44 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og Sparekasser"
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
Ár 2000, 20. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om banker og sparekasser"
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda skjal 1, uppskot til kongliga fyriskipan um "lov om banker og sparekasser".
Viðmerkingar
Banka og sparikassalógin "lov nr. 199 af 2. april 1974 om banker og
sparekasser" varð sett í gildi í Føroyum við anordning nr. 246 frá 3 mai 1993.
Lógin er ofta broytt serstakliga seinastu árini. Ofta orsakað av ES direktivum, sum Danmark sum limur í ES skal innarbeiða í sítt lógaverk. Men tað eru eisini broytingar gjørdar í donsku lógini eftir uppskotum frá nevndum, sum donsku myndugleikarnir hava sett at kanna ymisk viðurskifti á peningastovnsøkinum.
Seinast, lógin varð dagførd í Føroyum, var við anordning nr. 168 frá 22. mars 1999.
Síðani hava 6 lógarbroytingar verið, sum ikki eru settar í gildi í Føroyum.
Tað eru :
Lóg nr. 414 frá 26. juni 1998, lóg nr. 415 frá 26. juni 1998, lóg nr. 491 frá 1.
juli 1998, lóg nr. 1051 frá 23. december 1998, lóg nr. 1056 frá 23. december 1998,
lóg nr. 328 frá 31 mai 1999 og lóg nr. 393 frá 30. mai 2000.
Í Danmark eru allar broytingar samanskrivaðar í lógina í "lovbekendtgørelse nr. 706 frá 14. juli 2000 om banker og sparekasser m.v." Og tað er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta hesa samanskrivaðu lógina í gildi í Føroyum, sum verður lagt fyri tingið.
Hetta verður av Fíggjarmálastýrinum mett at vera tann greiðasti mátin, nú allar broytingar eru innskrivaðar í lógina.
Annars skal verða nevnt her, at Fíggjarmálastýrið hevur sett sær fyri, og seinastu tíðina lagt stóra orku í, at fáa allar tær donsku lógirnar á fíggjarøkinum dagførdar og samanskrivaðar soleiðis, at tær verða lýstar í tí líki, tær skulu galda í Føroyum.
Alment kann sigast um tær broytingar, sum gjøgnum árini eru gjørdar í Banka- og sparikassalógini eins og øðrum lógum á fíggjarøkinum, at tær eru ein áhaldandi roynd at tryggja innsetara og peningaíleggjara, so álit er á fíggjarmarknaðinum. Tað er ein fyritreyt fyri at fíggjarmarknaðurin kann virka optimalt ikki bert í tí einstaka landinum, men eisini tvørtur um landamørkini.
Flestu lógarbroytingarnar, sum eru gjørdar í lógini, síðan hon er dagførd í Føroyum, eru tillagingar, sum ikki beinleiðis broyta innihaldið í lógini.
Men tó eru tvær lógir, tær eru lóg nr. 328 frá 1999 og lóg nr. 393 frá 2000, sum hava innihaldsligar broytingar við sær.
Fíggjarmálastýrið hevur biðið Finanstilsynet skriva eitt notat um, hvørjar hesar broytingar eru, og er tað hjálagt sum skjal 2.
Við hesum broytingum, skuldi galdandi lóg um bankar og sparikassar í Føroyum verið dagførd soleiðis, at hon er eins og tann danska, og somuleiðis svarar til lógirnar í ES londunum eins og teim londum, sum hava sáttmála við ES, og tað eru flestu londini kring okkum.
Umsiting: Umsitingin av lógini skuldi ikki verið øðrvísi enn av gomlu lógini.
Kostnaður: Eingin broyting.
Lógin er send Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Suðuroyða Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Landsbankanum til ummælis.
Broytingar:
Broytingarnar í mun til donsku lógina eru í kursiv og undirstrikaðar.
Skjøl:
Skjal 1. Udkast
til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om banker og sparekasser m.v.
Skjal 2. Notat frá Finanstilsynet dagfest 22. november 2000.
Skjal 3. Notat frá Finanstilsynet dagfest 31 oktober 2000.
Skjal 4. Skriv dagfest 4. desember 2000 frá Føroya Banka.
Skjal 5. Skriv dagfest 7. desember 2000 frá Suðuroyar Sparikassa.
Skjal 6. Skriv dagfest 13. desember 2000 frá Landsbanka Føroya.
Skjal 7. Skriv dagfest 13. desember 2000 frá Føroya Sparikassa.
Skjølini 2-7 ikki teldutøk enn
1. viðgerð 16. januar 2001. Tingmálini nr. 43 og 44 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 31. januar 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið legði málið fram tann 20. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 18. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini fingið skriv frá Karsten Hansen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, har landsstýrismaðurin mælir nevndini til at gera tvær tekniskar broytingar í uppskotinum. Tann fyrra snýr seg um at strika § 2 í skjali 1. Her er talan um "bekendtgørelse", sum ikki er á lógarstøði, og sum tí av røttum skal setast í gildi við vanligari kunngerð í kunngerðablaðnum. Seinna broytingin, ið landsstýrismaðurin mælir nevndini til at seta fram, er fyri at gera gildissetingina fullkomnari.
Nevndin tekur undir við hesum broytingum og mælir tinginum til at samtykkja uppskotið samsvarandi hesum. Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
2. viðgerð 2. februar 2001. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 27-0-0. Ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 6. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr.: 521-0023/2000
Fms.j.nr.: 5100-0004/2000