 om Garantifonden for indskydere og investorer.
Skjal 3. Skriv dagfest 4. desember 2000 frá Føroya Banka.
Skjal 4. Skriv dagfest 14. november 2000 frá Kauphting.
Skjal 5. Skriv dagfest 7. desember 2000 frá Suðuroyar Sparikassa.
Skjal 6. Skriv dagfest 13. desember 2000 frá Landsbanka Føroya.
Skjal 7. Skriv dagfest 13. desember 2000 frá Føroya Sparikassa.

Skjølini 3-7 ikki teldutøk enn

1. viðgerð 16. januar 2001. Tingmálini nr. 43 og 44 vórður viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 31. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 20. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 18. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, har landsstýrismaðurin mælir nevndini til at gera tvær tekniskar broytingar í uppskotinum. Tann fyrra snýr seg um at strika § 2 í skjali 1. Her er talan um "bekendtgørelse", ið ikki er á lógarstøði, og sum tí av røttum skal setast í gildi við vanligari kunngerð í kunngerðablaðnum. Seinna broytingin, ið landsstýrismaðurin mælir nevndini til at seta fram, er fyri at gera gildissetingina fullkomnari.

Nevndin tekur undir við hesum broytingum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið samsvarandi hesum. Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í skjali 1 verður § 2 strikað.
  2. Sum ískoyti í skjal 1 uttan fyri greinaáseting, aftan á § 3 verður sett:
    "§ 26 i lov nr. 415 af 26. juni 1998 er sålydende: "Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland. Loven kan med undtagelse af § 25 ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, som de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger".
    § 3 i lov nr. 347 af 17. juni 2000 er sålydende: "Loven gælder ikke for Færøerne og Grønland, men kan ved kongelig anordning sættes i kraft for disse landsdele med de afvigelser, de særlige færøske og grønlandske forhold tilsiger"."

2. viðgerð 2. februar 2001. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 27-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.

Lms.j.nr.: 521-0009/2000
Fms.j.nr.: 5110-0001/2000