Tinglýsingargjøld

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Tikið aftur

Ár 2000, 19. desember, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingargjøld v.m.

§1

Í løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld v.m. verður sum nýggj § 6a sett:

"§ 6a. Fyri hvønn elektroniskan fyrispurning í tinglýsingarskránni, ið verður settur uttanífrá umvegis internetið, er gjaldið kr. 10. Einki gjald verður goldið fyri fyrispurningar í tinglýsingarskránni, ið verða settir á terminalum á tinglýsingarskrivstovuni.*
Stk 2. Fyri fullfíggjaða útskrift av skjølum viðvíkjandi fastari ogn, ið verður umbiðin umvegis internetið, er gjaldið kr. 50.
Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar tann 1. í hvørjum mánaði aftaná, at fyrispurningurin er settur.
Stk. 4. Gjald, ið ikki er goldið rættstundis sambært stk. 3, kann verða innheintað við panting."

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin i løgtingslóg nr. 76 frá 17. mai 1994 úr gildi.

Almennar viðmerkingar

Tann 26. apríl 2000 samtykti Løgtingið í løgtingsmáli nr. 63/1999 uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini).

Høvuðsendamálið við uppskotinum er ein teknologisk nútímansgerð av tinglýsingarverkinum.

Øll tinglýsing verður frameftir framd á edv.

Settir verða upp terminalar á tinglýsingarskrivstovuni, har fólk hava møguleika at kunna seg um upplýsingar í tinglýsingarskránni.

Harumframt verður tinglýsingin knýtt at internetinum soleiðis, at ein og hvør umvegis internetið kann fáa atgongd til tinglýsingarskránna.

Sambært galdandi lóggávu skal rindast gjald fyri at fáa skjøl tinglýst. Gjaldið er ásett í løgtingslóg nr. 76. frá 17. mai 1994 um tinglýsingargjøld.

Í løgtingslógini um tinglýsingargjøld er somuleiðis ásett gjald upp á kr. 50 fyri váttanir, avskriftir, útskriftir, fotoavrit ella líknandi.

Fyri ikki at gera mismun á teimum, ið frameftir fara at nýta internetið til at fáa útskriftir, og á teimum, ið fáa hesar á tinglýsingarskrivstovuni, verður skotið upp at gera broytingar í løgtingslógini um tinglýsingargjøld.

Løgtingslógin um tinglýsingargjøld hevur ongar ásetingar um gjald fyri at vera knýttur at tinglýsingarskránni.

Hetta merkir tó ikki, at tann, ið vil vera knýttur at skránni, ikki skal rinda kostnaðin, ið stendst av hesum.

Í løtuni er kostnaðurin fyri at vera knýttur at skipanini kr. 2000.

Harumframt skal gjaldast kr. 110 um mánaðin og kr. 3,25 fyri hvønn byrjaðan tíma, ið arbeitt verður á internetinum.

Málið hevur verið til ummælis hjá Føroya Rætti, og er ummælið hjálagt sum skjal.

Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar
Gjaldið fellur tí myndugleika, ið umsitur tinglýsingina. Tað er Føroya Rættur. Gjaldið fer á sama hátt sum onnur gjøld sambært lógini í statskassan. Uppskotið hevur tí ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

Fyri vinnuna hevur uppskotið, hvat viðvíkur útskriftum, ikki aðrar fíggjarligar avleiðingar enn tær, tað kostar at vera íbundin skipanina, tí gjaldið fyri útskriftir verður tað sama, sum tað er í dag.

Umsitingarligar avleiðingar
Tinglýsingin er føroyskt sermál; men verður umsitin av Føroya Rætti. Uppskotið hevur tískil ongar umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

Hinvegin skulu tey, ið brúka skipanina, ikki sum nú gjalda við kassan, tí sambært uppskotinum verður gjaldið goldið mánaðarliga afturút.

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar. Heldur ikki eru millumtjóða sáttmálar, ið hædd skal takast fyri.

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri
kommunalar
myndugleikar
Fyri
pláss/øki í
landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umsitingarligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

nei

nei

nei

nei

nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

nei

nei

nei

nei

nei

Sosialar
avleiðingar
   

 

 

nei

 

 Serligar viðmerkingar

Til § 1.
Skotið verður upp, at gjaldið fyri hvønn fyrispurning verður sett til kr. 10.

Við ein fyrispurning í elektronisku tingbókini og elektronisku dagbókini er at skilja ein fyrispurningur viðvíkjandi hvørjari einstakari ogn um ognarviðurskifti, byrðar, veðskyldur, dagbókaupplýsingar og aðrar upplýsingar um ognina. Ein fullfíggjaður fyrispurningur viðvíkjandi fastari ogn krevur tí 5 uppsløg, ið samanlagt kostar kr. 50.

Gjald sambært løgtingslógini um tinglýsingargjøld verður sambært galdandi skipan goldið við avgreiðsluna. Ikki ber til at nýta somu mannagongd víðvíkjandi útskriftum, aftan á at avgreiðslan verður framd á edv.

Skotið verður tí upp, at ein uppgerð yvir nýtslu av skráum verður gjørd tann fyrsta í mánaðinum fyri undanfarna mánað.

Um so er, at gjaldið ikki verður goldið rættstundis, hevur tinglýsingarskrivstovan heimild at innheinta gjaldið við panting.

Til § 2.
Sambært upplýsingum frá tinglýsingarskrivstovuni verður mett, at edv skipanin er klár til at avgreiða uttanhýsis fyrispurningar fyrsta týsdag í 2001.

Tey, ið hava áhugað í at verða knýtt at skipanini, skulu senda tingslýsingarskrivstovuni áheitan um hetta. Roknast má við, at tað tekur umleið ein mánað at avgreiða eina slíka áheitan.

Hjálagt:
Skriv dagfest 13. desember 2000 frá Sorinskrivaranum í Føroyum.

1. viðgerð 21. desember 2000. Málið beint í rættarnevndina.

Á tingfundi 24. januar 2001 boðaði formaðurin frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 22. januar 2001, hevur tikið málið aftur.