Skrásetingargjald motorakfør

 

46  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð

Ár 2000, 21. desember, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.

§ 1

Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 9 verður strikað.
  2. § 22 verður strikað.

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 2001.

Almennar viðmerkingar:
Í sambandi við broytingar í málsviðgerðini viðvíkjandi avlamisvognum verður skotið upp, at broyting verður gjørd í løgtingslógini um skrásetingargjald á motorakførum.

Eftir verandi reglum vendir umsøkjarin sær til Hjálpitólarmiðstøðina við umsókn og læknaváttan um avlamisvogn. Hjálpitólarmiðstøðin viðger umsóknina saman við Almannastovuni (§ 18-ráðnum), har støða verðu tikin til, um umsøkjarin hevur rætt til avlamisvogn sambært § 18 í forsorgarlógini. Verður umsóknin ikki gingin á møti, fær umsøkjarin boð um hetta, og einki víðari hendir í málinum. Verður umsóknin harafturímóti gingin á møti, fær Fíggjarmálastýrið samstundis boð um, at viðkomandi umsøkjari hevur fingið loyvi at skráseta eitt ávíst akfar sum avlamisvogn. Viðkomandi sleppur tí undan skrásetingargjaldi, tá akfarið verður skrásett.

§ 18-ráðið tekur tí avgerðina, um ein persónur fær rætt til at skráseta eitt akfar sum avlamisvogn ella ikki. Hetta hoyrir tí undir almannalóggávuna. Fíggjarmálastýrið hevur ongan serkunnleika á økinum og virkar í hesum sambandi sum ein avgreiðslustovnur. Leikluturin hjá Fíggjarmálastýrinum er tí við til at seinka málsviðgerðina og virkar í nógvum førum sum ein dupultfunktión. Almanna- og heilsumálastýrið og Fíggjarmálastýrið hava tí arbeitt við einum uppskoti, hvørs endamál er at gera málsviðgerðina viðvíkjandi avlamisvognum einfaldari. Endaliga málsviðgerðin fer tá at fara fram á Hjálpitólarmiðstøðini, og ikki sum nú, í Fíggjarmálastýrinum.

Hetta skal gerast soleiðis, at § 8 fær eina árliga játtan, sum svarar til ta upphædd, ið árliga verður undantikin skrásetingargjaldi fyri avlamisvognar undir § 20. Henda upphædd svarar til umleið 1 millión kr. í dag. Skotið verður tí upp, at § 8 fær játtað 1 millión kr. til endamálið í 2001. Avlamisvognar verða hereftir játtaðir eftir forsorgarlógini og verða tá roknaðir sum hjálpitól. Hugtakið avlamisvognur í skrásetingarlógini fer tí í søguna, og tí verður skotið upp at strika § 9 (Einki avgjald á avlamisvognum) í skrásetingarlógini.

Lógarbroytingin er eisini í tráð við stevnumiðið um bruttofisering av útreiðslum landskassans. Eftir broytingina verður stuðul til avlamisvognar veittur beinleiðis umvegis forsorgarlógina. Í dag verður stuðulin veittur óbeinleiðis umvegis skrásetingarlógina.

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar, men bert játtanarligar avleiðingar. Inntøkujáttanin á høvuðskonto 20.52.2.19. (Skrásetingargjald) undir § 20 hækkar 1 millión kr. í 2001, samstundis sum útreiðslujáttanin til høvuðskonto 8.21.7.01. (Vanlig forsorg) undirkonto 06. (Hjálparamboð v.m. § 18) hækkar við 1 millión kr.

§ 22 í løgtingslógini um skrásetingargjald á motorakførum v.m. skuldi verið strikað í sambandi við, at útrokningargrundarlagið fyri skrásetingargjald varð broytt í mai 1999. Henda ásetingin verður ikki nýtt longur í sambandi við útrokning av skrásetingargjaldinum. Hetta er tí bert ein teknisk broyting, sum ongar fíggjarligar avleiðingar hevur.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:
Ad 1.) Henda broytingin verður gjørd í sambandi við at hugtakið avlamisvognar fellur burtur, og at øll málsviðgerðin viðvíkjandi avlamisvognum verður flutt undir § 8, Almanna- og heilsumál. Hetta málsøkið hoyrir nattúrliga undir almannalóggávuna, ið verður umsitin undir § 8. Endamálið er m.a. at gera málsviðgerðina einfaldari, hækka tænastustøðið hjá borgarunum og at fylgja stevnumiðinum um bruttofisering av útreiðslum og inntøkum landskassans. Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar.

Ad 2.) Henda ásetingin verður ikki longur nýtt í sambandi við útrokning av skrásetingargjaldinum, tí verður hon strikað. Hetta er tí bert ein teknisk broyting, sum ongar fíggjarligar avleiðingar hevur.

1. viðgerð 17. januar 2001. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 23. januar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið legði málið fram tann 21. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2001 er málið beint fíggjarnevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið og ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 30. januar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 521-0025/2000
Ll. nr. 11 frá 09.02.2001