Dýrasjúkulógin

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð

Ár 2000, 21. desember, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum
(dýrasjúkulógin)

Kapittul 1
Lógarinnar øki

§ 1. Lógin fevnir um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum, herímillum zoonosum og øðrum heilsuskaðiligum evnum í dýrum, ið kunnu verða flutt til menniskju við dýraúrdráttum.

§ 2. Lógin fevnir um allar smittandi sjúkur, zoonosur, arvaligar sjúkur, fóðringstreytaðar og umhvørvistreytaðar sjúkur, heruppií tær sjúkur, sum eru tilskilaðar í skjali 1 og 2 til hesa lóg. Við sjúku í hesi lóg er eisini at skilja eitran og dálking av dýrum.
Stk. 2. Við zoonosur er at skilja sjúkur og smitta, ið natúrliga verða fluttar frá dýrum til menniskju. Við zoonotisk smittuevni eru at skilja smittuevni, ið kunnu elva til zoonosur.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera broytingar í teimum í stk. 1 nevndu skjølum.

§ 3. Lógin fevnir bæði um dýr, ið menniskju hava í varðveitslu, og villdýr, eins og dýraúrdráttir.
Stk. 2. Við dýr í hesi lóg er at skilja rygg- og ryggleys dýr á øllum menningarstigum, herímillum havbúnaðardýr og fiskar.
Stk. 3. Við havbúnaðardýr í hesi lóg er at skilja fiskar, krabbadýr og lindýr, ið verða havd í alibrúkum í fesk- ella saltvatni.
Stk. 4. Við fiskar í hesi lóg er at skilja øll sløg av fiski, krabbadýrum og lindýrum, sum liva í fesk- ella saltvatni.
Stk. 5. Við dýraúrdráttir í hesi lóg er at skilja allir partar av dýrum, heruppií sáð, egg, embryonir og mjólk, eins og matvørur av dýrum, fiskar, fiskaúrdráttir og dýraburturkast.

Kapittul 2
Skyldur dýraeigarans

§ 4. Dýraeigarin hevur skyldu til at ansa eftir, at dýr hansara ikki gerast sjúk, herímillum at dýrini ikki verða smittað við sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2, og at dýrini ikki smitta onnur dýr.
Stk. 2. Hann, sum hevur dýr undir hond vegna dýraeigaran, hevur somu skyldur, sum dýraeigarin hevur eftir hesi lóg.

§ 5. Dýraeigari, sum hevur dýr, sum eru smittað, ella sum illgruni kann vera um eru smittað, við sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal beinanvegin boðsenda djóralækna. Til illgrunin er avsannaður ella sannaður, skal eigarin seta í verk tiltøk móti smittuspjaðing til onnur dýr, heruppií forða dýrunum í at koma í samband við onnur dýr.
Stk. 2. Persónur, ið heldur, at dýrini hjá øðrum eru ella kunnu vera fongd við sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal boða eigaranum ella tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
Stk. 3. Persónur, ið kemur fram á villdýr, sum eru ella kunnu vera smittað ella deyð av sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2, skal beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
Stk. 4. Persónur, ið heldur, at dýr í hópatali eru deyð, skal beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at djóralækni skal boðsendast, um dýr hava ávís nærri tilskilað sjúkueyðkenni.

Kapittul 3
Kanning og staðfesting

§ 6. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at dýr og dýrahald skulu kannast fyri sjúkur og heilsuskaðilig evni, heruppií veterinerar heilivágsleivdir og dálking.
Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at royndir skulu takast av dýrum, dýraúrdráttum, dýratøðum, fóðri, avgrøði og fjósinnbúgvi v.m., og at tær skulu kannast á starvsstovu. Í reglunum kunnu eisini vera ásetingar um avlíving av dýrum við kanning fyri eyga. Í reglunum kann vera ásett, at royndirnar skulu takast í dýrahaldinum, ella á matvøruvirkjum, sum taka ímóti dýrum ella dýraúrdráttum frá dýrahaldinum.

§ 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørji tiltøk skulu setast í verk, um illgruni er um sjúku, ella tilburðir eru av sjúku, nevnd í fylgiskjali 1 og 2.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um avlíving av dýrum við kanning fyri eyga, um royndartøku og innsendan av royndum, starvsstovukanningar og fráboðan til myndugleika, tilnevndur av landsstýrismanninum.

§ 8. Boðsendi djóralæknin, sbr. § 5, skal royna at sanna ella avsanna illgrunan um sjúkuna og royna at staðfesta, hvør sjúkan er.
Stk. 2. Um djóralækni, eftir at hava gjørt kanningar sambært stk. 1, ella í aðramáta í sambandi við sítt arbeiði, fær illgruna um sjúku, nevnd í fylgiskjali 1, skal djóralæknin áleggja dýraeigaranum at seta í verk tey smittuavmarkandi tiltøk, ið eru neyðug, og beinanvegin boða tí myndugleika, ið tilnevndur er eftir § 7, frá..
Stk. 3. Um djóralæknin, eftir at hava gjørt kanningar sambært stk. 1, ella í aðramáta í sambandi við sítt arbeiði fær illgruna um sjúku, nevnd í fylgiskjali 2, skal djóralæknin gera kanningar, taka royndir, áleggja dýraeigaranum at seta í verk tey smittuavmarkandi tiltøk, ið eru neyðug, og boða tí myndugleika frá, ið tilnevndur er eftir § 7.

Kapittul 4
Fyribyrging og niðurberjing

§ 9. Fyri at beina fyri, hindra, avmarka ella reka aftur vanda fyri spjaðing av zoonotiskum smittuevnum og sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2, kann landsstýrismaðurin áseta reglur og geva boð um, at serstøk tiltøk skulu setast í verk, og seta forboð móti nýtslu av dýrum, dýraúrdráttum, dýratøðum, fóðri, avgrøði og lutum, sum kunnu spjaða sjúkur og zoonotisk smittuevni.
Stk. 2. Tiltøk sambært stk. 1 kunnu m.a. fevna um:

  1. Fyri dýr:
    1. serligar kanningar, heruppií royndartøku og uppskurð av kroppum fyri at gera av sjúkuna,
    2. umsjón,
    3. merking,
    4. viðgerð,
    5. koppseting,
    6. avbyrging,
    7. serligar treytir fyri avhending,
    8. avlíving ella serligt slakt og fyribeining,
    9. nýtslu av dýrum til aling ella natúrligan gitnað,
    10. gjørdan gitnað og eggflutning.
  2. Fyri dýraúrdráttir, dýratøð, fóður, avgrøði og lutir, sum kunnu vera smittaðir ella dálkaðir:
    1. serligar kanningar,
    2. viðgerð,
    3. merking,
    4. serliga nýtslu,
    5. serligar treytir fyri avhending,
    6. sóttreinsan,
    7. týning,
    8. goymslu og burturbeining,
    9. fyribeining.
  3. Fyri virkir, bygningar, fastar støðir, útbúnað, maskinur, flutningsfør og brunnbátar, ið verða nýtt til dýr og dýraúrdráttir:
    1. serlig krøv um innrætting og rakstur,
    2. reingerð og sóttreinsan,
    3. afturtøku av løggilding og góðkenning,
    4. umsjón,
    5. byrging,
    6. turrlegging og til- og frárensl av vatni.
  4. Fyri landøki, oyggjar, firðir og havøki:
    1. flutning eftir ávísum flutningsleiðum av dýrum, fóðri og dýraburturkasti, tøðum, báshálmi og øðrum tilfari, sum kann hava við sær vanda fyri spjaðing av sjúkum ella zoonotiskum smittuevnum,
    2. sigling við fóðurbátum ella brunnbátum eftir ávísum farleiðum til og frá alibrúkum og virkjum, ið slakta alidýr ella veita fóður,
    3. leysslepping av dýrum og dýrahaldum uttan girðing ella aðra byrging
    4. veiðu og fiskiskap í økjum, har vandi kann vera fyri spjaðing av sjúkum ella zoonotiskum smittuevnum.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera tilbúgvingarætlanir og seta í verk tíðaravmarkað tiltøk fyri at beina fyri, hindra, avmarka ella reka aftur vanda fyri spjaðing av zoonotiskum smittuevnum og sjúkum, nevndar í fylgiskjali 1 og 2.

Kapittul 5
Heilsuskipanir

§ 10. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eftirlit við heilsustøðuni og um fyribyrging og betring av heilsutrupulleikum hjá dýrum (heilsuskipanir).
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um regluligt djóralæknaeftirlit og um innsavnan og fráboðan av upplýsingum um heilsu og heilivágnýtslu.
Stk. 3. Heilsuskipanir kunnu fevna um tær í § 9 ásettu reglurnar.
Stk. 4. Heilsuskipanir kunnu fevna um dýrahald og virkir, ið framleiða ella virka dýraúrdráttir.

Kapittul 6
Meginskrá fyri sjúkur

§ 11. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stovnan og rakstur av einari meginskrá fyri dýrahald og sjúkur hjá dýrum (meginskráin fyri dýrasjúkur). Reglurnar kunnu hava ásetingar um avmarkingar í høvinum at fáa upplýsingar úr skránni og um høvið at lata víðari stakar upplýsingar ella hópupplýsingar úr skránni til einstaklingar ella til ikki nærri tilskilaðar móttakarar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldur dýraeigarans at lata upplýsingar um dýrahald til skránna.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu hjá virkjum, sum eru løggildað ella góðkend sambært hesi lóg og matvørulógini, at lata upplýsingar til skránna.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldu at fráboða til skránna um nýtslu av dýraheilivági, kanning av sjúkum hjá dýrum og kanning av smittuevnum, eiturevnum, leivdum av heilivági v.m. í dýrum og dýraúrdráttum. Reglurnar kunnu fevna um:

  1. djóralæknar og persónar, ið eru løggildir ella góðkendir sambært §§ 2-7 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.
  2. almennar starvsstovur og starvsstovur, sum eru løggildar sambært § 31 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um, at apoteksverkið skal lata skránni upplýsingar um sølu av forskriftaskyldugum heilivági og heilivági í handkeypi til dýr.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um skyldu hjá øðrum almennum stovnum at lata skránni upplýsingar um viðurskifti, sum viðvíkja sjúkum hjá dýrum og zoonotiskum smittuevnum v.m.

Kapittul 7
Dýrahald

§ 12. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av dýrahaldi og um djóralæknaeftirlit við dýrahaldi.
Stk. 2. Við dýrahald er at skilja dýr eins og bygningar og støðir, har dýr verða havd varandi ella fyribils.
Stk. 3. Í reglunum kann vera ásett, hvørji dýrasløg loyvt er at hava í viðkomandi dýrahaldi.

Kapittul 8
Flutningur og handil við dýrum

§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um smittuverjandi tiltøk í sambandi við flutning og handil við dýrum og um djóralæknaeftirlit í hesum sambandi.
Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at eigari av dýrahaldi skal skráseta frágongd frá og tilgongd til dýrahaldið og aðrar upplýsingar, sum hava týdning í sambandi við eftirlit við sjúkum hjá dýrum.

§ 14. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at dýr, ið verða flutt, seld ella latin til slaktingar, skulu vera merkt ella hava skjalprógv, soleiðis at uppruni dýranna og identitetur teirra kann verða staðfestur, og metast kann um heilsustøðuna.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera nærri ásetingar um, at ávíst slag av merking ella skjalprógvi skal verða nýtt.

§ 15. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at einans dýr, ið koma frá dýrahaldum, ið eru við í einari heilsuskipan, jbr. § 10, kunnu sleppast leys, verða flutt, seld, ella latin til slaktingar.
Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, at onnur dýr enn tey, ið eru nevnd í stk. 1, kunnu sleppast leys, verða flutt, seld, ella latin til slaktingar, tá ein djóralækni frammanundan hevur staðfest, at dýrini ella upprunaliga dýrahaldið eingi sjúkueyðkenni hava.

§ 16. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av fyritøkum, sum flyta livandi dýr, herímillum reglur fyri lastbilar, brunnbátar og onnur før, ið verða brúkt til flutning av livandi dýrum.
Stk. 2. Í reglunum kann vera ásett, hvørji dýrasløg fyritøkan ella viðkomandi flutningsfar kann flyta.

Kapittul 9
Inn- og útflutningur

§ 17. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um veterinereftirlit við innflutningi og útflutningi av dýrum og dýraúrdráttum, jbr. § 3, og dýrafóðri, dýratøðum, plantuúrdráttum, og øðrum úrdráttum og lutum, ið kunnu spjaða sjúkur og zoonotisk smittuevni.

§ 18. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um stovnan, innrætting og rakstur av veterinerum marknaeftirlitsstøðum. Landsstýrismaðurin kann heruppií áseta reglur um, at marknaeftirlitið, í sambandi við umsókn um stovnan av marknaeftirlitsstøðum, uttan útreiðslu fyri landskassan fær neyðugt útgjørd høli og útbúnað at ráða yvir. Landsstýrismaðurin kann heruppií áseta, at marknaeftirlitsstøð, ið einans verður nýtt í sera avmarkaðan mun, skal niðurleggjast sum marknaeftirlitsstøð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at um útreiðslurnar í sambandi við rakstur av teimum í stk. 1, pkt. 2, nevndu marknaeftirlitsstøðum, ið ikki verða rindaðar við tí gjaldi, ið verður kravt sambært § 39, stk. 1, heilt ella lutvíst skulu rindast av teimum, ið standa aftanfyri umsóknina um stovnan av marknaeftirlitsstøðini.

Kapittul 10
Aling, gitnaður, ísáing, eggflutningur og ílegutøkni

§ 19. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um góðkenning av virkjum, ið hava dýr við tí endamáli at fremja natúrligan gitnað av dýrum hjá øðrum, ella við tí endamáli at savna saman sáð, egg ella embryonir, ið skulu nýtast til gjørdan gitnað, ísáing ella egg- og embryoflutning, og um djóralæknaeftirlit við hesum virkjum.
Stk. 2. Virkir, jbr. stk. 1, eru eisini virkir, ið klekja egg hjá flogfenaði, og virkir, ið strúka, gita og klekja fiskarogn.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at felagsskapir, feløg ella onnur samtøk, ið verða rikin við tí í stk. 1 nevnda endamáli, skulu vera góðkend.

§ 20. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um heilsulig krøv til dýr, ið skulu nýtast til aling, og til sáð, egg ella embryonir, ið eru ætlað til gjørdan gitnað, ísáing, egg- ella embryoflutning.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking av dýrum, ið verða nýtt sum gevarar og móttakarar av sáð, eggum ella embryonum, eins og av tí avkomi, sum verður.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at dýr og sáð, egg ella embryonir frá dýrum, sum skulu nýtast til gjørdan sáð- ella eggflutning í dýr hjá øðrum, einans kunnu verða havd ella goymd á virkjum, sum eru góðkend til hetta.

§ 21. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um innsavnan, tøku, meting, fyrireiking, eyðmerking, varðveitslu, sending av sáð v.m. og gjørdan gitnað, ísáðing, egg- og embryoflutning.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skylduna hjá virkjum at skriva niður og geva fráboðan um viðurskifti viðvíkjandi sjúkutilburðum og eftirliti við kvidni og burðarførleika.

§ 22. Gjørdur flutningur av sáð, eggum ella embryonum í dýr ella tøka av eggum ella embryonum úr dýrum kunnu einans verða gjørd av løggildum djóralækna ella av persónum, sum eru løggildir ella góðkendir sambært §§ 2-7 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

§ 23. Broytingar í ílegunum hjá dýrum kunnu ikki verða gjørdar, fyrr enn serstøk lóggáva um hetta er sett í gildi, jbr. § 1 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

Kapittul 11
Dýratøð

§ 24. Dýratøð skulu viðgerast, goymast, flytast, spreiðast og nýtast á slíkan hátt, at smittuevni ella onnur skaðilig evni ikki verða spjadd. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Dýratøð fevna um føst tøð, land og flottøð, eins og báshálm og evju frá dýrahaldi.

§ 25. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av virkjum, ið savna saman, goyma og viðgera tøð undan dýrum við fyribeining og oyðilegging av smittuevnum fyri eyga, um nýtsluna av tøðunum og um djóralæknaeftirlit.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um skyldu hjá virkjum, sum eru góðkend eftir stk. 1, at taka ímóti og viðgera dýratøð, sum góðkenningin fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri lastbilar og onnur før, ið verða nýtt til flutning av tøðum.

Kapittul 12
Dýraburturkast

§ 26. Dýraburturkast skal viðgerast, goymast, flytast v.m. á slíkan hátt, at smittuevni ella onnur skaðilig evni ikki verða spjadd. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Dýraburturkast fevnir um sjálvdeyð og avlívað dýr, slaktiburturkast og fiskaslógv eins og dýraúrdráttir, ið eru óegnaðir til mannaføði, ella sum ætlanin ikki er at nýta til mannaføði.
Stk. 3. Dýraburturkast kann ikki nýtast til dýrafóður, uttan so, at landsstýrismaðurin hevur givið loyvi til hetta.

§ 27. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um løggilding av virkjum, ið savna saman, goyma, viðgera ella býta út dýraburturkast við fyribeining og oyðilegging av smittuevnum fyri eyga ella við atliti at nýtslu sum dýrafóður, og um djóralæknaeftirlit.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um skyldu hjá virkjum, sum eru løggild eftir stk. 1, at taka ímóti og viðgera dýraburturkast, sum løggildingin fevnir um.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur fyri skip, lastbilar og onnur flutningsfør, ið verða nýtt til flutning av dýraburturkasti.

Kapittul 13
Fóður

§ 28. Fyri at forða smittuspjaðing, ella øðrum heilsuvanda fyri dýr, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um viðgerð, goymslu og nýtslu av úrdráttum, ið verða nýttir ella ætlandi verða nýttir til dýrafóður, og um royndartøku av hesum eins og reglur um dýrahald í sambandi við vinnuliga framleiðslu av fóðri.

§ 29. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fóðurblandingar til dýr og um vørulýsing, heruppií:

  1. fóðurvirði, ráprotein og sornbart protein,
  2. feitt og stívilsi,
  3. træevni og øsku,
  4. makro- og mikromineralir,
  5. vitaminir,
  6. týðandi aminosýrur og ómettaðar feittsýrur.

Stk. 2. Í reglunum kunnu vera sett boð ella forboð viðvíkjandi nýtsluni av ávísum:

  1. plantu- og dýraúrdráttum,
  2. lívrunnum og ólívrunnum evnum,
  3. íblandingarevnum og hjálparevnum,
  4. haldevnum.

Stk. 3. Í reglunum kunnu vera ásetingar um hámarksvirðir fyri:

  1. óynskt og skaðilig evni, heruppií leivdir av skaðakyktaeitri, halogentengdum lívrunnum sambindingum og tungmetallum v.m.
  2. smittuevnum og bakteriueiturevnum v.m.

Stk. 4. Í reglunum kann vera ásett forboð móti:

  1. evnum við hormonlíkari ávirkan,
  2. vakstrarfremjarum,
  3. heilivági og evnum við heiliváglíkari ávirkan.

§ 30. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um løggilding av virkjum, ið framleiða, innflyta ella útflyta dýrafóður, beinmjøl, fiskamjøl, fiskalýsi o.l., ella sum innflyta ella útflyta rávøru og hjálparevni til framleiðslu av hesum vørum, og um djóralæknaeftirlit.

§ 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skráseting og rakstur av fyritøkum, ið selja og flyta fóður til dýr, herímillum reglur fyri lastbilar, skip og onnur før, ið verða brúkt til flutning av fóðri.

Kapittul 14
Veterinerur heilivágur, fóðurheilivágur og afturhaldstíðir

§ 32. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ella banna innflutningi, goymslu, sølu og nýtslu av veterinerum heilivági, heruppií koppingarevnum, sera, órininfrøðiligum royndartilbúningi, fóðurheilivági og øðrum tilbúningum, virkaðir úr dýraúrdráttum.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um tíðarfreistir (afturhaldstíðir) fyri, nær aftaná lokna viðgerð við veterinerum heilivági og fóðurheilivági dýr kunnu verða tikin úr dýrahaldinum,

  1. egg og mjólk frá viðgjørdum dýrum kunnu verða nýtt til fóður,
  2. dýr kunnu verða slaktað og nýtt til matvøru ella fóður.

Stk. 3. Í reglum sambært stk. 1 kann vera ásett, at djóralæknar skulu gera serstakar skrásetingar um fyriskipan og útflýggjan av veterinerum heilivági, sum nevndur er í stk. 1, og at skrásetingarnar skulu fráboðast tí myndugleika, ið er tilnevndur eftir § 7.

§ 33. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ella forboð móti innflutningi, goymslu, sølu og nýtslu av evnum, heruppií hormonum og hormonlíkum evnum, ið stýra verpingar- og mjólkarevnunum, vøkstrinum ella nøringini hjá dýrum.

§ 34. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um goymslu av veterinerum heilivági, fóðurheilivági, sóttreinsanarevnum og eiturevnum í dýrahaldum og djóralæknaeftirlit við hesum.

§ 35. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av sóttreinsanarevnum, øðrum vørum og hættum, ið kunnu nýtast til fyribyrging og burturbeining av sjúkuelvandi viðurskiftum í umhvørvinum hjá dýrum.

§ 36. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av tilfari, ið kann elva til sjúku, við granskingar- og royndarendamáli fyri eyga, ella við tí fyri eyga at gera lívfrøðiligar tilbúningar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um inn- og útflutning av tilfari, ið kann elva til sjúku, og um viðgerð, goymslu og sølu av slíkum tilfari.

§ 37. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útsetan, nýtslu, sølu, innflutning og útflutning av dýrum, ið eru ílegutøkniliga framleidd, heruppií dýrum, ið eru tillagað við organismum, ið eru framleiddar við ílegutøkni, og um fráboðan ella góðkenning frammanundan.

Kapittul 15
Kjøteftirlit og slátureftirlit

§ 38. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding av virkjum, ið avlíva og slakta dýr, og framleiða dýraúrdráttir við sølu til heilsølur ella smásølur fyri eyga, og um veterinert eftirlit.
Stk. 2. Í reglunum kunnu vera ásetingar um avmarkingar í ella forboð móti, at dýr verða slaktað við hús við sølu til matna fyri eyga um heilsølur ella smásølur.

Kapittul 16
Gjald og endurgjald

§ 39. Gjald fyri tiltøk eftir hesi lóg ella reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi dýraeigara ella virki, um ikki landsstýrismaðurin ásetir annað. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 2. Um gjøld sambært stk. 1 ikki verða rindað innkrevjandi myndugleikanum rættstundis, verður rindað renta eftir § 5 í rentulógini. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv.
Stk. 3. Gjøld sambært stk. 1-2 kunnu verða heintað inn við panting.

§ 40. Verða dýr, fiskur á øllum menningarstigum undantikin, avlívað eftir boðum frá myndugleikunum, verður endurgjald, svarandi til virðið á dýrunum, rindað av tí almenna eftir reglum, ásettum av landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fíggjarligt tap, ið dýraeigari ella virki hevur, orsakað av tiltøkum, ið verða áløgd eftir lógini, og sum ikki kemur undir stk. 1, verður ikki endurgoldið av tí almenna, um ikki landsstýrismaðurin ásetir annað.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at eigarar av dýrum hava skyldu at tekna trygging móti møguligum tapi í sambandi við tiltøk, ið verða áløgd eftir lógini.

Kapittul 17
Eftirlit, latan av upplýsingum, kærur v.m.

§ 41. Starvsstovukanningar, ið verða gjørdar við heimild í lógini, skulu verða gjørdar av:

  1. almennum starvsstovum,
  2. starvsstovum, sum hava altjóða góðkenning á viðkomandi øki,
  3. øðrum starvsstovum, sum eru løggildar eftir § 31 í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kanningarhættir, analysuhættir, starvsreglugerð, royndartøku v.m.

§ 42. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um umsjón og eftirlit við, at lógin ella reglur, ásettar við heimild í lógini, verða hildnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um eftirlit við teimum upplýsingum, ið eru neyðugar fyri innkrevjing av gjøldum sambært reglum við heimild í hesi grein.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um tað bókhald v.m., ið virkir skulu hava í sambandi við innkrevjing av gjaldi sambært § 39, stk. 1, ella reglum við heimild í hesi grein.

§ 43. Eigarar av dýrahaldi og virkir skulu eftir áheitan frá eftirlitsmyndugleikanum lata tær upplýsingar, ið hava týdning fyri eftirlitið, heruppií serstakliga upplýsingar um keyp og sølu av dýrum, dýraúrdráttum og matvøru av dýrum, og uttan kostnað veita eftirlitsmyndugleikanum neyðuga hjálp í sambandi við eftirlit, kanningar og royndartøku og onnur tiltøk, ið verða framd sambært lógini.

§ 44. Tað áliggur virkjum, ið taka ímóti dýraúrdráttum frá landbúnaðar- og alibrúkum eftir áheitan at lata upplýsingar um tað dýrahald, sum úrdráttirnir koma frá. Upplýsingarnar skulu fevna um navn eigarans og bústað, eyðmerking av ognini, og slag og samanseting av dýrahaldinum.

§ 45. Um neyðugt, hevur landsstýrismaðurin, ella hann, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað til tess, nær tað skal vera, við hóskandi lógváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til almenna og privata ogn og øki fyri at útinna tær heimildir, ið givnar eru í lógini ella reglum við heimild í lógini.
Stk. 2. Um neyðugt veitir løgreglan hjálp. Landsstýrismaðurin kann eftir samráðing við avvarðandi myndugleika áseta nærri reglur um hetta.
Stk. 3. Eftirlitsfólk frá Evropeiska Samveldinum hava rætt at gera eftirlit við tí endamáli at kanna, um Føroyar útinna sínar skyldur sambært reglunum í teim fyriskipanum, Føroyar hava bundið seg til at seta í verk. Eftirlitið skal verða gjørt í samstarvi við føroyskar myndugleikar.

§ 46. Leggur landsstýrismaðurin heimildir eftir lógini til stovnar undir Vinnumálastýrinum, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um høvi at kæra avgerðirnar hjá hesum stovnum, heruppií at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika, og um høvi hjá einum myndugleika at taka uppaftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 2. Eftir samráðing við avvarðandi landsstýrismann, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur eftir lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið at kæra avgerðir hjá hesum myndugleikum, heruppií at avgerðirnar ikki kunnu leggjast fyri annan umsitingarligan myndugleika, og um høvið hjá myndugleikunum at taka uppaftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privatir stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur sambært lógini ella reglum við heimild í lógini, og um kæru um avgerðirnar hjá hesum stovnum.

Kapittul 18
Aðrar ásetingar

§ 47. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur, sum eru neyðugar, til tess at fremja fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, innan fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum, sbr. §§ 1-3, sum Føroyar við einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála við ES hava bundið seg til at seta í verk.

Kapittul 19
Revsireglur

§ 48. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, sum:

  1. ikki boðsendir djóralækna sambært § 5, stk. 1, pkt. 1,
  2. ikki boðar frá sambært § 5, stk. 2–4,
  3. brýtur § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, pkt. 2, § 8, § 22, § 23, § 24, stk. 1, § 26, stk. 1, og stk. 3,
  4. ikki lýður boðum ella forboðum sambært § 9
  5. ikki veitir hjálp sambært § 43,
  6. ikki letur upplýsingar, nevndar í § 43 og § 44.

Stk. 2. Í reglum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar kunnu verða revsað við bót.
Stk. 3. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 49. Rannsókn í málum um brot á reglurnar í hesi lóg ella á reglur, givnar við heimild í hesi lóg, kann fara fram í samsvari við reglurnar í rættargangslógini um rannsókn í málum, ið kunnu hava við sær fongsulsrevsing.

§ 50. Verður mett, at eitt brot ikki fer at hava við sær hægri revsing enn bót, kann landsstýrismaðurin boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umbøn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót.
Stk. 2. Í teimum í stk. 1 nevndu málum verður § 752 í rættargangslógini at nýta samsvarandi. Fyri ta í stk. 1 nevndu fráboðan verða ásetingarnar í § 931, stk. 2, at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Verður bótin rindað rættstundis, ella verður hon eftir váttanina heintað inn ella rindað, fellur onnur rættarsókn burtur.

Kapittul 20
Gildiskoma v.m.

§ 51. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2001, og samstundis fara úr gildi hesar lógir:

  1. Lov nr. 36 af 28. februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod smitsomme Sygdomme hos Husdyrene m.m.
  2. Lov nr. 245 af 27. mai 1908 om Tilsyn med Udførsel af Kød m.m.
  3. Lov nr. 349 af 23. december 1935 om Indførsel af forskellige Dyrearter.
  4. Løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum.

Fylgiskjal 1. Bólkur A sjúkur
Fylgiskjal 2. Bólkur B sjúkur

Viðmerkingar til løgtingslógaruppskotið

Kapittul 1
Almennar viðmerkingar

Inngangur

Endamálið við lógaruppskotinum er fyrst og fremst at áseta høvuðsreglurnar fyri fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum við atliti til at minka um fíggjarliga missin, sum djórasjúkur kunnu elva til í húsdýraframleiðsluni, heruppií aling av havbúnaðardýrum á smolt- og alistøðum.

Lógaruppskotið skal í øðrum lagi vera við til at tryggja ein høgan matvøruheilsustandard fyri dýraúrdráttir, bæði við atliti at matvørutrygdini hjá brúkaranum og við atliti at útflutningsáhugamálunum hjá fyritøkunum.

Í triðja lagi skal lógaruppskotið geva landsstýrismanninum neyðugu heimildirnar til at seta í gildi tær kunngerðir á veterinera økinum, sum eru ein avleiðing av veterineru avtaluni, ið Føroyar hava gjørt við ES. Veterineravtalan millum Føroyar og ES merkir, at fiskur, fiskavørur, havbúnaðardýr og havbúnaðarvørur, tá tey verða flutt inn á ES-marknaðin, verða mett sum samhandilsvørur, ið ikki skulu undirleggjast tað marknaeftirlit, ið er galdandi fyri innflutning til ES úr triðjalondum.

At enda skal lógaruppskotið síggjast sum ein tiltrongd dagføring av lóggávuni á veterinera økinum, og harvið sum eitt framhald av gongdini, ið varð sett í verk, tá Løgtingið samtykti løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi.

Galdandi reglurnar um niðurberjing av sjúkum hjá húsdýrum byggja á Lov nr. 36 af 28. Februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod smitsomme sygdomme hos husdyrene m.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995. Lógin er frá eini tíð, tá neytatuberkulosa var "høvuðstrupulleikin" í sjúkuniðurberjingini hjá djórum, og tá niðurslátran og avbyrging vóru einastu ráðini, ið til vóru at taka. Sæð burtur frá smærri broytingum í 1936, 1951, 1955, 1958 og 1995 hevur lógin ikki verið í nakrari menning, síðani hon varð sett í gildi í 1908. Reglurnar um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá fiski eru at finna í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, og er lógin ikki broytt, síðani hon varð sett í gildi, sæð burtur frá minni broytingum í 1992 og 1996. Báðar lógirnar nýta niðurslátran og avbyrging, herundir bann ímóti innflutningi av djórum v.m., sum høvuðstiltøk við ávikavist niðurberjing og fyribyrging av sjúkum.

Eingin av hesum lógum gevur landsstýrismanninum nóg víðar heimildir til at nýta nýggjari tiltøk til eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum út frá eini "frá jørð og fjørði – til borð ætlan". Landsstýrismaðurin kann ikki við heimild í galdandi lógum seta kunngerðirnar, ið eru neyðugar fyri at seta í verk ES-reglur sambært veterineravtaluni millum Føroyar og ES, í verk.

Á fleiri økjum finst, sum er, eingin føroysk lóggáva (t.d. framleiðsla av fóðri til dýr, fiskamjøl, leivdir av veterinerum heilivági og óynskt evni í fóðri til dýr og í dýraúrdráttum), og á øðrum økjum er lóggávan, sum nevnt omanfyri, ikki dagførd (t.d. lógin um sjúkur hjá dýrum frá 1908) ella ikki fullfíggjað í mun til galdandi ES-reglur (t.d. lógin um fiskasjúkur). Á einstøkum økjum er føroyska lóggávan meira ella minni beinleiðis ósambærlig við altjóða avtalur (WTO´s Agreement on the Application of Sanitary and Phytosanitary Measures, SPS-avtalan). Hetta er t.d. galdandi fyri forboðini móti innflutningi av livandi dýrum1 og havbúnaðardýrum2, tá ikki ella illa kann prógvast ein hægri heilsustøða millum dýr í Føroyum, ella ætlanir, ið settar eru í verk til tess at niðurberja sjúkur, sum ótti kann vera fyri, verða drignar inn við innfluttu dýrunum.

Frá jørð og fjørði – til borð ætlanin

Veterinera lóggávan skal áseta høvuðsreglurnar fyri verju av fólkinum móti heilsuvandunum í skapi sum mikroorganismur (snultarar, bakteriur og virus) og sum óynsktar evnafrøðiligar bindingar (toksinir, pestisidir, tungmetall, leivdir av veterinerheilivági o.s.fr.), ið kunnu førast yvir á fólk frá umhvørvi og dýrum við matvørum ella beinleiðis frá dýrum.

Eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum kunnu ikki skoðast avbyrgd, men eiga at verða litin at sum ein skipan av ketum, fevnandi um: umhvørvi, fóður, dýr, dýraburturkast, matvørur og fólk, har bindingarnar millum liðirnar í ketuni eru "smittuvegirnir" fyri mikroorganismur og óynsktar evnasambindingar. Tá onnur lond, heruppií ES, leggja dent á eina frá jørð og fjørði – til borð ætlan í sínari veterineru lóggávu, hongur hetta saman við eini ásannan av hesum samanhangunum í framleiðsluni av matvørum. Brúkarunum kann ikki tryggjast sunnar matvørur við støði í sjúkum dýrum, óansæð um tað snýr seg um húsdýr, heruppií havbúnaðardýr, ella viltlivandi dýr.

Frá jørð og fjørði – til borð ætlanin merkir millum annað:

Lógaruppskotið og veterineravtalan við ES

Sum sæst í sjálvum lógaruppskotinum, er tað í stóran mun evnað til sum ein rammulóg. Hetta kemur serliga av, at reglurnar hjá ES á veterinera økinum alla tíðina eru í menning – alt eftir gongdini í sjúkustøðuni hjá dýrum innan fyri ES og í restini av heiminum. Í sambandi við WTO avtalurnar er veterinera lóggávan viðvíkjandi dýrum og dýravørum eisini undir endurskoðan so hvørt. Við tí í huga hevði tað verið ein næstan ómøgulig uppgáva, innan fyri eitt stutt tíðarskeið, at orða eina veterinera lóggávu, har staklutirnir eru tiknir við í lógina. Harafturat hevði tað verið neyðugt, at endurskoða eina slíka lóg við stuttum millumbilum fyri alla tíðina at vera í samsvari við ES-avtaluna og aðrar altjóða avtalur. Hetta hevði tyngt bæði lóggávuarbeiðið í Løgtinginum og útinnandi arbeiðið í Landsstýrinum/Vinnumálastýrinum uttan samstundis at geva borgarunum størri rættartrygd. Afturat hesum fara vísindaliga menningin, nýggir kanningarhættir og "nýggjar" sjúkur hjá dýrum, eins og nýggir framleiðsluhættir bæði fyri dýr og dýraúrdráttir, skjótt at føra til avolding av eini lóg, har reglurnar eru ásettar niður í smálutir.

Í teimum 4 fylgjandi undirtættunum verður givin ein stutt frágreiðing um bakgrundina fyri veterineravtaluni millum ES og Føroyar, eins og frágreiðing um ávirkan hennara á tilevningina av lógaruppskotinum verður givin.

Orsøkin til ta heilsufrøðiligu avtaluna við ES

Vinnan hevur síðan miðskeiðis í 1996 víst á, at tørvur er á at fáa í lag eitt heilsufrøðiligt samstarv við ES. Hetta, tí at gongdin seinastu árini hevur verið, at reglurnar fyri innflutningi úr londum uttan fyri innmarknaðin hjá ES eru herdar, samsvarandi øktu heilsufrøðiligu krøvunum viðvíkjandi matvørudygd og –trygd. Vinnan hevur tí seinastu árini verið fyri alsamt vaksandi útflutningstrupulleikum í sambandi við økt eftirlitsvirksemi í ES.

Undanfarni løgmaður setti, eftir áheitan frá vinnuni, eina heilsufrøðiliga nevnd, ið var mannað við umboðum, ið høvdu serligt innlit í, og sum dagliga høvdu um hendi, mál av týdningi fyri útflutningin av føroyskum fiskavørum til ES.

Á felagsnevndarfundum við ES varð afturvendandi gjørt vart við, at Føroyar vildu hava hesi, fyri okkara útflutningsvinnu, sera umráðandi heilsufrøðiligu viðurskifti í rættlag. Ikki fyrr enn í undanfarna ári eydnaðist tað at fáa hetta átrokandi mál realitetsviðgjørt í ES.

Ein ískoytissáttmáli millum Føroyar og ES um heilsufrøðilig viðurskifti varð soleiðis góðkendur í farna ári. Hesin ískoytissáttmáli er at meta sum formligi karmurin um heilsufrøðiliga samstarvið millum ES og Føroyar.

Tá hesin formligi karmur var staðfestur, vóru partarnir til reiðar at fara undir samráðingar um sjálvt innihaldið í hesum ískoytissáttmála. Samráðingarnar, sum vóru í Tinganesi millum Føroyar og ES í døgunum 14. – 16. mars 2000, gingu væl, og komu partarnir ásamt um at undirskriva eitt tilmæli um, hvørjar ES-reglur Føroyar skulu laga seg til, og hvørjar treytirnar og tíðarfreistirnar verða fyri broytingum í verandi lóggávu og mannagongdum í heilsufrøðiliga eftirlitinum í Føroyum.

Við øðrum orðum, so er skjøtil settur á heilsufrøðiliga samstarvið, og verður hetta samstarv at seta í verk í februar 2001, tá hjálagda lógaruppskot við tilhoyrandi kunngerðum og onnur praktisk viðurskifti hesum viðvíkjandi ætlandi eru komin upp á pláss.

Eitt slíkt samstarv við ES fer at bera við sær, at heilsufrøðilig krøv og eftirlitsskipanir í Føroyum skulu samsvara teimum í ES, soleiðis at ikki verður neyðugt við heilsufrøðiligum eftirliti við fiskavørum úr Føroyum á markinum til ES-lond.

Veterineru reglurnar hjá ES fyri samhandli millum ES-londini og fyri innflutningi til ES-lond úr triðjalondum

Í heilsufrøðiligu avtaluni við ES eru ymsar meginreglur fyri samstarvinum partanna millum staðfestar, m.a. við direktivunum 89/662/EØF og 90/425/EØF (samhandilsdirektivini), sum áseta meginreglurnar fyri skipanini av heilsufrøðiligum eftirliti við samhandli millum ES limalond við livandi dýrum og dýravørum. Samhandil millum ES lond og lond, sum hava eina veterineravtalu við ES (sum t.d. Noreg og Ísland (bert viðv. fiski), er eisini umfataður av nevndu samhandilsdirektivunum.

Reglurnar um veterinera marknaeftirlitið við innflutningi úr sonevndum triðjalondum til ES-lond og lond, ið hava gjørt eina veterineravtalu við ES, eru ásettar í direktivunum 91/496/EØF og 97/78/EØF fyri ávikavist livandi dýr og dýraúrdráttir (triðjalandsdirektivini). Heitið triðjaland fevnir um tey lond, sum ikki hava gjørt eina veterineravtalu við ES um at fremja ES-direktiv í teirra tjóðarlóggávu, men sum ES loyvir innflutningi av ávísum dýrum og dýraúrdráttum frá.

Høvuðsendamálið við samhandilsdirektivunum er at taka eftirlitið við landamørkini av fyri at bøta um møguleikan fyri fríum flutningi av dýrum og dýraúrdráttum landanna millum. Í staðin fyri veterinera marknaeftirlitið eru felags reglur um eftiransing og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um reinføri í framleiðsluni av dýraúrdráttum.

Endamálið við veterinera marknaeftirlitinum, sum fer fram við støði í reglunum í triðjalandsdirektivunum, er at skapa trygd fyri, at livandi dýr og dýraúrdráttir, sum verða innflutt til ES-lond og lond við veterinerari avtalu við ES, minst lúka somu krøv til djóraheilsu og reinføri, sum sett verða, tá talan er um samhandil millum ES-lond.

Sum partur í hesum samstarvi verður fyri Føroyar í høvuðsheitum talan um fylgjandi reglur viðvíkjandi útflutningi og innflutningi av dýrum og dýraúrdráttum:

  1. triðjalandsvørur, ið koma beinleiðis til Føroya úr einum triðjalandi, skulu undir marknaeftirlit (triðjalandseftirlit) í Føroyum, og kunnu síðani flytast inn til eitt ES-land uttan marknaeftirlit,
  2. triðjalandsvørur, ið eru fluttar inn í eitt ES-land beinleiðis úr triðjalandinum, skulu undir marknaeftirlit (triðjalandseftirlit) í ES-landinum, og kunnu síðani flytast inn til Føroyar uttan marknaeftirlit.

Í hesum sambandi skal nevnast, at niðurberjing av sjúkum hjá djórum í ES byggir á eina meginreglu um regionalisering við atliti at álvarsligum smittandi sjúkum, sum merkir, at forboð er ímóti útflutningi av livandi dýrum, sum kunnu verða fongd við viðkomandi sjúkum, frá økjum, har sjúkurnar eru ávístar. Hetta er millum annað galdandi fyri munn- og kleyvasótt og afrikanska svínasótt.

Sum sæst omanfyri, so snýr heilsufrøðiliga avtalan við ES seg í høvuðsheitum um fisk og fiskavørur.

Útflutningur av landbúnaðarvørum (m.a. seyðaskinni) úr Føroyum til ES krevur hinvegin størri og meiri víðfevndar broytingar í mun til ES reglur, og er tí ikki í fyrstu syftu tikin við í avtaluna við ES. Hinvegin er einki til hindurs fyri at taka upp samráðingar við ES um sokallaða "landbúnaðarpakkan", um politiski myndugleikin ynskir at víðka samstarvið við ES til eisini at fevna um landbúnaðin. Í lógaruppskotinum er syrgt fyri, at heimildir eru fyri, at aðrar veterinerar ES-reglur verða arbeiddar inn í føroyska lóggávu, um ynski eftir eina politiska avgerð, er um at víðka veterineravtaluna millum Føroyar og ES.

ES direktiv og avgerðir, ið veterineravtalan við ES fevnir um

Tær reglur, sum Føroyar sambært veterineravtaluni við ES hava bundið seg at fremja í føroyskari lóggávu, fevna um fylgjandi direktiv og avgerðir:

Horisontal direktiv, ið snúgva seg um fleiri veteriner øki:

Rådets beslutning 92/438/EØF af 13. juli 1992 om datamatisering af veterinærprocedurerne ved indførsel (SHIFT-projektet), om ændring af direktiv 90/675/EØF, 91/496/EØF og 91/628/EØF samt beslutning 90/424/EØF og om ophævelse af beslutning 88/192/EØF.

Í avgerðini verða reglur ásettar fyri skifti av upplýsingum millum veterineru myndugleikarnar í ES-londunum í sambandi við samhandil og innflutning av dýraúrdráttum.

Kommissionens beslutning 91/398/EØF af 19. juli 1991 om et edb-baseret kommunikationsnet mellem veterinærmyndighederne (Animo).

Í avgerðini verða reglur ásettar fyri skifti av upplýsingum millum veterineru myndugleikarnar í ES-londunum í sambandi við samhandil og innflutning av livandi dýrum og dýraúrdráttum.

Rådets direktiv 97/78/EF af 18. december 1997 om fastsættelse af principperne for tilrettelæggelse af veterinærkontrollen for tredjelandsprodukter, der føres ind i Fællesskabet.

Í direktivinum verða reglur ásettar um fremjan av fráskildraðum eftirlitsskipanum viðv. ES-vørum

øðrumegin, og triðjalandsvørum hinumegin. Forboð ímóti móttøku av triðjalandsvørum uttan um eftirlitsstøðirnar. Stovnsetan av marknaeftirlitsstøðum, MES.

Møguleiki hjá ES at seta úr gildi eina avtalu við triðjaland eftir grein 24, stk. 3.

Rådets direktiv 90/425/EØF af 26. juni 1990 om veterinærkontrol og zooteknisk kontrol i samhandelen med visse levende dyr og produkter inden for Fællesskabet med henblik på gennemførelse af det indre marked.

Í direktivinum verða reglur ásettar fyri veterinerum eftirliti við livandi dýrum ella vørum. Eftirlitið skal ikki longur fara fram við landamørkini, men í sendaralandinum. Skjalprógv skal fylgja sendingini til fyrsta ætlanarstað.

Rådets direktiv 89/662/EØF af 11. december 1989 om veterinærkontrol i samhandelen i Fællesskabet med henblik på gennemførelse af det indre marked.

Í direktivinum verða reglur ásettar um, at eftirlit við dýravørum skal fara fram í sendaralandinum. Skjalprógv skal fylgja sendingini til fyrsta virkið.

Rådets direktiv 89/608/EØF af 21. november 1989 om gensidig bistand mellem medlemsstaternes administrative myndigheder og om samarbejde mellem disse og Kommissionen med henblik på at sikre den rette anvendelse af de veterinære og zootekniske bestemmelser.

Í direktivinum verða reglur ásettar fyri sínámillum hjálp millum umsitingarligu myndugleikarnar í limastatunum og um samarbeiði millum hesar myndugleikar og Kommissiónina við atliti til at tryggja røttu nýtsluna av veterineru og zooteknisku ásetingunum.

Rådets direktiv 85/73/EØF af 29. januar 1985 om finansiering af sundhedsmæssig undersøgelse og kontrol af fersk kød og fjerkrækød.

Í direktivinum verða reglur ásettar um, at fígging av veterinerkanningum og –eftirliti fer fram við at limastatirnir krevja eitt ES-gjald til at svara útreiðslunum til kanning og eftirlit. Gjaldið fer til lønir, umsiting og at gera viðkomandi kanningar og eftirlit, men tað má ikki fara upp um veruliga kostnaðin.

Veteriner direktiv viðvíkjandi handli:

Rådets direktiv 90/667/EØF af 27. november 1990 om sundhedsmæssige bestemmelser for bortskaffelse, forarbejdning og afsætning af animalsk affald og for beskyttelse mod forekomst af patogener i foder fremstillet af dyr, herunder fisk, og om ændring af direktiv 90/425/EØF.

Í direktivinum verða m.a. reglur ásettar fyri burturbeining, virking og sølu av dýraburturkasti, eins og um verju ímóti at patogenir koma fyri í fóðri, ið er framleitt úr dýrum, heruppií fiski.
Sundurgreining av dýraburturkasti í há- og lág-vandaevni.

Rådets direktiv 91/67/EØF af 28. januar 1991 om dyresundhedsmæssige betingelser for afsætning af akvakulturdyr og –produkter

Í direktivinum verða reglur ásettar um dýraheilsuligar treytir fyri sølu av havbúnaðardýrum og
-vørum.

Rådets direktiv 91/492/EØF af 15. juli 1991 om sundhedsmæssige betingelser for produktion og afsætning af levende toskallede bløddyr.

Í direktivinum verða reglur ásettar um heilsuligar treytir fyri framleiðslu og sølu (innflutningur og útflutningur) av livandi tvískeljaðum lindýrum, ætlað til matna ella víðari virking, áðrenn tey verða nýtt til matna.

Rådets direktiv 91/493/EØF af 22. juli 1991 om sundhedsmæssige betingelser for produktion og afsætning af fiskerivarer.

Í direktivinum verða reglur ásettar um heilsuligar treytir fyri framleiðslu og sølu (innflutningur og útflutningur) av fiskavørum til matna.

Rådets direktiv 92/118/EØF af 17. december 1992 om dyresundhedsmæssige og sundhedsmæssige betingelser for samhandel med og indførsel til Fællesskabet af produkter, der for så vidt angår disse betingelser ikke er underlagt specifikke fællesskabsbestemmelser, som omhandlet i bilag A, kapitel I, i direktiv 89/662/EOEF, og for så vidt angår patogener, i direktiv 90/425/EØF.

Í direktivinum verða reglur ásettar um dýraheilsuligar og heilsuligar treytir fyri samhandli við og innflutningi til felagsskapin av dýraúrdráttum, ið ikki eru umfataðir av 89/662/EØF ella 90/425/EØF. Ikki er loyvt limastatunum at banna ella avmarka samhandilin av dýraúrdráttum av øðrum orsøkum enn teimum, ið fylgja av hesum og øðrum felagsskapsdirektivum.

Veteriner direktiv viðvíkjandi sjúkueftirliti:

Rådets direktiv 82/894/EØF af 21. december 1982 om anmeldelse af dyresygdomme inden for Fællesskabet.

Í direktivinum verða reglur ásettar um fráboðan av sjúkum innan fyri felagsskapin eins og um avtøku av avmarkingum, ið eru settar í verk í sambandi við, at hesar sjúkur eru komnar fyri.

Rådets direktiv 93/53/EØF af 24. juni 1993 om minimumsfællesskabsforanstaltninger til bekæmpelse af visse fiskesygdomme.

Í direktivinum verða reglur ásettar um tiltøk, sum í minsta lagi skulu setast í verk til tess at niðurberja tær fiskasjúkur, ið kunnu spjaða smittu. Ásetingar um karantenu av sjúkuraktum brúkum og støðum, ella brúkum og støðum, ið eru undir illgruna fyri at vera sjúkurakt.

Rådets direktiv 92/48/EØF af 16. juni 1992 om fastsættelse af minimumshygiejneregler for fiskerivarer fremstillet om bord på visse fartøjer i overensstemmelse med artikel 3, stk. 1, litra a), nr. i), i direktiv 91/493/EØF.

Í direktivinum verða reglur ásettar um reinføri umborð á skipum.

Rådets direktiv 96/22/EF af 29. april 1996 om forbud mod anvendelse af visse stoffer med hormonal og thyreostatisk virkning og af ß-agonister i husdyrbrug og om ophævelse af direktiv 81/602/EØF, 88/146/EØF og 88/299/EØF.

Í direktivinum verða reglur ásettar um forboð ímóti nýtslu av ávísum evnum við hormonalum og thyreostatiskum virknaði, eins og ímóti beta-agonistum í húsdýrahaldum. Tó kunnu ávís evni við terapeutiskum ella zootekniskum virknaði verða loyvd.

Rådets direktiv 96/23/EF af 29. april 1996 om de kontrolforanstaltninger, der skal iværksættes for visse stoffer og restkoncentrationer heraf i levende dyr og produkter heraf og om ophævelse af direktiv 85/358/EØF og 86/469/EØF og beslutning 89/187/EØF og 91/664/EØF.

Í direktivinum verða reglur ásettar um eftirlitstiltøk viðv. evnum við hormonalum ella thyreostatiskum virknaði, heruppií forboð ímóti nýtslu av hesum. Álagt verður limastatunum at seta í verk kanningarætlanir til dýr. Eftirlitið kann bæði fara fram sum innaneftirlit og alment eftirlit. Evsta avleiðingin av eftirlitinum er forboð ímóti víðari sølu og niðurslátran.

Veteriner direktiv viðvíkjandi fóðurheilivági:

Rådets direktiv 90/167/EØF af 26. marts 1990 om fastsættelse af betingelserne for tilberedning, markedsføring og anvendelse af foderlægemidler i Fællesskabet

Í direktivinum verða reglur ásettar um treytirnar fyri tilgerð, marknaðarførslu og nýtslu av fóðurheilivági í felagsskapinum.

Lógaruppskotið samanborið við aðra føroyska lóggávu

Lógaruppskotið skal saman við løgtingslóg nr. 46 frá 21. juni 1985 um matvørur v.m. fevna um alla framleiðsluketuna "frá jørð og fjørði – til borð". Markið millum lógaruppskotið og matvørulógina er har, sum slátrað dýr, heruppií havbúnaðardýr, eru góðkend sum egnað til mannaføði. Matvørulógin fevnir um teir partar av framleiðsluketuni, sum byrja við virkingini av góðkendum sláturdýrum til matvørur. Lógaruppskotið fevnir um teir partar av framleiðsluketuni, sum eru undan hesum, tvs. livandi dýr, slátrað dýr, fóður, fóðurheilivág og dýraburturkast v.m.

Lógaruppskotið hevur eisini viðberaflatu í mun til løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum seinast broytt við kunngerð nr. 17 frá 28. mai 1996 (fóðurheilivágur, sbr. §§ 32-37) eins og í mun til løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd (dýratøð og dýraburturkast sbr. §§ 24-27).

Galdandi lóggáva

Galdandi lóggáva, sum skotið verður upp at seta úr gildi, fevnir um niðanfyri nevndu løgtingslógir og kunngerðir:

Lov nr. 36 af 28. Februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod Smitsomme sygdomme hos Husdyrene m.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 af 29.06.1995.

Kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, seinast broytt við K.nr. 31 frá 12.04.1996.

Kunngerð nr. 83 frá 7. september 1984 um fyribyrging av ridluskriða.

Kunngerð nr. 141 frá 10. desember 1990 um fyribyrging av ridluskriða, sum seinast broytt við K.nr. 178 frá 21.09.1993.

Lov nr. 245 af 27. Maj 1908 om Tilsyn med Udførsel af Kød m.m., som ændret ved lov nr. 127 af 15. april 1930.

Lov nr. 349 af 23. December 1935 om Indførsel af forskellige Dyrearter.

Løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 28.05.1996.

Kunngerð nr. 96 frá 12. november 1991 um sóttreinsan av lívrunnum burturkasti, skolivatni og blóðvatni fra alivinnuni.

Kunngerð nr. 51 frá 7. apríl 2000 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum.

Kapittul 2
Avleiðingarnar av uppskotinum

Avleiðingarnar av lógaruppskotinum kunnu ikki verða skoðaðar einsamallar, men eiga fyrst og fremst at verða sæddar í sambandi við avleiðingarnar, sum veterineravtalan millum Føroyar og ES førir við sær. Avleiðingarnar av lógini og teimum kunngerðum, ið setast skulu í gildi sambært veterineravtaluni eru hesar:

 Útflutningur

Útflutningur av fiski, fiskavørum, havbúnaðardýrum og havbúnaðarvørum til ES-lond fer at fara fram uttan marknaeftirlit. Hetta fer at merkja bæði skjóta levering (eingin bíðitíð á veterinera marknaeftirlitsstaðnum) og ein búskaparlig sparing (eingi avgjøld til veterinera marknaeftirlitið).

Útflutningur av øðrum dýraúrdráttum enn fiski v.m. við føroyskum uppruna fer framvegis ikki at vera møguligur til ES-lond og lond við veterineravtalu við ES.

Enn er ikki roynt at rokna út virðið av fyrimununum fyri útflutningsvinnuna, men tað hevur leingi verið eitt ynski hjá vinnulívinum at fáa lættari atgongd til ES, sbr. viðmerkingarnar um veterineravtaluna.

 Innflutningur

Fyri innflytarar av dýraúrdráttum fer lógaruppskotið at merkja, at úrdráttir úr ES-londum kunnu verða innfluttir uttan veterinert marknaeftirlit í Føroyum (galdandi fyri samhandil). Sambært galdandi reglum4 kunnu matvørur av dýrauppruna innflytast úr norðurlondum uttan umsókn, meðan matvørur av dýrauppruna úr ikki-norðurlondum bert kunnu innflytast eftir umsókn til Landsdjóralæknaembætið.

Dýraúrdráttir úr triðjalondum kunnu frameftir bert verða fluttir inn, tá viðkomandi triðjaland ella triðjalandsvirki er við á listanum hjá ES yvir triðjalond fyri viðkomandi vøru. Dýraúrdráttirnir úr triðjalondum skulu leggjast undir veterinert marknaeftirlit, tá teir koma til Føroya.

Innflutningur av eggum úr Íslandi og av lambakjøti frá íslendskum sláturvirkjum, ið ikki eru ES-góðkend (á triðjalandslistanum hjá ES) fer ikki at kunna halda fram. Innflutningur af fiskavørum frá russiskum fiskiskipum, ið ikki eru tikin við á listanum hjá ES við góðkendum skipum, fer heldur ikki at kunna halda fram sum higartil.

Livandi dýr fara framyvir at kunna verða innflutt til Føroya úr ES-londum undir somu treytum, sum eru galdandi fyri samhandil við livandi dýrum innan fyri ES.

Møguligu fíggjarligu tapini hjá virkjum, ið innflyta dýraúrdráttir úr londum og frá virkjum, ið ikki eru á triðjalandslistanum hjá ES, eru ikki gjørd upp. Hjá virkjum, ið innflyta t.d. egg og lambakjøt úr Íslandi, fer tað neyvan at verða trupult at finna nýggj útvegaravirki, ið eru á triðjalandslistanum.

Hjá innflytarum av m.ø. fiski frá ikki-góðkendum russiskum fiskiskipum slepst neyvan undan, at ES-avtalan og lógaruppskotið og kunngerðirnar, ið hoyra til lógaruppskotið, føra við sær negativar fíggjarligar avleiðingar. Hetta er tó ikki ein serstakur føroyskur trupulleiki, men ein trupulleiki, ið eisini er galdandi í Noregi, Íslandi og Danmark. Nýliga gjørd kanningarumfør, gjørd av umsjónarfólki frá ES5 og EFTA6 á marknaeftirlitsstøðunum í nevndu londunum, hava ávíst trupulleikan við "russarafiski" og álagt londunum, beinanvegin at steðga innflutninginum frá ikki góðkendum fiskiskipum.

 Alivinnan

Havbúnaðardýr (t.d. rogn) fara framyvir at kunna verða útflutt til ES-lond undir somu treytum, sum galdandi eru fyri samhandil millum ES-lond. Av tí at føroysk havbúnaðarbrúk ikki fyrr enn um 2 ár fara at hava møguleika fyri at náa eina støðu sum góðkent sjúkufrítt havbúnaðarbrúk í ikki-góðkendari sjúkufríari sonu, kunnu føroysk havbúnaðardýr einans útflytast til havbúnaðarbrúk í ikki-góðkendum sjúkufríum sonum í ES.

Havbúnaðardýr frá ES-londum kunnu samsvarandi flytast inn til Føroya. Hetta er eisini galdandi fyri havbúnaðardýr frá ikki-góðkendum sjúkufríum sonum, so leingi sum Føroyar ikki hava sett eina heilsuskipan í verk, ið kann skjalprógva, at ES-lista I sjúkurnar7 hjá havbúnaðardýrum ikki koma fyri, ella eru við at vera niðurbardar í Føroyum.

Útvegan av støðu sum góðkent sjúkufrítt havbúnaðarbrúk í ikki-góðkendum sjúkufríum øki krevur, at ein skipað sjúkueftiransing millum øll føroysk havbúnaðarbrúk (heilsuskipan) verður sett í verk. Eftir eitt 2 ára eftiransingartíðarskeið og uttan útbrot av IHN og VHS kunnu Føroyar søkja um góðkenning av støðu sum góðkent sjúkufrítt havbúnaðarbrúk í ikki-góðkendari sonu.

Havbúnaðarvinnan má rokna við, at tað í sambandi við at fremja eina heilsuskipan, kann gerast talan um eina øking í útreiðslunum. Heilsuskipanir og møgulig tap í sambandi við niðurberjing av sjúkum skulu sum meginregla fíggjast av vinnuni sjálvari, møguliga við eini tryggingarskipan eins og í Noregi. Øktu útreiðslurnar til sjúkueftiransing skuldu tó í longdini gjørst "sjálvfíggjandi" við eini betri heilsustøðu.

Landbúnaðarvinnan

Fyri húsdýrahald merkir veterineravtalan við ES og lógaruppskotið við hartil hoyrandi kunngerðum, at livandi dýr kunnu flytast inn til Føroya úr ES-londum undir somu heilsuligu treytunum, sum galdandi eru fyri samhandil innan fyri ES. Hetta førir við sær, at dýr, ið ætlanin er at flyta úr einum ES-landi til eitt annað ES-land ella til Føroya, skulu stava frá einum fenaði, ið ikki hevur sjúkur, sum eru umfataðar av felagsreglunum hjá ES um sjúkuniðurberjing. Regionaliseringin av niðurberjingarskipanunum hjá ES førir við sær eitt bann ímóti útflutningi av dýrum úr sjúkuraktum økjum.

Livandi húsdýr (hestar, neyt, seyður v.m.) og dýraúrdráttir (kjøt, mjólk, egg v.m.) kunnu framvegis ikki verða útflutt til ES-lond, av tí at veterineravtalan við ES ikki bindur Føroyar til at seta øll veterinerdirektivini hjá ES í gildi í føroyskari lóggávu.

Lógaruppskotið gevur eisini møguleika fyri at seta í verk heilsuskipanir fyri neyt og seyð. Í tann mun heilsuskipanir verða settar í verk innan vanliga húsdýrahaldið, mugu øktar útreiðslur væntast, men útreiðslurnar skuldu í longdini verðið vigaður upp av fyrimununum, ið standast av betri heilsustøðu og øktari framleiðslu.

Starvandi djóralæknar

Starvandi djóralæknarnir skulu sambært lógaruppskotinum framvegis hava ein týðandi leiklut í fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum, men uppgávurnar fáa møguliga ein annan dám. Tær meira "tænastukendu" veterineru uppgávurnar: diagnostisering og viðgerð av skurð- og medisinskum sjúkum hjá dýrum, eins og váttan og avsannan av illgruna um álvarsligar smittandi sjúkur, skulu framvegis loysast á fakligan og fullgóðan hátt fyri dýraeigaran og dýrið.

Lógaruppskotið miðar ímóti, at størri dentur verður lagdur á virkna fyribyrging og eftiransing av sjúkum hjá dýrum, har screening og heilsuskipanir fáa eina meira týðandi støðu. Í galdandi lóggávu um sjúkur hjá húsdýrum og fiski eru ongar greiðar heimildir til at seta í verk virkna sjúkufyribyrging (t.d. koppsetingar- ella heilsuskipanir), ella til at seta í verk landsumfevnandi kanningar (screening) við tí endamáli, at skjalprógva sjúkustøðuna í sambandi við útflutning ella fyri at fáa greiðu á tørvinum á heilsuskipaninum.

Útihýst kann tó ikki vera, at tað, at lógaruppskotið leggur dent á uppgávur, sum bera við sær, at starvandi djóralæknar verða drignir meira uppí, kann føra til vaksandi útreiðslur til eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum komandi árini. Tiltøk, sum verða sett í verk við heimild í lógaruppskotinum, skulu sum meginregla fíggjast av dýraeigarunum. Mett verður tí, at upphæddin upp á 3 milliónir krónur, sum sett er av á fíggjarlógini fyri fíggjarárið 2001 til starvandi djóralæknar, rúmar uppskotnu uppprioriteringini.

 Almenna umsitingin

Sum eina óbeinleiðis avleiðing av lógaruppskotinum og fyri á skynsaman hátt at kunna fremja "frá jørð og fjørði – til borð" ætlanina hevur Vinnumálastýrið gjørt av at umskipa uppgávubýtið millum Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og Landsdjóralæknaembætið. Frá 1. januar 2001 verða operationellu uppgávurnar, sum higartil hava verið útintar av Landsdjóralæknaembætinum fluttar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. "Departementalu" uppgávurnar, sum higartil hava verið útintar av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, verða fluttar til Landsdjóralæknaembætið, sum samstundis verður flutt inn undir Vinnumálastýrið sum ein Veterinerdeild, ið skal vera bindiliður millum landsstýrismannin og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Umskipanin skal eisini tryggja eitt einsháttað býti av ábyrgd og uppgávum á veterinera økinum, herímillum at fyriskipanarligi bygnaðurin og førleikin eru afturkennandi hjá útlendskum veterinerum myndugleikum.

Veterineravtalan við ES fer at merkja, at brúk verður fyri eini styrkjan av veterinera førleikanum og manning av størvunum, bæði á Veterinerdeildini og á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Sum ein beinleiðis avleiðing av veterineravtaluni eru Føroyar bundnar til at seta á stovn eina veterinera marknaeftirlitsstøð til eftirlit av dýraúrdráttum, heruppií fiskir, sum verða innfluttir til Føroya úr triðjalondum. Føroyar fara eftir 1. februar at vera ein partur av ES-markinum mótvegis triðjalondum á veterinera økinum. Heilsufrøðiligu Starvsstovuni er álagt ábyrgdina av veterinera eftirlitinum, sum sambært ES-direktivunum skal fremjast undir ábyrgd av einum djóralækna (sbr. direktiv…). Á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni skal eisini, sambært veterineravtaluni, innan fyri eitt stutt tíðarskeið setast á stovn ein fiskapatologisk kanningarstova, sum skal vera ein aktivur liður í sambandi við sjúkueftiransing og heilsuskipanir fyri havbúnaðardýr.

Veterinerdeildin í Vinnumálastýrinum hevur um hendi meginuppgávurnar viðvíkjandi eftiransing og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum, heruppií frágreiðing so hvørt av upplýsingum viðvíkjandi sjúkustøðuni til ES-Kommissiónina og aðrar veterinerar felagsskapir (O.I.E.). Veterinerdeildin fær eisini sum uppgávu at røkja uppgávurnar við dagføring og menning av reglunum viðvíkjandi dýrum og dýraúrdráttum, sum standast av veterineravtaluni við ES.

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá: Fiskimálastýrinum, Føroya Reiðarafelag, Tollbúðini, Menningarstovuni, TK Stovuni, Vinnuhúsinum, Fiskiveiðieftirlitinum, Fiskasjúkutænastuni, Djóralæknastænastuni, Andrasi Strøm, djóralækna, Landsapotekaranum, Búnaðardeplinum og Bóndafelagnum.

Tíðarfreistin, hesi fingu, var stutt í mun til rúgvsimikla tilfarið, ið var sent til ummælis, og er hetta helst orsøkin til at bert fáa ummæli eru send Vinnumálastýrinum. Menningarstovan hevði nakrar smærri viðmerkingar av einamest lógartekniskum slag, og er uppskotið í fleiri førum broytt samsvarandi viðmerkingunum. Harumframt hava Bóndafelagið og Landsapotekarin ummælt lógaruppskotið. Avrit av teirra ummæli eru hjáløgd sum skjøl.

  Fyri landið/lands-
myndugleikar
Fyri kommunalar myndugleikar Fyri pláss/øki í landinum Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir
Fyri vinnuna
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar Ja

Útreiðslur til triðjalandseftirlit og styrkjan av veterineru tilbúgvingini.

Nei Nei Ja

Marknaeftirlits-støð(ir):

Útreiðslur til stovnsetan.

Dýraburturkast:

Útreiðslur til vøkstur av orkuføri til viðgerð.

Ja

Ùtflutningur til ES:

Útreiðslur til marknaeftirlit fella burtur.

Innflutningur úr triðjalondum:

Útreiðslur til marknaeftirlit.

Alivinnan:

Útreiðslur til heilsuskipanir, sum verða mótsvaraðar av betri heilsustøðu.

Landbúnaðar-vinnan:

Útreiðslur til heilsuskipanir, sum verða mótsvaraðar av betri heilsustøðu.

Umsitingarligar avleiðingar Ja

Landsdjóralækna- embætið og Heilsufrøðiliga Starvsstovan:

Umbýti av uppgávunum.

Nei Nei Nei Nei
Umhvørvisligar avleiðingar Ja

Dýraburturkast og veterinerur heili-vágur:

Betri eftirlit við útlátum.

Nei Nei Nei Nei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur Ja

ES-direktiv og WTO/SPS-avtalurnar:

Lógin gevur heimild til at útinna avtalurnar.

Nei Nei Nei Ja

Innflutningur av dýrum og dýraúrdráttum:

ES-avtalan og WTO/SPS-avtalurnar merkja, at forboð ímóti innflutningi ikki skal gera mismun og skal vera vísindaliga skjalprógvað.

Sosialar avleiðingar Nei

 Kapittul 3
Serligar viðmerkingar

Til kapittul 1
Lógarinnar øki

Til § 1
Orðingin lýsir lógarinnar primera øki. Til tess at fyribyrgja og niðurberja sjúkum hjá dýrum, herímillum zoonosum og øðrum heilsuskaðiligum evnum í dýrum, kunnu sambært uppskotinum tiltøk verða sett í verk við atliti at fyribyrging, eftiransing, eftirliti og niðurberjing av sjúkum og zoonosum hjá dýrum. Tiltøkini eru ætlað at forða ella minka um, at sjúkuelvandi agens (snultarar, bakteriur, virus, prionir og líknandi) og heilsuskaðilig evni (leivdir av veterinerum heilivági, tungmetall, dálking og tílíkt) koma fyri í dýraúrdráttum og matvørum av dýrauppruna. Matvørur av dýrauppruna stavandi frá villini dýrum (sum t.d. grind, fugli og fiski) er ein ikki týdningarleysur partur av matinum hjá føroyska fólkinum, og hetta er orsøkin til, at lógin ikki bert fevnir um húsdýr, men eisini um villini dýr, sbr. § 3.

Til § 2
Lógaruppskotið fevnir sum meginregla um allar sjúkur, sum kunnu koma fyri hjá djórum. Tað hevur ongan týdning, hvussu sjúkan er komin fyri. Tað vil siga, at umframt tær smittandi sjúkurnar eru eisini arvaligar, umhvørvis- og framleiðslutreytaðar sjúkur, sjúkur, ið eru orsakaðar av toksiskum evnum (eitranir) ella snultarum, eins og sjúkur, orsakaðar av t.d. íleguskoyting, umfataðar. Harafturat er sjúka, orsakað av radioaktivari dálking, umfatað. Til síðst eru zoonosir umfataðar, tvs. sjúkur og smittur, ið kunnu verða bornar frá dýri til menniskju antin við sambandssmittu (t.d. rabies) ella gjøgnum matvørur, sum t.d. tuberklar (mjólk og kjøt) og salmonellosa (egg og kjøt).

Tað hevur ongan týdning, hvussu sjúkan vísir seg. Lógin veitir sostatt eisini heimild til atgerðir mótvegis sjúkum, sum einans kunnu staðfestast á starvsstovum. Orsøk kann vera til at gera atgerðir mótvegis slíkum sjúkum, m.a. tí at slíkar starvsstovureaktiónir kunnu vera óynsktar í útflutningshøpi, ella tí smittuevnið, ið er orsøkin til starvsstovureaktiónirnar, kann menna seg á ein óhepnan hátt og soleiðis fáa ein meira álvarsligan dám við einum broyttum sjúkumynstri. Tá talan er um aðrar sjúkur, sum vanliga hava við sær klinisk symptom, kann tað koma fyri, at smittan hjá nøkrum dýrum fer so óansað fram, at hon bert kann staðfestast á eini starvsstovu. Eisini í hesum førunum má møguleiki vera fyri at gera inntriv, tí hesi dýrini (frískir smittuberarir) kunnu húsa smittuevninum, og føra tey víðari til onnur dýr, ella hvat zoonosum viðvíkur, til menniskju.

Í fylgiskjali 1 og 2, sum hoyra til lógina, eru tær sjúkur hjá djórum nevndar, sum veterinera arbeiðið framyvir væntandi í høvuðsheitum fer at snúgva seg um. Sjúkurnar á listanum verða býttar upp í A og B sjúkur.

Býtið í A og B sjúkur vísir eina meting av m.a. einum tendensi hjá sjúkuni til at spjaða seg og týdning hennara í altjóða handli, eins og hvørji tiltøk, ið, longu tá illgruni er, eiga at verða sett í verk við atliti til at steðga framhaldandi smittuspjaðing. Hetta kemur m.a. til sjóndar í ásetingunum í § 8 um skyldurnar hjá djóralæknanum.

Sjúkurnar í fylgiskjali 1 og 2 eru fyri at lætta um hjá lesaranum nevndar undir djóraslagnum, har tær eru vanligast, men dentur skal leggjast á, at ávísar sjúkur eisini kunnu vísa seg millum onnur dýrasløg, og at tær eru undirlagdar ásetingunum í lógaruppskotinum, heruppií fráboðanarskylda sambært § 8, líka mikið hvørjum dýraslagi sjúkan er undir illgruna ella er staðfest hjá. Nevnast kann t.d. at neytasótt, ið er nevnd sum ein neytasjúka, kann hava eina milda gongd hjá seyði og uttan klinisk symptom hjá svínum, soleiðis at seyður og svín kunnu hava ein leiklut í smittuspjaðingini. Á sama hátt kunnu fleiri álvarsligar virussjúkur hjá høsnum og dunnum verða fluttar frá villini fuglum. Hetta er m.a. galdandi fyri Newcastle disease og Avian influensu.

Bólkur A sjúkur (fylgiskjal 1) fevnir um partvíst tær sjúkur, ið eru nevndar á lista A hjá Office International des Epizooties (O.I.E.), partvís einstakar aðrar sjúkur, har ein skjót fráboðan av illgruna eftir føroyskum viðurskiftum verður mett at vera týdningarmikil fyri eini munagóðari niðurberjing. O.I.E. er ein altjóða felagsskapur, sum fevnir um 151 lond, hvørs týdningarmesta endamál er at savna inn og bera fram upplýsingar viðvíkjandi ávísum smittandi sjúkum hjá djórum, serliga við atliti til at forða sjúkum í at breiða seg frá landi til lands við handli við livandi dýrum ella dýraúrdráttum. Eitt týdningarmikið grundarlag fyri hesum er skyldan hjá limalondunum til at boða frá, tá sjúka kemur fyri. Tíðarskeiðið, sum fráboðanin skal gevast innanfyri, er treytað av slagnum av sjúku. Lista A sjúkur skulu boðast frá til O.I.E. áðrenn 24 tímar eru farnir og eru allýstar sum smittandi sjúkur, ið hava møguleika fyri ógvuliga álvarsligari og skjótari spjaðing uttan atlit til landamørk, hava álvarsligar fylgjur fyri samfelagsbúskap ella almenna heilsu, og sum eru av stórum týdningi fyri altjóða handil við livandi dýrum og dýraúrdráttum.

Bólkur B sjúkur (fylgiskjal 2) fevnir um tær sjúkur, ið eru nevndar á lista B hjá O.I.E. Lista B sjúkur verða fráboðaðar eina ferð um árið, og verða allýstar sum sjúkur, ið kunnu flytast, ið verða mettar at vera av týdningi fyri samfelagsbúskapin og almenna samhandilin í einstøku londunum, og sum eru av týdningi fyri altjóða handil við livandi dýrum og dýraúrdráttum.

Landsstýrismaðurin kann lata bólk A og B fevna um aðrar sjúkur hjá dýrum enn lista A og B sjúkurnar hjá O.I.E., tá umstøðurnar í Føroyum gera hetta neyðugt fyri at varðveita eina høga heilsustøðu hjá føroyskum dýrum og føroyskum dýraúrdráttum. Landstýrismaðurin kann heruppií flyta sjúkur av lista B hjá O.I.E. til listan við A sjúkum.

Bæði á lista A og B hjá O.I.E. eru nevndar nakrar eksotiskar dýrasjúkur, sum eru tiknar við í fylgiskjal 1 og 2, hóast tær ikki beinleiðis hava nakran týdning fyri Føroyar. Við globaliseringini, sum kemur fram m.a. í WTO avtaluni8, má væntast ein vaksandi samhandil við livandi dýrum og dýraúrdráttum og hervið ein øktur vandi fyri at eksotiskar djórasjúkur koma fyri. Tí er tað av týdningi, at lóggávan og diagnostiska tilbúgvingin koma upp á pláss.

Býtið í A og B sjúkur fer at vera fatanargrundarlag fyri fleiri kunngerðum og øðrum forskriftum um niðurberjingar- og fyribyrgingartiltøk.

Til § 3
Ásetingin ger av, at lógin fevnir um øll dýr, heruppií súgdjór, fuglar, skriðdýr, paddur, fisk og geislaleys dýr, óansæð um dýrini eru undir mannavarðveitslu ella liva frítt í náttúruni. Lógin fevnir somuleiðis um allar dýraúrdráttir, heruppií matvørur, sum hava í sær partar við dýrauppruna, eins og sonevndir "non-food" dýraúrdráttir. Hugtakið "non-food" dýraúrdráttir og hjávørur við dýrauppruna (animal by-products) verða m.a. nýtt í ES-direktivum sum samliheiti fyri dýraúrdráttir, ið ikki eru egnaðir ella ætlaðir til matna hjá fólki, t.d. ull, hár, húðir og dýraburturkast frá slátran av dýrum (sláturburturkast og fiskaburturkast). Tá annað ikki nágreiniliga er nevnt í lógartekstinum kunnu dýraúrdráttir fevna um ein ella fleiri ella allar vørubólkar við dýrauppruna.

Í mun til galdandi lóggávu um sjúkur hjá dýrum9, sum serliga miðar ímóti sjúkum hjá framleiðsludýrum, ávíkavist húsdýr og havbúnaðardýr, er talan um eina víðkan av øki lógaruppskotsins. Vanliga verða húsdýr mett at vera dýr, sum verða havd við atliti til framleiðslu av matvørum, ull ella skinni, ella dýr, ið verða nýtt sum dragaradýr og ríðidýr ella til vaktarhald. Í hesum partinum av heiminum fevna vanlig húsdýr um m.o. hestar, neyt, seyð og geitir, svín, høsn og kalkunir, dunnur og gæs, dúgvur, eins og hundar og kettur, uttan at uppreksanin skal látast at vera fullfíggjað. "Nýggjari" húsdýr fevna um loðskinsdýr (minkar og revar), og seinastu árini eru ymisk havbúnaðardýr (laksur, síl og øðudýr) eisini komin upp í henda bólkin. Afturat hesum eru meira eksotisk dýrasløg vorðin ald sum húsdýr í fleiri londum uttan fyri teirra vanliga zoogeografiska útbreiðsluumhvørvi.

Tá øki lógarinnar er víðkað til eisini at fevna um øll dýr, heruppií eisini villini dýr, er orsøkin tann, at villini dýr kunnu virka sum "goymslur" hjá sjúkum og smittuevnum, ið kunnu verða førdar bæði til "húsdýr" og menniskju.

Av tí at matvørur við dýrauppruna, stavandi frá villini dýrum (sum t.d. grind, fugli og fiski) er ein stórur partur av føðini hjá føroyska fólkinum, kunnu tiltøkini í lógini eisini fevna um niðurberjing av teimum sjúkum hjá viltlivandi dýrum, sum einamest hava týdning fyri varðveitsluna av einum sunnum stovni av villini dýrum.

Til kapittul 2
Skyldur eigarans

Til § 4
Ásetingin ger av, at tað fyrst og fremst eru dýraeigararnir, ið hava ábyrgdina av, at dýr teirra ikki eru smittað og við hesum koma dýrum, ið onnur eiga, í smittuvanda. Ásetingin er galdandi fyri allar sjúkur, men miðar serliga ímóti smittandi sjúkum. Fyri sjúkur, sum eru nevndar í fylgiskjali 1 og 2, hava djóraeigararnir eina herda skyldu til at vera varir við sjúkutekin hjá dýrum sínum, sbr. § 5. Djóraeigararnir halda hesa umsjónarskyldu, tá teir hava regluliga umsjón við dýrum sínum. Tá tað snýr seg um dýr, sum verða havd í stalli ella stiki (t.d. hestar, neyt, seyður og flogfenaður) og havbúnaðardýr (t.d. smoltstøðir og alistøðir), skal umsjónin fara fram í minsta lagi eina ferð um dagin. Ásetingin skal annars skoðast í sambandi við ásetingarnar um sømiliga viðferð av dýrum í djóraverndarlógini10.

Tær skyldur, sum eftir lógini liggja á dýraeigarunum, fevna eisini um fyristøðufólk, hjálparfólk ella aðrar persónar, sum vegna djóraeigaran hava umsjón við djórunum ella passa tey.

Til § 5
Ásetingin ger av, at dýraeigarirnir hava skyldu til beinanvegin at boða einum djóralækna frá, um so er, at teir hava illgruna um, at dýr teirra eru vorðin fongd við ella kunnu vera undir illgruna fyri at vera fongd við eini av sjúkunum, ið eru nevndar í fylgiskjali 1 og 2 (bólkur A og B sjúkur). Inntil djóralæknin hevur avsannað ella váttað illgrunan, hevur dýraeigarin skyldu til at halda sjúkurakta dýrið ella sjúkuraktu dýrini avbyrgd frá øðrum dýrum, fyri at forða fyri smittuspjaðing til onnur dýr. Í havbúnaðarbrúkum mugu dýraeigararnir seta tiltøk í verk til tess at avmarka smittuspjaðingina gjøgnum fóður- og brunnbátar v.m.

Fráboðanarskyldan er galdandi fyri øll, ið sum eigarar ella sum fyristøðufólk, hjálparfólk, ella annars vegna dýraeigaran, hava umsjón við ella ansa eftir dýrum, sum kunnu verða fongd við eini av teimum í fylgiskjali 1 og 2 nevndu sjúkunum.

Ásetingarnar í stk. 2 og 3 merkja, at eisini persónar uttan serligar fortreytir viðvíkjandi dýrum og dýrasjúkum skulu gera veterineru myndugleikarnar varar við tað, um hópdeyði millum dýr kemur fyri. Tað kann vera av týdningi fyri uppkláringina og fyri at smittuavmarkandi tiltøk verða sett í verk, at veterineru myndugleikarnir tíðliga fáa boð, um villini dýr (t.d. flytifuglar) verða funnin deyð í hópatali, tí hetta kann verða orsakað av Newcastle disease ella Avian influensu, ið kunnu smitta taman flogfenað. Ásetingin kann eisini hava týdning fyri uppkláringina og avmarkingina av fylgjunum av dálking, hvørt hon er "nátturu-" ella menniskjaskapt, t.d. algublóman ella olju- og kemikaliulekar.

Ásetingin í § 5 merkir, at landstýrismaðurin kann áseta reglur um hvørji sjúkueyðkenni hjá dýrum skulu føra við sær, at dýraeigarin skal senda boð eftir einum djóralækna. Ætlanin við reglunum er at tryggja, at persónar uttan veterinerfakligt innlit fáa møguleika fyri at meta um, nær boðast skal einum djóralækna frá eftir ásetingunum.

Til kapittul 3
Kanning og staðfesting

Til § 6
Ásetingin miðar ímóti at reglur um kanningar av dýrahaldi, t.d. fyri at kortleggja útbreiðsluna av sjúkum, zoonosum ella leivdum av veterinerum heilivági og øðrum óynsktum evnum í dýrum og dýraúrdráttum (screeningskanningar), kunnu verða ásettar. Vitan um útbreiðsluna hevur alstóran týdning fyri skjalfestingina av dýraheilsustøðuni í Føroyum samanborið við onnur lond. Dýraheilsustøðan er avgerandi fyri hvørjar innflutnings- og útflutningsavmarkingar føroyskir dýraúrdráttir (fiskur og havbúnaðardýr) kunnu verða lagdir undir sambært altjóða avtalum ella sambært lógunum í sjálvum innflutningslandinum. Vitan um útbreiðslu av sjúkum v.m. frammanundan hjá dýrum er ein fortreyt fyri, at skynsamasta niðurberjingar- og eftiransingarætlanin, heruppií spurningurin um ein dýrasjúka átti at verið ein partur av eini heilsuskipan, sbr. § 10, kann verða vald.

Tá hentleikagrundir tala fyri tí, kunnu screeningskanningar av dýrum verða gjørdar antin við at kanna dýrini á dýrahaldinum ella við at kanna dýr og dýraúrdráttir á virkingarfyritøkuni (sláturvirki, flakavirki, mjólkarvirki og eggjapakkarí).

Kortleggingin av, um fjølmótstøðuførar (multiresistentar) Salmonella typhimurium DT 104 og mastitis bakteriur hjá neytum koma fyri, kann fevna um tøku av royndum, tá sláturkroppar og lívgøgn eins og mjólk verða latin ávikavist sláturvirki og mjólkarvirki. Kortleggingin av, um ein fiskasjúka kemur fyri, eftir at fyrsti tilburðurin er staðfestur í landinum (t.d. Infektiøs laksaanæmi, ILA), kann fara fram á smolt- og alistøðum.

Til § 7
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri hvørjar kanningar og royndir skulu takast ella gerast, tá illgruni stendst um bólk A og B sjúkur hjá dýrum. Nærri reglur um fráboðan frá djóralæknum og diagnostiskum starvsstovum eins og um tiltøkini, sum djóralæknarnir skulu áleggja dýraeigarunum, kunnu ásetast við heimild í hesi grein.

Til § 8
Ásetingin ger av, at ein djóralækni hevur skyldu til at syrgja fyri, at diagnosa verður gjørd og/ella til at taka neyðugu royndirnar, ið eru ásettar við heimild í § 7, tá boð verð send eftir honum av einum dýraeigara, orsakað av illgruna um, at eitt dýr kann verða álopið av eini av sjúkunum, ið eru nevndar í fylgiskjali 1 og 2.

Gevur kanningin hjá djóralæknanum grundaðan illgruna um, at talan er um eina bólk A sjúku (fylgiskjal 1), skal djóralæknin beinanvegin geva veterineru myndugleikunum boð og áleggja dýraeigaranum sjúkuavmarkandi tiltøkini, ið eru ásett við heimild í § 7.

Fær djóralæknin grundaðan illgruna um, at talan er um eina bólk B sjúku, skal djóralæknin áleggja dýraeigaranum smittuavmarkandi tiltøkini og boða veterineru myndugleikunum frá. Hetta kann t.d. verða gjørt í sambandi við mánaðarligar fráboðanir ella fráboðanir hvønn ársfjórðing.

Endamálið við fráboðanarskipanini fyri sjúkurnar í fylgiskjali 1 og 2 er fyrst og fremst at tryggja møguleikan fyri skjótari uppílegging, tá sjúkur koma fyri. Umframt hetta skal hon virka sum grundarlag fyri, at álítandi váttanir verða útflýggjaðar í sambandi við útflutning av livandi dýrum og dýraúrdráttum, eins og hon skal vera við til, at Føroyar røkja fráboðanarskylduna mótvegis O.I.E. og ES.

Sjúkurnar í fylgiskjali 1 og 2 hoyra til tær sjúkur, har smittuvandin er størstur, og har útflutningsumhugsni ella annað fyrilit tala fyri, at skjótt verður borið at av veterineru myndugleikunum. Fyri sjúkur í bólki B í fylgiskjali 2 kunnu ymsar reglur vera galdandi, alt eftir hvussu vandamikil sjúkan er, um hon í roynd og veru kemur fyri í Føroyum og týdningur hennara í útflutningshøpi.

Skyldan til at boða veterinermyndugleikanum frá er ikki bert galdandi fyri djóralæknan, ið boð verða send eftir til at gera sjúkuna av. Djóralæknar, ið t.d. sum partur av fremjanini av kjøteftirliti, øðrum veterinerum matvørueftirliti, ella í sambandi við arbeiðið á einum undirvísingar- ella granskingarstovni, verða varir við ella fáa illgruna um eina fráboðanarskylduga sjúku, skulu eisini boða frá.

Til kapittul 4
Fyribyrging og niðurberjing

Til § 9
Ásetingin gevur landsstýrismanninum møguleika fyri at seta í gildi generellar reglur og ítøkilig boð og forboð við atliti at fyribyrging og niðurberjing av sjúkum, ið eru umfataðar av fylgiskjali 1 og 2, men ásetingin skal eisini virka sum støði fyri generellum reglum um niðurberjingartiltøk og tiltøk, sum kunnu verða sett í verk til tess at avmarka útbreiðsluna av zoonotiskum smittuevnum. Tiltøkini kunnu hugsast at verða sett í verk í eini útbrotsstøðu ella eini støðu, tá grundaður illgruni er um útbrot, og eru serliga vend ímóti sjúkum, sum eru nevndar í fylgiskjali 1 og 2, men kunnu eisini verða sett í verk í sambandi við heilsuskipanir, ið fevna um aðrar sjúkur, sbr. § 10.

Tiltøkini, ið nevnd eru á listanum í stk. 2 eru einans dømi, og hugsast kunnu onnur enn tey nevndu. Tiltøk viðvíkjandi dýrum og vørum við dýrauppruna, fóðri, evju og tøðum v.m. eins og ognum, útbúnaði til havbúnaðardýr, brunnbátum v.m. kunnu verða nýtt til dýr, ið ikki sjálv eru sjúk, men sum eru til heilsuvanda fyri onnur dýr ella menniskju. Tiltøk í dýrahaldum kunnu m.a. fevna um uppbýti av fenaðinum í epidemiologiskar eindir, krøv til belegningsstig (lívfrøðiligt tilfeingi/m³), serlig krøv til heilsustøðuna hjá dýrum, sum verða førd til dýrahaldið, innseting av dýrum eftir "alt inn – alt út – meginregluni", krav um serligar innrættingar og framferðarhættir í sambandi við heintan av dýrum, mjólk, eggum og øðrum vørum ella levering av t.d. fóðri.

Ásetingarnar føra við sær, at tað sum partur av niðurberjing av sjúkum, ið eru nevndar í fylgiskjali 1 og 2, kann verða sett í verk niðurslátran av dýrum (stamping out), sum eru staðfest at vera ella kunnu vera undir illgruna fyri at vera rakt av eini av viðkomandi sjúkum. Niðurslátran kann harafturat verða framd, tá hetta er neyðugt fyri at gera eina sjúku av, sbr § 7. Niðurslátran kemur vanliga bert upp á tal í sambandi við tær í fylgiskjali 1 nevndu sjúkurnar.

Tað veldst um eina veterinerfakliga meting, nær eitt dýr kann koma undir illgruna fyri at vera rakt av eini sjúku. T.d. kann verða kravt, at eitt dýr verður niðurslátrað, um so er, at tað vísir relevant sjúkueyðkenni, uttan at tað tó kann avgerast við vissu, um dýrið hevur viðkomandi sjúku. Sama er galdandi, tá samband hevur verið millum frískan og sjúkuraktan fenað, soleiðis at sannlíkindini eru stór fyri, at fríski fenaðurin er vorðin smittaður.

Harafturat kann niðurberjing av villini dýrum ella minkan av stovninum av villini dýrum verða sett í verk, um grundaður illgruni er um, at dýrini eru smittuberarar ella smittugoymarar av teimum í fylgiskjali 1 og 2 nevndu sjúkunum.

Í metingini av, um niðurslátran skal setast í verk, verður dentur lagdur á, um munagóð niðurberjing verður mett at kunna fara fram á annan hátt, t.d. við avbyrging av álopnum dýrum. Í metingini verður dentur eisini lagdur á, um niðurslátran er neyðug til tess at verja menniskju móti smittu ella til tess at varðveita dýrastovnin. Afturat hesum kunnu onnur týdningarmikil samfelagslig fyrilit gera niðurslátran í stundini neyðuga, sum t.d. útflutningsfyrilit.

Ásetingin bindur ikki landsstýrismannin til at seta niðurslátran í verk, um eitt av omanfyri nevndu fyrilitum talar fyri tí, men gevur einans landsstýrismanninum møguleika til at áleggja niðurslátran. Í metingini av, um niðurslátran skal fara fram, skulu omanfyri nevndu fyrilit vigast mótvegis útreiðslunum, ið standast av niðurslátran av fongdu dýrunum. Ein slík vigan kann føra við sær, at valt verður í staðin at kanna ella niðurberja sjúkuna á annan hátt, t.d. við koppseting. Í eini ítøkiligari útbrotsstøðu, tá sjúkan breiðir seg uttan at tamarhald er á henni, hóast niðurslátran av dýrunum, tá sjúkan av fyrstan tíð varð staðfest, kann talan gerast um at broyta niðurberjingarstrategi, til t.d. niðurberjing við avbyrging, koppseting og viðgerð.

Møguleikin fyri at krevja ognir, land- og havøki v.m. avbyrgd, kann føra við sær, at atgongd til og frá viðkomandi staði ella øki verður hindrað, heruppií at avmarkingar vera álagdar viðvíkjandi dýrum, sum ganga leys, neytum, sum ganga frítt á beiti, seyði og hestum, ella avmarkingar viðvíkjandi fuglaveiðu, veiðu, stuttleikaveiðu av fiski, grindadrápi og vinnuligum fiskiskapi. Eisini avmarkingar viðvíkjandi flutningi av dýrum, dýraúrdráttum, dýraburturkasti og fóðri við lastbilum, brunn- og fóðurbátum, kunnu setast í verk.

Fyri fjós og útbúnað til havbúnaðardýr (smolt- og alistøðir) kann reinsan og sóttreinsan, eftir at dýrini eru tikin burtur, verða áløgd, og eisini kann verða álagt, at fjósini skulu vera tóm, og at havbúnaðarútbúnaðurin skal vera tómur í eitt ávíst tíðarskeið, áðrenn dýrini verða slept innaftur.

Í ásetingunum kunnu krøv verða sett um avbyrging ella reinsan av til- og frárensluvatni frá fjósum, virkisbygningum og havbúnaðarbrúkum á landi.

Til kapittul 5
Heilsuskipanir

Til § 10
Ásetingin um heilsuskipanir miðar ímóti, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um miðvísa eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum, heruppií havbúnaðardýr. Heilsuskipanirnar kunnu fevna um eina ella fleiri bólk A og B sjúkur, men kunnu eisini fevna um sjúkur, ið ikki eru við í fylgiskjali 1 og 2, tá eftiransing og fyribyrging av hesum sjúkum hevur vinnuligan ella matvørureinførisligan týdning.

Heilsuskipanir fevna um regluliga djóralæknaumsjón, har farið verður gjøgnum heilsustøðuna hjá dýrunum saman við dýraeigaranum. Í sambandi við hetta kunnu, alt eftir hvat heilsuskipanirnar áseta, royndir vera tiknar av dýrum og upplýsingar viðvíkjandi heilivágsnýtslu, og viðvíkjandi hvørt sjúka kemur fyri ella ikki, verða savnaðar inn fyri at verða sendar meginsjúkuskránni, sbr. § 11.

Væntast má, at starvandi djóralæknar fara at hava ein týðandi leiklut í heilsuskipanum bæði í sambandi við vanlig húsdýr og í sambandi við havbúnaðardýr, orsakað av innlitinum, ið teir hava við fenaðunum, og sum teir hava fingið við at virka sum starvandi djóralækni hjá dýrahaldinum. Heilsuskipanir fara ofta at verða settar í verk í tøttum samarbeiði millum veterineru myndugleikarnar, dýraeigararnar og felagsskapir teirra (t.d. Føroya Havbúnaðarfelag, Bóndafelag Føroya og Meginfelag Búnaðarmanna). Royndarstøðin, Fiskaaling o.o. kunnu verða tikin við í heilsuskipanir við ráðgeving um aling og fóðring.

Heilsuskipanir eru saman við screeningkanningum (sbr. § 6) og fráboðanarskyldu fyri bólk A og B sjúkur (sbr. § 8) undirstøðið undir sjúkueftiransing, og harvið fyri at veterineru myndugleikarnir hava eina nóg stóra vitan um sjúkustøðuna til at vera førir fyri at skriva út váttanir í sambandi við útflutning av dýrum, og til at vera førir fyri at seta heilsufrøðilig krøv til dýr, sum ætlanin er at innflyta til Føroya.

Landsumfatandi heilsuskipanir skulu vera góðkendar av Føstu Veterinernevndini hjá ES, um strangari reglur enn minstureglurnar hjá ES skulu vera galdandi fyri innflutning av livandi dýrum til Føroya. Sambært veterineravtaluni millum ES og Føroyar kunnu livandi dýr (hestar, neyt, seyður, svín, flogfenaður og havbúnaðardýr v.m.) flytast inn til Føroya úr ES-londum eftir 1. februar 2001, tá minstukrøvini hjá ES viðvíkjandi dýraheilsu eru lokin (sbr. direktivini 90/425/EØF og 91/67/EØF). Livandi dýr úr triðjalondum, ið eru at finna á triðjalandslistanum hjá ES fyri viðkomandi djóraslag, kunnu somuleiðis verða innflutt til Føroya, tá tey verða innflutt um eina marknaeftirlitsstøð í einum ES-landi, áðrenn tey koma til Føroya.

Sambært WTO avtalunum á zoosanitera økinum11 hava WTO limalondini bundið seg til at nýta veterinerar innflutningsavmarkingar á ein ikki mismungerandi hátt. Strangari heilsukrøv til innflutt dýr og dýraúrdráttir enn sett verður til innflytaralandsins egnu dýr og dýraúrdráttir, kunnu ikki verða sett. Dýraheilsuligu krøvini skulu vera vísindaliga grundgivin og grundað á risikoanalysu. Vitanin, ið so hvørt verður savnað inn og verður fráboðað frá heilsuskipanunum til meginsjúkuskránna sbr. § 11, er neyðug fyri at fremja eina risikoanalysu og harvið fyri at seta heilsulig krøv til dýr og dýraúrdráttir, sum ætlanin er at flyta inn til Føroya.

Í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m. verður í § 23 nýtt hugtakið "heilsuætlan". Í hesi lóg verður orðið "heilsuskipanir" nýtt til sama hugtak, av tí at hetta verður mett betur at fevna um hugtakið. Vendingin fevnir um veterinera hugtakið, ið á donskum og enskum verður nevnt ávikavist "sundhedsprogrammer for dyr" og "animal health programs".

Til kapittul 6
Meginskrá fyri sjúkur

Til § 11
Ásetingin ger av, at landsstýrismaðurin kann seta á stovn eina meginskrá fyri dýrahald og sjúkur hjá dýrum (meginskráin fyri dýrasjúkur). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvør ið hevur atgongd til at fáa upplýsingar úr skránni, og hvør kann verða undirlagdur skyldu til at lata skránni upplýsingar.

Endamálið við skránni er sentralt at savna inn og handfara upplýsingar, sum skulu nýtast til at áseta, og so hvørt rætta, strategiir um eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum.

Ein fortreyt fyri munagóðari eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum er, at neyðugu upplýsingarnar um nøgd av dýrahaldum, nøgd og slag av dýrum í teimum einstøku dýrahaldunum, eins og upplýsingar um at sjúkur (sbr. fylgiskjal 1 og 2) eru komnar fyri, úrslit av starvsstovukanningum og nýtsla av heilivági á dýr í teimum einstøku dýrahaldunum eru skjótt atkomandi. Týdningurin av hesum skal síggjast saman við týdninginum, sum upplýsingarnar hava fyri at gevast kunnu álítandi heilsuváttanir til útflutnings av livandi dýrum (t.d. rogn) bæði til ES-lond og lond uttan fyri ES (t.d. hevur Chile innflutt laksarogn úr Føroyum í 1999/2000). Álítandi sjúkuhagtøl eru eisini av alstórum týdningi fyri fráboðanina til ES og O.I.E., eins og fyri hvørji heilsulig krøv Føroyar kunnu seta innflutningi av livandi dýrum úr ES-londum, sbr. viðmerkingarnar til §§ 10 og 17.

Til kapittul 7
Dýrahald

Til § 12
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av dýrahaldi og djóralæknaumsjón við dýrahaldunum. Í reglunum kann verða ásett hvørji dýrasløg, viðkomandi dýrahald kann hava.

Dýrahald fevnir um "framleiðsludýr": landbúnað við "traditionellum" húsdýrum (t.d. hestum, neytum, seyði, svínum, loðskinsdýrum, kaninum, flogfenaði og býflugum), ið verða havd við sølu av dýrum ella dýraúrdráttum (t.d. kjøti, eggum, mjólk, hunangi og skinnum) fyri eyga, eins og havbúnaðarbrúk (t.d. smoltstøðir og alistøðir). Dýrahald fevnir eisini um aðrar varandi ella meiri fyribils samlingar av dýrum, sum t.d. ríðiskúlar, hundaalistøðir, dýrahandilsmenn, dýragarðar og dýrasamlingar, marknaðir, savningarfjós, dýrasýningar eins og "ótraditionell" húsdýr (sum t.d. hjartir, strussar, sniglar, reyðmaðkar o.s.fr.). Harafturat er tøka og aling av villini dýrum við atliti til at seta út aftur og til aling av royndardýrum umfatað av ásetingunum í lógini.

Tað at hava "familjudýr" (hund, kettu, stovufugl, akvariufiskar og onnur samverudýr) í vanligum húsarhaldum verður ikki roknað sum dýrahald í lógarinnar merking, uttan so at serlig dýrasjúkulig viðurskifti gera seg galdandi. Í lógini er ikki ásett nakað ávíst mark millum at hava "familjudýr" og at hava "framleiðsludýr", hvørki við atliti at sløgum ella mongd.

Endamálið við ásetingini er, at sjúkufyribyrgjandi og smittuavmarkandi krøv til rakstur og innrætting av dýrahaldi, heruppií krøv til teir bygningar og tann útbúnað, ið verða nýtt til dýrahald, skulu kunna verða sett. Harumframt er ein skráseting av dýrahaldi ein neyðug fortreyt fyri eini munagóðari umsjón av sjúkum hjá dýrum, sbr. viðmerkingarnar til § 11.

Til kapittul 8
Flutningur og handil við dýrum

Til § 13
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur við atliti til at forða fyri, at sjúkur og smittur spjaða seg, tá handlað verður við dýrum, ella tey verða flutt frá einum dýrahaldi til eitt annað, ella tá slátrað verður. Ásetingin kann eisini nýtast til at forða fyri ella seta serlig krøv í sambandi við flutning og tyrving av dálkaðum dýrum, til tess at sleppast kann undan spjaðing av dálkingini, t.d. oljudálkaðir sjófuglar ella havsúgdjór.

Í reglunum um flutning kunnu krøv um djóralæknaumsjón, áðrenn flutningurin fer fram, t.d. við atliti at útskriving av eini heilsuváttan (sbr. § 14), verða ásett. Reglur um djóralæknaumsjón áðrenn flutning av dýrum kunnu m.a. fevna um umsjón, áðrenn smolt verður sett út, ella áðrenn laksur og síl verða flutt til laksasláturvirki.

Í reglunum um flutning og sølu kunnu reglur verða ásettar um, at dýraeigarin skal skráseta keyp og sølu (til- og frágongd) av dýrum til dýrahaldið. Í sambandi við sporing av møguligari spjaðing av sjúku og smittu frá dýrahaldum eftir at sjúkuútbrot er staðfest, heruppií útbrot av eini av teimum í fylgiskjali 1 og 2 nevndu sjúkunum, hevur tað alstóran týdning, at álagt kann verða eigaranum skyldu til at skráseta, hvørjum viðkomandi hevur selt dýr ella keypt dýr frá. Í reglunum kann nærri verða ásett hvussu leingi upplýsingarnir um keyp og sølu skulu goymast av dýraeigaranum.

Til § 14
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um merking av dýrum, sum skulu seljast ella slátrast, og at heilsuváttan skal fylgja dýrunum, so at gjørligt verður at spora dýrahaldið, sum dýrini stava frá, um tað vísir seg, at tey eru fongd við eini smittandi sjúku.

Til § 15
Landsstýrismaðurin kann eftir hesi grein áseta reglur um, at einans dýr, sum eru umfatað av eini heilsuskipan, kunnu verða flutt, seld ella slátrað. Í reglunum kann somuleiðis verða ásett, at t.d. hestar, neyt, seyður og gæs ikki mugu setast á beiti í fjøllunum, uttan so at tey stava frá einum dýrahaldi, ið er umfatað av eini heilsuskipan. Reglan kann eisini nýtast til t.d. yngul og smolt, sum verða sett út á vøtn og í áir.

Í reglunum kann verða ásett, at dýr frá einum minni dýrahaldi, sum ikki eru umfatað av eini heilsuskipan, kunnu verða sett út, um so er, at ein djóralækni frammanundan hevur kannað dýrini og dýrahaldið og ikki hevur funnið nakra av teimum sjúkunum, ein heilsuskipan annars hevði fevnt um. Kanningin hjá djóralæknanum kann fevna um tøku av royndum til starvsstovukanningar.

Til § 16
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av fyritøkum, sum flyta dýr. Eftir ásetingini kann landsstýrismaðurin áseta reglur fyri tey flutningsgøgn (brunnbátar, lastbilar v.m.), sum verða nýtt til flutning av dýrum. Reglurnar kunnu innihalda krøv um reinføra innrætting, heruppií um reinsan og sóttreinsan og onnur smittufyribyrgjandi tiltøk. Reglurnar kunnu eisini fevna um smittureinførisligar reglur fyri persónar, heruppií nýtsla av yvirklæðum v.m.

Til kapittul 9
Inn- og útflutningur

Til § 17
Ásetingin gevur landsstýrismanninum møguleika fyri at áseta reglur um inn- og útflutning av dýrum og dýraúrdráttum v.m., sum kunnu verða fongd við mikroorganismum ella innihalda leivdir av veterinerum heilivági og aðrar dálkingar. Innflutningur av dýrum og dýraúrdráttum kann ígjøgnum hesi vera ein heilsuvandi fyri dýr og menniskju í Føroyum. Dýraúrdráttir fevna í lógarinnar høpi eisini um partar av dýrum (t.d. húðir, skinn, sáð, egg, embryonir og mjólk), matvørur við dýrauppruna (t.d. krov, kjøt og kjøtvørur), fisk og fiskavørur og dýraburturkast, sbr. § 3. Dýraburturkast skal í hesum høpi skiljast sum sjálvdeyð og avlívað dýr, sláturburturkast og fiskaburturkast eins og matvørur við dýrauppruna, ið ikki eru egnaðar til matna, sbr. § 26. Ásetingin fevnir eisini um dýrafóður, dýratøð, planturunnar vørur og aðrar vørur og lutir, sum sjúkur og zoonotisk smittuevni kunnu verða drigin inn við.

Djóraheilsuligu krøvini, sum Føroyar kunnu seta, fara í stóran mun at vera treytað av, hvørja dýraheilsuliga støðu Føroyar kunnu skjóta seg undir við ávísing til heilsuumsjón og heilsuskipanir fyri dýr. Sambært veterineravtaluni við ES og WTO reglum12 kunnu ikki hægri krøv verða sett innfluttum dýrum og dýraúrdráttum, enn krøvini, sett verða innflytaralandsins egnu dýrum og dýraúrdráttum (sbr. viðmerkingarnar til § 10).

Innflutningur av dýrum og dýraúrdráttum til Føroya fer eftir 1. februar 2001, tá veterineravtalan við ES kemur í gildi, at vera umfataður av ásetingunum í ES-direktivunum um samhandil (89/662/EØF og 90/425/EØF) og um innflutning úr triðjalondum (91/496/EØF og 97/78/EØF). Hetta merkir í prinsippinum, at Føroyar mótvegis triðjalondum gerast ein partur av ytra ES-markinum, og at markið millum Føroyar og ES verður tikið av. Tó er tann undantøkan, at markið bert er strikað fyri útflutning úr Føroyum av fiski og fiskavørum, heruppií havbúnaðardýr og havbúnaðarvørur. Vanligar landbúnaðarvørur við dýrauppruna (kjøt, mjólk, egg og skinn) kunnu framvegis ikki verða fluttar til ES-lond, tí Føroyar ikki eru á einum sonevndum triðjalandslista, og hava ikki avtalað at fremja tey neyðugu ES-direktivini.

Til § 18
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um at marknaeftirlitsstøðir verða settar á stovn. Ásetingin er ein beinleiðis avleiðing av veterineru avtaluni millum Føroyar og ES, sum førir við sær, at dýraúrdráttir, heruppií fiskur og fiskavørur, úr triðjalondum skulu undirleggjast veterinert marknaeftirlit, áðrenn tær kunnu flytast inn til Føroya. Tá dýraúrdráttir eru innfluttir til Føroya um marknaeftirlitsstøðina, kunnu teir frítt verða seldir innan fyri ES. Livandi dýr úr triðjalondum, sum ætlanin er at innflyta til Føroya, skulu flytast inn um eina marknaeftirlitsstøð í einum ES-landi, áðrenn tey kunnu koma til Føroya, tí Føroyar ikki hava bundið seg til at seta í verk tað neyðuga lógarverki.

Sambært ásetingini kann landsstýrismaðurin áseta reglur um at virki, vinnufelagsskapir ella staðbundnir áhugabólkar kunnu søkja um at seta eina marknaeftirlitsstøð á stovn uttan útreiðslur fyri tað almenna. Tað almenna skal sambært ES-reglum syrgja fyri manningini av marknaeftirlitsstøðini, og krevja inn gjald fyri útreiðslurnar av rakstrinum.

Í veterineravtaluni við ES er ásett, at ein marknaeftirlitsstøð til dýraúrdráttir verður sett á stovn í Tórshavn. Tórshavnar Havn er farin í gongd við prosjektering av marknaeftirlitsstøðini fyri egna rokning.

Til kapittul 10
Aling, gitnaður, ísáing, eggflutningur og ílegutøkni

Ásetingarnar í §§ 19-22 gera av reglur um smittuavmarkandi tiltøk í sambandi við gjørdan gitnað, ísáing, egg- og embryoflutning. Reglurnar verða eisini nýttar til virki, ið klekja egg, ið fremja gjørda kleking av flogfenaðseggum, eins og til virki, ið savna inn sil og rogn, fremja giting av rognum og kleking av yngli á havbúnaðarbrúkum.

Til § 19
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur um góðkenning av virkjum, ið hava dýr við tí endamáli at fremja natúrligan gitnað av dýrum hjá øðrum, enn tí, ið eigur kalldýrið. Virki, ið hava kalldýr við tí endamáli at savna saman sáð, ið skal nýtast til gjørdan gitnað (við ísáing), ella hava kvenndýr við tí endamáli at savna inn egg og embryonir, sum skulu nýtast til eggja- ella embryoflutning, skulu eisini góðkennast.

Reglur skulu ásetast fyri góðkenning av klekingarvirkjum, sum fremja kleking av flogfenaðseggum í klekingarmaskinum, eins og av lívfiskastøðum, klekingar- og smoltstøðum, har sáð og rogn verður savnað inn frá havbúnaðardýrum og nýtt til gjørdan gitnað, og har havbúnaðardýr verða klakt.

Sambært ásetingini kunnu veðrasamtøk, ormamiðstøðir og tílíkir felagsskapir, ið hava kalldýr við tí endamáli at frukta kvenndýr hjá limum felagsskapsins, verða góðkendir eftir somu reglum.

Reglurnar miða ímóti at avmarka ella hindra spjaðingini av smittandi ella arvaligum sjúkum frá ættarliði til ættarlið, tá talan er um natúrligan ella gjørdan gitnað, heruppií ísáing, eggja- og embryoflutning.

Til § 20
Landsstýrismaðurin kann sambært ásetingini áseta reglur um heilsuligu krøvini, sum setast kunnu dýrum, sáði, eggum og embryonum, ið verða nýtt til aling, sbr. § 19. Í tí sambandi kunnu reglur ásetast um merking, heruppií um merking av avkominum, eins og um, at viðkomandi dýr, sáð, egg og embryon einans má verða havt ella hildið á góðkendum virkjum, sbr. § 19.

Til § 21
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hvussu sáð, egg og embryonir skulu savnast inn, goymast v.m., eins og um hvørt fyritøkurnar skráseta og boða frá um viðurskifti, sum kunnu vera av týdningi fyri at sleppa undan spjaðing av sjúkum og smittum.

Til § 22
Ásetingin samsvarar ásetingini í § 1, 4. petti, í lógini um djóralæknavirksemi13, sum ásetir, at úttøka av sáði, eggum og embryonum, eins og ísáing, eggja- og embryoflutningur, einans má vera framd av djóralæknum ella persónum, ið eru løggildir ella góðkendir eftir §§ 2-7 í somu lóg. Endamálið við ásetingunum í báðum lógunum er at tryggja, at persónar við aðrari fakligari bakgrund enn veterinerprógv hava neyðugu fakligu fortreytirnar, heruppií eisini grundleggjandi kunnleika til smittufyribyrgjandi tiltøk.

Til § 23
Ásetingin samsvarar ásetingini í § 1, 4. petti í lógini um djóralæknavirksemi14, sum ásetir at íleguskoyting einans má vera framd av djóralæknum, tá serlig lóg um hetta er samtykt av løgtinginum.

Til kapittul 11
Dýratøð

Ásetingarnar í §§ 24-25 miða ímóti generelt at fyribyrgja og hindra spjaðing av smittuevnum og øðrum skaðiligum evnum við dýratøðum. Sambært § 9 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um smittuavmarkandi tiltøk í sambandi við sjúkuútbrot, heruppií at dýratøð frá sjúkufongdum dýrahaldum skulu viðgerast ella tyrvast á serligan hátt.

Til § 24
Í ásetingini verður sligið fast, at viðgerð, goymsla, flutningur og spreiðing av dýratøðum skal fara fram á ein slíkan hátt, at smittuevni og onnur skaðilig evni ikki verða spjadd og føra til sjúku hjá dýrum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur til tess at fyribyrgja hesum. Dýratøð fevna um føst tøð, neytaland og flottøð, eins og báshálm og evju frá dýrahaldum, herímillum evja og móra undan alibrúkum.

Til § 25
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av virkjum, ið savna saman og viðgera dýratøð og um djóralæknaumsjón við hesum virkjum. Ásetingin kann verða nýtt til t.d. biogass-, sóptøðs- og brenningarvirki, ið savna inn dýratøð við tí endamáli at tyrva og gera smittuevni og onnur skaðilig evni óskaðilig. Virkjum, ið eru góðkend sambært reglunum, kann verða álagt at taka ímóti og viðgera dýratøð, ið er umfatað av góðkenningini við tyrving fyri eyga. Endamálið við møguleikanum fyri at kunna áleggja virkjunum eina skyldu til at taka ímóti og viðgera dýratøð er, at kunna nýta virkini til at gera smittuevni í dýratøð, stavandi frá sjúkuútbroti, óskaðilig.

Til kapittul 12
Dýraburturkast

Til § 26
Ásetingin slær fast, at dýraburturkast sum heild skal viðgerast, goymast og flytast soleiðis, at smittuevni og onnur skaðilig evni ikki verða spjadd, og at landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um hetta. Dýraburturkast fevnir um sjálvdeyð og avlívað dýr, slátur- og fiskiburturkast, eins og dýraúrdráttir, ið ikki eru egnað til mannaføði.

Ásetingin um at dýraburturkast ikki má verða nýtt sum fóður til dýr uttan loyvi frá landsstýrismanninum, skal síggjast saman við trupulleikunum, sum seinastu árini eru staðfestir í sambandi við BSE (bovine spongifrom encephalopathy, neytaøði) hjá neytum, eftir at tey eru fóðrað við kraftfóðri við kjøtbeinamjøli í. Til at framleiða kjøtbeinamjøl hevur dýraburturkast, heruppií sjálvdeyð dýr, tey seinastu umleið 100 árini verið nýtt.

Til § 27
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin skal áseta reglur um løggilding av virkjum, ið savna saman og viðgera dýraburturkast og um djóralæknaumsjón við virkjunum. Ásetingin kann nýtast bæði til virki, ið brenna dýraburturkast, og til virki, ið upparbeiða og góðska dýraburturkast (t.d. ídnaðarfisk) til dýrafóður, ella vinna út vørur (t.d. fiskaolju), ætlaðar til tøkniliga nýtslu ella til matna. Tá virki skulu løggildast, skal skiljast millum hvørji vørusløg, virkið kann framleiða, so at ein óhóskandi samanblanding av tyrving og góðsking av dýraburturkasti ikki kemur fyri. Annars verður víst til viðmerkingarnar til § 30.

Løggildum virkjum kann sambært ásetingini verða álagt at taka ímóti og viðgera tað slagið av dýraburturkasti, ið er umfatað av løggildingini, við atliti at fyribeining av smittuevnum í dýraburturkasti, stavandi frá sjúkuútbroti.

Til kapittul 13
Fóður

Til § 28
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð og goymslu v.m. við tí endamáli at fyribyrgja spjaðing av smittuevnum v.m. við fóðri. Reglurnar kunnu eisini fevna um krøv um úttøku av fóðurroyndum til kanningar. At t.d. salmonellabakteriur koma fyri hjá flogfenaði, kann vera orsakað av fóðri, ið hevur verið dálkað við salmonellabakterium.

Til § 29
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um fóðurblandingar til dýr og um upplýsingarnar, sum skulu standa á upplýsingarseðlinum á fóðurblandingum. Tað er ein fortreyt fyri rættari fóðring av dýrum, at dýraeigarin kann síggja og leggja fóðringina til rættis eftir mongdini og slagnum av innihaldsevnunum í fóðrinum.

Til § 30
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri virki, ið framleiða, innflyta ella útflyta dýrafóður, kjøtbeinamjøl, fiskamjøl og fiskaolju, og um djóralæknaumsjón við virkjunum. Ásetingin skal tryggja, at smittuevni og onnur skaðilig evni ikki verða spjadd við dýrafóðri, sbr. annars ásetingarnar í § 27. Munurin millum framleiðslu av dýrafóðri sambært § 27 og § 30 er, at framleiðslan sambært § 27 tekur støði í dýraburturkasti, tvs. kontamineraðum rávørum. Framleiðslan av fóðri sambært § 30 tekur støði í "reinum" rávørum, tvs. rávørum, ið hava verið gjøgnum eina dekontamineringsgongd (t.d. upphiting).

Til § 31
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um góðkenning av virkjum, ið selja og flyta fóður til dýr, heruppií reglur fyri skip og lastbilar v.m. sum flyta fóður. Fóðurbátar og fóðurbilar kunnu flyta smittu frá einum havbúnaðarbrúki ella frá einum dýrahaldi til eitt annað. Tí er tað týdningarmikið at kunna áleggja virkjunum generell smittufyribyrgjandi tiltøk.

Til kapittul 14
Veterinerur heilivágur, fóðurheilivágur og afturhaldstíðir

Til § 32
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um veterineran heilivág v.m., heruppií forboð móti nýtslu og innflutningi. Generella skrásetingin og góðkenningin av veterinerum heilivági fer fram eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum seinast broytt við Kunngerð nr. 17 frá 28 mai 1996 (sbr. m.a. §§ 37, 38, 40 og 41 í hesi lógini). Sambært § 13, stk. 2, í løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m. kann landsstýrismaðurin banna, at djóralæknar nýta ávísan heilivág v.m. til dýr. Í somu lóg er ásett, at einans djóralæknar kunnu taka dýr til viðgerðar við at nýta reseptskyldugan heilivág (sbr. § 1, 7. petti), og at djóralæknar, tá teir útflýggja heilivág, skulu upplýsa dýraeigaran um afturhaldstíðirnar hjá heiliváginum ( sbr. § 21).

Ásetingin í hesi grein skal síggjast sum eitt ískoyti til omanfyri nevndu reglur, og kann verða nýtt mótvegis evnum við farmakologiskum virknaði, ið ikki eru skrásett ella ikki kunnu skrásetast sum heilivágur til dýr, orsakað av heilsuskaðiliga virknaði teirra á dýr ella á menniskju umvegis matvørur. Ásetingin miðar ímóti at regulera nýtsluna av veterinerum heilivági v.m. sum t.d. koppingarevni, sera, immunologiskar royndarevnablandingar v.m., eins og nýtsluna av ávísum øðrum evnablandingum, eitt nú skoliløgir og onnur veterinermedisinsk hjálpievni og –evnablandingar. Ásetingin gevur eisini møguleika fyri at regulera nýtsluna av øðrum veterinerum heilivági. Útboðið av veterinerum heilivági er alsamt vaksandi, og tað er tí neyðugt við einum generellum møguleika fyri at áseta umsitingarligar reglur fyri nýtsluni av veterinerum heilivági bæði generelt og fyri einstakar vørur. Reglur um nýtsluna av veterinerum heilivági verða justeraðar so hvørt við atliti at nýggjari vitan um einstakar evnablandingar ella bólkar av evnablandingum.

Bann móti nýtslu av einum veterinerum heilivági kann – umframt ynskið um at sleppa undan heilivágsleivdum í matvørum – t.d. vera aktuelt í støðum, tá tað við heilsu ella útflutningi fyri eyga ikki er ynskjandi at nýta koppseting, ið kann føra við sær, at dýr kunnu vera smittuberarar ella reagera positivt í blóðserumi, uttan at sjúkan brýtur út. Sama kann vera galdandi fyri ávís antibiotika ella kemoterapeutika, ið kunnu linna ella stytta eina sjúkugongd í ein slíkan mun, at trupult kann vera at gera av sjúkuna. Ásetingin kann eisini vera nýtt til antibiotika og kemoterapeutika, ið verða nýtt sum vakstrarfremjarir, tá vandi er fyri menning av mótstøðuføri hjá bakterium, ið kunnu flytast.

Eftir ásetingini kann landsstýrismaðurin áseta afturhaldstíðir fyri flutning og slátran av dýrum eins og fyri latan av mjólk.

Djóralæknum kann verða álagt at skráseta fyriskipan og útflýggjan av fóðurheilivági og at boða myndugleikunum frá.

Til § 33
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hormonir og hormonlíknandi evni, ið t.d. kunnu nýtast til ávirkan av evnisskiftinum, heruppií øking av vøkstri, mjólkarveiting og eggjaveiting ella til at regulera endurframleiðslu hjá dýrum.

Kynshormonir, ið kunnu nýtast bæði sum heilivágur og sum evni til at fremja vøkstur hjá dýrum, hava í fleiri ár verið nýtt bæði til sjúkuviðgerð og til brundsynkronisering. Tey veruligu vakstrarhormonini, bovint og porcint somatotropin, verða nú framleidd syntetiskt, og hetta ger tað møguligt at framleiða heilt stórar mongdir. Hugsað verður ikki um hesi vakstrarhormonini, sum ætlað til nýtslu við atliti at viðgerð av sjúkum, og tí er ikki ráðiligt at regulera nýtsluna av teimum í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum seinast broytt við Kunngerð nr. 17 frá 28. mai 1996. Nýtslan av vakstrarfremjandi evnum gevur neyvan høvi til umhugsni í sambandi við heilsuna hjá menniskjum, men nýtslan kann hava aðrar trupulleikar við sær, t.d. av alitekniskum og marknaðarpolitiskum slagi. Nýtslan av bovinum somatotropin (BST, vakstrarhormon neytanna) er ikki loyvd í ES-londum, men er loyvd í øðrum londum, sum t.d. USA. Nýtslan kann økja um vandan fyri framleiðslutreytaðum sjúkum hjá neytum. Líknandi trupulleikar kunnu standast av, at onnur evni við samsvarandi nýtsluøki koma fram og verða nýtt.

Ásetingin kann nýtast til at banna nýtsluni av stilbenum15 og thyreostatika16 eins og til at banna nýtsluni av bovinum somatotropin og beta-agonistum til at fremja vøkstur og økja um verpingar- ella mjólkarevnini hjá dýrum.

Til § 34
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um hvussu veterinerur heilivágur, fóðurheilivágur og sóttreinsingarevni skulu goymast í dýrahaldum. Reglurnar kunnu t.d. áseta krav um læsandi skáp til heilivág, so óviðkomandi ikki hava atgongd til nevndu evnini. Sambært ásetingini kunnu reglur um djóralæknaumsjón, sbr. viðmerkingarnar til § 10 um heilsuskipanir og skráseting av nýtsluni av veterinerum heilivági í dýrahaldum, eisini ásetast.

Til § 35
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um sóttreinsingarevni v.m., ið verða nýtt í dýrahaldum. Ásetingin kann t.d. nýtast til at banna sóttreinsingarevnum, ið eru uttan skjalprógvaða sóttreinsingareffekt ella sóttreinsingarevni, ið kunnu geva atsmakk í dýraúrdráttum, t.d. mjólk og egg.

Sambært ásetingunum í §§ 7 og 9 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um nýtslu av ávísum sóttreinsingarevnum, tá illgruni er um útbrot av smittandi sjúkum, ella tá tær eru útbrotnar.

Til § 36
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um nýtslu av smittuevnum í sambandi við granskingar- og royndarvirksemi. Spjaðing av ávísum smittuevnum, ið kunnu fáa fram sjúku hjá dýrum, kann hava stórar avleiðingar fyri útflutningin, og tí hevur landsstýrismaðurin heimild til at áseta reglur um arbeiðið við tílíkum evnum. Ásetingin ger tað møguligt at áseta reglur um nýtslu av humanpatogenum tilfari í gransking v.m., ið hava nýtslu av dýrum við sær, eins og reglur um ílegumanipulatión á mikroorganismur, ið kunnu elva til sjúku hjá dýrum.

Til § 37
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ílegutøkniliga framleidd (genmodifiserað) dýr, heruppií um inn- og útflutning av tílíkum dýrum. Sambært § 23 í hesi lóg og § 1, 4. petti í Løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m. kann ílegutøknilig framleiðsla av dýrum einans verða framd av djóralæknum eftir lóg, ið nærri ásetir hesi viðurskifti. Ásetingin skal fyrst og fremst síggjast í sambandi við, at ongar aðrar reglur finnast, ið t.d. regulera innflutning av ílegutøkniliga framleiddum dýrum, og harnæst í sambandi við at nýggja biotøknin, heruppií serliga ílegutøknin, førir við sær nýggjar møguleikar fyri meira miðvíst at tríva inn í ættarbregðið hjá organismum. Ein týðandi partur av granskingini á økinum miðar ímóti nýtslu innan plantualing, men úrslitini av gransking innan ílegutøknina fer væntandi í framtíðini at fáa stóran týdning fyri húsdýraaling, heruppií eisini aling av havbúnaðardýrum.

Viðvíkjandi húsdýrum og havbúnaðardýrum er væntandi, at úrslitini av at nýta ílegutøkni innan fyri næstu árini fer at fáa týdning á veterinermedisinska økinum. Væntað verður á henda hátt, at bæði framleiðslan og nýtslan av koppsetingum fara at kunna vera framdar uttan samstundis vanda fyri smittuspjaðing, eins og koppseting væntandi fer at gerast bíligari. Harafturat fer íleguskoytingartøknin at gera tað møguligt at framleiða hjálparamboð, ið kunnu lætta um diagnostisering og fyribyrging av sjúkum hjá dýrum. Heilivágur og onnur hjálparamboð, sum t.d. vitaminir, ensymir, vambabakteriur v.m., fara væntandi eisini at kunna verða framleidd við hjálp frá íleguskoyttum mikroorganismum.

Dýraaling við beinleiðis nýtslu av íleguskoyting er serstakliga kompliserað. Í longdini verður væntandi møguligt at betra serligar eginleikar hjá dýrum, sum t.d. burðarmagn, vøkstur, kjøtfyllu, fóðurúrnýtslu og sjúkumótstøðuføri.

Uppskotna ásetingin gevur møguleika fyri at áseta reglur um, at øll ílegutøkniliga framleidd dýr skulu metast út frá teimum fyrilitunum, ið lógin skal røkja, áðrenn dýrini kunnu verða sett út, nýtt, innflutt ella útflutt. Sama er galdandi fyri dýr, ið hava fingið ílegutøkniliga framleiddar organismur lagdar afturat. Tað er tó ein treyt, at talan kann gerast um eina fráboðanar- og góðkenningarskipan. Væntandi er, at tað í sakunum á økinum fer at verða talan um eina avgerð frá sak til sak og eina heilt individuella viðgerð. Um íleguskoyting skal fara fram á dýr í Føroyum, kann hetta, sum áður nevnt, ikki fara fram, fyrr enn ein serlig lóg um hetta er samtykt av Løgtinginum.

At enda skal uppskotna ásetingin síggjast við støði í, at tað ikki frammanundan kann noktast, at tað kunnu vera óynsktir virknaðir av dýraheilsuligum slagi tengdir at nýtsluni av ílegutøkni á dýr. Málið er sostatt at fáa innlit í øll ílegutøkniliga framleidd dýr við tí endamáli, at varðveita tað heilsuliga høga støðið millum dýr í Føroym.

Til kapittul 15
Kjøteftirlit og slátureftirlit

Til § 38
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding av virkjum, ið slátra dýr og framleiða matvørur, eins og um veterinereftirlit á virkjunum. Í reglunum kann bann verða sett ímóti, at heimaslátrað dýr verða seld heil- og smásøluhandlum.

Endamálið við ásetingini er fyrst og fremst at forða fyri, at sjúk dýr, heruppií eisini havbúnaðardýr, verða slátrað og nýtt til framleiðslu av matvørum. Harafturat skal veterinereftirlitið við slátraðum dýrum vera ein integreraður partur av "frá jørð og fjørði – til borð ætlanini" og av eftiransingini av sjúkustøðuni hjá dýrum, sum áður nevnt í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, eins og í viðmerkingunum til heilsuskipanirnar (sbr. § 10)

Í reglunum um slátran av "traditionellum húsdýrum" kunnu krøv setast um, at tað á sláturvirkjunum verður framt veterinereftirlit av dýrunum, áðrenn og eftir slátranina (ante og post mortem eftirlit) fyri at tryggja, at sjúk dýr ikki verða slátrað, og at tekin til sjúku ikki eru á sláturkroppinum ella á innaru gøgnunum hjá slátraðu dýrunum.

Tá havbúnaðardýr verða slátrað, kunnu krøv verða sett um veterinereftirlit, áðrenn dýrini verða flutt til eitt laksasláturvirki, og um stakroyndarligt veterinereftirlit á virkinum ("sláturdeildareftirlit"), ið skal leggjast afturat virkisins innaneftirliti.

Til kapittul 16
Gjald og endurgjald

Til § 39
Greinin ásetur, at dýraeigarir og fyritøkur sjálvi skulu bera kostnaðin av tiltøkunum, ið verða áløgd teimum sambært lógini, umframt at tiltøk í sambandi við heilsuskipanir, um landsstýrismaðurin ikki ásetur annað, skulu gjaldast av dýraeigaranum.

Henda meginreglan um gjald av útreiðslum til eftiransing, fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum merkir ikki, at landsstýrismaðurin ikki kann áseta reglur um heila ella partvísa almenna fígging av útreiðslunum, um týdningarmikil samfelagsáhugamál eru blandað uppí.

Til § 40
Tað almenna rindar endurgjald, um dýr verða kravd avlívað. Fiskur á øllum menningarstigum er tó undantikin, og merkir hetta, at eigarir av t.d. alibrúkum ikki fáa endurgjald frá tí almenna, um kravt verður, at fiskurin skal avlívast, t.d. orsakað av, at sjúkur í fylgiskjali 1 og 2 eru staðfestar.

Endurgjald eftir stk. 1 fevnir bert um virði á teim avlívaðu dýrunum, men ikki um avleitt tap. Eftir stk. 2 kann landsstýrismaðurin tó avgera, at endurgjald verður rinda fyri annan fíggjarligan miss enn miss í samband við avlíving. Hugsað verður her serliga um miss, orsakaður av øðrum tiltøkum enn avlíving, sum eru áløgd dýraeigara.

Landsstýrismaðurin kann áleggja dýraeigarunum at tryggja seg ímóti møguligum tapi, sum kann standast av tiltøkum, ið verða sett í verk við heimild í lógini.

Til kapittul 17
Eftirlit, latan av upplýsingum, kærur v.m.

Til § 41
Greinin ásetur, at starvsstovukanningar av royndum frá dýrum v.m., ið verða gjørdar í sambandi við tiltøk, ið verða sett í verk við heimild í lógini, skulu gerast á eini almennari starvsstovu ella á eini altjóða góðkendari starvsstovu (t.d. eini ES-tilvísingarstarvsstovu, ("EF-referencelaboratorium")). Kanningarnar kunnu eisini verða gjørdar av eini veterinerstarvsstovu, ið er løggild sambært § 31 í djóralæknalógini17, tá annað ikki er ásett (sbr. §§ 6, 9 og 10). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um kanningarhættir v.m.

Í sambandi við sjúkueftiransing v.m., ið skal mynda støðið fyri útskriving av heilsuváttanum, fráboðan til altjóða myndugleikar og felagsskapir (ES og O.I.E.) ella fyri avgerð myndugleikanna um avlíving av dýrum, er tað týdningarmikið fyri trúleikan, at starvsstovukanningar er gjørdar á ásetta háttin.

Til § 42
Greinin gevur landsstýrismanninum atgongd til at áseta reglur um eftirlit við at lógin verður hildin, heruppií eftirlit við upplýsingunum, ið eru neyðugar fyri at krevja gjøldini inn. Greinin gevur heimild til, at fremja roknskaparligt og annað eftirlit, ið kundi verið neyðugt í sambandi við innkrevjingina av nevndu gjøldunum.

Til § 43
Greinin slær fast, at eigarir av dýrahaldum og virki hava skyldu til uttan rokning at hjálpa myndugleikunum við kanningum og eftirliti, ið verða framd við heimild í lógini.

Til § 44
Greinin áleggur, at virki, ið taka ímóti dýrum og dýraúrdráttum frá dýrahaldum, heruppií havbúnaðarbrúk, skulu lata myndugleikunum upplýsingar eftir áheitan. Upplýsingarnir kunnu fevna um navn og bústað eigarans, slag av dýrahaldi eins og nøgdina av dýrum í dýrahaldinum.

Til § 45
Greinin ásetur, at landsstýrismaðurin, ella hann, ið landsstýrismaðurin hevur heimilað til tess, hevur atgongd til almennar og privatar ognir fyri at útinna tær uppgávur, ið eru heimilaðar í lógini. Um neyðugt veitir løgreglan hjálp.

Tað at røkja umsitingina av lógini krevur av og á atgongd til ognir og virki. Til tess at vera førir fyri at føra eitt munagott eftirlit við, um lógarinnar ásetingar ella reglur, ið eru ásettar við heimild í lógini, verða hildnar, mugu myndugleikarnir hava møguleika fyri at fremja óboðaða umsjón og tí hava atgongd til støð, har dýr eru, og har vørur frá dýrum eins og lutir, ið verða nýttir til at ansa eftir dýrum við, eitt nú fóður, báshálmur v.m., sum kunnu føra við sær vanda fyri spjaðing av smittuevnum eins og veterinerur heilivágur, verða goymdar.

Av tí at niðurberjing og fyribyrging av húsdýrasjúkum eisini er eitt áhugamál hjá einstaka dýraeigaranum, fara aloftast ikki trupulleikar at standast av at fáa atgongd til viðkomandi støð. Tað kann tó ikki útihýsast, at tað, fyri at endamálið ikki skal spillast, kann gerast neyðugt beinanvegin at útvega sær atgongd til privata ogn ímóti eigarans ynski, t.d. í sambandi við niðurberjing av sjúkuútbroti, ið hóttir ikki bert dýr eigarans, men eisini dýr, sum onnur eiga.

Tí er neyðugt at hava møguleika fyri at fremja óboðað eftirlit á almennum og privatum ognum og støðum fyri at kunna føra eitt munagott eftirlit við, um lógin og ásetingar við heimild í lógini verða hildin, soleiðis at tryggjast kann ein munagóð sjúkufyribyrging og niðurberjing. Fyri ávís virki, heruppií jarðarbrúk, er tað eyðkent, at vinnuligi parturin er nær tengdur at privata partinum hjá rakstrarleiðaranum. Vinnuliga síðan og privata síðan eru tíðum ein eind. Tí er tað ein fortreyt fyri at kunna føra eitt munagott eftirlit eisini at hava atgongd til privat støð.

Um ítøkiligur illgruni er um ella prógv er fyri broti á lógina, verður sakin send løgregluni, ið ger víðari kanningar og eftirkanningar.

Til § 46
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann leggja heimildir til stovnar undir Vinnumálastýrinum, og áseta reglur um møguleika fyri at kæra viðgerðina ella avgerðina, sum viðkomandi stovnur hevur gjørt, og um avmarking í kæruatgongdini. Landsstýrismaðurin kann á sama hátt flyta heimildir eftir lógini til aðrar almennar stovnar eftir samráðingar við landsstýrismannin, ið umsitur viðkomandi stovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privat virki skulu vera við til at loysa uppgávur við heimild í lógini.

Til kapittul 18
Aðrar ásetingar

Til § 47
Ásetingin merkir, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur innan lógarinnar øki, hóast staðilig heimild ikki er fyri reglunum í øðrum greinum í uppskotinum. Tað er tó ein treyt, at hetta verður gjørt fyri at seta í verk fyriskipanir, direktiv og avgerðir frá ES, sum eru ein fylgja av einum av Løgtinginum góðkendum sáttmála millum Føroyar og ES.

Regluverkið, sum Føroyar hava bundið seg til at seta í verk við áðurnevndu heilsufrøðiligu avtalu við ES, er í mongum førum so samansett, at tað kann vera ivamál, um nóg greið lógarheimild er fyri øllum ásetingunum í eini ætlaðari kunngerð, sum skal seta í verk reglur í t.d. einum direktivi. Fyri at tryggja, at formlig heimild er fyri at seta í gildi allar ásetingarnar í øllum teim fyriskipanum, direktivum v.m., ið heilsufrøðiliga avtalan fevnir um, verður mett, at hetta uppskot til heimildargrundarlag er neyðugt.

Til Kapittul 1
Revsireglur

Til § 48
Harðasta møguliga revsing er bót, um ikki harðari revsing er ásett í aðrari lóggávu.

Til § 49
Í greinini verður ásett, at rannsókn í málum um brot á reglurnar fer fram í samsvari við reglurnar í rættargangslógini um rannsókn í málum, sum kunnu føra við sær fongsulsrevsing.

Til § 50
Greinin snýr seg um umsitingarliga viðtøku av bótum. Møguleiki er einans at nýta umsitingarliga sektaruppskotið í brotsmálum, har málið er greitt bæði við atliti at innihaldinum av brotinum og við atliti at rættarreglunum, ið eru brotnar, eins og støddin á bótini skal vera í samsvari við føst stevnumið. Harafturat er tað sum nevnt í ásetingini ein fortreyt, at viðkomandi játtar seg sekan í brotinum og tekur undir við, at málið verður avgreitt við einum sektaruppskoti.

Ætlanin er bert at nýta umsitingarligt sektaruppskot í týðiliga avmarkaðum málsbólkum. Ætlanin er sostatt eisini at nýta ásetingina í málum, sum snúgva seg um at lata upplýsingar til meginskránna fyri dýrasjúkur, sum t.d. at ein nýstovnan av eini dýraskipan ikki verður fráboðað meginskránni, eins og ásetingin eisini kann verða nýtt í møguligum øðrum einklum og greiðum brotsmálum innan fyri øki lógarinnar. Í slíkum og líknandi førum verður tað mett at verða ráðiligt, at geva landsstýrismanninum heimild til umsitingarliga framløgu av sektaruppskotum.

Ætlanin er, at tilevningin av og framferðarhátturin við nýtsluni av umsitingarligum sektaruppskotum verða nærri ásett í eini fyriskipan.

Ávísingin til § 752 í rættargangslógini viðvíkur reglunum í rættargangslógini um avhoyring av einum skuldsettum. Rættartrygdargarantiini, sum eru í hesum reglum, eru við ávísingini eisini galdandi í málum, sum eftir hesi lóg kunnu verða avgreidd við sektaruppskoti.

Sektaruppskot fer ofta at verða fatað sum ein einfaldur og minni tyngjandi avgerðarháttur enn ein innanrættarlig avgerð, sum bæði dregur løgreglu og rættarverk uppí, og tískil verður tað hildið at vera hóskandi, at borgarin í toluliga ókompliseraðum málum hevur møguleika fyri at velja ímillum teir báðar møguleikarnar.

Til § 51
Gildiskomuáseting.

Hjáløgd skjøl:
Skjal 1. Skriv frá Hera Mørkøre, landsapotekara, dagfest 12. desember 2000.
Skjal 2. Skriv frá Bóndafelag Føroya, dagfeset 11. desember 2000.

1 Sbr. § 1 í Lov nr. 36 af 28. Februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod Smitsomme sygdomme hos Husdyrene m.m., sum seinast broytt við løgtingslóg. nr. 110 frá 29. juni 1995, eins og § 1 í Kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, seinast broytt við K. nr. 32 frá 12. apríl 1996.

2 Sbr. § 4 í løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg. nr. 87 frá 28. mai 1996.

3 Livandi sýn, tvs. eftirlit við livandi dýrum beint áðrenn slátran, verður nevnt ante mortem eftirlit, og eftirlit við slátraðu dýrunum verður nevnt post mortem eftirlit.

4 Kunngerð nr. 55 frá 26. mai 1983 um innflutning av djórum og smittuberandi lutum, seinast broytt við K. nr. 31 frá 12. apríl 1996.

5 Europa-Kommissionen (DG Sanco): Udkast til rapport om et kontrolbesøg i Danmark 3.-14. juli 2000 vedrørende grænsekontrol.

6 EFTA Surveilance Authority: Final report on a mission to Norway from 31. January 2000 to 25. February 2000 concerning border inspection posts.
EFTA Surveilance Authority: Final report on a mission to Iceland from 31. January 2000 to 18. February 2000 concerning border inspection posts.

7 Lista I sjúkurnar hjá ES fevna um: Infectious henatopoetic necrosis (IHN) og Viral hemorrhagic septicemia (VHS), sbr. direktiv 91/67/EØF.

8 Agreement on the Application of Sanitary and Phytosanitary Measure, SPS-avtalan

9 Lov nr. 36 af 28. Februar 1908 for Færøerne om Foranstaltninger mod Smitsomme sygdomme hos Husdyrene m.m., sum seinast broytt við løgtingslóg. nr. 110 frá 29.06.1995 og løgtingslóg nr. 26 frá 30. apríl 1987 um sjúkur hjá fiski, skeljadýrum og krabbadýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 87 frá 28. mai 1996.

10 Løgtingslóg. nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum.

11 Agreement on the Application of Sanitary and Phytosanitary Measure, SPS-avtalan.

12 Agreement on the Application of Sanitary and Phytosanitary Measure, SPS-avtalan.

13 Løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

14 Løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

15 Syntetisk ella natúrlig ikki-stereoid evni við kvennkynjahormonvirknaði

16 Syntetisk ella natúrlig evni, ið minka um framleiðsluna av hormonum hjá skjaldkertlinum

17 Løgtingslóg nr. 40 frá 23. apríl 1999 um djóralæknavirksemi v.m.

1. viðgerð 17. januar 2001. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 7. februar 2001 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 21. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 17. januar 2001 er tað beint vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 25. januar 2001, 1. og 2. februar 2001.

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri bóndafelagið, Djóralæknatænastuna og við landsstýrismannin í vinnumálum.

Nevndin hevur fingið skriv við viðmerkingum til uppskotið frá Bóndafelagnum, dagfest 1. februar 2001, og frá Djóralæknatænastuni, dagfest 24. januar 2001.

Djóralæknatænastan upplýsir, at hóast sjúkurnar, sum eru nevndar í fylgiskjølum 1 og 2 kunnu tykjast at vera nógvar, so eru kortini aðrar sjúkur, sum ikki eru nevndar. Tað eru endemiskar sjúkur, sum ikki eru í nakrari skipaðari skrá um fráboðan ella niðurberjing. Upplýst verður, at nógvar av hesum sjúkum hava vit ongantíð staðfest í Føroyum, og vandi er fyri at bera slíkar sjúkur inn á okkum, sjálvt um váttan fæst fyri, at sjúkurnar, sum nevndar eru í fylgiskjølunum 1 og 2, ikki eru í avsendaralandinum, og um váttan fæst fyri, at djórini eru frísk. Nevndar verða tær sjúkur, ið man við vissu veit eru í Føroyum, herímillum garnasótt og ridluskriði.

Djóralæknatænastan vísir á, at man áður hevur tikið tað sum givið, at tær sjúkur, sum vit ikki hava staðfest her, tær eru ikki í Føroyum, og teir kenna tað tí løgið at fáa at vita, at tá eingin próvførsla er til skjals fyri, at ein sjúka ikki er staðfest í Føroyum, so má man ganga út frá at sjúkan er her. Teir mæla tí til, at steðgur verður settur fyri innflutningi av livandi djórum, til upplýsingar eru fingnar til vega um heilsustøðuna hjá okkara húsdjórum. Bóndafelagið mælir til tað sama.

Landsstýrismaðurin hevur á nevndarfundi upplýst, at tað vil taka eitt knapt ár, at gera eina skrá yvir djórasjúkur í Føroyum. Tá ikki ber til, undir samráðingum við ES, at avmarka omanfyrinevndu avleiðingar av gjørdu avtalunum, leggur nevndin stóran dent á, at landsstýrismaðurin tekur stig til, at nevndu skráir verða gjørdar skjótast gjørligt. Fyri at fáa hetta í rættlag skjótast gjørligt, vil nevndin skjóta upp at broyta § 40, stk. 2, soleiðis, at tað almenna veitir endurgjald, tá staðfestast kann, at sjúkan kann vera komin frá innfluttum djórum. Nevndin heldur, at ein møguleiki í framtíðini tó kundi verið at umhugsa møguleikarnar fyri at stovna ein trygdargrunn, ið kann avloysa hesa nýggju reglu.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur heitt á nevndina um at gera eina broyting í lógaruppskotinum, sum gevur landsstýrismanninum heimild til at áseta reglur um løggilding ella góðkenning av virkjum, flutningsførum o.ø. rúmun, sum verða nýtt til fiskaarbeiði, goymslu, flutning, frysting, konservering, pakking ella aðra virking av fiski og fiskaúrdrátti til matna ella til djórafóður, fiskamjøl, fiskaolju o.a. Eisini hevur hann nevnt, hvat hesar reglur kunnu fevna um, og grundgivið fyri, hví hann metir, at hendan broyting er neyðug.

Landsstýrismaðurin hevur harumframt mælt til, at § 49 í uppskotinum verður strikað soleiðis, at spurningurin um rannsókn heldur beinleiðis kemur at fylja reglunum í rættargangslógini.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men vísandi til omanfyristandandi viðmerkingar mælir nevndin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við hesum

broytingaruppskoti

  1. Heitið á lógaruppskotinum verður orðað soleiðis: "Uppskot til løgtingslóg um dýrasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum)
  2. Orðið "hestur" í øllum bendingum og vendingum, verður broytt til "ross" í øllum bendingum og vendingum
  3. Orðið "dýr" í øllum bendingum og vendingum, verður broytt til "djór" í øllum bendingum og vendingum
  4. § 2, stk. 3, verður orðað soleiðis: "Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera broytingar í teimum í stk. 1 nevndu skjølum soleiðis, at skjølini eisini koma at fevna um aðrar sjúkur, ella at sjúkur verða fluttar frá einum skjali ella bólki til annað skjal ella bólk."
  5. Aftaná § 38, verður sett inn nýggj § 38a, ið verður soljóðandi: "Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um løggilding ella góðkenning av virkjum, flutningsførum o.ø. rúmun, sum verða nýtt til fiskaarbeiði, goymslu, flutning, frysting, konservering, pakking ella aðra virking av fiski og fiskaúrdrátti til matna ella til djórafóður, fiskamjøl, fiskaolju o.a. Stk. 2. Reglurnar kunnu t.d. fevna um:
    1. góðkenning av etablering og innrætting av virkjum,
    2. heilsufrøðilig góðsku- og flokkingarkrøv til fisk og fiskaúrdrátt og krøv um merking av fiskaúrdrátti,
    3. heilsufrøðilig krøv til rakstur og til høli og útgerð á virkjum, herundir krøv um viðlíkahald og heilsufrøðilig krøv til fiskakassar og pakkitilfar,
    4. krav um innaneftirlit og um alment eftirlit,
    5. krøv um heilsueftirlit og reinførisviðurskifti hjá fólki, sum fáast við tey í stk. 1 nevndu arbeiði.
  6. Í § 40, stk. 2, verður sett inn nýtt pkt. 2, ið verður soljóðandi: "Fíggjarligt tap, ið eigari hevur orsakað av, at seyður ella neyt verða avlívað orsakað av sjúku, ið kann staðfestast er komin frá innfluttum livandi djórum, verður tó endurgoldið av tí almenna."
  7. Í § 46 verða orðini "undir Vinnumálastýrinum" broytt til "ið eru skipaðir undir honum".
  8. § 49 verður strikað.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:
Ad. 1: Høvuðsheitið á eini lóg eigur at vera stutt og greitt, og mælt verður tí til, at heitið, ið er sett í klombrur, verður høvuðsheitið, meðan upprunaliga uppskotna høvuðsheitið verður sett í klombrur.

Ad. 2: Ross er rætta felagsheiti fyri bæði hest og ryssu.

Ad. 3: Orðið djór er vanligari nýtt á fólkamunni.

Ad. 4: Tá dentur verður lagdur á at lóggeva fyri, hvørjar sjúkur fylgiskjølini skulu fevna um, eigur landsstýrismaðurin ikki at hava óavmarkaðar heimildir til at broyta fylgiskjølini. Tað kunnu tó verða viðurskifti, ið gera, at tað í bráðskundi verður neyðugt, at ein sjúka verður fevnd at einum fylgiskjali. Eisini verður mett at landsstýrismaðurin eigur at kunna flyta sjúkur millum fylgiskjølini og bólkarnar.

Ad. 5: Ivasamt er, um fyriliggjandi uppskot til djórasjúkulóg, saman við aðrari lóggávu, gevur fullgóða heimild til at seta í verk allar tær reglur, sum veterinerlóggávan við ES áleggur føroyingum. Fyriliggjandi broytingaruppskot er gjørt, fyri at hetta heimildargrundarlag kann fáast upp á pláss.
Tað er serliga í sambandi við reglurnar í direktivunum 91/493/EØF "um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu, keypi og sølu av fiskavørum" og 91/492/EØF "um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu, keypi og sølu av livandi tvískeljaðum lindjórum", at heimildartrupulleikar eru.
Aðalmálið við reglunum er at tryggja brúkaranum so góða vøru, sum til ber. Um tað skal verða gjørligt hjá føroyingum at lúka tær treytir, direktivini áleggja okkum og harvið eisini veterineravtaluna, sum gjørd er við ES, er tað neyðugt at fáa heimildargrundarlagið í § 38 a við í lógina.

Ad. 6: Við ásetingini átekur landið sær ábyrgdina at fyribyrgja, at sjúkur koma til landið við innfluttum livandi djórum. Eydnast tað ikki at fyribyrgja hesum, rindar landskassin endurgjald fyri eitthvørt tap, ið eigari av neytum ella seyði kann skjalprógva, at hann hevur havt í sambandið við, at hesi djór verða avlívað orsakað av sjúku, ið viðkomandi kann staðfesta er komin frá innfluttum livandi djórum.

Ad. 7: Stk. 1 í hesi grein snýr seg um stovnar undir avvarðandi landsstýrismanni, meðan stk. 2 snýr seg um aðrar almennir myndugleikar ella stovnar. Um málsøki, ið lógin fevnir um, verður flutt til t.d. Fiskimálastýrið, er tað rættast, at stk. 1 ikki er orðað soleiðis, at ásetingin er avmarkað til Vinnumálastýrið, men heldur er galdandi fyri teir stovnar, ið til eina og hvørja tíð eru skipaðir undir avvarðandi landsstýrismanni.

Ad. 8: Spurningurin um rannsókn kemur við hesi broyting beinleiðis at fylja reglunum í rættargangslógini.

2. viðgerð 13. februar 2001. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til heitið, orðini "hestur" og "dýr", §§ 2, 38, 40, 46 og 49 samtykt 25-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 15. februar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-1. Málið avgreitt.

J.nr. 524-0037/2000
Ll. nr. 16 frá 23.02.2001