Dýrasjúkulógin

 

48  Uppskot til  løgtingslóg um fyribyrging og niðuberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaeftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin)

 

Skjal 1

Tórshavn, tann 12-12-00
J.nr.: 612-20000002-3
Viðgjørt HM/md
Tygara skriv: 1.12.2000

Landsapotekarin 

 Vinnumálastýrið
Att. Maria Róin, fulltrúi
Tinganes
100 Tórshavn

Vinnumálastýrið hevur hin 1. desember 2000 sent landsapotekaraembætinum til ummælis uppskot til løgtingslóg um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá dýrum og um marknaðareftirlit við dýrum og dýraúrdráttum (dýrasjúkulógin), saman við hópin av øðrum uppskotum á veterinera økinum.

Stýrið ynskir svar longu 11. desember. Óneyðugt er at siga, at við so stuttari freist er torført at geva eitt ummæli við skili.

Ummæli niðanfyri er tí bert ummæli av onkrum tilvildarligum pørtum av uppskotinum, sum er komin undirritaða til hugs. Skal fullfíggja ummæli gevast, er neyðugt, at vit fáa nakrar vikur at svara í, soleiðis at svarið fær verið veruliga gjøgnumhugsað.
Til § 29 stk. 4. Øll hasi evnini pkt. 1, 2 og 3 eru at skilja sum heilivágur eftir føroyskari lóg. Sostatt er innflutningur bert loyvdur um apoteksverkið, sum er alment. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann altíð geva landsapotekaranum tænastuboð um at steðga sølu ella nýtslu av ávísum heilivági eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Í donsku lógini er afturhaldstíð ikki nevnd í hesi paragraff (sí viðmerking til § 32 stk. 2), tí tykist hon ikki sørt fløkjaslig, og metir undirritaði, at stk. 2, punktini 2 og 3 skulu takast burturúr, og pkt. 1 setast sum partur av stk. 1.

Í § 32 stk. 1 verður órinisfrøðisligur royndartilbúningi nevndur. Hetta er umseting av danska orðinum "immunologiske testpræparater". Orðið royndartilbúningur er helst óheppi her, tí talan er heldur um tilbúning at staðfesta sjúku, sum t.d. ELISA-kit.

§ 32 stk 1. Her er talan um nærum somu viðmerking sum til § 29 stk. 4. Í princippinum er ongin munur millum veterineran og humanan heilivág. Definitiónin uppá heilivág er staðfestur í Ll 104/88 § 25. Innflutningur v.m. av heilivági er staðfestur í Ll 104/88 § 29. Sostatt er longu eftir galdandi apotekslóg nóg greið heimild fyri tí, sum nú verður ásett í § 32 stk. 1

§ 32 stk. 2. Afturhaldstíðir verða ásettar, tá Skrásetingarráðið (sí k. 69/91) skrásetur farmaceutiskan tilbúning. Landsdýralæknin hevur fast sæti í hesi nevnd.

Nýtir dýralækni sín rætt at fyriskriva magistrellan tilbúning, áliggur tað honum undir ábyrgd at tryggja sær, at ordinatiónin er fakliga forsvarlig, her eisini afturhaldstíðin.

§ 33 Hormonir og hormonlíknandi evni eru sambært definitiónini heilivágur, tá tey verða givin dýrum ella fólki, og eru tí sum er, umfatað av Ll 104/88. Sostatt er innflutningur bert loyvdur um apoteksverkið, sum er alment. Landsstýrismaðurin í heilsumálum kann altíð geva landsapotekaranum tænastuboð um at steðga sølu ella nýtslu av ávísum heilivági eftir tilmæli frá landsstýrismanninum í vinnumálum.

Tað sæst týðuliga á uppskotinum, at danska lógin nr. 351 frá 2. juni 1999 er grundarlag undir uppskotinum frá Vinnumálastýrinum. Spurningurin er, hvørt tað er rætt at nýta donsk viðurskifti sum byrjunarstøði fyri slíkum arbeiði, tá ið dýrahaldið í Føroyum er av einum heilt øðrum slag og stødd enn í Danmark. Ivasamt er eisini, um lóggávuformurin, sum valdur er, er hin rætti til føroysk viðurskifti. Uppskotið hvílir á tí støði, at útgreinandi reglur skulu gerast á nógvum økjum. Heilt nágreiniliga er talan um, at landsstýrismaðurin í hvussu so er í 51 førum, fær heimild at skriva út almennar rættarreglur av ymiskum slag við kunngerð. Spurningurin er, um hetta er lóggávuháttur, sum er hin rætti, tá ið nú umsitingin á hesum øki er nógv minni enn í Danmark. Landsapotekaraembætið heldur, at kanska var rættari, at tað fekst ein neyv útgreining av, hvørjar trupulleikar eru við dýrasjúkum, hvørjar hóttanir eru nærliggjandi, og at tað síðan var gjørd ítøkilig løgtingslóggáva á økinum.

Virðiliga
Heri Mørkøre, Landsapotekari